Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 18. apríl 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 22 Nr. 73 - 18. apríl 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Høvuðsstaðarmennin ir vóru rættuliga í arbeiðsklæðunum, tá teir við teprum sigri fingu øll stigini við aftur úr Suðurjyllandi SUPERLIGA Jóannes Hansen Tað hevur so ofta verið at hoyrt og sæð í donsku fjøl- miðlunum, at ein av or- søkunum til, at FCK ikki hevur megnað tey avrikini og harvið tær endastøð- urnar, sum tað kundi rokn- ast við av einum ríkum og á pappírinum væl mannaðum liðið, hevur verið, at tað alt ov ofta hevur verið saknur í arbeiðsmonnum og ar- beiðsklæðum. 2. páskadag sást eitt dømi um, at hvat hesum viðvíkur eru nýggjar tíðir komnar til felagið saman við venjaran- um, Roy Hodgson. FCK – framvegis uttan vøddaskadda Toda Jónsson – var í Suðurjyllandi og spældi ímóti HFK Sønder- jylland. FCK vann 2–1, men tað stóð nógv á, áðrenn tað var greitt, at stigini skuldu í viðførið til Keypmannahavnar. Heima- liðið, sum longu tykist hava mist alla vón um at varðveita plássið í bestu deildini, og sum nú stríðist fyri æruni og sjálvandi at vinna stóru feløgunum onkra neisuna, kom á odda, tá eitt korter var farið. FCK javnaði tíggju minuttir seinni, og hóast FCK legði seg framum, tá tað restaðu 20 minuttir, so var talan alla tíðina um tætta og spennandi uppgerð. Thomas Thorninger skor- aði sigursmálið fyri FCK – tað kann seinni í ár fara at vísa seg at hava verið gull- virði í tí! – tá hann var fyrstur á returbólti og stút- aði hann í málið. Hjá FCK kom tað sera væl við, at umframt Brønd- by, so hálvsnávaði eisini eitt annað av toppliðunum, Silkeborg. Í Silkeborg, sum er eitt av liðunum, ið er við í kapp- ingini um DM, høvdu teir vitjan av AGF. Århus liðið hevur leingi kent Herfølge og AB blása aftanfyri seg. Munurin aftur til AB mink- aði 2. páskadag við teimum stigum, meðan fjarstøðan frá Herfølge og fram til AGF framvegis er fimm stig. Í grannastríðnum kom Silkeborg tvær ferðir á odda, men báðu ferðirnar megnaðu teir í AGF, sum so at siga tykjast av nýggjum at hava fingið mót, at koma aftur í aftur. FCM á toppinum Samansetta liðið úr Ikast og Herning, FCM, verður ofta nevnt Úlvarnir. Nú tað av álvara fer at stunda til endaspurtin í hesum kapp- ingarárinum, er FCM av álvara farið at vísa tenn. Við 2–1 sigrinum í torføra útidystinum í Viborg kroysti FCM seg upp undir liðina á Brøndby, sum framvegis er á odda í superliguni. Við tapinum minkaði møguleikin hjá Viborg at gera um seg í stríðnum um gullkrónurnar rættuliga nógv. AaB og OB hava heldur ikki so nógv at spæla um. Johan B. Hansen hevur framvegis ilt við at stríða seg á liðið hjá OB. Úrslitið í Aalborg var 1–1. Sjálvt um OB var frammanfyri 1–0, so halda donsku fjøl- miðlarnir, at teir í OB áttu at vera mest nøgdir við javnleikin. OB málverjin, Karim Zaza, varð mettu at vera besti málverjin í hes- um umfarinum. Á vikulið- num vóru eisini tveir av liðfeløgunum hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge – John Faxe Jensen og verju- maðurin og málskjúttin Torben Christiansen. Á pappírinum kundi tað sæð út til, at av oddaliðun- um verður tað FCM, sum komandi vikuskifti