mikudagur 18. apríl 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 18. apríl 2001
27
gult27 cyan27 magenta27 svart27
26
Nr. 73 - 18. apríl 2001
gult26 cyan26 magenta26 svart26
VIÐMERKINGAR
Áki Andreasen
Tað er eitt sindur keðiligt at
sita í andstøðu í Føroyum.
Serliga tá prátið kemur inn
á sjálvstýrispolitikk, tí tað
er sum um at ongar grund-
gevingar eru eftir – tær
hava nú ikki verið tær
nógvu, fyri tað mesta er tað
farið eftir persónum heldur
enn at halda seg til sjálvt
evnið.
Um vit hugsa um alla
fullveldistilgongdina
frá
byrjan til dagin í dag, so
kunnu vit róliga siga, at
unur er á hvar ætlanin var,
og hvat nú liggur á borðin-
um – men endamálið er tað
sama – men tað hevði tað
ikki verið, um ikki Tjóð-
veldisflokkurin sat í Tinga
nesi, og tað er helst hetta,
sum pínir báðar teir stóru
sambandsflokkarnar í and-
støðuni.
Er nú friður í
Fólkaflokkinum?
Eina tíð sá tað svart út;
fólkaflokkurin breyt allar
gjørdar avtalur – sam-
bandskreftirnar í hesum
flokki hóvreiggjaðu sær og
kendu sær einki afturhald;
hótt við hesum og hasum,
skommin mundi ongan
enda tikið, tá grundgeving-
arnar vóru so veruleika-
fjarar, at spurningurin er,
um tað ikki hevði verið
betur at tær als ikki blivu
sagdar.
Sjálvstýrissinnaði fólka-
floksveljarin spyr helst, um
hesir sambandsheykarnir í
flokkinum
hava
fingið
greitt at vita, hvar skápið
skal standa, ella um vit
kunnu vænta, at sjálvstýris-
ætlanin enn einaferð loypir
hvøkk á teir, tá alt byrjar at
gerast álvara. Tað er so lætt
at tosa við stórum stavum,
men tað sum eftirtíðin
stendur eftir við, eru av-
gerðirnar og drivið at føra
gjørdar avtalur út í lívið.
Tað er ikki júst tað, sum
hevur eyðkent Fólkaflokk-
in, men vit sum síggja tað
sum eina avgerandi treyt
fyri sunnari menning og
ábyrgdarkenslu, at Føroyar
gerast sjálvstøðugar, vit
vóna at Fólkaflokkurin ger
greitt fyri sínum limum og
veljarum, at framyvir er
ætlanin at fáa samband
millum orð og gerðir, og at
tað framyvir er týdningar-
mikið at arbeiða eftir tí,
sum upprunaliga var ætlan-
in við flokkinum.
Afturhaldið sá ein
møguleika…
Tá alt hetta rokilsið stóð
upp á spæl, væntaði aftur-
haldið í Føroyum, at nú var
sloppið, Tjóðveldisflokk-
urin hevði gjørt ein brølara
við at bera uppskotini niðan
í Løgtingi, nú var bara at
bíða … og afturhaldið bíðar
enn.
Ein av høvuðsgrundgev-
ingunum fyri at afturhaldið
ikki slapp framat, var jú
tann, at uppskotini blivu
borin niðan; hevði tað ikki
blivið gjørt var fullveldis-
ætlanin øll sum hon var
dottin á gólvið, alt trúvirði
burtur og leiðin fyri aftur-
haldispolitikkinum greið!
Eingin hevði helst vænt-
að, at Tjóðveldisflokkurin
og Høgni Hoydal mettu
fullveldisendamálið hægri
enn persónligt stórlæti, og
hóast Tjóðveldisflokkurin
saman við Sjálvstýrisflokk-
inum helt seg til tær avtalur,
sum blivu gjørdar, so valdi
flokkurin at royna enn
einaferð, uppskotini blivu
ikki løgd fram – politikkur-
in sigraði! Síðan komu
flokkarnir til eina semju,
sum setti afturhaldið full-
komiliga skák mát.
Møguleikin hjá aftur-
haldinum í hesum landin-
um var fokin á hesum sinni,
og vónandi fyri alla fram-
tíð.
