mikudagur 18. apríl 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eins og í Suðuroynni
og Sandoynni búgva
ov fá ung millum 20
og 30 ár í Vágum.
Hetta er ein avleiðing
av, at Vágar eru
millum tey økini, ið
hava ment seg minst
síðani búskapar-
kreppuna
ØKISMENNING
John Johannessen
Ov fá ung og serliga ov fáar
ungar kvinnur í Vágum er
ein hóttan móti oynni.
Hetta staðfestir økis-
menningarálitið.
Økismenningarálitið ger
greitt, at ein framhaldandi
gongd við færri og færri
kvinnum í aldursbólkinum
20 til 29 ár og 30 til 39 ár
kann skapa bygnaðarligar
trupulleikar, ið føra við sær,
at færri og færri børn verða
fødd. Langtíðarárinið av
hesum kann sambært álit-
inum verða, at fólkatalið í
Vágum verður minni og
minni.
Ov fá arbeiðstilboð
Bólkurin, sum hevur gjørt
økismenningarálitið, heldur
vantandi arbeiðstilboð til
kvinnur møguliga vera eina
orsøk til skeivleikan í
aldurs- og kynssamanset-
ingini fyri Vágar.
Av tí, at ov fá arbeiðs-
tilboð eru til kvinnur í
Vágum, verða tær noyddar
at flyta í onnur øki at ar-
beiða. Hetta er sama mynst-
ur, sum er kent í Sandoynni
og ávísan mun í Suður-
oynni, staðfestir økismenn-
ingarálitið.
Fyri at betra um hesa
gongd, mælir økismenning-
arbólkurin til, at fleiri
arbeiðstilboð til kvinnur
verða skapt í økinum.
Sambandið er forðing
Men trupult er at skapa
støðugt arbeiði í Vágum.
Og av hesi orsøk vóru
miðal lønarútgjaldingarnar
millum tær lægstu í land-
inum í 1999.
Orsøkina til vantandi
vinnuna í oynni, heldur
økismenningarbólkurin
vera vánaliga undirstøðu-
kervið, ið ikki hevur nøktað
tørvin hjá vinnurekandi í
Vágum.
Men
undirstøðukervið
hjá Vágoynni er væl áleiðis
at gerast munandi betri.
Arbeiðið at gera undirsjóv-
artunnil undir Vestmanna-
sundi gongur væl, og innan
tvey ár fer at bera til at
koyra gjøgnum tunnilin
millum Vágar og megin-
økið.
Hetta, heldur økismenn-
ingarbólkurin, uttan iva fer
at geva vinnuni í oynni betri
karmar at virka undir,
umframt at fólk fáa øktan
møguleika at nýta arbeiðs-
og tænastutilboð í høvuðs-
staðarøkinum.
Men
samstundir
sær
økismenningarbólkurin
eisini eina avbjóðing í fasta
sambandinum um Vest-
mannasund. Bólkurin ger
vart við, at hetta fer at
skapa økta kapping hjá
handils og tænastuvinnuni í
oynni.
Oljan kann styrkja
kunnleikan
Økismenningarálitið stað-
festir eisini, at kunnleika-
umhvørvið í Vágum er ein
veikleiki í dag.
Men økismenningarbólk-
urin væntar, at ein komandi
oljuvinna kann betra um
hetta. Bólkurin heldur, at
um rætti leikluturin hjá
flogvøllinum verður funnin
í eini komandi oljuvinnu,
kann
hann
gerast
ein
týdningarmikil partur av
framhaldandi menning í
oynni. Hetta kann síðani
økja um tørvin á fólki við
útbúgving,
soleiðis
at
kunnleikaumhvørvið í síni
heild verður styrkt.
Góð útlit
Útlitini fyri, at Vágoyggin
fer at menna seg saman við
miðstaðarøkinum eru hóast
alt góð.
Økismenningarbólkurin
væntar, at tann lítla frá-
flytingin, sum hevur verið
úr Vága sýslu seinastu
árini, verður vend til eina
lítla tilflyting. Hetta fer
saman við burðaravlop-
inum at hava við sær, at
fólkatalið veksur.