eigur lættastu uppgávuna. Teir skulu á heimavølli spæla ímóti Herfølge. Men jydar- nir fara neyvan at kanna sær tann bitan, áðrenn hann er seldur. Hóast munurin á stigatalvuni er stórur, so verður tað nevyan so lætt hjá FCK, tá teir fáa vitjan av grannunum úr AB, sum tykjast fáa alt meiri sjálvsálit. Brøndby skal spæla í Aalborg, og hinir dystirnir eru Lyngby– Silkeborg, OB–HFK Sønd- erjylland og AGF–Viborg. FCK kom nærri toppinum Teir halda armarnir høgt í FCK í hesum døgum. Hóast talan í løtuni er um fjórða pláss, so er nú bert eitt stig upp á ovasta sessin Sogndal sett í skuggan Bæði Julian Johnsson og Kurt Mørkøre vóru við til at tapa 3–0, og norsku fjølmiðlarnir halda lítið um avrikið hjá Sogndal TIPPELIGAN Jóannes Hansen Í heyst var alt gleimur og gaman í Sogndal, tá fót- bóltsflaggskipið í býnum aftur vann sær pláss í bestu deildini. 2. páskadag var fyrsta avbjóðingin í langa stríðnum fyri at sleppa undan at flyta niður aftur í næstbestu deildina, og tað spældi einki serliga av. Sogndal vitjaði í Skien, og har vóru teir á heimalið- num einki gestablíðir – í hvussu so er ikki á vøllin- um. Odd Greenland, sum í fjør var norskur steypavinn- ari, vann 3–0. Teir skoraðu tvær ferðir í 1. hálvleiki – í 5. og í 21. minutti, og tá tað restaði eitt korter staðfestu teir sannførandi heimasig- urin. Lítil stiril í Báðir teir føroysku lands- liðsspælararnir vóru ímill- um teir fyrstu ellivu hjá Sogndal. Útgangsstøðan var 4–3–3. Julian Johnsson var ytstur á miðvøllinum í høgru, og Kurt Mørkøre var miðframherji. Julian og hinir á miðvøllinum og høvdu fyri tað mesta verjupartin at hugsa um. Kurt Mørkøre og hinir í álopinum høvdu millum lítið og einki at arbeiða við. Sogndal hevði eina roynd ímóti málinum, og tað var, tá bara ein lítil løta var eftir, og støðan longu var 3–0. Fyri Sogndal var tað sera óheppið, at stjørnuspælarin hjá teimum, 20 ára gamli Tommy Øren, lá heima í Sogndal við influensu, meðan liðfelagarnir strídd- ust ímóti nógvu mótstøðuni í Skien. Norsku fjølmiðlarnir vóru eirindarleysir ímóti føroyska felagnum í Noregi. Norska tíðinda- stovan NTB staðfesti stutt, at Sogndal var “skremm- ende svakt”, og tíðinda- maðurin hjá VG í Skien helt, at talan hevði verið um einvegis ferðslu. Tað hevur fleiri ferðir verið tosað um, at tað er neyðugt hjá Sogndal at keypa tveir spælarar, sum eru førir fyri at fara bein- leiðis inn á liðið fyri at styrkja um. Undan kapp- ingarbyrjan spurdist einki meiri burturúr hesum enn eitt sindur av práti. Tað varð sagt, at fyrstu umførini í kappingini skuldu vísa, hvar tørvurin møguliga var størstur fyri nýggjum kreft- um. Nú fáa vit at síggja, um felagið beinanvegin fyri at spanderi buksurnar, ella um teir bíða fyri at finna út av, um tað vóru nervarnir, sum spældu eitt orduligt puss í fyrsta umfarinum í bestu deildini. Komandi sunnudag skal Sogndal spæla á heimavølli ímóti Lyn. Teir spældu sunnudagin 2–2 á heima- vølli ímóti SIF. Favorittarnir taptu Í Noregi hevur síðstu nógvu árini eingin ivi verið um, hvat fótbóltsfelag hev- ur verið tað fremsta. Ros- enborg úr Tróndheimi hev- ur vunnið NM aftur og aftur, og teir hava eisini staðið seg væl í europeisku meistarakappingini. Rosenborg verður aftur