mikudagur 18. apríl 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánakvøldið varð
nýggjur krimileikur
framførdur í Sjón-
leikarhúsinum í
Havn. Tað er nýggi
leikbólkurin Spírar,
sum framførir leikin
Músafellan, ið kendi
enski høvundurin
Agatha Christie hevur
skrivað
SJÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Sjónleikarhúsið í Havn var
væl meira enn fullsett
mánakvøldið,
tá
ein
nýggjur sjónleikur varð
frumframførdur.
Músa-
fellan eftir Agathu Christie
varir tveir tímar við einum
steðgi.
– Hetta er ein krevjandi
leikur, tá hugsað verður
um, at bara tríggir av leik-
arunum hava roynt at staðið
á palli fyrr, sigur Aksel
Joensen.
Aksel Joensen er for-
maður í leikbólkinum Spír-
ar, ið var stovnaður fyri
einum ári síðani og stendur
fyri framførsluni av Músa-
felluni. Aksel er eisini ein
av leikarunum, sum fara at
standa á palli komandi
vikurnar.
– Vit hildu at sjónleik-
arumhvørvið var eitt sindur
deydligt, og tí fóru vit undir
at stovna ein nýggjan
leikbólk, og hetta er okkara
fyrsta framleiðsla, sigur
Aksel.
Átta leikarar eru við í
leikinum. Teir eru Aksel
Joensen, Sólva Jónsdóttir,
Beinta Danielsen, Hanna
Flóvinsdóttir, Hilmar Joen-
sen, Gutti Winther, Eyðfinn
Steensen og Ronnie Poul-
sen.
Harumframt eru fleiri
fólk, ið standa handan
leiktjaldið. Jákup Veyhe er
leikstjóri, Herleif Hammer
er framleiðslustjóri, Gunn-
vá Zachariasen er hjálp-
arframleiðslustjóri, meðan
Turpin N. Djurhuus og
Hallur Hjalgrímsson standa
fyri palli og ljósi.
Hendingarnar í leikinum
fara fram í London beint
eftir kríggið í 1952. Eitt
morð er framt á gøtuni.
Gerningsmaðurin verður
eftirlýstur í útvarpinum.
Handlingin fer mest fram
á einum gistingarhúsi utt-
anfyri London. Har koma
fleiri fólk, ið øll passa til
lýsingina av drápsmann-
inum. Tað er uppgávan hjá
løgreglumanninum á stað-
num at finna tann rætta
persónin.
Leikurin verður fram-
førdur hvønn dag til og við
mánadagin 23. apríl. Tá
verður Músafellan troðka
burtur
av
marknaðar-
degnum
hjá
húsinum.
Leikurin verður tó tikin
uppaftur eina viku seinni.
Aksel Joensen sigur, at
leikurin verður á skránni so
leingi áhugi er fyri honum.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Fiskivinnan skal vera enn
meira umsetilig, fiskivinn-
an skal ikki hava stuðul,
fiskivinnan skal klára seg
sjálva, fiskivinnan skal laga
seg eftir tí tilfeingi vit hava
og flotin skal laga seg eftir
teimum veiðumøguleikum
hann hevur. Hetta eru
lyklaorð í eini drúgvari frá-
greiðing,
sum
Jørgen
Niclasen, fiskimálaráðharri
og umsiting hans hevur
gjørt um fiskivinnuna í
Føroyum
í
framtíðini.
Frágreiðingin
varð
al-
mannakunngjørd í gjár og
ætlanin er at tingið skal
hava eitt aðalorðaskifti um
ein greiðan fiskivinnu-
politikk. Frágreiðingin hjá
fiskimálaráðharranum skal
nýtast sum grundarlag fyri
hesum orðaskifti.
– Í samgonguskjalinum
stendur, at ein greiður
fiskivinnupolitikkur skal
orðast. Hetta er tað sum vit
hava gjørt, sigur Jørgen
Niclasen,
fiskimálaráð-
harri.
- Stórar broytingar eru
hendar seinastu árini innan
føroysku fiskivinnuna og
eisini til tað betra, men enn
eru vit ikki komin á mál.
Áðrenn 1987 var frítt at
fiska undir Føroyum, síðan
komu veiðuloyvini, í 1994
fingu vit kvotuskipanina og
í 1996 fingu vit fiski-
dagaskipanina. Hyggja vit
eftir teimum seinastu tíggju
árunum, so síggja vit, at
fiskaprísurin í meðal er
hækkaður út seks krónum
upp í 11 krónur, tá hugsi eg
um prísin í fjør. sigur
Jørgen Niclasen.
- Heimaflotin veiðir í dag
fyri eina milliard. Fjar-
skipaflotin
veiðir
fyri
millum 600-700 milliónir.
Men langfaraflotin gevur
meira avkast og er betur
førur fyri at endurnýggja
seg. Ein setningur er at fáa
heimaflotan at geva betri
avkast.
sigur
Jørgen
Niclasen.