Nýggi leisturin kann
verða avdúkandi
Við nýggja leistinum verða
ávísir politikarar og flokkar
settir í eina støðu, sum
kann gerast rættiliga av-
dúkandi.
Fyri tað fyrsta, so er tað
upp til Fólkaflokkin at
prógva, um hann meinar
nakað sum helst við tann
sjálvstýrispolitikk,
hann
hevur breggjað sær av nú í
longri tíð. Skadda umdøm-
ið hjá flokkinum ger helst,
at okkurt fer at henda; hetta
er tó fyrst og fremst ein
trupulleiki í Fólkaflokkin-
um, men ein uppgerð er
helst ikki so langt burtur.
Men enn siga teir seg
kunna standa aftan fyri
henda leistin, tað mugu vit
so taka fyri góða vøru…
Henda ætlanin er soleiðis
skrúvað saman, at Javnað-
arflokkurin væl og virðiliga
kann taka undir við henni;
men Føroya Javnaðarflokk-
ur er nú í hesi tvístøðu, at
Poul Nyrup og stjórnin ikki
rættiliga vilja geva til kenn-
ar hvat mótspæl er í væntu;
andstøðan í Fólkaflokkin-
um er heldur ikki so rørandi
samd um hvat niðurstøðan
skal vera.
So nú stendur Javnaðar-
flokkurin og veit hvørki út
ella inn; hetta kom eisini
týðuliga til sjóndar undir
fyrstu viðgerð av uppskot-
inum hjá landsstýrinum um
»Sjálvstýri Føroya fólks«.
Milliardin er sjálvandi altíð
ein neyðbremsa; eitt annað
kundi sjálvandi verið vert
at hildið seg til, nevniliga
tað sum flokkurin segði
undan seinasta løgtingsvali,
og annars hvat er blivið sagt
síðan í sjálvstýrismálinum;
men tað er aftur hetta við
orðum gerðum…
Nú er at fara til verka
Eg haldi at samgongan við
hesi semjuni hevur víst, at
hon heldur til stóran mót-
gang, og tað er týdningar-
mikið – tí eitt frælsisstríð
hevur ongantíð verið eitt
lætt stríð her hjá okkum
ella aðrastaðni í heiminum.
Tað, sum liggur fyri
framman er hart arbeiði, og
eitt tað týdningarmesta í
hesum arbeiði er, at flokk-
arnir á Føroya Løgtingi
leggja partapolitiska aggið
á hillina – tað hevur Høgni
Hoydal fleiri ferðir staði-
liga mælt til, men tá grund-
gevingarnar ikki røkka, so
verða onnur amboð nýtt,
eitt nú partapolitiskt og
persónligt agg!
Leisturin, sum nú fyri-
liggur, skuldi ikki verið
nakar kamelur at slúkt hjá
nøkrum politiskum flokki –
uttan Sambandsflokkinum
sjálvandi.
Vit kunnu einki gera við
tey skuffaðu fólkafloks-
fólkini, sum helst høvdu
roknað við at sjálvstýris-
kreftirnar í teirra egna
flokki vóru eitt sindur
sterkari, enn tað so seinni
skuldi vísa seg, men tað er
fyrst og fremst ein »fólka-
flokstrupulleiki«. So nú er
at fara til verka.
Hjá okkum, sum meta at
einar frælsar Føroyar eru
ein fyritreyt fyri sunnari
samfelagsmenning, har av-
gerðir og ábyrgd fylgjast –
fyri okkum er tað eingin
trupulleiki, um danir hótta
við hesum og hasum; vit
hveppa okkum ikki við at
krevja okkara sjálvsagda
rætt til okkara land, vit
ganga ikki við einum
»frælsisskelti« um hálsin,
fyri síðan at taka tað burtur,
tá farast skal til verka. Fyri
okkum er tað ein sjálv-
fylgja, at vit vilja stríðast –
fyri
okkum
eru
einar
frælsar Føroyar lykilin fyri
at koma víðari og verða til
reiðar til tær avbjóðingar,
sum framtíðin bjóðar okk-
um.
