mikudagur 18. apríl 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 18. apríl 2001
3
gult3 cyan3 magenta3 svart3
2
Nr. 73 - 18. apríl 2001
gult2 cyan2 magenta2 svart2
Um Harrin vil kemur annað
trúboðaraskipið hjá OM –
„Logos II“ – til Føroya í
summar
frá
Kristi
himmalferðardegi 24. mai
til annan hvítusunnudag 4.
juni.
Lagt verður at bryggju í
Havn hósdagin 24. mai, har
ligið verður í eina viku.
Síðani verður flutt til
Runavíkar, har skipið ligg-
ur, til tað fer avstað aftur.
Manning úr nógvum
londum
Við skipinum eru um 200
ungfólk úr ymiskum lond-
um í heiminum, serstakliga
úr
Latínamerika.
Vit
minnast við gleði vitjanina
hjá gamla „Logos“ í 1983.
Tilsamans hava umleið
150 føroyingar virkað við
OM umborð á skipunum og
í ymiskum londum styttri
og longri tíðarskeið, frá tí at
henda tænasta byrjaði.
Endamál
Endamálið við vitjanini er
• at kunna um hin stóra
tørvin úti í heimi
• at kunngera gleðiboð-
skapin, og at takka før-
oyingum fyri stuðulin á
hesum øki í farnum
árum.
Tiltøk undir vitjanini
Meðan „Logos II“ liggur í
Føroyum,
verða
ymisk
tiltøk umborð, og lið við
ungfólkum frá skipinum
fara at vitja ymsastaðni í
landi. Almenningurin fær
eisini loyvi til at vitja
umborð, at síggja skipið og
at keypa bøkur á tí stóru
bókasøluni,
teir
hava
umborð.
Eisini verða samkomur
umborð fyri samkomu-
leiðarum,
skúlabørnum,
kvinnum og monnum hvør
sær, ungdómum, leiðarum í
føroyska
samfelagnum
o.s.fr.
Fríggjakvøldið 1. juni
verður
altjóðakvøld
í
ítróttarhøllini í Runavík.
Farið verður avstað aftur
úr Føroyum annan hvítu-
sunnudag, 4. juni.
Upplýsingar
Ynskir onkur at vita meira
um „Logos II“ ella um OM
sum heild, kunnu tey venda
sær til OM umboðsfólkini í
Føroyum,
Gidda
og
Hjørleif Vang, tlf. 315390,
ella til Beintu og Absalon
Áargarð, tlf. 312655.
Eisini finnast upplýsingar á
alnótini:
• OM: http://www.om.org
• Logos II:
http://www.logos2.ships.de
NØVN Í VIKUNI
Hjørdis á
Argjaboða 80
Triðja páskadag hin 17.
apríl
fyllir
Hjørdis
á
Argjaboða 80 ár. Hjørdis er
fødd Úti á Borðini – dóttir
táverandi
vitameistaran
Danjal og konuna Onnu.
Tey
fingu
genturnar
Poulu, Mariu og Hjørdis.
Áðrenn døturnar komu,
tóku tey Guðrun til fosturs,
og hon kom soleiðis at
verða hin elsta av 4 systr-
um.
Hjørdis vaks upp á
Borðini til hon fór til Hav-
nar á Færøernes Mellem-
og Realskole, haðani hon
tók realprógv. Í 1941 giftist
hon Zachariasi á Argjaboða
og á Argjaboða hevur hon
verið síðani. Tey fingu 4
børn, Sonju, Jógvan, Onnu
og Dánjal: Sjálv hevur hon
so fródliga sagt frá barna-
árum og lívi sínum í út-
varpinum
fyri
nøkrum
árum síðani.
