Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 18. apríl 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 14 Nr. 73 - 18. apríl 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Javnleikur var nóg mikið í seinasta um- farinum, og altjóða meistarin tók ikki nakrar kjansir, tá hálva stigið skuldi fá- ast til høldar TALV Jákup Mørk Alla farnu viku royndu frægastu føroysku telvar- arnir at gera av, hvør teirra skuldi kunna rópa seg nýggjan føroayameistara. At talan skuldi verða um ein nýggjan meistara var greitt longu undan kapp- ingini, tí meistarin frá í fjør, Flóvin Tór Næs, tók ikki lut í kappingini. Langur tvídystur Longui tíðliga í kappingini tóktist greitt, at kappingin fór at standa ímillum John Rødgaard og Eyðun Nols- øe. Eftir triðja umfar høvdu teir lagt seg einsamallar á odda, og javnstøðan teirra millum helt seg fram til sætta umfar. Tá vann Eyð- un sítt talv á Jóan Hendrik Andreasen, meðan John heldur óvæntað mátti taka til takkar við javnleiki móti Martini Poulsen, og hetta legði veruligt trýst á Rød- gaard undan sjeynda um- fari, har mótstøðumaðurin var Eyðun Nolsøe. Tað eydnaðist tó John at vinna hendan avgerandi dystin, og tá Eyðun í átt- anda umfarinum tapti móti bróðursoninum, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, var alt lagt væl til rættis fyri John Rødgaard undan seinasta umfarinum. Her hevði nýkosni føroy- ameistarin dyst móti Jens Kristiani Hansen, og hálva stigið í hesum dystinum rakk altso til gullið. So kundi tað gera tað sama, at Eyðun í sínum seinasta dysti fekk fulla úrtøku móti Martini Poulsen. Sterkur bólkur Annars var merkisvert, at føroyingurin við hægsta ratingtalinum, John Arni Nilssen, mátti taka til takk- ar við einum fjórða plássi. Hálvt annað stig aftan fyri John, og hálvt stig frá Ólavi Simonsen á triðja plássin- um. Hetta sigur tó eisini nak- að um, hvussu sterkur landsliðsbólkurin var í ár. Hóast Flóvin, sum áður nevnt, ikki fekk tikið lut í ár, so varð bólkurin framm- an undan mettur sum ein hin sterkasti nakrantíð, og í fleiri av dystunum var eis- ini greitt, at munurin ímill- um luttakararnar var sera lítil. Eisini tí at kalla allir megnaðu at taka stig frá hvørjum øðrum. Endaliga støðan í lands- liðsbólkinum framgongur av yvirlitinum her á síðuni, eins og úrslitið av innan- hýsis dystunum kunnu les- ast. Olaf vann Í almenna bólkinum stóð dysturin um gullið alla tíð- ina millum Olaf Berg úr Havnar Talvfelag og Terja Petersen úr Klaksvíkar Talvfelag. Olaf var alla tíðina á odda í kappingini, men eftir at hann tapti fyri Terja, stóð nógv á, áðrenn hann kundi rópa seg føroyameistara við sjey stigum fyri átta dystir. Tað kom sostatt at kosta dýrt hjá Terja, at hann tíðl- iga í kappingini misti stig móti tveimum at lægru rat- aðu telvarunum, tí tapið hjá Olafi fyri Terja vigaði ikki eins nógv í so máta. Herluf Hansen úr Havnar Talvfelag vann triðja pláss- ið í harðari kapping við Andreas Ziska, eisini úr Havn, og vóru tað sostatt teir fýra telvararnir, sum høvdu hægstu ratingtølini, sum endaðu á ovastu sess- unum í almenna bólkinum. Samlaða yvirlitið yvir almenna bólkin sæst annars á heimasíðuni hjá Talvsambandinum, www.faroechess.com. Eingin ivi Hjá unglingunum var ong- an tíð nakar ivi um, hvør skuldi fara at rópa seg før- oyameistara eftir kapp- ingina. Hans Kristian Sim- onsen úr Kollafjarðar Talv- felag hevði nógv hægsta rating talið í bólkinum, og hann misti eisini bert tað eina stigið í sínum dystum. Nummar tvey