Afturhaldið er sett skák mát
Sune Jacobsen
Undirritaði setti í tinginum
í vikuni ein munnligan
fyrispurning til løgmann
um Vága Floghavn.
Av tí at tíðin at svara
munnligum fyrispurning-
um er avmarkað til 6
minuttir, heitti løgmaður á
undirritaða at seta fyri-
spurningi fram skrivliga.
Tað ber av góðum grundum
ikki til, av tí at mín tíð í
tinginum fyri Marjus Dam
var lokin. Eg boðaði frá, at
eg vildi seta spurningin
fram í bløðunum, og tað
verður hervið gjørt. So
stendur tað upp til løg-
mann, um eg fái svar.
Fyrispurningur ljóðaði
soleiðis:
Hvørjar útbyggingar hev-
ur landsstýrið ætlanir um at
fremja á flogvøllinum í
Vágum, og hvussu eru tær
raðfestar á langtíðarfíggjar-
ætlanini ?
Viðmerkingar :
Landsstýrið, ið sat í
tíðarskeiðnum frá 1994-
1998, gjørdi eitt miðvíst
arbeiði fyri at bøta um
viðurskiftini á flogvøllinum
í Vágum.
Í 1996 valdu landsstýrið
og danska ferðslumálaráðið
eina nevnd at kanna møgu-
leikarnar fyri at betra um
flogvallarviðurskiftini
í
Vágum. Í 1997 varð glíði-
breytarútbúnaður royndar-
koyrdur, sum virkaði sum
hann skuldi.
Táverandi løgmaður, Ed-
mund Joensen, sigur í svari
upp á fyrispurning frá Tordi
Niclasen um flogvallar-
málið so seint sum 11.
februar 1998, at hann hev-
ur bjóðað danska ferðslu-
málaráðharranum til Før-
oya at greiða málið um
útbyggingina endaliga.
Síðani henda samgongan
tók við, hevur almenning-
urin bert fingið ørkymlandi
útmeldingar frá landsstýr-
inum. Einki oyrað er sett av
á fíggjarlógina, sjálv um
leiðslan á flogvøllinum
hevur boðað frá alment, at
tørvur á støðuplássum til
tyrlur, flúgvarar og bilar er
akuttur. Harumframt lýkur
terminalurin ikki tey krøv,
sum nútíðin setur til ein
slíkan.
Tá vit bert vita, at Vága
Floghavn
skal
leggjast
undir føroyskt málsræði í
seinasta lagi 1. januar 2002,
hevði tað verið áhugavert at
vita, hvørjar ætlanir lands-
stýrið hevur á hesum øki og
hvussu hesar eru raðfestar á
langtíðarfíggjarætlanini.
Á FØROYA LØGTINGI,
3. apríl 2001
Sune Jacobsen
Grundin til at eg setti
hendan fyrispurning fram
er tann, at eg føli meg
tíverri sannførdan um, at
hendan samgongan hevur
ofrað flogvøllin á full-
veldisaltarinum. Tað helt eg
longu í 1998, tá samgongu-
skjalið hjá sitandi sam-
gongu varð almannakunn-
gjørt.
Og grundin til tað er, at
samgongan í samgongu-
skjalinum sigur, at hon vil
yvirtaka øll málsøki, og tað
er brot á ta strategi, sum
allir føroyskir samferðslu-
ráðharrar hava havt áðrenn
hesa. Teir hava nevniliga
ført
fram,
at
málsøki
flogferðsla er danskt, og tí
er danskt ábyrgdarøki, tá
talan er um rakstur og út-
byggingar.
Fyrst í 90-unum var
Svend A. Ellefsen ferðslu-
málaráðharri. Tá
vildu
danskir mynduleikar hava
okkum at yvirtaka vøllin
sjálvan, men vóru sinnaðir
at útbyggja terminalin.
Men av tí at ferðafólkatalið
fall í stórum árliga av
kreppuni, var einki ítøkiligt
burturúr hesi ætlan.
Í 1994 gjørdist Sámal P. í
Grund ferðslumálaráðharri.
Tá kom gongd aftur á
málið, og úrslitið av tí ar-
beiðinum er nevnt í við-
merkingunum til fyrispurn-
ingin.