í ár mett at vera favorittur at vinna NM, og tað hevur verið roknað við, at Stabæk fór at verða størsta hóttanin ímóti Rosenborg. Tí var tað ikki at undrast á, at norski fótbóltsheim- urin var skelkaður, tá bæði hesi liðini taptu í fyrsta umfarinum í hesum kapp- ingarárinum. Rosenborg tapti 4–3 á útivølli ímóti Viking Stavanger. Tað var óvæntað, men tað var nógv meiri óvæntað, at Stabæk á heimavølli tapti við 3–0 ímóti Tromsø. Í norska fótbóltsheimin- um halda tey, at tað hevði verið kærkomið við størri kapping og meiri spenningi í toppinum. Men hóast Rosenborg og Stabæk taptu mánadagin, so verður fram- vegis roknað við, at hesi bæði feløgini fara at verða tey, ið fara at røkka longst í kappingini. Skírisdag taptu bæði Hvidovre og Randers Freja 3–2, og 2. páskadag fingu bæði feløgini trý stig 1. DEILD Í DANMARK Jóannes Hansen Tey liggja borð um borð, og gongdin tykist vera umleið tann sama hjá teimum báð- um. Tað eru feløgini við føroyskari umboðan í næst- bestu donsku deildini, sum tað verður hugsað um. Skírisdag hevði Hvidovre vitjan av B93. Óli Johanne- sen og liðfelagarnir taptu 3–2. Skírisdag hevði Rand- ers Freja vitjan av Skive. Atli Gregersen og liðfelag- arnir taptu 3–2. 2. páskadag var Hvidovre í Ølstykke. Hvidovre vann 5–2. Óli Johannesen var ikki ímillum málskjúttar- nar. 2. páskadag var Rand- ers Freja á Eysturbrúgv í Keypmannahavn og spældi ímóti B93. Randers Freja vann 1–0. Bæði Hvidovre og Rand- ers Freja hava 26 stig. Tey hava ongan møguleika at flyta upp, og hóast tey eru nærri botninum, enn tey eru toppinum, so skal vita illa við, um hesi feløgini fara at flyta niður. Komandi sunnudag fær Hvidovre vitjan av grann- unum í Frem, og Randers Freja fer at fáa vitjan av Ølstykke. Nærkast avgerðini Alt bendir á, at komandi kappingarár fer Køge kommuna framvegis at eiga umboðan í bestu deildini í Danmark. Spurningurin er, um talan verður um eitt ella tvey lið. Tey seinastu árini hevur lítli beiggin, Her- følge, verið í bestu deildini, meðan stóri beiggin, Køge Boldklub, hevur verið i skugganum og hevur spælt í næstbestu deildini, meðan Herfølge hevur verið við í toppinum og í fjør kom heilt upp á toppin, tá teir vunnu meistaraskapin. Herfølge er nú í niður- flytingarvanda, meðan Køge er á uppflytingarkós. Teir eru fremstir í næst- bestu deildini. Esbjerg, sum flutti niður í fjør, er næstfremst. Hesi bæði liðini øktu við sigrum 2. páskadag á ávikavíst Farum og Brønshøj um frástøðuna til hini bæði liðini, sum hava verið við í kappingini um uppflytingarplássini. Vejle tapti í Horsens, og Frem megnaði bara javn- leik á heimavølli ímóti B1913. Superligan: Hóast felagið hjá Jákupi Mikkelsen megnaði at fara ósigrað ígjøg- num tey bæði páska- umførini, so er niðurflytingarstrikan longri burturi í dag, enn hon var pálmassunnudag SUPERLIGA Jóannes Hansen Herfølge megnaði í teimum báðu páskaumførunum í superliguni at fara ósigrað av vøllinum, og tað er als ikki so galið. Serliga tá hugsað verður um, at meistaraliðið frá í fjør nú telist millum botnliðini, og tá havt verður í huga, at báðar uppgávurnar vóru ímóti liðum, sum stríðst fyri at vinna DM. 1–1 javnleikurin skíris- dag ímóti Viborg á heima- vøllinum í Herfølge var