Lesið meira á síðu 27
Spírar framføra Agathu Christie
í Sjónleikarhúsinum
Fiskimálaráðharrin leggur upp til aðalorðaskifti
Sjónleikarhúsið í Havn
verður komandi vikurnar
karmur um krimileikin
Músafellan eftir enska
høvundan Agathu Christie
Jørgen Niclasen
FISKIVINNUTÍÐINDI
Nr. 73 - 18. apríl 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 73 - 18. apríl 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Dúgvan skiftir lit,
áðrenn hon verður
sett aftur í sigling um
Lorvíksfjørð. Øll
strandfaraskipini
skulu framyvir vera
blá
SAMFERÐSLA
Eyðun Klakstein
Tá strandfaraskipið Dúgv-
an um mánaðarskiftið fer
aftur í sigling um Lorvíks-
fjørð hevur hon fingið
nýggjan lit.
Strandfaraskipini skulu
framyvir vera blá og hvít,
og tey verða málað, so
hvørt tey skulu í dokk.
Fyrsta stóra strandfaraskip-
ið, sum skiftir lit, verður
Dúgvan, sum í løtuni er til
umvælingar á skipasmiðj-
uni á Skála.
Nýggi Teistin, sum fer í
sigling um nakrar vikur, er
eisini bláur, og tá Smyril fer
í dokk í mai mánaði verður
størsta strandfaraskipið eis-
ini málað blátt. Í løtuni er
tað bara Ritan, sum er í
sigling við nýggja bláa lit-
inum hjá Strandferðsluni.
Scania siglir
Skírishósdag fór ferjan
Scania í sigling um Lor-
víksfjørð, og stóra estl-
endska ferjan hevur røkt
siglingina um páskirnar.
Við Scaniu hava tey, sum
ferðast um Lorvíksfjørð,
fingið munandi betri tæn-
astu, tí Scania tekur nógv
fleiri bilar enn bæði Dúgv-
an og Ternan. Scania tekur
80 bilar og 400 ferðafólk.
Scania hevur tó havt
trupulleikar við at hildið
ferðaætlanina, og smærri
seinkingar hava verið fleiri
av døgunum.
Scania
siglir
millum
Klaksvík og Fuglafjørð, og
hon røkir hesa farleið til
Dúgvan fer aftur í sigling
um mánaðarskiftið.
Leygarnáttina stongdi
løgreglan tríggjar
náttklubbar í Havn.
Ivi er sáddur um
heimildina at gera
hetta, og ein av
náttklubbunum ætlar
at krevja endurgjald.
Yvirvøldin tigur
NÁTTARLÍV
Eyðun Klakstein
Leygarnáttina fingu tríggir
náttklubbar í Havn vitjan av
løgregluni sum kravdi, at
náttklubbarnir
vórðu
stongdir og gestirnir settir á
dyr.
Club 20, Tórshøll og
Manhattan gjørdu eftir
boðunum hjá løgregluni,
men nú er ivi sáddur um
heimildina hjá løgregluni at
steingja náttklubbarnar, og
í hvussu so er ein av nátt-
klubbunum ætlar at krevja
endurgjald.
– Vit mistu einar 100.000
krónur, umframt at vit
fingu ringa umtalu av
hendingini, og tí er tað
klárt, at vit fara víðari við
málinum og hugsa um eitt
endurgjaldskrav, sigur Toni
Dam, stjóri í Club 20.
Mouldi Manai, sum eigur
Manhattan, sigur, at hann
fer í fyrstu syftu ikki at
krevja endurgjald.
– Eg fari at biðja løgregl-
una um eina frágreiðing
um, hví teir stongdu Man-
hattan. Tá eg havi fingið
hesa frágreiðing, kann eg
taka støðu til eitt møguligt
endurgjaldskrav,
sigur
Mouldi Manai.
Gjørdu eftir boðunum
Tað var eftir klokkan eitt
leygarnáttina, at løgreglan
fór húsagongd í náttarlívin-
um í Havn. Tórshøll, Club
20 og Manhattan fingu
greið boð um at lata aftur,
og uttan fyri bíðaðu bæði
løgreglumenn og hundar.
– Vit royndu at vísa á, at
vit høvdu loyvi at hava
opið, men tað nyttaði einki,
og tí lótu vit aftur. Fólkini
fóru friðaliga út, sigur Toni
Dam í Club 20.
– Tað skal eisini sigast,
løgreglumenninir
vóru
hampuligir. Teir komu ikki
inn at rudda hølið, men
bóðu okkum sjálvi lata aft-
ur.
Mouldi Manai gjørdi eis-
ini av, at lata síni høli aftur,
tá løgreglan troppaði upp.
– Tað nyttar ikki at fara at
stríðast við løgregluna, og
tí lótu vit aftur, tá løgreglan
bað okkum tað, sigur
Mouldi Manai, sum rekur
Manhattan.
Eitt sindur av ófriði var í
sambandi við afturlatingina
av náttklubbunum, men alt
lagaði seg uttan nakran
veruligan samanbrest.
