Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 18. apríl 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 16 Nr. 73 - 18. apríl 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Havnarliðini bæði áttu hvør sín hálvleik, so í so máta var javnleikur á eini leið, men hevði HB kent vitjunartíð sína, hevði støðan helst verið øðrvísi LØGMANSSTEYP Jákup Mørk At áskoðarunum hjá havn- arfeløgunum báðum dáma væl, tá grannarnir hittast á vøllinum, var sjón fyri søgn leygardagin. Heilt fitt av fólki vóru møtt upp í hampuliga góða veðrinum, og flestu teirra høvdu ivaleyst vónir um ein bæði spennandi og undirhaldandi fótbóltsdyst. Ivaleyst nervaði tað ikki viðhaldsfólkini hjá HB, men tey í B36 mundu vera illa við, tá farið varð í holt við fyrra hálvleik. Snøgt sagt einki hekk saman hjá teimum svørtu og hvítu, hóast liðið á pappírinum ivaleyst er hitt sterkasta í landinum. Ferð var at kall eingin á spælinum, og hóast teir fleiri ferðir komu niðan móti brotsteiginum, so var sjáldan vandi á ferð. HB liðið hevði snøgt sagt alt ov góðar stundir til at skipa verjuspælið, til at nakað serligt kundi spyrjast burtur úr spælinum hjá árstals- felagnum. Bert ta einu ferð- ina var rættiligur vandi á ferð, men Niklas helt ikki, at talan var um brotsspark, hóast Jákup á Borg royndi at gera sítt besta – helst gjørdi hann ov nógv burtur úr – til at sannføra dómaran um, at so var. So var øðrvísi og meira málrættað spæl at síggja hjá HB. At kalla hvørja ferð bólturin varð vunnin frá B36 liðnum, settu teir fer á oman móti mótstøðumálin- um. Talan var kanska ikki um tað mest hugflogsríka spælið, men tað var púra greitt, at leikararnir kendu sín setning, tá farið varð fram. Við Rúna Nolsøe sum sambingarliðið á miðvøll- inum, varð aloftast spælt fram í høgru, har Allan Mørkøre so hevði til upp- gávu at leggja bóltin inn til framherjarnar báðar, Una Arge og Bárð Mortansson. Teir báðir tóktust annars sera aktivir fyrsta hálva tíman, og tað var eisini fleiri ferðir, at vandastøður stóðust av, tá bóltar vórðu sleptir inn um heldur leystu B36 verjuna. Sum sagt, stóðst fleiri ferðir vandi av hesum álopsroyndum, og tá hálv- leikurin var um at verða hálvrunnin, fekk HB sett hol á. Uppspælið kom aftur í høgru síðu, og tá bólturin varð sendir innfyri, tóktist eingin B36’ari at hava hug at ansa Una Arge. Hetta høvið lat landsliðsmaðurin heldur ikki fara frá sær, og eftir at hann fyrst hevði tikið bóltin niður við bring- uni, hamraði hann bóltin í meskarnar. Alt vendi HB hevði fleiri aðrar hálvar møguleikar, har teir kundu avgjørt dystin, men mál kom tó einki afturat, áðrenn farið varð til hálvleik. Hetta skuldi vísa seg at gerast kostnaðarmikið hjá teimum reyð/svørtu, tí B36 kom sum hamskift út aftur til senina hálvleik. John Petersen, sum hevði ein óvanliga ringan dag., og Kenneth Jacobsen vórðu skiftur um við Bjarna Prior og Eyðun Højgaard, og við nøkrum eisntøkum øðrum rokeringum, var tað nú B36, sum sat á dystinum. Teir vunnu nú fleiri nærdystir á miðvøllinum, bæði borðini vórðu nýtt í álopspartinum, og eftir bert fáum minuttum høvdu teir havt fleiri royndir