kanska ikki púra óvænt- aður, meðan tað ikki vóru mong, sum høvdu roknað við, at Herfølge skuldi megna javnleik í Brøndby 2. páskadag. Nítjan túsund áskoðarar vóru á nýmótans stadioni- num í Brøndby. Teir flestu roknaðu við og vónaðu, at heimaliðið skuldi vinna stórsigur. Teir høvdu ikki orsøk at rokna við øðrum, enn at toppliðið skuldi vinna sannførandi sigur á botnliðnum. Brøndby trýsti frá fyrsta bríksli spælið ímóti málinum hjá Jákupi Mikkelsen, og tá Brøndby innanfyri nakrar fáar mi- nuttir fram ímóti endanum av 1. hálvleiki skoraði tvey mál, tóktist lunnar vera lagdir undir ein nýggjan stóran heimasigur. Tvær tær síðstu ferðirnar, tá Jákup Mikkelsen og liðfe- lagarnir hava verið í Brønd- by, hava teir tapt 5–0. Í 37. minutti metti dóm- arin, at Jákup Mikkelsen gjørdi brotsspark ímóti toppskjúttanum í super- liguni, Peter Graulund, sum er ein sera skjótur álops- maður. Kim Daugaard varð settur at skjóta, men Jákup Mikkelsen bjargaði sera væl. Tíverri fyri Herfølge, Jákup og allar føroyingar, sum sjálvsagt taka á við føroysku spælarunum í superliguni, bar tað ikki Jákupi til at halda bóltin- um. Kim Daugaard var fyrstur á returbóltinum og sendi hann í netið. Lítla løtu seinni var tað toppskjúttin Peter Grau- lund, sum skoraði, men áskoðararnir og Brøndby fingu ein kvøkk, og fyri Herfølge liðið hevði tað ógvuliga stóran sinniligan týdning, tá Denni Conteh, sum Herfølge fyri stuttum hevur fingið úr Fraklandi, minkaði um munin. Tað gjørdi hann í síðsta minuttinum undanhvíldini, og uppspælinum stóð Jens Madsen fyri. Hann hevur Herfølge fyri stuttum fingið aftur, eftir at hann í nakrar mánaðir – og við sera vánaligari úrtøku – hevur roynt fótbóltseydn- una í Grikkalandi og í Skotlandi. Undirmannaðir og undir stórum trýsti Eitt korter var farið av seinna umfarinum, tá Her- følge javnaði til 2–2, sum eisini gjørdist úrslitið. Eftir 40 metra frísparksinnlegg, sum sigldi omanfyri passivu heimaverjuna sendi stóri Herfølge verjumað- urin, Torben Christiansen, seg upp og við handara stólpan stútaði hann bóltin í kassan. Eftir útjavnandi málið var trýstið sera stórt ímóti Herfølge málinum. Fyri- treytirnar vóru ikki tær bestu seinastu gott og væl 25 minuttirnar, tí tá vóru Jákup og teir bara tíggju ímóti ellivu. Dan Lübbers var rikin av vøllinum, eftir at hann hevði fingið annað gula kortið. Tað varð hann so uppreittur fyri, at hann við nevnanum knústi eina glashurð! Jákup Mikkelsen megn- aði at halda tætt, og John Faxe Jensen var væl nøgd- ur. Hann hevði sett seg sjálvan á miðvøllin ímóti gomlu liðfeløgunum, og undan dystinum hevði hann sagt, at hann roknaði við, at hugburðurin hjá hansara monnum fór at verða heilt øðrvísi, enn hann helt, teir høvdu víst t. d. ímóti Viborg. Men hóast Faxe og Jákup og hinir kundu vera nøgdir við úrslitið í Brøndby, so segði støðutalvan 2. páska- kvøld, at bjargingin var longri burturi frá Herfølge, enn hon hevði verið. Undan mánadegnum hevði Her- følge eins nógv stig sum AB, men mánakvøldið var munurin tvey stig. AB hevði vijtan av Lyng- by, og tað var í granna- uppgerðini í Gladsakse eingin ivi um, hvat liðið hevði meiri at spæla um. Lyngby tykist hava sligið seg til tols við, at møgu- leikin í toppinum