Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Ítøkiligar ætlanir eru um at at byggja virki, sum skapa eini 120-150 arbeiðspláss í Vági. Men einsamøll hevur kommunan ikki ráð til at skapa karmarnar ØKISMENNING Áki Bertholdsen – Skulu vit tosa um økis- menning, kundi landið ikki gjørt nakra betri tiltak, enn at givið vágbingum ein stuðul til at byggja havna- lagið út fyri. Tað sigur Jógvan Kross- lá, býráðsformaður í Vági. Onki øki í landinum var ð so hart rakt av kreppuni, sum syðra helvt í Suðuroy. Seinastu árini hevur tað tó gingið framá aftur í smáum. Men tær ætlanir, sum nú eru frammi í Vági, hevði veruliga lyft syðru helvt í Suðuroynni upp aftur á sama støði sum nógv onnur øki í landinum. Ítøkiligar ætlanir eru frammi um at gera íløgur í vinnuvirki í Vági fyri einar 150 milliónir krónur. Tilsamans fara hesi virkini at skapa eini 120-150 ar- beiðspláss. Talan er um at byggja frystigoymsluma, sum er, út. Harumframt eru ætlanir um at byggja eitt virki til uppsjóvarfisk, umframt at laksavirki skal gerast í gamla flakavirkinum, Polarfrost. Sum umstøðurnar nú eru í Vági, ber ikki til at byggja hesi virkini. Ikki minst eru havnaviðurskiftini ikki nøktandi. Men tann stóri trupul- leikin er, at Vágs Komm- una hevur ikki ráð til at byggja havnina út. Sostatt hevur hon ikki ráð til at skapa karmarnar fyri, at hesar vinnuligu íløgurnar kunnu gerast. Neyðugt at gera djúphavn Skulu hesar íløgurnar ger- ast veruleiki í Vági, er tað fyrst og fremst neyðugt at dýpa havnina, tí nógv av teimum skipum, sum skulu at bryggju í samandi við virkini, stinga so djúpt, at tey sleppa ikki at sum er. Í løtuni er havnin í Vági, har sum fiskavirkini eru, sjey metrar. Jógvan Krosslá, býráðs- formaður í Vági, sigur, at tað er neyðugt við eini havn, sum er 10 metrar djúp. Hetta er eitt arbeiðið, sum kostar 16-18 milliónir. – Tað hevur Vágs Kommuna ikki ráð til at gera einsamøll. Vágs Kommuna hevur tí søkt landsstýrið um stuðul til at fáa arbeiðið gjørt, samstundis sum komm- unan ætlar at betala ein part. Málið er nú til viðgerðar í Landsstýrinum. Annars hevur kommunan gjørt avtalu við Landsverk- frøðingin um at fáa grótið, sum er tikið úr Sumbiar- bergholinum og sum nú liggur í Lopransdali. Tað grótið verður nu flutt til Vágs at gera havnalagið størri. Sparka ígongd Borgarstjórin í Vági sigur, at hann er ikki fyri studn- ingi, sum so. Men viðhvørt er tað neyðugt at fáa eina fíggjar- liga innspræning fyri at fáa virksemið sparkað ígongf. Hann sigur, at Sand- oyggin og Fuglafjørður eru tvey talandi dømi um, hvørja ávirkan ein slík innspræning hevur. – Tað almenna setti tríggjar milliónir í eina sandoyarætlan, nú gongur sjón fyri søgn, hvussu nógv virksemið tað hevur kastað av sær. Fuglafjørður fekk seks milliónir til at byggja havn- ina út fyri og tað hevur beinleiðis kollvelt plássið. Jógvan Krosslá sigur, at hvørki Sandoyggin, ella Fuglafjørður vóru so niður- undirkomin í kreppuni, sum syðra helvt í Suður- oynni var. Hann sigur, at Fugla- fjørður var í næstan somu støðu sum Vágs Kommuna. – Fyri trimum árum síðani vóru tvey fólk á muni á býunum báðum. Nú búgva 150 fólk fleiri í Fuglafirði og vendin kom, tá ið landið læt seks milli- ónir í stuðuli til havna- bygging. – Tað hevði eisini havt ómetaligan týdning fyri syðru helvt í suðuroy, og kundi tað almenna hjálpt til við eini lítlari innsrpæning, mátti tað eisini verið til landsins besta, at hetta varð gjørt. – Hendi onki nú, verður tað ómetaliga strævið hjá hesum økinum at koma uppundan aftur, sigur Jógvan Krosslá. –Vinnulívsmenn hava stórar ætlanir í Vági. Men teir fáa ikki sett tær í verk, tí kommunan hevur ikki ráð til at skapa karmarnar. Tí er tað lívsneyðugt við eini fíggjarligari innspræning úr landskassanum, sigur Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági Ein innspræning kundi sparka vágbingar ígongd Nr. 73 - 18. apríl 2001 5 gult5 cyan5 magenta5 svart5 4 Nr. 73 - 18. apríl 2001 gult4 cyan4 magenta4 svart4 Siti/standiborð Meiri enn helm- ingurin av seldu skriviborðunum í Danmark seinasta árið vóru av hesum slagi. Nú kanst tú sjálv/ur lættliga velja arbeiðsstøðuna, sum passar tær - og rygginum - best! Siti/standiborðini gerast alt vanligari á skrivstovunum kring Europu - og nú eisini í Føroyum El-stýrd siti/standiborð úr kr. 9.900,- FARODANE 02-01 Reis teg upp - og tak borðið við Farodane er 50 ára gamalt handils- og tænastuvirkið, sum í dag er ein av fremstu heildarveitarum til skrivstovuna. Virksemið fevnir um sølu og tænastu av framkomnum KT-loysnum, kopi-, fax- og AV-tólum, skrivstovuinnbúgvi og øðrum skrivstovubúnaði. Brekkutún 4 Postboks 109 FO-110 Tórshavn Tlf. 311414 Fax 317534 e-postur: farodane@farodane.fo www.farodane.fo