Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 18. apríl 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 18 Nr. 73 - 18. apríl 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Alt klappaði í Vestmanna Tað var ein avbera væl fyriskipað veitsla, sum fyrireikararnir úr Vestmanna høvdu snikkað saman, tá hondbólturin mikukvøldið fyri páskir setti eitt virðiligt punktum fyri kappingarárinum HONDBÓLTSGALLA Jákup Mørk Tað er nú vorðin ein fastur siður, at hondbóltsárið skal endast við einari felags veitslu, har leikarar ov venjarar líka sum kunnu leggja alt aftur um bak. Tey bæði fyrstu árini, sum hendan veitsla hevur verið hildin, hevur tað verið H71, sum hevur staðiði fyri tiltakinum, men í ár hildu hoyvíkingar, at okkurt av hinum feløgunum mátti taka sær av hesum. Væl fyriskipað Vestmenningar átóku sær so leiklutin, og sæð í ljós- inum av kappingarárinum kundi talan neyvan verið um betri val. Lat tað bara verða sagt beinanvegin. Talan var um eina veitslu, sum úr enda í annan var fram úr væl fyriskipað. Gestirnir vórðu boðin vælkomin við livandi tónleiki frá klaveri og violin. Høllin var uppsnoll- að til bæði borðhald og dans, og yvir høvur tóktist tilvildin ikki ráða á nøkrum øki yvirhøvur. Annars tóktist tað eisini soleiðis, at fólk tóku væl undir við, at tað í ár vóru vestmenningar, sum skip- aðu fyri. Onkur av røðar- unum helt eisini, at tað kundi verið eitt gott hug- skot, um gallakvøldið fór at ferðast millum feløgini, soleiðis at hesi ikki noyðast at taka eitt so ovur stórt tak á hvørjum ári. Røðararnir undir borðhaldinum vóru annars fleiri í tali, og tald- ust millum annað borgar- stjórin í Vestmanna, for- maðurin í HSF, forsetin í ÍSF og landssstýrismaðurin í mentamálum millum hes- ar, so sigast kann av røttum, at talan var um rættan hátíðardám í høllini. Alt riggaði Tá borðhaldið fór at nærk- ast endanum, var tíðin sjálvandi komin til kanska mest spennandi partin av gallakvøldinum. Ársins leikarar av ymsum slag skuldu kjósast, og ein fyri og annar eftir vórðu hesi boðsend upp á pallin at taka ímóti steypi og klappum. Niðanfyri verður úrslitið av atkvøðugreiðslunum prentað, men áðrenn vit lata hetta tala, skal við- merkjast, at eins og restin av veitsluni, var sjálvur dansurin eisini væl fyri- skipaður. All That Rain lat í einum jøvnum streymi tónarnar floyma út á dansi- gólvið, og tá náttarbussurin um seks tíðina kom eftir seinastu veitslugestunum, mundi tað neyvan vera nakar av luttakurunum, sum fór misnøgd/ur heim til hús. Um tað verður VÍF ella okkurt annað felag, sum fara at átaka sær leiklutin sum fyriskipari um eitt ár, er enn ikki greitt, men undir øllum umstøðum man tað liggja rimmarfast, at gallaveitslan verður á skránni aftur komandi ár. Tiltakið er snøgt sagt ov væleydnað til at fara fyri bakka. Ársins Niðanfyri prentað vit trý tey fremstu innan ymsu bólkarnar, sum av ein- hvørjari orsøk vórðu vald til ársins av onkrum slag. Sponsorarnir innan ymsu bólkarnar eru viðmerktir. Ársins leikari, - Atlantic Airways kvinnur: 1 Sóleyð Mikkelsen, VÍF 2 Andrea Lütz, VB 3 Christina Holm, VB menn 1 Ingi Olsen, VÍF 2 Halgir Dahl Olesen, H71 3 Costin Dumitrescu, StÍF So er hondbóltsárið av, og ársins venjarar, dómarar og leikarar av ymsum slag eru kosnir Myndir frá gallaveitsluni: Álvur Haraldsen Borgarstjórin í Vestmanna var rættiliga á heimavølli, tá hon beyð gestunum at vera væl komin til Vestmanna Ársins áleypari - Trygd kvinnur 1 Andrea Lütz, VB 2 Ioana Rápa, VÍF 3 Katrin á Neystabø, Neistin menn 1 Bjarni Wardum, Kyndil 2 Halgir Dahl Olesen, H71 3 Costin Dumitrescu, StÍF Ársins verjuleikari – Vest Pack kvinnur 1 Jórun Ludvig, Kyndil 2 Christina Holm, VB 3 Sóley Mikkelsen, VÍF menn 1 Sámal Joensen, VÍF 2 Marius Joensen, StÍF 3 Hans Áki Dal- Christiansen, Kyndil Ársins málverji – Pizza 67 kvinnur 1 Manuela Stan, VÍF 2 Helena Dam, Neistin 3 Guðrun á Lágabø, VB menn 1 Jens á Skipagøtu, Kyndil 2 Óli Chr. Djurhuus, KÍF 3 Jóhan Danielsen, StÍF Ársins stjørnuskot – Kvívíkar Kommuna kvinnur 1 Una Olsen, Stjørnan 2 Fríða Marjunardóttir, VÍF 3 Nicolina Eyðbjørnsdóttir, VÍF menn 1 Heini Bendtsen, Kyndil 2 Marius Joensen, StÍF 3 Kristian Petursson, StÍF Ársins venjari – P/F Wenzel kvinnur 1 Daniel Rápa, VÍF 2 Kristian Poulsen, Neistin 3 Egill Steintórsson, VB menn 1 Durica Tomic, KÍF 2 Costin Dumitrescu, StÍF 3 Sophus Edvard Dal- Christiansen, Kyndil Ársins toppskjútti – Eysturoyar Heilsøla kvinnur 1 Ioana Rápa, VÍF 2 Simona Dziugyte, Stjørnan 3 Regina Radó, VB menn 1 Halgir Dahl Olesen, H71 2 Bjarni Wardum, Kyndil 3 Ingi Olsen, VÍF Ársins dómarapar – Finlandia Vodka 1 Halmar Petersen og Kristian Johansen, Neistin 2 Poli Hansen og Justines Justinussen, StÍF 3 Petur S. Dahl og Bárður Brimvík, H71 Harumframt læt HSF eisini virðisløn til tey lið, sum árinum høvdu fingið lægsta talið av úøtvísingum. Tað sonevnda Fair-Play – leikum fagurt - .steypið. Hjá kvinnunum varð tað VB, sum fekk hetta steypið, meðan StÍF fekk heiðurin hjá monnnunum. Ársins leikarar hjá bæði kvinnum og monnum gjørdust ikki heilt óvæntað liðskipararnir hjá VÍF Ársins málverjar fyri hetta kappingarárið gjørdust Jens á Skipagøtu og Manuela Stan Báðir teir bestu venjararnir í Føroyum í dag eru útlendingar. Durica Tomic og Daniel Rápa HSF lat í ár eina serstaka virðisløn til liðini, sum høvdu skikkað sær best í kappingarárinum. Vónandi verður her talan um eina afturvendandi leikum-fagurt kapping Kvinnurnar hjá VÍF hava av sonnum havt eitt gylt kappingarár, og og tær noyddust upp á pallin at syngja fyri, tá ein sangur um teirra avrik eisini var á skránni