við seks stigum gjørdist heldur óvæntað Hans Erik S. Jen- sen úr Róki, meðan Karl M. S. Jensen, eisini úr Róki, gjørdist nummar trý. Í eldrabólkinum eydnað- ist tað Dánjal Petur Høj- gaard úr Vestmanna Talv- felag at finna fyrsta plássið við fimm stigum, framman fyri Luitjen Apol úr Havnar Talvfelag, sum hevði hálvt fimta stig. Nummar trý gjørdist her Hans Petersen úr Vestmanna Talvfelag við fýra stigum. Fuglfirðingar, sum eiga einasta 2. deild- arliðið í fjórðingsfin- aluni, skulu spæla á útivølli ímóti HB ella NSÍ LØGMANSSTEYP Jóannes Hansen Fjórðingsfinalurnar í kapp- ingini um løgmanssteypið verða spældar sunnudagin. Hvør skal spæla ímóti hvørjum er ikki greitt enn. Lutur verður kastaður um tað í Útvarpi Føroya fríggjamorgunin. Men hóast tað bara verða stívliga tvey samdøgur frá lutakastinum og til dystirnir skulu avgreiðast, so er tað longu greitt, hvørji lið fara at hava heimavøll sunnu- dagin, og hvørji lið fara at spæla á útivølli. B68, HB og NSÍ fara at spæla á heimavølli, tí tey vunnu teir tríggjar bólkarn- ar. KÍ fer at spæla á heima- vølli, tí tað er greitt, at klaksvíkingar vórðu bestu tveyararnir. Hini liðini í hattinum komandi fríggjamorgun verða B36, GÍ, ÍF og VB. Hesi liðini skulu út at ferð- ast. Hvagar tey skulu, verð- ur greitt eftir lutakastið. Men tað er longu nú greitt, hvagar tey ikki skulu. Ásetingarnar siga, at bólkavinnararnir skulu hava heimavøll, og tað hev- ur eisini verið galdandi seinastu, at tað skal ikki bera til at møta liðið í fjórð- ingsfinaluni, sum tú hevur spælt ímóti í bólkaumfarin- um. B68, KÍ og ÍF eru komu víðari úr sama bólki. Tí er tað greitt, at ÍF, sum er einasta 2. deildarliðið í kappingini, og tískil iva- leyst fer at verða mett sum lættasta mótstøðuliðið, ikki skal til Klaksvíkar og ikki út á Toftir. Tað vil við øðr- um orðum siga, at tað verð- ur HB ella NSÍ, sum kom- andi sunnudag fer at fáa vitjan av fuglfirðingum. Møguleikarnir fyri mót- støðuliðum hjá B68 á Svangaskarði eru hesir: B36, GÍ og VB. Møguleik- arnir fyri mótstøðuliðum hjá HB í Gundadali eru ÍF og VB. Møguleikarnir fyri mótstøðuliðum hjá KÍ eru B36, GÍ og VB. NSÍ skal hava heimavøll, og fríggjamorgunin verður greitt, um tað verða teir, sum skulu fáa vitjan av ÍF, um teir skulu spæla ímóti B36 ella GÍ. Gøtumenn eru teir, sum royna at verja løg- manssteypið. Í finaluni í fjør vunnu teir 1–0 á HB. Tað er framvegis møguleiki fyri endurtøku av finaluni í fjør, tí tað er longu nú greitt, at HB og GÍ, sum vóru í bólki saman, ikki fara at hittast í fjórðingsfin- aluni komandi sunnudag. Sambært upplýsingunum í FSF álmanakkanum verð- ur finalan í kappingini um løgmanssteypið ólavsøku- dag. Finalan verður spæld á Tórsvølli. John Rødgaard vísti klassan John Rødgaard skapti sær avgerandi fyrimun, tá hann vann dystin móti Eyðun Nolsøe Tey fremstu eiga heimavøll Eftir stóru manning- arligu útskiftingina vístu páskaumførini, at KÍ ikki er illa statt við fólki LØGMANSSTEYP Jóannes Hansen Klaksvíkingar hava vunnið sær sess í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tað eru teir sjálvsagt fegnir um. At teir eiga heimavøll kom- andi sunnudag eigur at hava við sær, at tað eru eins góð- ir møguleikar at vinna seg í hálvfinaluna, sum tað eru ikki at gera tað. Í Klaksvík hava tey verið ivasom um, hvussu tað í ár fór at skerast hjá Sivic og hansara monnum, eftir at einir átta ella níggju spæl- arar frá liðnum í fjør eru burtur. Hóast KÍ er komið í fjórðingsfinaluna, so tykist hesin spurningurin