mikudagur 18. apríl 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 73 - 18. apríl 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Nr. 73 - 18. apríl 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA
LØGFRØÐINGURIN
Hevur eigari loyvi at
koyra leigara út?
Hvussu er vorðið við leigu-
lóg í Føroyum? Hvørjar
treytir fylgja við uppsøgn
av leigusáttmála? Báðar
vegir. Hevur eigari loyvi at
koyra leigara út, uttan at
annar bústaður er funnin?
Í Føroyum er ein leigulóg
frá 1940 galdandi fyri
íbúðarleigu. Tó er leigu-
lógin bert galdandi fyri
leigumál
í
Tórshavnar
Kommunu og Tórshavnar
uttanbíggja
kommunu.
Aðrastaðni í Føroyum er
eingin leigulóg galdandi.
Um leigumálið er har
leigulógin er galdandi, so
kann leigumálið frá útleig-
arans síðu bert verða sagt
upp við ávísum grundgev-
ingum. Til dømis orsakað
av væntandi gjalding av
leiguni ella tí leigarin
hevur ein slíkan atburð, at
hann er til munandi ampa
fyri útleigaran. Leigarin
kann siga upp við rímu-
ligari freist.
Um leigumálið er har
leigulógin ikki er galdandi,
so eru treytirnar fyri eitt nú
uppsøgn, tær sum leigari
og útleigari hava avtalað.
Er einki avtalað um eitt nú
uppsøgn, vil eg meta, at
báðir partar kunna siga
leiguavtaluna
upp
við
rímuligari freist.
Rættindini hjá útleigar-
anum at koyra leigaran út,
eru ikki treytað av um leig-
arin hevur funnið annan
bústað.
FØÐSLU- OG HÚSAR-
HALDSFRØÐINGURIN
Saft fyri mjólk
Ferð eftir ferð hoyra vit
ávaringar
um,
hvussu
skaðiligt tað er, serliga fyri
børn, at tey eta ov nógv
sukur nú á døgum. Ikki
minst hevur sukurnýtslan
vundið uppá seg, eftir at vit
fingu sodavatn í 0,5 og 1,5
liturs fløskum, samstundis
sum tað nú bara kostar ein
brotpart av tí, sum tað
hevur kostað. Eisini í saft er
sera nógv sukur og ávarað
verður ímóti bæði einum og
øðrum slagi av saft. Men er
tað onki sodavatn, ella
ongin saft, sum foreldur
ekkaleys kunnu geva børn-
um sínum - við máta
sjálvsagt? Er tað nakar
munur á vanligari saft, og
vanligum sodavatni og so
teimum sløgunum, sum eru
merkt “light” ella “sukur-
frí”?
Alt sum vit gera við máta er
óskaðiligt. Um vit bert av
og á geva børnunum saft
ella sodavatn so er tað
næstan líkamikið um tað
eitur light ella ikki. Grun-
din til, at heilsumyndug-
leikarnir ávara ímóti, at
børn drekka ov nógv av saft
ella sodavatn er at tað
millum annað tekur plássið
frá mjólkini. Børn skulu
drekka ein hálvan litur av
mjólk um dagin soleiðis at
tey fáa eina sterka beina-
grind. Ov nógv saft ella
sodavatn kann eisini hava
keðilig árin á tennirnar, tí
ov nógv sýra (lágt Ph
niðanfyri 5,7) kann skaða
emaljuna á tonnumum. Ein
nýggj kanning vísur, at ov
stór nýtsla av saft ella
sodavatn økir um vandan
fyri yvirvekt hjá børnum.
Munurin á vanligari saft
og sodavatn og so tí ið er
merkt við light ella sukurfrí
er tann, at í light ella
sukurfrítt er ikki tilsett van-
ligt sukur, men eftirgjørt
søtievni. Eftirgjørt søtievni
hevur tann eginleika at tað
smakkar søtt, men gevur
ongar
ella
heilt
fáar
kaloriur.
DJÓRALÆKNIN
Hvølpur óður eftir
sukurlátu
Vit eiga ein fittan hunda-
hvølp, sum er óður eftir
sukurlátu. Men nú hevur
onkur
fortalt
mær,
at
sukurláta er eitur fyri
hundahvølpar og í ringasta
føri kunnu teir doyggja av
fáa ov nógva sukurlátu. Er
hetta rætt? Hví er sukurláta
so eitrandi fyri hundar, og,
hvussu
nógv
skal
til,
áðrenn vandi er á ferð.
Hvussu
leingi
veksur
hundahvølpur?