Tá
Edmund
Joensen
hevði yvirtikið málsøkið,
sigur ferðslumálaráðið 3.
februar 1998, at tað vil
greitt hava at vita, hvørjar
ætlanir landsstýrið hevur í
flogvallarmálinum.
Og
Edmund Joensen svarar
mynduleikunum aftur, at
landsstýrið ynskr flogvøllin
longdan 200 m., soleiðis at
hann gerst 1450 m., og at
fingið verður til vega
lendingarhjálparamboð,
tvs. glíðibreyt v.m.
Grundin til at komið var
so nær eini loysn á flog-
vallarmálinum á vári 1998
var, at føroyskir myndug-
leikar áhaldandi høvdu víst
á, at loftferðsla var danskt
ábyrgdarøki, og at danska
ferðslumálaráðið
hevði
ábyrgd av, at vøllurin
tekniskt og á annan hátt, er
á so høgum støði sum gjør-
ligt.
Nú, trý ár eftir, er als
einki hent uttan tað, at sam-
gongan
í
fullveldisrúsi
hevur boðað stjórnini frá, at
hon vil yvirtaka málsøki 1.
januar 2002.
Skrivligur fyrispurningur til løgmann viðvíkjandi Vága Floghavn
Fiskimálaráðharrin
ger nógv burturúr
umsetiligheitini í
fiskirættindunum í
frágreiðingini, sum
hann hevur skrivað
til aðalorðaskifti í
løgtinginum um ein
greiðan fiskivinnu-
politikk.
Jørgen Niclasen vil hava so
fría
umsetiligheit
sum
møguligt er avjgjørt ikki
fyri, at fiskiloyvir verða
knýtt at ávísum støðum í
landinum orsakað av økis-
menning. Niðanfyri prenta
vit tað hann skrivar um um-
setiligheit í fiskirættindum.
»Grundgevingarnar fyri
skipanum við umsetiligum
fiskirættindum eru sprotnar
úr sjónarmiðunum um, at tá
ein marknaður sleppur at
virka frítt, førir hetta við
sær, at samfelagstilfeingið
verður gagnnýtt á búskap-
arliga skynsamasta hátt.
Við at geva vinnuni
møguleikar at keypa og
selja tillutaðar kvotur ella
fiskidagar, hugsar ein sær,
at sum frá líður verður flot-
in í størri mun lagaður til
veiðimøguleikarnar.
Kappingarføri og løn-
semi skal tryggjast við, at
tey útgerðarfeløg, ið vera
best rikin, umsita veiðirætt-
indini. Tillagingin skal fara
fram eftir marknaðarbú-
skaparligum
leikreglum.
Høvuðsuppgávan hjá myn-
dugleikunum er at tryggja
skynsama røkt av fiska-
stovnunum, og at seta
karmarnar fyri umsitingina
av fiskirættindunum.
Landsstýrismaðurin fer
at virka fyri, at møguleikar
framhaldandi vera fyri, at
fiskirættindi kunnu keypast
og seljast. Hildið verður, at
hetta er frægasta amboð at
nýta, til tess at røkka bú-
skaparligu endamálunum í
fiskivinnupolitikkinum.
Ásannað verður tó, at
hóast ein skipan við fríum
handli við fiskirættindum
hevur sínar fyrimunir, so
kann hon hava óhepnar av-
leiðingar. Eitt nú, at fiski-
rættindini verða miðsavn-
aði. Tí vera avmarkingar
lagdar á møguleikarnar at
keypa og selja, og á tann
hátt tryggja, at fyrimunirnir
við skipanini gerast sjón-
ligari enn vansarnir.
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum fer at
virka fyri, at møguleikar
vera fyri at leggja saman og
flyta veiðiloyvi, og at um-
seta fiskirættindi innan
bólkar av fiskiførum. Skip-
anin skal tó broytast soleið-
is, at trolbátar, partrolarar
og møguliga lemmatrolarar
frítt kunnu keypa og selja
fiskirættindi sínámillum.
Fiskifør omanfyri 15 tons,
ið royna við húki, kunnu
frítt keypa og selja sín-
ámillum.