Hjørdis var heimaarbeið-
andi til børnini vóru undan-
komin. Sum tann dugna-
kona hon var, so vóru tó
ofta boð eftir henni til at
vera kókikona til brúdleyp
og onnur hátíðarhald. Mitt í
60-árunum
heitti
Inge
Bonnevie, ið var álitiskona
hjá
donsku
andveikra-
verndini í Føroyum, á
Hjørdis um at vera med-
hjálp. Tær vitjaðu øll heim í
landinum, har ein menning-
artarnaður var, eins og tær
vitjaðu heim, ið høvdu ein
av sínum eitt nú á stovn-
inum Rødbygaard. Hjørdis
var sum skapt til hetta
arbeiði. Hon hevði eina
hepna hond, dámdi brúkar-
arnar og tey hana. Seinast í
60-árunum var fólk sett
burturav at arbeiða við
støðuna
hjá
teimum
menningartarnaðu í Før-
oyum og harnæst at virka
fyri at fáa tey stórthundrað,
ið búðu á stovni í Danmark,
heimaftur. Ein umsiting lat
upp á Tinghúsvegnum, har
Hjørdis gjørdist skrivari.
Hetta var góð og hend-
ingarík tíð hjá so mongum.
Umframt
skrivari
var
Hjørdis
allahandakona,
kunnu vit siga. Tað var so
nógv ymiskt arbeiði, ið
skuldi gerast, Hjørdis visti
altíð, hvat var til ráða at
taka, tá farast skuldi í
summarlegu ella skipast
skuldi fyri fundi, og lut-
takaratalið var ferfaldað
tað, ið væntað var. Her
verður m.a. hugsað um, tá
felagið JAVNI var stovnað.
Hjørdis var verandi í And-
veikraverndini, gjørdist ein
partur av søguni hjá teim-
um menningartarnaðu í
Føroyum og, tá hon fór fyri
aldur fyri 15 árum síðani,
var hon helst tann, ið hevði
verið longst í tænastu á hes-
um stovni, ið tá var liðugur
við at fáa øll tey menning-
artarnaðu heimaftur, og
sostatt eisini hevði nógv
starvsfólk.
Tað, sum hevur eyðkent
og framvegis eyðkennir
Hjørdis er hennara gløgg-
skygni, vitan og livandi
áhugi fyri samfelagsviður-
skiftum. Altíð til dystin fús
og skemtingarsom, tá poli-
tikkur og javnstøða millum
kynini eru á lofti. Tí er altíð
hugaligt at hitta Hjørdis á
máli.
Árini eru har, og hon ber
tey við spekt og sóma. Hon
gleðist dagliga yvir at hava
børn
og
barnabørn
í
grannalagnum, meðan onn-
ur børn og barnabørn eru í
øðrum heimspørtum. Vit
eru mong, ið samgleðast
við Hjørdis, ynskja henni
hjartaliga tillukku og vóna,
at hon í mong ár og nógvar
morgnar støðugt skal vakna
á Argjaboða og síggja
sólina stíga handan Nóls-
oynna.
Á Argjahøvda
Pálmasunnudag 2001
Karin Kjølbro
Logos II kemur til Føroya
Trúboðaravitjan
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum,
at okkara elskaði pápi, verfaðir og abbi
HANS DAVID MATRAS
Kirkja
andaðist í heiminum páskaaftan 14. apríl,
77 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
mikudagin 18. apríl kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
hósdagin 19. apríl kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Børnini
Tey, ið vilja minnast Hans David, kunnu lata eina peningagávu
til kirkjuna á Kirkju, konto í Norðoya Sparikassa.
FERÐAVINNA
Føroya Ferðaleiðarafelag
Føroya Ferðaleiðarafelag
hevur havt aðalfund í mars.
Í nevndina, sum telur 5
fólk, kom Bergur Samuel-
sen inn sum nývaldur.
Nevndin hevur skipað seg
soleiðis:
Hilda Thomsen, formað-
ur
Bergur Samuelsen, næst-
formaður
Anna Elena Skaalum,
kassameistari
Bette Johansen, skrivari
Jóhanna Hansen, vara-
skrivari
Tiltakslimir
eru
nú:
Ólavur Hansen og Jóhanna
Traustadóttir.
Kristi Himmalferðardag kemur trúboðaraskipið Logos II til Føroya
Ferðaleiðarafelag havt aðalfund