Økismenningarbólkurin
vísir á, at um gongdin í
Vága sýslu broytist mun-
andi til tað betra og fer at
líkjast gongdini í Suður-
Eysturoy, kann fólkatalið í
Vágum koma upp á 3.454 í
2024. Fólkatalið var í 1999
2.617.
–
Undirsjóvartunnilin
undir Vestmannasundi kann
fáa stóra ávirkan á hesi
viðurskifti, við tað, at
Vágar verða knýttar fastar
at meginøkinum – og verða
møguleikarnir
fyri
at
arbeiða og brúka tilboðini í
meginøkinum tá munandi
betri. Harumframt verður
tann náttúrligi marknaðurin
hjá framleiðslu- og tæn-
astuvinnum í Vágum størri,
tá koyrandi verður undir
Vestmannasundi,
sigur
økismenningarbólkurin í
áliti sínum.
Tískil ber til at staðfesta,
at útlitini fyri Vágoynna eru
góð, hóast eina skeiva
gongd í fólkatalinum og
kynssamansetingini sein-
astu árini.
Myndin, sum
økismenningarból
kurin hevur gjørt,
sýnir sterkar síður,
veikar síður,
møguleikar og
hóttanir hjá
Vágoynni
Ov fá ung í Vágum
Nr. 73 - 18. apríl 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 73 - 18. apríl 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
Av tí, at Fíggjarmála-
stýrið ikki kann
góðtaka leiguhækkan
upp á 1.500,- krónur
um mánan, noyðist
Ferðaráðið at gera
nýggjan leigusátt-
mála, sum er knappar
6.000,- krónur dýrari
um mánan, enn tann
gamli leigusáttmálin
var
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Ferðráðið flytir úr Gongini
yvir í Vágsbotn, tí P/F
Trygd skal brúka hølini,
har Ferðaráðið nú er, og
sum Føroya Banki eigur.
Sosialurin hevur fingið at
vita, at ein leiguhækkan
upp á 1.500,- krónur um
mánan, sum Fíggjarmála-
stýrið ikki kann góðkenna,
er orsøkin. Hinvegin verður
nýggi leigusáttmálin hjá
Ferðaráðnum 5.866,- krón-
ur dýrari, enn tann núver-
andi. Og nýggju hølini hjá
Ferðaráðnum liggja nógv
verri fyri enn tey gomlu, tá
hugsað verður um at fáa
fremmand ferðafólk inn á
gólvið.
Málið snýr seg um, at
Føroya Banki, sum eigur
hølini, Ferðaráðið hevur
húsast í, vildi hækka leig-
una frá 800,- krónum fyri
fermeturin, til 900,- krónur
fyri fermeturin.
Fíggjarmálastýrið svar-
aði aftur, at Stýrið ikki
kann góðtaka hægri leigu
enn kr. 800,- fyri fermet-
urin fyri høli, sum tað al-
menna leigar.
Hølini, sum Ferðaráðið
leigar í gamla Sjóvinnu-
bankanum í Gongini, hava
eina gólvvídd upp á 180
fermetrar, og hevði árliga
leiguhækkingin
sostatt
verið 18.000,- krónur ella
1.500,- krónur um mánan.
Talan er um smápengar
fyri Føroya Banka, men
bankin vildi so kortini
hækka leiguna. Tá Fíggjar-
málastýrið ikki vildi góð-
taka
hækkingina,
varð
Ferðaráðið sagt upp, og P/F
Trygd, sum er tryggingar-
felag hjá Føroya Banka,
flytir í hølini.
Størri og dýrari
Men søgan endar ikki har,
tí Ferðaráðið skal hava
onnur høli at verða í. Tey
vórðu funnin í kjallaranum
hjá Føroya Fiskimanna-
felag í Vágsbotni. Tey eru
268 fermetrar til víddar og
kosta árliga 214.400,- krón-
ur at leiga. Tá er leigan
800,- krónur fyri fermetur-
in, sum Fíggjarmálastýrið
kann góðtaka.