Markið í sambandi við
flyting og samanlegging av
veiðiloyvum verður flutt
niður á 15 tons, soleiðis at
tað ikki skal bera til at flyta
fiskidagar frá fiskiførum
undir 15 tons til fiskifør
størri enn 15 tons og øvugt.
10 ára markið, fyri at læna
ella leiga fiskidagar og
kvotur, verður tikið burtur.
Skipanin við at læna ella
leiga fiskidagar á landleið-
unum, tá 3 mánaðir eru
eftir av fiskiárinum, verður
varðveitt.
Til tess at forða fyri mið-
savning av fiskirættindum
verður umhugsað at seta
lógarreglur í verk sum
áseta, at eingin kann eiga
meir enn ávísan part av
fiskiflotanum ella av fiski-
rættindunum.
Harafturat fer dentur at
vera lagdur á, at fáa ein
skipaðan
marknað
fyri
fiskirættindi. Endamálið er
m.a. at tryggja opinleika og
gjøgnumskygni.
Fyrimunir og vansar
við umsetiligum
fiskirættinum
Ein skipan við umsetiligum
fiskirættindum hevur nógv-
ar fyrimunir. Men sam-
stundis kann ein slík skipan
hava óhepnar avleiðingar
við sær. Niðanfyri verður
tikið samanum fyrimunir
og vansar við umsetiligum
fiskirættindum.
Fyrimunir
• Kostnaðurin av at fáa
fiskin úr sjónum minkar,
við tað, at tey skipini, sum
verða best rikin, skulu
umsita veiðirættindini
• Samansetingin av flotan-
um verður optimalari við
tað, at fiskiflotin verður bú-
skaparliga tillagaður, og
eingin stórvegis yvirkapas-
itetur verður í flotanum
• Størri veiða pr. eind, tí tal-
ið av fiskiførum verður
minni
• Av tí at roknast kann við,
at vinnan fer at kasta meira
av sær í eini skipan, har
fiskimøguleikar
kunnu
keypast og seljast, verður
grundarlagið undir nýíløg-
um í veiðitól betri. Nýggj-
ari fiskifør hava vanliga
betri
fysiskar
arbeiðs-
umstøður umborð, og hetta
hevur týdning fyri trivnað-
in, sum aftur hevur týdning
fyri kappingarstøðuna hjá
fiskiflotanum á arbeiðs-
marknaðinum.
• Smidlig skipan, sum gev-
ur
fiskiflotanum
betri
møguleikar at tillaga seg til
broyttar umstøður
• Ein skipan við umsetilig-
um fiskirættindum ber í
sær, at nógvar avgerðir,
sum hava týdning fyri úrslit
og býti, verða latnar vinn-
uni. Lagt verður upp til
miðspjadda
stýring
av
fiskiveiðini, sum eitt alter-
nativ til miðsavnaða polit-
iska smálutastýring
Vansar
• Fiskirættindi kunnu mið-
savnast
• Kann verða tyngri hjá
ungum fólki, ið vilja royna
seg í vinnuni, at sleppa
framat, um prísurin á veiði-
og fiskiloyvum er ov høgur.
• Ov høgir prísir á veiði-
rættindum kunnu føra við
sær, at skuldarbyrðan hjá
fiskiførum verður tung at
bera.
• Grundað á royndirnar
aðrastaðni, kann fríur hand-
il við fiskirættindum føra
við sær, at bygnaðurin í
fiskiflotanum á heimaleið-
um verður broyttur soleiðis,
at eindirnar verða færri og
størri. Talið av arbeiðs-
plássum kann gerast færri.
Møguleikar fyri
umseting
Seinastu árini hevur lógin
um vinnuligan fiskiskap
verið broytt soleiðis, at
møguleikarnir fyri umset-
ing av fiskirættindum eru
vorðnir rúmari. Eftir gald-
andi reglum er tó ikki talan
um fría umsetiligheit mill-
um fiskifør ella bólkar av
fiskiførum. Eitt nú er skott
sett millum útróðrarflotan
og størru førini og millum
húk og trol.
