Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 18. apríl 2001 21 gult21 cyan21 magenta21 svart21 20 Nr. 73 - 18. apríl 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 Eftir at tveir dystir móti nýggja liðnum í fyrstu deild bert góvu eitt stig, er greitt, at FS Vágar endar niðast í bólki trý LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Nýggja liðið í fyrstu deild, EB/Streymur, sleppur ikki víðari úr bólkaspælinum í steypakappingini, men hinvegin er lítið at ivast í, at vónin um at lívbjarga sær man vera vaksin nakað eftir teir báðar dystirnar móti FS Vágum. Fýra stig Tað eydnaðist nevnliga norðara felagsliðnum at fáa fýra stig burtur úr teimum báðum seinastu dystunum, og saman við hinum úr- slitunum í kappingini, man hetta hava viðført, at sjálvs- álitið er økt nakað undan landskappingini. Fyrri dysturin millum liðini bæði varð leiktur leygardagin, og hendan eydnaðist Jón Sigurd Gleð- isheygg at avgera við ein- um máli í seinna hálvleiki. Mánadagin tørnaðu tey so aftur saman í Miðvági, og tað var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast gestun- um at fara av stað við øllum aftur hesa ferð. Í hálvleik- inum vóru teir nevnliga á odda við einum máli, sum rumenski Sorin Anghel skeyt. Tað eydnðaist tó vága- monnum at javna við ein- um máli frá John Johanne- sen, men úrslitið bendir á, at tað aftur í ár verður sera trupult hjá vágamonnum at toga seg upp um niðurflytingarstrikuna, sum alt árið í fjør var ein stór hóttan fyri liðið. Vágbingar syrgdu við fjórða sigrinum á rað fyri, at teir við 100% vissu komu í fjórðingsfinalna LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Fyri heimaliðið mundi tað vera seinasta útkall, tá VB kom á vitjan skírishósdag. Eitt stig var helst minsta krav, um felagsliðið skuldi gera sær nakrar vónir um at endurtaka steypaævintýrið, sum í fjør var eittans mál frá at bera teir til sjálvan finaludystin. Kanska ein fyrimunur Hesa ferð syrgdu vágbingar tó fyri, at hetta ævintýrið verður av ongum í ár, tí longu í hálvleikinum høvdu teir sløkt alla vón um stig til heimaliðið við teimum málum, sum Tórður Holm og Palli Augustinussen skutu. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og sostatt fekk VB fjórða sigurin á rað í bólkaspælinum. Hinvegin mistu vágamenn at kalla alla vón um víðari luttøku, men hinvegin nýtist hetta als ikki at gerast nakar vansi fyri felagsliðið. Í fjør tóktist tað nevnliga soleiðis, at meðan teir hjá FSV vóru sera uppsettir í steypakappingini, vildi mest sum einki rigga í landskappingini. Møguliga var hetta ein avleiðing av, at ov nógv orka varð nýtt í steypadystunum, og í so máta kunnu vágamenn síggja stórt upp á skjóta farvæl sítt í ársins útgávu av kappingini um Løg- manssteypið. Hóast teir ikki hava fingið stig móti NSÍ ella VB, so tykjast teir í EB/Streymi at hava fingið hampulig úrslit í steypakappingini LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Tað varð ongan tíð roknað við, at nýggja liðið í fyrstu deild skuldi fara at gera nakað serligt við tvey av oddaliðunum frá í fjør, VB og NSÍ. Undan skírishós- degi høvdu tey í samansetta liðnum tapt tvær ferðir fyri VB, og hesa ferð varð so talan um næsta tapið fyri runavíkingum. Hóast fýra