Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 73 - 18. apríl 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Nr. 73 • mikudagur • 18. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Komandi vikuskifti verður aðalfundur hjá HSF, og fleiri spenn- andi uppskot eru løgd fram til aðalfundin HONDBÓLTUR Jákup Mørk Komandi vikuskifti skal HSF hava árliga aðalfund- in, og líkt er til, at fleiri spennandi mál verða á skránni til hendan fundin. Umframt umrøða av fíggjarligu støðuni og tí, sum annars er fastur partur av einum aðalfundi, skal støða eisini takast til fleiri mál, har av summi meira ella minni eru avleiðingar av teimum trætumálum, sum hava verið hetta hondbóltsárið. Víðkanin Sum nevnt í mikudags- útgávu okkara í farnu viku, so var væntandi, at okkurt uppskot um eina víðkan av bestu kvinnudeildini fór at verða lagt fram, og nú er eisini staðfest, at so verður. Frá HSF frættist, at tað eru komin fleiri uppskot inn um hetta, so roknast kann í øllum førum við, at ein ávís undirtøka verður fyri hesum málinum. Har- umframt kann roknast við, at Tjaldur og Sóljan bæði kunnu gerast meira ella minni noydd at atkvøða fyri uppskotinum. Hetta um so er, at tað til aðalfundin framvegis hongur í leysum lofti, hvør av teimum av røttum eigur niðasta sessin í bestu kvinnudeildini. Í løtuni tykist hesin at vera heimahoyrandi í Runavík- ini, men so leingi málið ikki er endaliga avgreitt, kann hvørgin parturin kenna seg 100% vissan í síni søk. Útlendingar og leikaraskifti Eitt annað mál, sum hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum hetta kapp- ingarárið, er spurningurin um, hvussu nógvar út- lendskar leikarar hvørt fe- lag kann hava í leikarahóp- inum. Einki uppskot er komið úr nøkrum felag um, hvussu hetta mál skal loysast í framtíðini, men tað er greitt, at hetta verður ein spurningur, sum HSF fer at reisa á aðalfundinum. Spurningurin er, hvørt tað er í tráð við reglurnar, at tað hevur verið loyvt hvørjum liði at hava tríggjar út- lendskar leikarar á liðnum. Reglurnar hjá HSF siga einki um hetta, men tær hjá ÍSF, sum HSF hoyrir undir, siga at í mesta lagi kunnu 20% av leikarunum á ein- um liði vera útlendingar. Hetta merkir helst, at talan bert skal vera um tveir útlendingar á hvørjum liði, men nú skal HSF so hava egnar reglur á økinum. Ein annar spurningur, sum HSF fer at reisa á fundinum, er, hvussu farast skal fram, tá leikarar skifta ímillum feløg. Er talan um útlendskar leikarar eru altjóða reglurnar galdandi í hesum, og tá skal eitt ávíst gjald latast bæði IHF og tí sambandinum, har spæli- loyvið verður latið frá. Í Føroyum eru ongar reglur á økinum, men vænt- andi fer nevndin at leggja fram uppskot um, hvussu farast skal fram í slíkum málum. Hinvegin tykist HSF ikki ætla sær at gera nakrar reglur fyri, hvussu sáttmálaviðurskiftini eiga at vera millum leikara og felag. Hetta hevur annars verið gjørt í eitt nú fót- bóltinum, men umsitingin í HSF tykist ikki vera nóg stór til hetta í løtuni, og tí er helst eisini skilabest at lata hetta fara fram við í fyrsta umfari. Tey ungu skulu mennast Fleiri mál eru annars á skránni, sum øll hava til felags at menna yngru leik- ararnar í landinum. Mest slóðbrótandi er helst uppskotið um at seta á stovn eina sonevnda ung- senior deild, har leikarar millum 18 og 22 ára aldur kunnu kappast. Endamálið við eini slíkari deild vildi fyrst og fremst verið at longt um hondbóltslívið hjá teimum leikarum, sum gevast