Sum longu nevnt kunnu
fiskirættindi skifta eigara
varandi, ella í avmarkað
tíðarskeið, við heimild í
trimum ásetingum í lógini:
1. Eftir § 8 kunnu fiskirætt-
indi verða flutt millum
fiskifør, tá veiðiloyvi verða
flutt ella løgd saman. Tó er
ikki loyvt at flyta veiðiloyvi
frá fiskifar, ið er minni enn
40 tons til fiskifar størri
enn 40 tons og øvugt. Í hes-
um føri fylgja fiskirættind-
ini endaliga við.
2. Fiskidagar og kvotur
kunnu sambært §§ 14 og 15
í lógini umsetast upp til 10
ár í senn innan fyri undir-
bólkarnar t.e. bólkarnir 2,
3, 4A, 4B og 5.
3. Fiskidagar kunnu vera
læntir ella leigaðir í sama
fiskiári millum høvuðs-
bólkarnar, t.e. bólkarnir 2,
3, 4 og 5, undantikið frá
bólki 5 til hinar bólkarnar,
tá 3 mánaðir eru eftir av
fiskiárinum. Fiskidagar í
høvuðsbólki 4 kunnu ikki
latast frá húki til trol.
Umseting og rættindi
Sambært § 2, stk. 1, 1. pkt.
í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap verður staðfest, at
livandi tilfeingið á føroysku
landleiðunum og tey rætt-
indi, føroyska heimastýrið
við samráðingum hevur
rokkið, ella eftir altjóða
rætti eigur uttan fyri før-
oysku landleiðirnar, er ogn
Føroya fólks.
Í § 3, stk. 2 verður haraft-
urat sagt, at – fiskirættindi
latin sambært hesi lóg veita
ikki einstøkum bólkum ella
einstaklingum ognarrætt.
Somuleiðis kunnu rættindi
til fiskiskap takast aftur
uttan endurgjaldsskyldu.
Tá skipanin við veiði-
loyvum varð sett í gildi í
1987, staðfesti hetta rættin
hjá summum at fáa skip og
rættin
til
at
veiða
á
føroysku landleiðunum, og
til tey rættindi, sum Føroy-
ar hava samráðst seg til.
Hóast útgangsstøðið so-
statt er, at fiskatilfeingið á
føroysku landleiðunum og
føroysk rættindi aðrastaðni
er ogn Føroya fólks, so hev-
ur landsstýrið, av Føroya
Løgtingi, fingið heimild at
umsita ogn Føroya fólks
sambært lógini um vinnu-
ligan fiskiskap.
Til tess at tryggja, at til-
feingið verður skynsami-
liga gagnnýtt, er tí neyðugt
at avmarka atgongdina til
vinnuna og seta hámark
fyri, hvussu nógv verður
fiskað
ella
avmarkað
royndina við fiskidøgum
o.ø. Fiskirættindini verða tí
latin einstaklingum ella fel-
øgum sum serlig loyvi, har
tilskilað er, hvar loyvishav-
arin kann fiska, hvørji
fiskasløg, hvussu nógv ella
hvussu nógvar dagar. Fiski-
loyvini eru tí at roknað sum
ein nýtslurættur.
Hetta kemur eisini til
sjóndar aðrastaðni í lógini
m.a., at kvotur og fiskidag-
ar ikki kunnu setast í veð
(jbr. § 14, stk. 4 og § 15,
stk. 3). Harumframt verður
hetta týðuligari sagt í við-
merkingunum í fyrsta upp-
skotinum til løgtingslóg um
vinnuligan fiskiskap (løg-
tingsmál nr. 51/1993).
Seinastu árini er lógin
um vinnuligan fiskiskap
broytt soleiðis, at møgu-
leikarnir fyri handli við
fiskidøgum og kvotum eru
vorðnir rúmari. Sitandi
samgonga hevur harafturat
gjørt semju í samgongu-
skjalinum um, at stødd og
røtt samanseting av veiði-
flotanum
verður
best
tryggjað við, at fiskidagar
og kvotur verða so umseti-
lig sum gjørligt. Undan-
tikin er tó útróðrarflotin
undir 15 tons.
Spurningurin um ræðis-
rættin til fiskiloyvið, sum
myndugleikarnir útskriva,
hevur týdning fyri at fáa ein
marknað
við
fiski-
rættindum at virka. Tað er
umráðandi, at keypari og
seljari hava ræðisrættin yvir
tillutaðum ella útvegaðum
fiskidøgum/kvotum. Eru
viðurskiftini við fiskiloyv-
um ógreið, kann hetta í
sjálvum sær verða ein forð-
ing fyri, at skipanin kann
virka eftir ætlan.
