Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jógvan Sundstein Tá ið núverandi landsstýr- issamgonga varð skipað, vóru vit nógv sum frøddust um sjálvstýrisætlanirnar. Tann íslendska skipanin, sum sett varð í samgongu- skjalið, var ein skilagóð loysn á sjálvstýrisstremb- anini. Hendan hevði havt við sær endaligt frælsi, púra óheft av dønum. Forsætisráðharrin gjørdi alt fyri at spenna bein fyri loysnini og harvið fyri eini framhaldandi sunnari menning av føroyska sam- felagnum. Tíverri gekk nógv tíð, áðrenn endaliga varð staðfest, at hendan leiðin ikki førdi fram. Hin 1. februar 2001 gav landsstýrið boð um nýggja leið at ganga. Hendan leið- in var avgjørt gongd. Tó var eitt mistak við hesari loysn- ini, og tað var, at ein (ella báðar tvær) fólkaatkvøða var við í uppskotinum. Í politiska systeminum skal ein vera sera varin við at nýta fólkaatkvøðu sum am- boð. Slík eigur bert at vera brúkt, tá ein endalig góð- kenning av eini týdningar- miklari skipan skal fremj- ast. Um fólkaatkvøða verð- ur brúkt í tíð og ótíð verður virði av slíkari sum frá líður devaluerað. Serliga er skipanin við leiðbeinandi fólkaatkvøðum vandamikil í politisku skipanini. Alt eftir hvat málið snýr seg um, geva slíkar atkvøður pláss fyri øllum møgulig- um demagogiskum kreftum at sleppa framat at tala til og øsa kenslurnar hjá fólki. Tað vísir seg eisini mangan, tá fólkaatkvøður verða hildnar, at hetta verður gjørt fyri at politikarar royna at sleppa sær undan ábyrgd at taka avgerðir, og halda seg vera so ógvuliga demokratiskar við at leggja málið “fyri fólkið til av- gerðar”. Í 1946 trýstu danir eina fólkaatkvøðu ígjøgnum í Føroyum. Kostirnar vóru tvinnir: Stjórnaruppskotið ella Loysing. Tað var heilt upplagt frá danskari síðu - og frá føroysku sambands- flokkanna síðu - at fólk skuldu ræðast til atkvøða fyri stjórnaruppskotinum. Men til alla lukku fyri Føroya land miseydnaðist hendan ráðagerðin. Aftaná vísti tað seg, at danir ikki vildu lýða úrslitið av at- kvøðuni. Nú vóru tí onnur ráðini at taka. Eitt nýtt stjórnarupp- skot varð riggað til og sett í gildi sum ein heimastýris- lóg. Nú tordu danir ikki at taka eina nýggja fólkaat- kvøðu, og tí var hendan skipanin sett í gildi sum ein donsk lóg samtykt av danska ríkisdegnum og síð- ani samtykt av nývalda Løgtinginum. Danir vildu ikki av við Føroyar, og tað vilja teir framvegis ikki. Men í 1946-48 vistu teir væl, at Føroyar heilt upp til seinra heimsbardaga vóru eitt fátækt land. Danskar pen- ingaveitingar til Føroya vóru sera smáar, og vinnu- lívið var eintáttað. Táið Danmark í 1946 hevði tapt fólkaatkvøðuna, noyddust teir at finna eina skipan, sum líktiskt nakað av sjálv- stýri, men samstundis kundi geva dønum møgu- leika fyri at veita stóran peningastuðul til Føroya, beinleiðis við tí endamáli at binda Føroyar fastari at Danmørkini. Filosofiurin aftanfyri var, at vóru Før- oyar fyrst heftar búskapar- liga at Danmark, gjørdist tað seinur dagur, áðrenn tær fóru at krevja veruligt sjálvstýri. Taktikkurin eydnaðist sera væl. Av teim yvirtøk- um, sum framdar vórðu í 1948, var tað bara infra- struktururin, sum hevði stóran kostnað við sær. Onnur stór útreiðsluøki vórðu kostnaðarliga bert partvíst yvirtikin. Við allari teirri búskaparligari fram- gongd í Europa og heimin- um sum heild í seinru helvt av 20. øld fingu Føroyar sjálvandi eisini sín part. Men tað hevði samstundis við sær størri