Um
Fíggjarmálastýrið
hinvegin gekk við til at
hækka leiguna í Gongini
við 100,- krónur fyri fer-
meturin, hevði árliga leigan
hjá
Ferðaráðnum
verið
162.000,-
krónur,
sum
hevði verið ein nettospar-
ing upp á kr. 52.400,- um
árið ella 4.366,ð krónur um
mánan í mun til tann leigu-
sáttmálan,
sum
nú
er
gjørdur við Føroya Fiski-
mannafelag.
Men tað er ikki alt. Høl-
ini, sum Ferðaráðið skal
flyta inn í í Vágsbotni,
skulu umbyggjast, soleiðis,
at Ferðaráðið kann brúka
tey til sítt endamál. Tann
umbyggingin fer samlað at
kosta 150.000,- krónur. Og
tað er meira, enn tað hevði
kostað at leigað í Gongini í
eitt heilt ár við teirri leig-
uni, sum Føroya Banki
ynskti í nýggja sáttmálan-
um.
Hesar 150.000,- krónur-
nar hevur Ferðaráðið ikki
fingið serstaka játtan til, og
verða tær tí tiknar av
rakstrinum hjá Ferðaráð-
num.
Burtur frá
ferðafólkunum
Umframt kemur so, at
flytingin av Feðraráðnum
frá gullrandaðu adressuni í
Gongini til ein kjallara í
Vágsbotni er beinleiðis
eftir reyv, tá hugsað verður
um at tæna fremmandum
ferðafólki, sum kemur til
Føroya.
Hølini, sum Ferðaráðið
flytir úr, lógu uttan saman-
bering nógv best fyri í
landinum yvirhøvur hjá
fremmandafólki at finna.
Hjá øllum, sum komu í
land av ferðamannaskipun-
um, sum komu til Havnar -
og tað gera tey flestu nú
einaferð - varð skiltið hjá
Ferðaráðnum tað fyrsta, tey
fingu eyga á. Og rættiliga
nógv komu eisini inn á
gólvið at fáa upplýsingar
og aðra hjálp.
Nú Ferðaráðið flytir yvir
í Vágsbotn, verður hesin
møguleikin ikki til staðar.
Nú skal ferðamaðurin leita
eftir
skrivstovuni
hjá
Ferðaráðnum, og tað kann
væl gerast trupult hjá ein-
um fremmandum.
Væl verður tað lættari hjá
teimum, sum koma við
egnum seglbátum og slík-
um førum, at finna Ferða-
ráðið, tí tey leggja vanliga
at í Vágsbotni. Men tað
stóra talið fer at missa, við
at Ferðaráðið flytir, eru fólk
í ferðavinnuni púra sann-
førd um.
Tá Ferðaráðið í síni tíð
flutti í hølini í Gongini,
sum nú verður flutt úr aftur,
vaks talið á vitjandi fyrsta
árið úr 3.000 upp í 9.000.
Ein trífalding. Og tað hóast
flytingin bara var nakrar
metrar. Munurin var, at
gamla adressan var í einum
hølum longri úti í Gongini,
sum ikki sóust av Eystaru
Vág, har stóra talið av
fremmandum ferðafólkum
kemur á land í Føroyum.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa viðmerkingar frá
Føroya
Banka
ella
Fíggjarmálastýrinum, áðr-
enn blaðið fór til prenting-
ar.
Bæði
Janus
Petesen,
stjóri í Føroya Banka, og
Christian C. Nielsen, stjóri
í Trygd, eru burturstaddir.
Og Tummas Magnussen,
stjóri á Lønardeildini hjá
Fíggjarmálastýrinum, sum
umsitir leigumál hjá tí
almenna, var ikki at hitta.
Fígging flytir ferðing eftir reyv
Hjørdis og Åse flyta í hesum døgum Ferðaráðið úr Gongini yvir í Vágsbotn
Mynd: Jens Kristian Vang
Ferðaráð Føroya fer í framtíðini at halda til í kjallaranum hjá Fiskimannafelagnum í Vágsbotni
Mynd: Jens Kristian Vang