Stevna
Landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum fer at virka
fyri, at semjan í samgongu-
skjalinum um, at stødd og
røtt samanseting av veiði-
flotanum
verður
best
tryggjað við, at fiskidagar
og kvotur verða so umseti-
lig sum gjørligt, verður sett
í verk, soleiðis at fiskirætt-
indi frítt kunnu umsetast
millum bólkar av fiskifør-
um, útróðrarflotin undir 15
tons undantikin.
Miðað verður við hesum
ímóti at røkka búskaparligu
stevnumiðini í fiskivinnu-
politikkum, og at tillaging-
in í flotanum, í so stóran
mun sum gjørligt, fer fram
undir marknaðartreytum og
leys av politiskari smáluta-
stýring.
Karmarnir um skipanina
við keyp og sølu av fiski-
rættindum verða broyttir.
Endamálið er at gera skip-
anina greiðari og at tryggja,
at vansarnir ikki gerast
sjónligari enn fyrimunirnir.
Hetta skal gerast við hesum
tiltøkum:
• Møguleikar skulu vera
fyri at leggja saman og flyta
veiðiloyvi, og at umseta
fiskirættindi innan bólkar
av fiskiførum. Skipanin
skal tó broytast soleiðis, at
trolbátar, partrolarar og
møguliga
lemmatrolarar
frítt kunnu keypa og selja
fiskirættindi sínámillum.
Fiskifør omanfyri 15 tons,
ið royna við húki, kunnu
frítt keypa og selja sín-
ámillum.
Markið í sambandi við
flyting og samanlegging av
veiðiloyvum verður flutt
niður á 15 tons, soleiðis at
tað ikki skal bera til at flyta
fiskidagar frá fiskiførum
undir 15 tons til fiskifør
størri enn 15 tons og øvugt.
10 ára markið, fyri at læna
ella leiga fiskidagar og
kvotur, verður tikið burtur.
Skipanin við at læna ella
leiga fiskidagar á landleið-
unum, tá 3 mánaðir eru eft-
ir av fiskiárinum, verður
varðveitt.
• Fyri at fáa sum mest burt-
urúr skipanini verður neyð-
ugt at taka 10 ára markið,
fyri umseting av kvotum og
fiskidøgum, ásett §§ 14 og
15 í lógini um vinnuligan
fiskiskap, burtur. § 13 í
lógini verður óbroytt.
• Loyvishavari, sum hevur
fingið tilsøgn um annað
skip, samsvarandi § 8 í lóg-
ini, skal ikki kunna selja
øðrum fiskirættindi, so
leingi hann einki skip hev-
ur.
• Tey, ið fáa útskriva fiski-
loyvi, skulu hava eina ávísa
brúksskyldu. Endamálið er
bæði at tryggja, at fiski-
møguleikar
ikki
liggja
óbrúktir, og at forða fyri
»fiskirættindabarónum«,
tvs., at tað skal ikki vera
møguligt at fáa útskriva
fiskiloyvi ár um ár, bert fyri
at leiga tey út ella selja.
Hetta ber í sær, at óbrúkt
rættindi, eftir nærri ásettum
reglum, verða inndrigin.
• Settar verða lógarreglur,
sum skulu forða fyri, at
fiskirættindi verða savnað á
fáum hondum, eitt nú so-
leiðis, at eingin einstakl-
ingur ella felag kann eiga
ella hava ræði yvir meira
enn einum ávísum prosent-
parti av samlaðu fiskidaga-
talinum ella kvotum.
•
Stovnaður verður ein skip-
aður fiskirættinda markn-
aður, har keyp og søla kann
fara fram og har øll viður-
skifti við rættindum, írokn-
að keyp og søla, skal skrá-
setast. Endamálið er at
tryggja opinleika og gjøgn-
umskygni í keyp og sølu av
fiskirættindum.
Umsetilig fiskirættindi
Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri er heitur talsmaður fyri um-
setiligheit í fiskirættindum.