á málið hjá Bárði Johannesen. Hetta gav eisini úrslit, tá góðir 10 minuttir vóru leiktir av hálvleikinum. Sera skjótt og vakurt upp- spæl millum Jákup á Borg, Klæmint Matras og Heðin á Lakjuni endaði við, at Magni á Lakjuni slapp leysur í brotsteiginum, og tá Bárður tveitti seg fyri føtur hansara, kipti fugl- firðingurin bóltin upp um málverjan og í tóma málið. Eina løtu sá út til, at útjavnandi málið hevði sett enn meira ferð á B36 liðið. Álopini skolaðu oman móti HB-málinum, men verjan og málverjin í felag megn- aðu tó at halda B36 liðnum frá fleiri málum hesa krit- isku løtuna. Dovnaði aftur Trýstið frá B36 liðnum vardi heldur ikki meira enn fram til miðjan hálvleikin, og eftir hetta fór dysturin alt meira at líkjast einum javnleiki, har báðir partar mest sum høvdu sligið seg til tols við einum stigi í part. Tað var tó um reppið, at HB fór av stað við øllum, tá bert fáir minuttir vóru eftir at spæla. Allan Mørk- øre slapp leysur í B36 brotsteiginum, men skotið úr spískum brast í handara stólpa og ferðaðist siðani yvir aftur móti Allani, har bólturin varð beindur út til hornaspark. Sum seinni hálvleikur leið, vildi ein HB sigur kanska verið órættvísur, men sæð yvir allan dystin, vildi tað verið uppiborið. Hóast B36 liðið telir fleiri heimligar stjørnur, enn tað hjá HB, so sýndi HB yvir størri partar av dystinum, hví teir eisini í ár verða mettir sum eitt av oddalið- unum. Álopsspælið er bein- leiðis og ágangandi, og við einum manni sum Una Arge har frammi, skal ikki nógv til, áðrenn møguleik- arnir verða umsettir til mál. Eisini hóast teir leygar- dagin helst áttu at gjørt fleiri av slagnum, meðan tíð var. B36-HB 1-1 (0-1) 0-1: Uni Arge 21. 1-1: Magni á Lakjuni 56. GÍ vann tryggan sigur á B36, og undir- strikaðu við hesum, at teir eisini í ár eiga at takast í álvara LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Tá tosið hevur gingið um fótbóltsárið í vikunum og mánaðunum undan kapp- ingarárinum, hevur B36 ofta verið havt á munni, sum eitt gott boð upp á ein komandi FM-vinnara. GÍ hevur ikki ligið eins frammarlaga í huganum á fólki, men skírishósdag fingu teir so prógvað, at tað so avgjørt eisini skal rokn- ast við teimum í ár. B36 varð nevnliga sent til hús við einum greiðum tapi, og sum skilst úr Gøtu, var talan eisini um ein fult uppibornan sigur. B63 var annars á odda í hálvleikinum við einum máli, sum varð skrásett sum sjálvmál, men við fýra málum seinastu trý korter- ini, settu gøtumenn alt upp á pláss. Bartal Eliasen stóð fyri tveimum av hesum, meðan teir báðir runavíkingarnir, Helgi L. Petersen og Óli Hansen, fingu hvør sítt. Umframt at senda hinum liðunum í landinum eina ávaring um komandi hálva árið, tryggjaðu gøtumenn sær mest sum víðari luttøku í kappingini við sigrinum. B36–HB 1–1 (0–1) HB átti at avgjørt HB var ofta nær við í fyrra hálvleiki. Her er Hallur Danielsen um at sleppa leysur, men í evstu løtu fær Arnbjørn Danielsen taklað bóltin út til hornaspark Mynd: Álvur Haraldsen GÍ–B36 4–1 (0–1) B36 heim við ongum GÍ tryggjaði sær framhaldandi luttøku í kappingini um Løgmanssteypið, tá teir vunnu stórsigur