ikki rættuliga at vera svaraður enn. Eitt er, at KÍ hevur spælt tveir tættar dystir ímóti B68, og at teir hava vunnið tvær ferðir ímóti B71. Ivamálið hvat KÍ stendur fyri, tá nógv leikar á, var sjónskt leygardagin, tá ÍF var í Klaksvík. Fuglfirðing- ar spæla í 2. deild, og tað gekk, sum tað skuldi, tá KÍ í 1. hálvleiki kom framum 2–0. Fríðin Ziskason, sum í páskadystunum hevur spælt seg nærri plássi í útgangs- støðuni, stútaði tað fyrra eftir horna, og Hjalgrím Elttør skoraði hitt seinna eftir innlegg úr høgru. Men so var tað, at tríggir klaksvíkingar klossaðu í einki vandaleysari støðu. Heini Heinason kom ímill- um, prikaði bóltin til Høgna á Lakjuni, sum var púra leysur. Hann skoraði, og dystargongdin var í langa løtu ikki serliga sann- førandi hjá KÍ. Tá var tað, at fótbóiltsglaðu norðoy- ingarnir stóðu ivandi og sóu sítt lið. Í ein lítlan hálvan tíma var tað ÍF, sum so at siga setti dagsskránna, og útjavnandi málið hekk í luftini. Eftir upplegg frá Fríðini Ziskason økti Hjalgrími Elttør til 3–1, og ein annar av ungu klaksvíkingunum, miðvallarin Símun Joen- sen, staðfesti til 4–1, tá hann við fínum dúkkandi skoti sendi omanfyri Ken Bærentsen í ÍF málinum. Breitt grundarlag Merkisvert hevur tað í páskadystunum verið, at fleiri av teimum, sum hava verið roknaðir sum stuðuls- spælarar hjá KÍ, hava verið burturfrá, og at tað kortini hevur gingið hampuliga væl. Jan Andreasen, sum er verjuálit, hevur als ikki spælt, tí hann hevur trupul- leikar við tjúkkanum. Harl- ey Bertholdsen hevur ikki spælt nógv, tí hann hevur havt trupulleikar við rivja- beininum, og Símun Waag Høgnesen, sum fyri stuttum er komin aftur av flatlond- um, er eisini skaddur. Umframt omanfyri nevndu ungu menninar hevur Erling Fles spælt nógv, og hann hevur staðið seg væl. Eisini á høgra vongverjanum har hann hevur fallið væl til, tá tað hevur borist frá hjá Harley Bertholdsen. Fleiri av stuðulsspæl- arunum hjá B68 hava spælt lítið, tí teir hava verið skaddir og sjúk- ir LØGMANSSTEYP Jóannes Hansen B68 skal hósdagin spæla útsetta dystin ímóti B71. Hóast ein dystur restar, so er tað longu greitt, at tofta- menn hava vunnið sín bólk. Einasti dysturin, har teir ikki hava fingið fulla úr- tøku, var 2. páskadag, tá KÍ vitjaði. Tað endaði 1–1, og tað tóktist báðir partar nøgdir við. Jan Petersen legði tíðl- iga í 1. hálvleiki B68 fram- um við brotssparki. Allan Joensen, sum var aftastur í KÍ verjuni, var óansin í temjing, fyrrverandi liðfel- agin hjá honum, Arnold Joensen, stakk seg framum, Allan krøkti beinini undan honum, og dómarin segði brotsspark. Jan Petersen av- greiddi úr ellivu metrum. KÍ javnaði í 2. hálvleiki. Hjalgrím Elttør er vorðin stóri málslúkurin hjá KÍ (at ungi maðurin framvegis misnýtir upplagdar møgu- leikar var sjón fyri søgn á Toftum). Hesa ferð var hann staddur í vinstru, tá hann knappliga smekkaði dúkkandi skot omanfyri eitt sindur uttarlaga stadda B68 málverjan. B68 trupulleikar við fólkinum B68 hevur tókst hava nógv og gott fólk, og tað hevur gingið væl hjá teimum í steypakappingini. Ikki minst í miðverjuni hava teir verið sannførandi. Hóast teir hava roynt eitt sindur av hvørjum í longum fótbólts- lívum, so hava Hans Fróði Hansen og Jan C. Dam í bólkaumfarinum verið sannir brandar. Longri frammi á vøllin- um hevur ikki verið so væl statt við fólki hjá B68. Súni Fríði Johannesen hevur als ikki spælt í páskavikuni. Hann hevur havt trupuleik- ar við lærkrikanum. Øssur Hansen hevur heldur ikki spælt