er burtur, meðan støðutalvan aftur og aftur hevur mint nógvu landsliðsspælararnar í AB um, at tað hevur ikki staðið so væl til. Hesa ferð var eingin slingur í valsinum. AB vann 4–0, og teir tykjast vera á veg burtur frá niðurflytingar hóttanini. Støðan, danska 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Køge 21 13-7 - 1 48 21 27 46 2 Esbjerg 21 13-6 - 2 55 20 35 45 3 Frem 21 12-6 - 3 49 21 28 42 4 Vejle 21 11-6 - 4 51 25 26 39 5 Brønshøj 21 11-1 - 9 45 44 1 34 6 B93 21 10-3 - 8 41 31 10 33 7 Farum 21 9 -5 - 7 39 27 12 32 8 AC Horsens 21 7 -9 - 5 27 28 -1 30 9 B 1913 21 7 -7 - 7 28 31 -3 28 10 Hvidovre 21 6 -8 - 7 41 40 1 26 11 Randers F. 20 7 -5 - 8 28 35 -7 26 12 Skive 21 5 -6 -10 37 56 -19 21 13 Fremad A 21 4 -6 -11 29 46 -17 18 14 Ølstykke 21 4 -4 -13 25 57 -32 16 15 FC Aarhus 21 2 -7 -12 22 53 -31 13 16 Birkerød 20 1 -4 -15 22 52 -30 7 Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Brøndby 24 13-4 - 7 56 31 25 43 2 FCM 24 12-7 - 5 42 33 9 43 3 Silkeborg 24 11-10-3 36 27 9 43 4 FCK 24 11-9 - 4 38 21 17 42 5 Lyngby 24 11-5 - 8 35 39 -4 38 6 Viborg 24 10-6 - 8 37 26 11 36 7 AaB 24 8 -8 - 8 36 35 1 32 8 OB 24 9 -4 -11 36 34 2 31 9 AGF 24 8 -4 -12 35 46 -11 28 10AB 24 5 -10- 9 32 33 -1 25 11Herfølge 24 5 -8 -11 29 45 -16 23 12Haderslev 24 1 -5 -18 23 65 -42 8 Upp og niður hjá teimum næstbestu Herfølge hongur í Støðan, hollendska toto-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Den Bosch + 28 21- 3 - 4 55 18 37 66 2 Excelsoir + 28 16- 5 - 7 70 55 15 53 3 FC Zwolle 27 13- 8 - 6 59 36 23 47 4 Volendam + 28 14- 4 -10 45 36 9 46 5 G.A. Eagles 26 13- 4 - 9 52 49 3 43 6 Helmond Sp. 28 11- 8 - 9 59 40 19 41 7 Cambuur/L. 27 10- 9 - 8 41 39 2 39 8 Telstar 28 11- 6 -11 36 44 -8 39 9 Top/Oss 28 12- 2 -14 49 52 -3 38 10 Eindhoven 28 10- 7 -11 47 48 -1 37 11 Emmen 28 10- 6 -12 48 51 -3 36 12 Heracles A. 28 9 - 8 -11 33 44 -11 35 13 BV Veendam 28 10- 4 -14 46 59 -13 34 14 Dordrecht ‘90 28 8 - 8 -12 48 50 -2 32 15 ADO Den Haag 28 8 - 7 -13 44 58 -14 31 16 MVV 28 9 - 3 -16 35 52 -17 30 17 Harlem 28 6 - 9 -13 36 54 -18 27 18 VVV 28 7 - 3 -18 32 50 -18 24 Síðani vetrarsteðgin hevur liðið hjá Súna Olsen tikið seg væl fram í næstbestu hollendsku deildini HOLLENDSKA TOTO- DEILDIN Jákup Mørk Seinastu vikurnar hevur gingið sum eftir ánni hjá Súna Olsen og FC Zwolle. Eftir at liðið størsta partin av árinum hevur ligið beint undir uppflytingarsessun- um, hava seinastu vikurnar at kalla bert boðið teimum sigrar, og nú er liðið at finna á trið fremsta plássin- um í hollendsku toto-deild- ini. Hesin sigurin kann eisini gerast enn tryggari, tí í munn til flestu av hinum liðunum hevur Zwolle ein dyst til góðar. Tað hava Go Ahead Eagl- es, sum er gamla felagið hjá Jan Allani Müller, eis- ini, men úrtøkan hjá teim- um hevur veirð út av lagi vánalig seinastu tíðina. Mánakvøldið spældi FC Zwolle á heimavølli móti Telstar, og hendan dystin vunnu Súni og teir 2-0. Enn er helst ov tíðliga at siga, hvørt verandi gongd kann halda fram alt árið, men ger hon tað, røkist fyri, at føroyingar komandi kappingarár eiga ein leik- ara í fremstu hollendsku deildini, har stórfeløg sum PSV, Ajax og Feyeenoord teljast millum oddaliðini. Zwolle fer í oddin