danskar veitingar. Úrslitið gjørdist, at so gott sum ongar veru- ligar yvirtøkur eftir heima- stýrislógini vórðu framdar alt tíðarskeiðið frá 1948 til dato. Ræðslan fyri minking av danska stuðlinum gjørd- ist ein partur av føroyska gerandispolitikkinum. Ikki fyrrenn nú við sein- asta uppskotinum hjá landsstýrinum um eina yvirtøkuætlan og niður- skipan av ríkisveitingunum sæst ein veruligur og veru- leikakendur sjálvstýrispoli- tikkur. Um hendan ætlanin verður gjøgnumførd verð- ur ríkisstuðulin so gott sum burtur um eini 4 -5 ár, og við búskaparútlitinum fyri komandi árini, er tann ætlaði búskapargrunnurin tá komin uppá eini 5 mia. kr. Tað góða við hesi ætl- anini er, at øll A-mál kunnu yvirtakast bert við eini føroyskari avgerð. Tað er ikki neyðugt við samráð- ingum um yvirtøkuna, sjálvt um tað sjálvandi kann vera praktiskt klókt. B–málini skal tað sjálvandi samráðast um, men tey eru so fá. Um danir leggja seg tvørar viðvíkjandi teim málum, sum ikki skilliga standa á A listanum, so ber til at bíða, tí tey í kost- naðarsamanhangi ikki eru so ógvuslig. Eitt gott dømi, um hvussuleiðis hetta kann gerast, er uppskotið hjá Vinnumálastýrinum um yvirtøkuætlan. Sostatt er eingin orsøk til at bíða spentur eftir, hvat Nyrup sigur til nýggja uppskotið hjá landsstýrin- um. Tað eru bert fjølmiðla- fólk, sum halda tað vera áhugavert. Tá ið yvirtøkuætlanin er framd, og ríkisveitingarnar minkaðar niður í lítið og einki, er heimastýrislógin tømd. Tá ber til at gera endaligu sjálvstýrisskipan- ina og Føroya vera ein su- verenur statur. Tann nýggja føroyska grundlógin verður liðug longu í ár, so hon er klár til samstundis at setast í gildi. Hetta seinasta stigið á sjálvstýrisleiðini eigur tá at fara út til fólkaatkvøðu til endaliga góðkenning. Lat meg leggja afturat, at eg havi altíð hildið, at Før- oyar áttu, í øllum førum í langa tíð, at veri í kongs- felagsskapi við Danmark. Hetta tí eg haldi, at monarki er ein góð stýrisskipan, og danska kongshúsið, sum virkar væl, er einasta veru- liga statsrættarliga sam- band, vit hava við Dan- mark. Men aftaná ta við- ferð, sum Nyrup Ras- mussen og danska politiska skipanin hevur sýnt Før- oyum undir sjálvstýrissam- ráðingunum, haldi eg nú, at tá vit um nøkur ár koma so langt, at vit taka sjálvstýri, tá gera vit tað fult út, eisini við egnum forseta. Soleiðis sum politiska veðurlagið er i Føroyum kann uppskotið um Sjálv- stýri Føroya Fólks bert avgreiðast við atkvøðum frá Fólkaflokkinum, Tjóð- veldisflokkinum, Sjálv- stýrisflokkinum og Mið- flokkinum. Tað ræður tí um, at hesir flokkar av- greiða tað í Løgtinginum nú. Síðani er tað av størsta týdningi, at hesir flokkar fáa meiriluta aftur við næsta løgtingsval, og at hesin meiriluti skipar landsstýri eisini í næsta valskeiði. Hetta hevur einki við blokkpolitikk at gera, sum nøkur vilja gera tað til. Tað er bert ein ásannan av, at hetta - tað mest týdning- armikla mál fyri Føroya land - nú má avgreiðast. Aftaná tað kunnu vanligar politiskar hugsjónir aftur kappast í einum frælsum Føroyum. Eftir nýggju stýrisskip- anarlógini skal løgmaður heldur ikki veljast av nýggjum aftaná eitt val. Hann kann halda fram, um ikki meiriluti er ímóti hon- um. Fær núverandi sam- gonga meiriluta á komandi vali (møguliga saman við Miðflokkinum) kann løg- maður og landsstýrið uttan víðari halda fram. Tí er tað eitt vónbrot, at landsstýrisflokkarnir nú eru