allar dystirnar. Hann hevur verið smáskaddur. Marcello hevur einki spælt. Hann hevur trupulleikar við meniskinum. Í gjár skuldi knæið kannast á landssjúkrahúsinum. Stinnir heima Skírisdag vóru fuglfirðing- ar á Svangaskarði. Munurin var ikki so ógvuliga stórur, men tað var ongantíð ivi um, hvat av liðunum ætlar sær at vera við í stríðnum um heiðursmerkir í bestu deildini, og hvat av liðun- um er í ferð við at fyrireika seg til at vinna sær sess í bestu deildini. Málmøguleikarnir vóru ikki so ógvuliga nógvir, men B68 fekk tvey mál. Hitt fyrrra skoraði Mortan Hansen eftir innlegg frá Marlon Jorge úr høgru, og hitt seinna var Øssur Han- sen meistari fyri. Eftir trilvandi byrjan- ina í bólkaumfarin- um og nógvar skaðar og sjúku kendi Kári Reynheim seg noydd- an at seta seg sjálvan á liðið í trimum dyst- um LØGMANSSTEYP Jóannes Hansen Higartil hevur tað ikki hiln- ast væl hjá B71. Sandoy- ingar eru framvegis sørir í stigum. Teir hava ein dyst eftir í bólkaspælinum – á Toftum komandi hóskvøld – og tað eru teir ivaleyst væl nøgdir við. Ikki tí teir hava nakran møguleika í steypakappingini, men tí tveir av spælarunum hjá teimum harvið fáa møgu- leikan at sita leikbann av sær. Og tað hevur stóran týdning, áðrenn tað verður farið undir landskapping- ina. ÍF vann 2. páskadag 4–2 á heimavølli ímóti B71. Heini Heinason og Eyðolv- ur R. Petersen løgdu fyrra- partin av fyrra umfarinum heimaliðið framum 2–0, men so svaraði B71 aftur. Símun Hansen minkaði um munin, og tveir minuttir eftir steðgin javnaði Bárður Bærentsen. Sandoyingar hildu seg hava fingið fatur á rætta endanum, men so heilkiksaði hjá teimum. Hans Jørgen Djurhuus fekk seinna gula kortið, og í minuttinum aftaná – í tí 54. – skoraði Eyðolvur R. Pet- ersen. Í 65. minuttir økti Heini Heinason til 4–2, og tólv minuttir fyri leiklok fekk Jón Brekku beinleiðis reytt kort. Sandoyingar hildu tal- an var um harðan dóm. Kári ímóti Jóannesi Kári Reynheim og Jóannes Jakobsen hava spælt nógv saman: á landsliðnum, í HB og eisini í norskum fótbólti. Bæði teir sjálvir og onnur munnu halda, at teirra besti fótbóltsaldur er langt síðani farin. Á Sandi hava fleiri spælarar verið skaddir, og influensan hevur gjørt nógv um seg. Skírisdag, tá KÍ vann 2–1 á Sandi, kendi Kári Reynheim seg noydd- an at seta seg sjálvan á vøll- in síðstu løtuna. KÍ vann 2–1, eftir at fyrstu 80 minuttirnir vóru málleysir. Ove Nysted skoraði bæði KÍ málini, og Bárður Bærentsen skoraði fyrstu ferð fyri B71, sum hevði slept fløtu verjuni og spældi við dýpd og nógv- um fólki aftanftyri bóltin. Tá B68 var á Sandi páskaaftan var Kári Reyn- heim við allar 90 minuttirn- ar, og hann dugdi framveg- is at krúlla og fótbóltsskil- inum bilti einki. Síðstu løt- una skifti Jóannes Jakobsen seg inn í B68 verjuna fyri Hans Fróða Hansen, sum var smáskaddur, og so hugdu tær báðar Lands- krona kempurnar upp á hvønn annan eina lítla løtu. Sandoyingarnir høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin, og málmøguleikarnir vóru tískil ikki so nógvir. Tíggju minuttir vóru farnir, tá Fróði Benjaminsen – eftir sending frá Marlon Jorge – við góðum skoti úr høgru skoraði, og tað restaðu trettan minuttir, tá Mortan Hansen við stútara eftir innlegg úr vinstru enn eina ferð vísti, at hann verður góður fongur hjá tofta- monnum. ÍF kløkkaði klaksvíkingar Hóast klaksvíkingar vórðu kløkkaðir, so eydnðaist teimum kortini at vinna ein hampuliga sannførandi sigur Mynd: SjH Tætt á Toftum Sandoyingar sørir í stigum