tap á rað, so má tó sigast, at teir higartil hava gjørt teimum til skammar, sum roknaðu við at EB/Streymur fór at fáa bank í øllum dystunum móti sterku liðunum í deildini. Gaman í er kappingin ikki meira enn ásett, men kunnu teir longu nú vera við til at mynda partar av dystum sínum, man tað kortini ikki fara at standa heilt illa til hjá teimum. Annars taldist Christian Høgni Jacobsen aftur hesa ferð millum málskjúttarnar hjá NSÍ, og umframt hann fekk Sonni L. Petersen eisini eitt mál fyri runa- víkingar. Innan tríggjar dagar hittust VB og NSÍ tvær reisur, og báðu ferðirnar syrgdu álopshetjan á landsliðnum fyri, at vágbingar máttu taka til takkar við tapi LØGMANSSTEYP Jákup Mørk Í roynd og veru høvdu teir báðir seinastu dystirnir í bólki trý einki upp á seg. Bæði VB og NSÍ høvdu longu tryggjað sær víðari atgongd til fjórðings- finalurnar. Hinvegin skuldu dystirnir gera av, hvat av liðunum var tað besta í bólkinum, og hetta viðførdi sjálvandi, at áhugin fyri dystunum báðum ikki var heilt eingin. 2-1 í Runavík Skírishósdag hittust liðini bæði í Runavík. Hetta var einasta staðið, at VB tapti á útivølli í fjør, og tað skuldi eisini vísa seg, at teir taptu hesa ferð. Endaliga úrslitið varð 2-1 til NSÍ eftir at teir høvdu verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Sum ikki eina ferð var tað Christian Høgni, sum gjørdi um seg í NSÍ álopinum, har hann stóð fyri báðum málunum hjá heimaliðnum. Fyri VB skeyt Olivur Abrahamsen einsamalla málið, men hetta varð so ikki nóg mikið til at tryggja nakað stig í hesum dyst- inum. Aftur Christian Høgni Tveir dagar seinni hittust liðini bæði so í Vági, og aftur hesa ferð varð Christian Høgni Jacobsen høvuðsmaðurin á vøllinum. Hann endurtók nevnliga setningin frá leygardagin við einum máli hvøju meg- in steðgin, og so kundi tað gera tað sama, at VB aftur hesa ferð fekk eitt mál Hesum stóð Palli Augustin- ussen fyri í seinna hálv- leiki. Runavíkingar hava ann- ars í ár ætlanir um at gera seg galdandi heilt har uppi, sum heiðursmerkini verða býtt, og við úrslitunum í steypakappingini tykist hetta ikki at vera heilt ógjørligt. Við Jens Martini í málinum hava teir fingið helst stinnasta málverjan í heimligu kappingini, og heldur Christian Høgni fram, so sum hann hevur gjørt higartil í ár, er ilt at síggja fleiri verjur í land- inum, sum kunnu halda honum burtur frá málinum í samfullar 90 minuttir. Christian Høgni søkti VB Christian Høgni Jacobsen var fram um liðfelagarnar maðurin, sum tvær ferðir innan tríggjar dagar søkti føroyameistararnar úr Vági FS Vágar–VB 0–2 (0–2) Einki nýtt ævintýr NSÍ-EB/Streymur 2-0 (1-0) Nýggja liðið roynist hampuligt Vágamenn niðastir FM kapping í reið- skapsfimleiki varð hildin á Kambsdali undanfarna vikuskifti FIMLEIKUR tíðindaskriv Legardagin 7. apríl var FM- kapping fyri lið í reiðskaps- fimleiki á Kambsdali, sum fimleikafelagið Flog úr Fuglafirði var vertur fyri. Hetta er fyrstu ferð at FFS hevur biðið eitt fimleikafel- ag vera vertur fyri eini fim- leikakapping, og mugu vit staðfesta at hetta gekk av tí allar besta, og at hesin leist- ur tí verður valdur í fram- tíðini. Úrslitini leygardagin vóru hesi: Gentur Bólkur 3 (14-15 ár) Nr. 1 Støkk við 59,55 stig- um Nr. 2 Ljósið