Tað kemur meiri enn so
fyri, at hundur verður eitr-
aður av at eta sukurlátu.
Serliga er hetta um høgtíð-
irnar, til dømis um páskir-
nar, tá ovmikið er til av
sukurlátu. Í sukurlátu er
rættuliga fitt av evninum
theobromin, sum er eitt
evni av methylxantin slag-
num á sama hátt sum koffe-
in, sum er í kaffi og te. Í
mjólkarsukurlátu eru um
1,5 mg/g, í myrkari sukur-
látu 5,3 mg/g og í reinum
kakao 13,7 mg/g av theo-
bromin.
Hundur
tolir
smærri nøgdir av hesum
evninum enn til dømis fólk.
Eitrandi skamtur hjá hundi
er millum 100-150 mg av
theobromin pr kilo av
hundi. Hetta vil siga, at um
ein miðal seyðahundur etur
eitt kilo av mjólkarsukur-
látu, 280 g av myrkari
sukurlátu ella 100 g av
kakao, verður hann sjúkur
av hesum. Etur hann meira,
er vandi fyri, at hann doyr.
Møguleikin fyri, at ein
hundur etur eitt kilo av
mjólkarsukurlátu,
er
kanska ikki so stórur, men
fær hann smakk fyri sukur-
látu, er skjótt, at hann kann
eta 100 g av kakao, sleppur
hann fram at tí.
Eingin orsøk er heldur at
geva hundinum sukurlátu at
eta. Hetta er ikki fóður til
hundar, og vandin fyri eitr-
ing er til staðar. Etið tí
páskareggini sjálvi, og
gevið hundinum okkurt
meiri hóskandi hundafóður.
Ymiskt er, hvussu leingi
hundahvølpar
vaksa.
Smærri hundasløg eru fyrr
fullvaksin
enn
størri
hundasløg. Til dømis er ein
puddilhundur fullvaksin tá
hann er um átta mánaðir
og ein Grand Danois er
fullvaksin, tá hann er gott
og væl eitt ár.
Spyrjið serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til
serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
Birgir Mohr
Sandur
Sum ein sjálvuppgjørdur
professari, hevur ein maður
av Kirkjukletti suðuri í
Vági, nevndur Kaj Vágfjall
(fyrr Kaj Smith) skriva
drúgvar greinar í bløðunum
fyri tíðina, hvar hann við
haturskendari skriving og
gomlum briksli førir seg
fram sum sannleikavitnið
mikla.
Hettar er torfør uppgáva,
tí í politikki sær sannleikin
ofta ymiskt út frá einum
politiskum flokki til annað.
Slíkt orðaskvaldur, sum Mr.
Vágfjall førir fram sum
einasta sannleikan, tað
eigur
ikki
aftursvar
uppiborði, tað er frameftir,
ein má hyggja.
Men tað hesin maðurin,
sum einamest er kendur í
fjølmiðlunum
sum
láturverji loysingarfloksins
og beint nú er valdur til
aðalstjórnarlim
í
tjóðveldisflokkinum, sigur
seg vera sjelkaðan yvir, at
vit – hóast vit enn eru
undir danadrotning – hava
talu- og skrivifrælsi, og tað
uttan mun til, hvørjum
starvi vit eru í, so má talast
at. Fara fullveldis-Føroyar
at skerja okkum hettar
frælsið? Tað vóni eg ikki.
Væl
vitandi,
at
fullveldisskútan
stendur
rimmarføst á landi eftir ta
fjóru
ella
fimtu
strandingina í minni enn trý
ár, so má eg átala hesum
skrivihátti, um enn hann er
partur
av
politiskum
dugnaloysi.
Vit fara vónandi til alla
tíð at hava fullan rætt til fult
skrivifrælsi og at siga
okkara meining, tó ósamd
við ein mann, hóast – ella
júst tí – hann er hálvur dani
sjálvur, eftir øllum at døma
ber mótvilja móti Danmark
og øllum donskum, uttan at
hava nakað betri at seta
ístaðin – í løtuni í hvussu
er. Men hann um tað.
Vit onnur hava upplivað
og kenna heilt øðrvísi fyri
Danmark, dønum og øllum
øðrum fólkum ikki minst
føroyingum.
Vónandi fáa hvørkin
flokkar ella persónar vald
til at skerja okkara talu- og
skrivifrælsi. Í løtuni eiga
teir so ongan miðil at nokta
øðrum at skriva í. Hesir
hava flestir verið bestir
omanfyri hálvølin, og so
man vera í hesum føri
eisini.
Ætla teir eisini at skerja okkum skrivifrælsi?