farnir at skriva almenn brøv til hvønn annan við keði- ligum politiskum skuld- setingum. Tjóðveldisflokk- urin eigur at vita, at lands- stýrismenn hava skyldu at arbeiða við teim málum og økjum teir umsita. Til dømis hevur landsstýris- maðurin í vinnumálum skyldu til finna eina so góða loysn sum møguligt á jarðarlóggávuni. Til hetta setur hann eina nevnd, og tað er heilt natúrligt, at nevndararbeiðið hevur al- mennan áhuga, og at tað ávegis fær almenna við- gerð. Tað líkist heldur ong- um, at skuldseta ein lands- stýrismann fyri “milliarda- nýtslu”, bert tí hann biður um at flyta 2-3 mió. kr. frá einum fíggjarárið til annað til seismiskur kanningar, fyri skjótari og bíligari at gera ein týdningarmiklan undirsjóvartunnil, sum allir partar annars eru samdir um, og sum er við í lang- tíðar íløguætlanini. Nei góðastu menn, prátið um møguligar tvørleikar innanhýsis og latið annars sjálv málini koma til al- mennan kunnleika. Tað er gott at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismenn hava. Og minnist til, at sjálvt um núverandi landsstýri fyrst og fremst hevur sjálvstýri sum endamál, so hevur tað á flest øllum økjum gjørt eitt dygdarverk, betri enn flest onnur landsstýri, til frama fyri land og fólk. Alt hetta styrkir eisini grund- arlagið undir einum sjálv- støðugum Føroyum. VIÐMERKINGAR Greiðið nú sjálvstýrismálið úr hondum Nr. 73 - 18. apríl 2001 9 gult9 cyan9 magenta9 svart9 8 Nr. 73 - 18. apríl 2001 gult8 cyan8 magenta8 svart8 Hósdagin 19. apríl vitja danskir serfrøðingar í Thomas Dam Ítrótti. Teir koma frá Adidas og hava ein fótscannara við, ið analyserar tín fót. ÍTROTTUR • N. Finsensgøta 5 • Postsmoga 1108 FO-110 Tórshavn • Tlf. 319980 Við tær fært tú eitt print av tínum fóti, umframt ráðgeving um hvussu tú kanst sleppa undan at fáa skaðar og hvørjir skógvar passa best til tín. Støkk inn á gólvið og fá serkøna hjálp Tann rætta renniskógvin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Í seinastini hevur verið funnist at almenna bygn- aðinum bæði frá politiskari síðu og aðrastaðni frá. Vit hava á hesum stað mangan víst á vansar við Norman Christensen bygnaðinum. Bygnaðurin er ov stórur í vavi, hann er ov sentraliseraður, og síðst men ikki minst er prioriteringin ikki í lagi. Hettar skal ikki skiljast sum ein kritikkur av teim- um, ið hava sítt dagliga yrki í bygnaðinum, tí tey út- fylla bert rammur defineraðar av politiska myndug- leikanum, ið hevur ábyrgdina av Norman Christen- sen bygnaðinum. At bygnaðurin er ov stórur í vavi er ein stórur trupul- leiki, tí menniskjaliga tilfeingið røkkur neyvan til at fylla postarnar forsvarliga, og tí er stórur vandi fyri, at gáttin gerst nakað lág. Serliga er hetta vandamikið í einum sentraliseraðum systemi, har allar avgerðir verða samlaðar í stýrum. Amerikanarar hava tað fyri at siga, at um okkurt ikki er brotið, so er eingin tørvur á at gera tað aftur. Vit hava tíverri tey seinastu árini sæð, at man í mið- fyristingini hevur fingist við at endurskoða, broyta og sentralisera almennar tænastur, ið hava fungerað fínt í nógv ár, meðan annað, sum til dømis almanna- og heilsuverkið liggur í andaleypi. Prioritering má vera. Man kann hava alla virðing fyri orðaðum arbeiðssetningum og arbeiðsbólkum, men tað hevur líkasum ein eitt sindur tóman klang, um støðan samstundis er tann, at sjúklingar verða blakaðir út av sjúkrahúsinum um sumrarnar og ambulansurnar