eftir unglingaald- urin, tí tey ikki alt fyri eitt sleppa at royna seg í fremstu røð. Ein slík deild vildi givið hesum høvi til at kappast í eini trý ár afturat, og tá verður samstundis størri møguleiki fyri, at tey eisini framyvir kunnu støðast í hondbóltinum. Eitt annað uppskot er lagt fram um at loyva unglinga- leikarum at flyta ímillum deildirnar, uttan at tey av hesi orsøk noyðast at loypa um dystir í deildini, sum tey fara niður úr. Hetta fyri at geva ungu leikarunum betri møguleika at royna seg í fremstu røð. Tá sleppa venjararnir undan at taka atlit til, at leikarin kanska ger betri nyttu við at spæla heilan dyst á øðrum liði, heldur enn at geva seg fimm minuttir í fyrstu deild. Neyvan kunnu bæði hesi uppskotini verða góðtikin, tí tey so at siga arbeiða fyri somu søk, men á hvør sín hátt. Seinasta uppskotið, sum eisini leggur upp til menn- ing av yngru deildunum, er at hava løntar dómarar í hesum deildum. Eitt hægri støði hjá dómarunum fer av sær sjálvum at viðføra eina betri kapping, men spurn- ingurin er, um hondbólts- feløgini síggja seg fíggjar- liga før fyri fleiri útreiðsl- um í løtuni. Fleiri spennandi mál Talið av útlendingum verður ein av spurningunum, sum skal viðgerast á aðalfundinum hjá HSF, sum verður komandi vikuskifti Yvir høvur tykist formaðurin í HSF, Petur Ovi Petersen, at hava nóg mikið at takast við, nú fyrireikingarnar til aðal- fundin skulu gerast Tað verður føroyska felagið Havborg Supply í Lorvík, sum fer at standa fyri út- gerðarvirkseminum, tá Statoil fer at bora á landgrunninum í summar. ÚTGERÐARVIRKSEMI Jan Müller Statoil-oljusamtakið hevur tikið av einum tilboði frá føroyska felagnum Hav- borg Supply um at veita supplytænastur í sambandi við boring í føroyskum og írskum sjógvi í summar. Samlaða tilboðið er uppá 62 mill. kr. Tummas Justin- ussen, stjóri í felagnum fegnast um, at teir hava fingið sáttmálan. Tvey onn- ur føroysk feløg buðu uppá arbeiðið. Tey vóru Viking Supply í Miðvági og Esvagt Thor í Hósvík. Sáttmálin er fyri eitt tíðarskeið uppá umleið fýra mánaðir. Havborg Supply, sum er skrásett í Lorvík, hevur chartrað stóra útgerðarskip- ið “Havila Carisma” til at sigla millum boripallin “Sovereign Explorer” og Rúnavík frá juni til út í sep- tember. Felagið hevur so eisini fingið optión uppá eitt annað skip í Havilaflot- anum, “Havila Clever”, sum møguliga skal røkja vaktaruppgávuna í føroysk- um sjógvi sama tíðarskeið. Sáttmálin fevnir so eisini um írskan sjógv. Boripall- urin Sovereign Explorer fer í næstum í írskan sjógv at bora ein brunn fyri Statoil. Og til ta uppgávuna hevur Havborg Supply eisini fingið sáttmálan, sum bæði fevnir um at leggja akkerini og at reka vaktar-og supply- tænastuna. Sum skilst hev- ur Amerada Hess, sum eis- ini skal bora við pallinum Sovereign Explorer, optión uppá hesar somu Havila- bátarnar. Ætlanin er, at Am- erada skal yvirtaka bori- pallin, tá hann er liðugur at bora fyri Statoil, og tá møg- uliga eisini umrøddu Hav- ilaskip. Føroyskt felag Uppá fyrispurning um talan í veruleikanum ikki er um norsk áhugamál, sum fáa henda stóra sáttmála, nú tað verða norsk skip og norskar manningar, sum skulu gera arbeiðið sigur Tummas Justinussen, at tað er eitt føroyskt felag, sum hevur fingið sáttmálan. Hann vís- ir á, at tað vil vera ómøgu- ligt hjá einum føroyskum felag einsamøllum at fara undir eitt slíkt virksemi, og tí hava teir eisini bygt upp eitt samstarv við ein sera góðan og seriøsan norskan