VIÐMERKINGAR
Max Rasmussen á
Tvøroyri vann alt,
sum vinnast kann í
billard, nú billard-
kappingin endaði
herfyri. Saman við
Eyðun Gullok
Svalbard vann hann
FM-heitið fyri lið, og
stutt eftir ta? vann
hann eisini FM
kappingina fyri
staklingar.
BILLARD
Jákup Mørk
Staklingakappingin
Umleið 30 spælarar luttóku
í innleiðandi umfarinum í
staklingakappingin,
sum
varð spælt í Havn. 10
komu víðari og spældu í
tveimum bólkum í Fugla-
firði ogt í Klaksvík. Av
hesum komu so fýra víðari
til endaliga umfarið, sum
varð spælt í Klaksvíkar
Klubba. Teir fýra vóru Max
Rasmussen, Jan Müller,
Sonhard Johannesen og
Niels
Nielsen.
Úrslitið
gjørdist, at Max fór við
sigrinum, nr. 2 gjørdist
FM-meistarin frá í fjør,
Sonhard, nr. 3 Jan og nr. 4
Niels. Hetta er fyrstu ferð,
at Max Rasmussen verður
føroyameistari í billard fyri
einstaklingar. Max, sum
hevur
roynst
bestur
í
billardspællinum nú í mong
ár var tí eisini ovurfegin, tá
hann á samkomu hjá Før-
oya Bjór tók ímóti steyp
inum, sum sjónliga tekini
um FM-heitið.
Tað er annars vert at
leggja afturat, at hetta er
annað árið á rað, at ein
spildurnýggjur
føroya-
meistari verður funnin.
Hóast bæði Sonhard og
Max í nógv ár hava talst
millum bestu billardleik-
ararnar her á landi, so vóru
árinin í fjør og í ár fyrstu
ferð, at teir báðir hava
vunnið seg upp á tindarnar í
einstaklingakappingini.
Liðkappingin
Tvøroyrar Klubbiu gjørdist
enn einaferð FM meistari
fyri lið. Á liðnum vórðu
teir báðir, Max Rasmussen
og Gullok, og í endaumfar-
inum gjørdu teir púra bart,
og vunnu allar dystirnar.
Liðkappingini
hevur
annars koyrt eftir einum
nýggjum leisti í ár, sum
varð ætlaður til at hækka
um støðið í fremstu deild-
ini, og sum skilst á lagnum,
hevur hetta eisini roynst
hampuliga væl. Sterkastu
leikararnir hava við hesi
skipanini fingið fleiri dystir
sínámillum, men stóð heilt
væl til, kundi kappingin
ivaleyst verið enn harðari.
Eitt nú teljast Jan Müller og
Steinbjørn í Dali fram-
haldandi millum stinnastu
billardspælararnir í landin-
um, men hvørgin av hesum
hevur í ár tikið lut í lið-
kappingini. At teir teljast
millum teir allar bestu
verður helst eisini undir-
strikað av triðja plássinum,
sum Jan vann sær, hóast
hann hevur fingist millum
lítið og einki við billard í
vetur.
Tá alt kom til alt, hevði
Tvøroyrar Klubbi vunnið
sær 50 stig, Klaksvíkar
Klubbi hevði 36 stig,
meðan Vágs Klubbi á triðja
plássinum hevði 35 stig.
Hægsta snittið í kappingini
hevði
eisini
Tvøroyrar
Klubbi við23 í miðal,
meðan Vágs Klubbi hevði
næst hægsta snittið við 22,3
eygum. Klaksvíkar Klubbi
hevði 21,1 eygu í miðal.
Í
næstbestu
deildini
eydnaðist Kagganum at
vinna kappingina við 41
stigum. Nr. tvey gjørdist
Mimir við 41 stigum,
meðan Tvøroyrar Klubbi
hevði 32 stig. Her hevði
Mimir annars hægsta snitt-
ið við 15,3 eygum, meðan
Kaggin hevði 14 eygu í
miðal. Tvøroyrar Klubbi
hevði 12,8 eygu í miðal.
Max á sigurstrúnini
Max Rasmussen hevur í
mong ár verið roknaður sum
fremsti leikarin her á landi,
men fram til í ár hevði tað
ongan tíð eydnast honum at
vinna FM fyri einstaklingar
Teir fýra leikararnir í finaluumfarinum vóru Niels Nielsen,
Jan Müller, Sonhard Johannesen og Max Rasmussen. Endaliga
raðfylgjan varð tó hin øvugta
Max Rasmussen og Eyðun
Gullok Svalbard fáa her
handað steypið fyri
liðkappingina