steðga upp. Onkur vil kanska meina, at omanfyristandandi eru hvør síni ting, men eru tey tað? Í einum lítlum landi sum Føroyum er týdningar- mikið, at vit duga at prioritera. Vit hava ikki menn- iskjaliga tilfeingið til at hava ráðharrastovur eftir donskum ella grønlendskum leisti — Grønland er stórinnflytari av embætisfólki, og er tað ikki nakað vit skulu øvunda teimum. Vit mugu prioritera út fá tí vit hava ráð til. Tað er skelkandi, at vit í uppgangstíðum kunnu staðfesta, at um annaðhvørt fólk í Havnini hevur eina almenna inntøku, meðan talið, hóast tað átti at verið øvugt, var munandi lægri beint eftir kreppuna. Almenni bygnaðurin er høvdið á almennu Føroyum, og skal tað rigga optimalt. Óivað eru nógv góð fólk í miðfyrisitingini, men prioriteringin má vera soleiðis, at tey verða sett inn, har ting ikki rigga. Tað er somikið nógv í hesum samfelagnum, sum ikki riggar optimalt, at spurningurin er, um ikki ein projektfokuserað miðfyrisiting við fáum fólkum og desentralisering, so stovnarnir gerast meira sjálv- støðugir, er tann rætta loysinin. DAGSINS MEINING Sosialurin Almenni bygnaðurin VIÐMERKINGAR Dan R. Petersen javnaðarmaður Ætlaði altíð at svara Johan Mortensen, alias Hot, uppá hansara undarliga lesara- bræv í Sosialinum 30.03 og Dimmalætting um somu tíð, men stundir góvust ikki fyrr enn nú um páskirnar. Fyri tað fyrsta eri eg ikki mentunarframsøgumaður í Javnaðarflokkinum, tað er Katrin Dahl Jakobsen. Fyri tað næsta dámar mær lítið at verða nevndur háttvirdi av einum persóni, ið hevur slíka vannvirðing fyri javn- aðarfólki, at hann sker øll yvir ein kamb sum »ment- unarliga degenereraði, tryggleikanarkomanar, og hálvbarbarar.« Hetta skoðs- mál hevur J. M. til tey 25% av Føroya fólki, ið velja Javnaðarflokkin. National- istar hava til allar tíðir vannvirt øðrvísi hugsandi, og tað er tankavekjandi, so væl J. M. heldur traditión- ina í hevd. At S. B. J. skal vera eitt av okkara frægu skøldum er ein subjektiv meting, eg haldi tó fast við, at hann hevur ført ein fordumm- andi penn, síðan hann lat seg pensionera við danskari eftirløn, og hann heldur fram. Í Dimmu 29.03 skriv- ar S.B.J. m. a.: »Hetta landsstýrið hevur savnað meira enn helmingin av fólkinum aftan fyri seg. Í sjálvum sær ein søgulig hending, tí teir skilja og hava fingið henda stóra bólk av fólki til fulnar at skilja, at fullveldismálið er málið yvir øllum málum, sum nú má loysast.« Just tá Steinbjørn skrivaði hetta møsnið, vísti seinasta velj- arakanning, at einans 37% ynsktu fullveldi, meðan heili 52% vóru ímóti. Jú, Harra Mortensen, slíkt er fordummandi. Síðani er nýggj kanning gjørd, har Jógvan Mørkøre, fullveld- isfrøðingur í sínum órann- sakiliga vísdómi hevur granskað seg fram til, at 51,5% eru fyri fullveldi, meðan 51,4% eru fyri ríkis- felagsskapi. Føroyingar kunnu nú sum teir einastu í verðini erpa sær av at vera heili 102,9%! Spell at J.M. ikki skilir vanligt gerandismál. For- dummandi og býttur er ikki tað sama. Fordummandi er tað øvugta av upplýsandi. At S.B.J. skal vera býttur eru J.M’s orð. Tó má eg viðganga, at handa ára- langa platta útspillingin av Javnaðarflokkinum í and- støðu og av ríkisfelags- skapinum, har greinskriv- arin verður forsyrgdur úr tí danska statskassanum, ikki virkar serliga intelligent. Undirritaði loyvir sær at hava eina aðra meting av skrivingini hjá S.B.J., enn ta av Tjóðveldinum autori- seraðu, og tí