við 58,55 stig- um Gentur Bólkur 4 (16 ár og eldri) Nr. 1 Støkk við 68,6 stigum Nr. 2 Ljósið við 64,25 stig- um Dreingir Bólkur 4 (16 ár og eldri) Nr. 1 HF við 74,1 stigum Nr. 2 Støkk við 69,23 Úrslitini sunnudagin vóru hesi: Gentur bólkur 1 (11 ár og yngri) Nr. 1 Ljósið 1 við 277,47 stigum Nr. 2 Ljósið 2 við 266,74 stigum Nr. 3 HF við 263,69 stigum Gentur Bólkur 2 (12-13 ár) Nr. 1 Støkk við 297,24 stig- um Nr. 2 HF 1 við 283,78 stig- um Nr. 3 Fok/Flog við 273,24 stigum Dreingir bólkur 1 (11 ár og yngri) Nr. 1 Støkk Nr. 2 HF Dreingir bólkur 2 (12-13) Nr. 1 HF við 292,74 stigum Nr. 2 Støkk við 285,21 stig- um Samstundis var hetta ein kapping har 6 tey bestu í hvørjum bólki verða úttikin til at luttaka í FM-einstak- linga kappingini, sum verð- ur 28. og 29. apríl í Runa- vík, har Støkk verður vert- ur. Tey sun hava kvalifiser- að seg eru: Bólkur 1 gentur: Rannvá L. Olsen, Fok Vár Honnudóttir, Ljósið Kira Danielsen, Ljósið Elinborg Durhuus, Ljósið Brim Hoydal, Ljósið Annika Dimon, HF Bólkur 2, gentur: Henny Joensen, Støkk Rósa Heinesen, Støkk Monika Poulsen, Støkk Sonja Joensen, Støkk Joan Sørensen, HF Bjørg Ellendersen, HF Bólkur 3, Gentur: Mia K. Mortensen, Ljósið Unn Kragesteen, Ljósið Elsa Helmsdal, Ljosið Elisabeth Jacobsen, Støkk Vanja Højgaard, Støkk Ann Mari R. Johannesen, Støkk Bólkur 4, gentur: Marit Magnussen, Støkk Anita Knudsen, Støkk Durtia Knudsen, Støkk Susan P. Olsen, Ljósið Marjun Persson, HF Marina Moraitis, HF Bólkur 1, dreingir: Árni Frederiksberg, Støkk Jákup Debus Hansen, Støkk Viljormur Davidsen, Støkk Karl Løkin, Støkk Búi Persson, HF Bárður Johannesen, HF Bólkur 2, dreingir: Jonleif Højgaard, Støkk Bogi Johannesen, Støkk JákupDam, HF Rósing Dam, HF Øssur D.Eiriksfoss, HF Steingrím Eikholm Joen- sen, HF Bólkur 3, dreingir: Petur Joensen, Støkk William H. Jacobsen, HF Knút Jarnskor, HF Tórarin H. Petersen, HF Magni Jacobsen, Støkk Pól Esper Hansen, Støkk Bólkur 4, dreingir: Høgni R. Øster, HF Eyvind A. Hansen, HF Høgni H. Andersen, HF Rógvi Johansen hevur við misjavnari úrtøku koyrt tvær kappingar seinastu vikuna SÚKKLING Jákup Mørk Kappingarárið hjá Rógva Johansen er av álvara farið í gongd, og eftir góðu byrj- an hansara fyri tveimum vikum síðani, skuldi hann seinasta vikuskifti koyra í Thy. Veðrið í hesi kapping var tó avbera vánaligt, og hetta viðførdi eisini fyri Rógva, at umstøðurnar at súkkla vóru sera vánaligar. Tá hann so eisini varð raktur av eini punktering, eftir at hann annars var komin við í eitt útbrot, misti hann sam- bandið við fremru súkklar- arnar, og mátti taka til takk- ar við at sita í miðbólkinum restina av kappingini. Á mál kom Rógvi tó ong- an tíð, tí vánaliga veðrðið hevði við sær, at hann snøgt sagt varð noyddur at gevast stutt áðrenn kappingin varð liðug. Fekk ferð á Um páskirnar varð so aftur farið upp á hjólhestin, og í kappingini í Hobro, skuldi tað gangast øðrvísi væl hjá Rógva. Fyrstu løtuna var tó einki serligt, og Rógvi taldist millum teir allarfyrstu, sum vórðu »settir«, men so við og við kom meira ferð á hjá vágbinginum. Eftir 130 km koyrdi hann seg upp í fremsta bólkin, og hóast tað ikki eydnaðist honum at vinna kappingina, so fekk hann nøkur stig, so talan gjørdist hóast alt um ein