Loyvt at hava opið
Sambært tíðindunum í Út-
varpi Føroya leygarkvøldið
viðgekk løgreglan, at hon
hevði gjørt eitt mistak við
at lata Tórshøll og Manhatt-
an aftur, tí hesi støðini
høvdu loyvi at hava opið.
Sambært skeinkiloyvun-
um hava slík støð loyvi at
skeinkja fríggjakvøld og
leygarkvøld til klokkan
04.00. Hinvegin er ikki
loyvt at hava dans ávísar
dagar á árinum, og bæði
Langi
fríggjadagur
og
páskaaftan koma undir hes-
ar avmarkingar. Hvørki
Manhattan ella Tórshøll
høvdu dans hetta kvøldið.
Hinvegin var dansur í
Club 20, men her halda teir,
sum reka dansistaðið, at
løgreglan gjørdi eitt mistak
leygarnáttina.
Sambært
teirra tulking av lógini er
einki í vegin við at hava
opið, og seinastu 13 árini
hevur dansur verið í Club
20 eftir midnátt Langa
fríggjadag, uttan at nakað
er hent.
– Tað er vánaligt, at løg-
reglan soleiðis kemur á
staðið og krevur, at vit lata
aftur, tá vit hava loyvi at
hava opið, sigur Toni Dam
Løgreglan málleys
Týsdagin royndu vit at fáa
eina viðmerking frá teim-
um avvarðandi innan løg-
regluna til hendingina leyg-
arkvøldið, men hetta lat seg
ikki gera. Vit fingu onga
viðmerking til, hví løgregl-
an vildi hava støðini at lata
aftur, og hvør hevði givið
boðini um hetta.
Leiðarin á politistøðini í
Havn, Jón Klein Olsen, var
á fundi allan dagin, og vit
kundu tí ikki sleppa at tosa
við hann.
Mogens Nepper Chris-
tensen, fúti, hevur verið
burturstaddur á páskum, og
Finn Ougaard, varafúti, var
ikki at hitta fyrrapartin í
gjár.
Løgreglan í óføri
Leygarnáttina fingu tríggir
náttklubbar í Havn vitjan av
løgregluni, sum lat støðini
aftur, men nú fær átakið hjá
løgregluni løgfrøðisligt
eftirspæl
Ein blá ein
Estlendska ferjan, Scania, siglir nú millum Klaksvík og Fuglafjørð, og tænastan er betrað mun-
andi, hóast seinkingar hava verið fyrstu dagarnar
Um vikuskiftið verð-
ur stórt tiltak í ítrótt-
arhøllini á Tvøroyri.
TILTAK
Áki Bertholdsen
Um vikuskiftið verður eitt
stórt tiltak í ítróttarhøllini á
Tvøroyri. Tá verður ein stór
bilaframsýning í høllini,
samstundis sum Lions-
klubburin í Suðuroynni fer
at hava tivoli við ymsum
undirhaldi.
Tað er Nýggjársnevndin
á Tvøroyri, sum skipar fyri
framsýningini.
Seks bilasølur fara at vísa
bilar fram, tær eru Reyni
Service, Nordbil, Berg
Motors, Wenzil Petersen
DB Bilar og Meinhardt
Arge og tilsamans hava teir
fulla høll av bilum.
Framsýningin er opin
fríggjadagin frá kl. 18-22,
men leygardagin og sunnu-
dagin er opið frá kl. 14-20.
Tivoli
Samstundis, sum bilafram-
sýningin, er eisini Tivoli
við ymsum til undirhalds í
skúlahøllini í Trongisvági.
Tað er Lions Klubburin í
Suðuroy, sum skipar fyri.
Har verður m.a. hoppi-
borg, og tombola av yms-
um slag, bæði við kakum,
mati, bamsum og kanska
øðrum við. Leygardagin
koma eisini klovnar úr
Havn at skemta fyri teim-
um yngru.
Peningurin, sum kemur
inn, verður latin í stuðuli til
at til ein buss, sum Suður-
oyar Ellis- og Røktarheim
ætlar at keypa.
Tey, sum búgva á Ellis-
heiminum hava tað ógvul-
iga trupult, tá ið tey skulu
onkustaðni, tí ongin bilur er
í oynni, sum er serútgjørdur
til at flyta fólk við, sum eru
illa fyri og kanska sita í
rullustóli.
Men nú er so ætlanin at
útvega ein. Ellisheimið
hevur við ymsum tiltøkum
roynt at savna inn pening
fyri bussin og nú hevur
Lions Klubburin í Suður-
oynni so eisini gjørt av at
stuðla tiltakinum.
Bilar og tivoli á Tvøroyri
Her, í ítróttarhøllini á
Tvøroyri verður stórt tiltak
um vikuskiftið. Fleiri
bilasølur fara at vísa bilar
fram og Lions Klubburin í
Suðuroynni hevur tivoli, har
peningurinverður latin í
stuðuli til at keypa ein
serútgjørdan buss til tey, sum
búgva á Suðuroyar Ellis og
Røktarheimi