fostrar J. M. henda sjúka tankan: »Stóð tað til Dan Peter- sen, blivu allar bøkur hjá fullveldisføroyingum brendar á Vaglinum og rithøvundarnir allarhelst samanvið«. Hesi orðini siga meira um Johan enn Dan. Annars kann eg upplýsa, at tað vóru ikki javnaðarmenn, men nationalistar, ið brendu bøkur í Týsklandi í 30’unum. Nationalistarnir brendu ikki bara bøkur. Teir monopoliseraðu eisini evn- ini at skapa list og vísind, júst sum J. M. ger tað við hesum brotinum: »…neyvan nakað veru- ligt føroyskt listafólk ella nakar intellektuellur føroy- ingur stuðlar Javnaðar- flokkin í dag. Hin hugsandi føroyingurin og hin før- oyski listaheimurin stuðla fullveldinum og tí listarliga frælsi og nýskapan, sum Republikkin Føroyar verð- ur karmur um«. Tað var tó ein groteskur pástandur. Júst sami hold- ningur, ið dreiv Stefan Zweig, Erich Maria Rem- arque, Albert Einstein o. a. í útlegd. Tað fer javnaðar- fólki kalt niður eftir bakin- um at lesa slíkt. Ein annar fordummandi eginleiki hjá nationalistum er at falsa søguna; sum tá ið Jens Pauli Heinesen sum ein annar gravrøvari stjelur Heðin Brú og Martin Joen- sen úr Javnaðarflokkinum yvir í Tjóðveldisflokkin. Jú, sanniliga eigur Javn- aðarflokkurin mentafólk, hóast tey eru lágt í metum hjá J. M. Bara her í heim- bygdini hava vit javnaðar- menninar Frits Johannesen, Heðin Kambsdal og Alek- sandur Kristiansen. Men eg skilji, teir eru lítið at rokna móti tí edlu rasuni í Tjóð- veldisflokkinum. Aleks- andur gjørdi enntá tað bragd á sín sáttliga og stillføra hátt í Sosialinum 11.04 at pilka ta littereru skapikrukkuna, Carl Johan Jensen, niður av hanabjálk- anum, har hann hevur sitið og hugt og tala niður til fólk. Tað var meistarligt og hart tiltrongt. At enda fari eg at mæla Johan Mortensen til at hava orðabók við lið, tá ið han lesur lesarabrøv. Tað kundi beint misskiljingar burtur, og so lærir man eisini av tí… Yvirmenniskjateoriin og Johan Mortensen Odmar Kúrberg Odense nv Tað at Fólkaflokkurin nú í hesum tíðum bjóðar einum av hópdrápsmonnum til Føroya er ein sovorðin skomm fyri alt Føroya folk, at rættast var at sett Fólka- flokkinum »knívin á strub- an« og kravt, at innbjóðing- in var tikin aftur, ella skuldi Fólkaflokkurin úr stjórnini, tí lítið sannbariligt er at krevja loysing og so samstundis at bjóða ein av miðestur mordarinum til Føroya, men hvat, tad er Fólkaflokkinum líkt. Sjálv- ur haldi eg, at hinir í sam- gonguni skuldu blakað Folkaflokkin úr samgong- uni, tí hvør vil stóla á eitt fólk, sum heldur við hóp- drápsmonnum? Ikki tey, eg tosi við, so mín áheitan til Føroya fólk er, farið á val og blakið handan flokkin úr føroyskum politikki, og tit høvdu longu fingið eina sømuliga avtalu við danir. Tað er ein sannroynd, at ongir danir vilja samráðast við ein fólkaflokksmann/ kvinnu, tá tey eru kend fyri aldrin at standa við sítt orð, nei tá er munur á, tá tað er Høgni, ið tosar, tá lurta allir danir, ja sjálvt tey í Fólka- tinginum, so eg havi bara eini boð til føringar, blakið Fólkaflokkin út, ella mágu tit rokna við, at Føroyar vera roknaðar sum ein pariastatur. Annars gott val og veljið nú ikki nakran av folkatingsliminum inn heldur til folkatingið, tá báðir eru ónýteligir og bert eru har fyri peningin og so stuðla onkrum donskum flokki, sum teir eru limir í og eru loyalir ímóti. Føroyingar, gott val og veljið nú frælsi. Fólkaflokkurin og hópdrápsmenn www.sosialurin.fo