móti tvørámonnum LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Gøtumenn vistu undan dystinum móti TB, at ein sigur helst fór at bera víðari luttøku í kappingini við sær, og tað var eisini júst hetta, sum teir fingu butur úr dystinum. Eftir at hava vunnið 7-1 í dystinum á Tvøroyri, end- urtøku gøtumenn sigurin við júst sama málmuni, og staðfestu samstundis, at stórur munur er á liðunum í teimum báðum bestu deild- unum. Fyri GÍ gjørdi Helgi L. Petersen trý mál, meðan Poul H. Jacobsen, Óli Han- sen, Sámal Joensen og Áslakur R. Petersen skutu eitt mál hvør. Einsamalla málið hjá TB skeyt Kaj Roest. Í týdningarleysum dysti mánadagin vann HB sannførandi á GÍ, og tryggjaðu sær har við fyrsta plássið í bólkinum LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Nú talan í ár verður um reint lutakast um dystirnar í fjórðingsfinaluni, var longu undan dystinum millum HB og GÍ greitt, at úrslitið av hesum ikki hevði nakran serligan týdning fyri liðini. Hetta tóktist eisini at merkja avrikið hjá báðum liðum, tí í stórum pørtum av dystinum var talan um sera lága leikferð, skivur sendingarnar vóru nógvar í tali, eins og farið varð leyst um eftiransingarnar. Líktist stórsigri Tað var GÍ, sum byrjaði dystin betri, og fyrstu minuttirnar vóru teir fleiri ferðir nær HB málinum, men tað tók ikki langa tíð, áðrenn HB svaraði aftur. Allan Mørkøre sendi Bárð Mortannson avstað í høgru, og tá miðverjan hjá GÍ fullkomuliga fór skeiv av innlegginum, kom bólturin hoppandi til Una Arge, sum gjørdi skjótt av, og so var 1- 0. Nakað seinni kom HB upp á 2-0, tá innlegg úr høgru fann pannuna á Rógva Jacobsen. Dysturin tóktist nú av álvara at ganga ímóti einum stórsigri til heimaliðið, men tíbetur fyri GÍ fingu teir kortini eitt sindur betri fatur á. Beint undan steðginum fingu teir eisini minkað um munin, tá Helgi L. Petersen var fyrst- ur á innleggi úr vinstru. Sálarligan týdning Seinna umfarið var leik- ferðin enn lægri enn í fyrra, men tølini fyri hendan hálvleikin vóru kortini tey somu. HB fekk tvey mál, áðrenn GÍ at enda svaraði aftur. Fyrst var tað Uni, sum fekk høvdið á eitt inn- legg, so bólturin smoygdi sær millum hendurnar á Halli Hansen í GÍ málinum, og síðani var innskifti Pætur Dahl púra leysur, so hann kundi økja til 4-1. Seinasta málið fekk GÍ eftir hornaspark, tá Bárður í HB málinum kom at sláa bóltin inn í síðunetið. Sostatt vann HB bólkin hjá sær, uttan at tapa nakran dyst á vegnum. Kanska fløvandi fyri reyð/svørtu leikararnar, og í so máta kann sigurin hava sálar- ligan týdning. Eisini fyri Una Arge, sum nú hevur skotið trý mál í tveimum dystum, og har við tykist hava fingið somu ferð á málskjótingina, sum hann hevði undan skiftinum til Íslendska ÍA. HB-GÍ 4-2 (2-1) 1-0: Uni Arge 2-0: Rógvi Jacobsen 2-1: Helgi L. Petersen 3-1: Uni Arge 4-1: Pætur Dahl 4-2: sjálvmál Eftir risatapið á heimavølli fyri HB, royndu tvørámenn at verja fyri eini endur- tøku í Gundadali, og hetta eydnaðist LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Skírishósdag varð lagt til brots við fyrsta av trimum páskaumførum, og var tað nakað, sum fólk kendu seg