partnara. Havila, sum eigur umleið 21 oljuútgerðarskip, hevur 48% av eginpening- inum í Havborg Supply, sum er uppá 1,2 mill. kr. Hini 52% eru á føroyskum hondum. Tummas Justinussen sig- ur víðari, at hetta er jú eitt nýtt øki fyri okkum føroy- ingar, og tað krevur tí av okkum, at vit byggja tað upp frá botni av. Tað at vit eru vanir við skiparakstur ger tað eisini rættiliga nátt- úrligt at fara inn í oljuvinn- una. Men tú mást taka eitt stig í senn og byggja hetta upp so við og við. Tað skal tó ikki vera nakar ivi um, at talan er um eitt føroyskt fel- ag, sum vil byggja sær upp eina ekspertisu á hesum nøkinum. Hann vísir tí avgjørt aft- ur, at her skal vera talan um nakað strávirksemi fyri norsk áhugamál. –Hetta er nýtt fyri okkum og vit mugu samstarva við aðrar. Tað vildi verið ørskapur at farið inn og keypt skip til hesa uppgáva. Neyðugt er at fáa samstarv við aðrar, sum eiga skipini og hava royndirnar. Tummas Justinussen dyl- ur heldur ikki fyri, at mann- ingarnar á skipunum verða norskar. Hann heldur, at tað hevði verið ábyrgdarleyst í einum fýra mánaðar tíðar- skeiði at farið og skift flagg og tikið føroyska manning umborð. Øðrvísi vildi ver- ið, um tú hevði ein sáttmála uppá fleiri ár. -At skaffa fólk til slík skip eftir so stuttari tíð haldi eg ikki let- ur seg gera sigur hann. Havborg Supply er í løt- uni í ferð við at lata upp skrivstovu í Havn og er eis- ini fólk sett til at taka sær av ymsum uppgávum. Tummas Justinussen sigur, at teir arbeiða miðvíst við at byggja upp know how á økinum. Tað tekur sína tíð, men ein sáttmála sum tann teir hava fingið við Statoil er so ein sera góð byrjan. Royna at flagga inn skip Arbeitt hevur annars verið í eina tíð at fáa eitt norskt supplyskip undir føroyskt flagg og sum eisini skal hava føroyska manning. Har er talan um ein trý ára sáttmála. Skipið talan er um eitur Havila Lista og skal tað arbeiða í norskum sjógvi. Tummas Justinuss- en sigur, at skal eitt før- oyskt felag sum Havborg Supply gera sær nakra vón um eina framtíð í hesi nýggju vinnuni, so má stór- ur partur ella meginparturin av arbeiðinum liggja aðra- staðni. Og tí satsa teir eisini so nógv uppá at fáa um- rødda skip undir føroyskt flagg, so tað kann røkja uppgávur í norskum sjógvi komandi árini og tað eisini við føroyskari manning. Ger kanningar fyri Statoil Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil sigur við Sosialin, at teir framvegis halda seg til løgdu tíðarætlanina. Bori- pallurin Sovereign Explor- er kemur í føroyskan sjógv í endanum av juni og fer so beinanvegin undir at bora í tí norðara prospektinum teir kalla “Longan”. Í løtuni er norska seismikkskipið Geo Protector á leiðini og skjýtur seismikk og gera havbotnkanningar júst á staðnum, har borurin skal setast í seinni. Í sambandi við útgerðarhavnina so eru teir við at fáa tað seinasta uppá pláss, soleiðis at sátt- málin millum Atlantic Supply Base og Statoil kann undirskrivast fyrsta dagin. Tummas Justinussen, stjóri í Havborg Supply fegnast um, at teir hava fingið sáttmálan við Statoil. Mynd Alvur Haraldsen Føroyska felagið hevur chartrað norska útgerðarskipið Havila Charisma til at sigla millum Rúnavík og boripallin Sovereign Explorer. Havila Clever fer helst at røkja vaktaruppgávuna á føroyska landgrunninum, har Statoil fer at bora í summar. Sovereign Explorer er pallurin, sum fer at bora fyri Statoil um mánaðarskiftið juni-juli. Havborg Supply sáttmála uppá 62 mill. kr.