góðan dag, sum Rógvi sjálvur lýsir soleiðis: - Eg byrjaði við at súkkla so vánaligt, sum eg ongan tíð havi gjørt fyrr, men endaði við at súkkla so væl, sum aldrin áður. Føroyingarnir struku avstað við teimum flestu heiðursmerkj- unum í badminton- kapping í Danmark BADMINTON Tíðindaskriv Dagarnir 7 og 8 apríl lut- tóku okkara ungu leikarir í eini badmintonkapping, nevnd »Vestfynsstævne for ungdom«, fyri leikarar frá U9 til U17. Tað luttóku 18 av okkara ungu leikarum og ikki kann sigast annað, enn at tað var eitt ordans hál teir gjørdu. Kappast var í ymiskum styrkisbólkum, frá A til D og fullu heiðursmerkini soleiðis: Single U13-D gentur: Nr.1 Jenny Nielsen (VÍF) nr.2 Christina Eriksen (VÍF) Double U13-D gentur: nr.1 Jenny / Christina Single U13-C gentur: nr.1 Ulla í Dávastovu (VÍF) nr.2 Rannvá á Rógvu (VÍF) Double U13-C gentur: nr.1 Ulla / Rannvá Double U13-C dreingir: nr.1 Sigurd Djurhuus Carl- sen (HBF) /Jesper G. Andr- eassen (DK) Single U13-B dreingir: nr.1 Hilmar Kass Jacoben (HBF) Double U13-B dreingir: nr.2 Hilmar Kass Jacobsen (HBF)/Niels Poulsen (DK) Single U13-A dreingir: nr.1 Niclas Højgaard Eyst- uroy (HBF) Double U13-A dreingir: nr.1 Niclas Højgaard Eysturoy (HBF)/ Morten Ahrenbach (DK) nr.2 Hilmar Kass Jac- obsen (HBF)/Mark Mourit- sen (DK) Single U15-C gentir: nr.1 Anna Katrina Arge (HBF) Double U13-C gentir: nr.1 Anna Katrina / ? (DK) ÍSB skipaði um viku- skiftið fyri FM kapp- ingum í boccia og eis- ini var svimjing á skránni um páskirnar ÍSB tíðindaskriv Leygardagin, 7. apríl, skip- aði ÍSB fyri stórari FM- kapping. Kappast varð bæði í boccia og í svimjing. Bocciakappingin byrjaði leygarmorgunin í høllini á Hálsi, og fólk úr øllum landinum høvdu leitað sær til høvuðsstaðin henda dag- in. 50 luttakarar vóru í kappingini og kappast varð í tveimum bólkum. Rørslu- og menningartarnað dyst- aðust sostatt hvør sær. Úrslitið av kappingini hjá rørslutarnaðum varð hetta: 1. Jógvan Telling, Tórshavn 2. Jóanes Ziska, Tórshavn 3. Sámal Jacobsen, Tórs- havn Úrslitið av kappingini hjá menningartarnaðum varð hetta: 1. Unn Mortensen, Tórs- havn 2. Jørgen av Vollanum, Miðvágur 3. Theodor Esmar Hansen, Kollafjørður Seinnapartin var svimji- kapping í Eysturskúlanum. Eftir kappingina vórðu Halla Poulsen úr Fuglafirði og Símun Petur Zacharias- en úr Klaksvík kosin ársins svimjarar 2001. Eydis á Løgmansbø fekk heiðurs- merki, tí hon hevði gjørt størst framstig hetta árið. Havnar fimleikafelag fer í dag undir summ- arfimleikin Tíðindaskriv Summarfimleikurin byrjar mikudagin 18.apríl. Vant verður í høllini á Stór- heyggi. Kostnaður er 20 kr. fyri hvørja ferð og goldið verður við uppmøting. Kvinnur kunnu venja tvær ferðir um vikuna mánakvøld og mikukvøld, kl. 18-19. Venjingin hjá kvinnunum eitur KOM Í FORM, sum umfatar allan vanligan fimleik, styrki, konditión og strekk. Menninir venja eina ferð um vikuna, mikukvøld frá kl. 19-20. Venjingin hjá monnunum eitur VØDDA- TRIMMARIN har dentur verður lagdur á styrki, konditión og strekk. Tað er ikki neyðugt at hava gjørt fimleik fyrr. Reiðskapsfimleikur Misjavnt hjá Rógva FM-kappingar Summarfimleikur Boccia fyrui menningartarnaå. Theodor Esmar Hansen, Unn Mortensen og Jørgen av Vollanum 10 gull og 4 silvur