viss í, mundi tað vera, at TB fór stigaleyst úr Havn- ini. Tað gjørdu teir eisini, men tað var langt ífrá nak- að sannførandi HB-avrik, sum stóð aftan fyri tepra 1- 0 sigurin. Í Landskrona stíli Fyrsta dystin í bólkaspæl- inum var TB fyri risatapi, tá HB var á vitjan, og eftir øllum at døma, vóru teir so als ikki áhugaðir í nakrari endurtøku, nú teir vitjaðu í Havn. Við at kalla øllum fólkinum í egnum brots- teigi, royndu teir at verja, og hóast hetta gav HB at kalla alt spælið, so eydn- aðist tað tvørámonnum at verja fyri stórtapinum. HB fekk bert eitt mál í dystinum, og hóast onkur vildi vera við, at talan var um sjálvmál, so endaði alt við, at Bárður Mortansson fekk hetta góðskrivað. Málið kom, tá Bárður inni undir málinum royndi at snara fram við einum mót- leikara, men at síggja til varð bólturin taklaður í málið. Líka mundi havnarmenn- irnir leggja í, hvussu málið kom. Teir fingu tey trý neyðugu stigini, soleiðis at luttøkan í fjórðingsfinaluni varð tryggjað. Tað var annars um reppið, at TB fekk javnað, tá teir høvdu eitt skot á tvørstongina, men tað gjørdist ikki meira enn næstan, og alt annað enn ein sigur til heimaliðið, hevði helst eisini verið órættvíst. Uni við aftur Hetta var annars dagurin, tá Uni Arge aftur tók reyð/ svørtu troyggjuna oman yvir seg. Óstøðug fíggjarlig viðurskifti hjá ÍA í Íslandi høvdu við sær, at Uni noyddist at lækka lønar- krøv síni, um hann skuldi verða verandi í felagnum. Hetta vildi álopsleikarin ikki góðtaka, og sambært íslendskum fjølmiðlum, varð hann loystir úr sátt- mála sínum seinnapartin mikudagin. Tað lág líka sum í luftini, at »nýggja« felag hansara fór at gerast HB, og hóast hann ikki fekk mál í hesum dystinum, munnu fá í HB ivast í, at felagið við hesum hevur fingið ein hin vanda- mesta føroyska álopsleik- aran á liðið. HB-TB 1-0 (1-0) 1-0: Bárður Mortansson Aðru ferð innan fimm dagar máttu teir hjá TB taka til takkar við teprum tapi móti einum av sterkastu liðunum í landinum LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Sum einasta av teimum trimum »stóru« liðunum í bólki tvey hevði B36 ikki tryggjað sær víðari luttøku, áðrenn farið var í holt við seinasta dystin. Hetta eydnaðist tó – sum roknað varð við - B36 at tryggja sær á Sevmýru, men ivaleyst høvdu tey flestu roknað við einum tryggari sigri enn 2-1. Í lagi Sum skilst av Tvøroyri royndi TB í størstan mun at verja fyri, at ov nógv B36 mál skuldu fara inn, men tvørámenn høvdu tó eisini sínar møguleikar. Eitt nú misnýttu teir sera góðan møguleika, tá støðan var 1- 0, men sum heild verður kortini sagt, at B36 átti sigurin uppibornan. Fyrra málið hjá B36 skeyt Jens Kristian Hansen, meðan John Petersen økti um munin við brotssparki. Seinasta málið í dystinum var eisini brotsspark, og var tað Zoran Mancic, sum setti hetta í málið. HB–GÍ 4–2 (2–1) HB vann oddasessin Her eydnaðist tað Henningi at koppa Allani, men yvirhøvur vóru tað teir úr HB, sum vóru omaná, tá seinasta umfarið í bólkaspælinum var á skránni Mynd: Álvur Haraldsen TB-B36 1-2 (0-2) Tepurt tap til TB GÍ–TB 7–1 (2–0) GÍ staðfesti luttøkuna HB–TB 1–0 (1–0) TB bant fyri