mánadagur 13. august 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 154 - 13. august 2007 ]
Gallakvøldið
hjá føroysku
kappróðrarfólkunum
var í B36-húsinum
fríggjakvøldið, og her
blivu fleiri virðirlønir
lætnar
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri góðum tveimum vikum
síðani
blivu
allir
føroyameistararnir
og
heiðursmerkjavinnararnir
funnir í kappróðrinum í ár,
tá manningarnar kappaðust
fyri seinastu ferð á hesum
sinni á ólavsøku.
Sjálvur
endin
upp
á
kappróðurin var tó ikki fyrr
enn farna fríggjakvøld, tá
Róðrarfelagið
Knørrur
skipaði
fyri
árligu
gallaveitsluni, sum í ár var
hildin í B36-húsinum. Á
leið 200 fólk vóru møtt til
gallaveitsluna,
har
kappróðurin bleiv heiðraður,
og ikki kann sigast annað
enn,
at
gallaveitslan
eydnaðist sera væl.
Jarnbardur fekk
fyrsta prísin
Tað fyrsta, sum var á
skránni hetta kvøldið, var
sjálvandi
maturin.
Ein
góður forrættur fór væl
niður um, og so vóru tey
flestu klár til høvuðsrættin,
sum eisini smakkaði avbera
væl.
Beint eftir høvuðsrættin
kom so tað, sum tey flestu
helst mundu bíða eftir. Tá
skuldi fyrsta virðislønin
nevniliga
handast,
tann
sokallaða
Fair
Play-
virðislønin.
Henda
virðislønin
fór
til
sigursvandu
kvinnurnar
umborð á Jarnbardi, sum
afturat Fair Play-virðislønini
hava
vunnið
á
øllum
stevnunum í ár.
Eftir hesa handanina vóru
nógvar talur á skránni
umframt desert. Millum
talararnar vóru formaðurin
í Róðrarsamband Føroya og
Jannie
Dam
Jacobsen,
róðurskvinna á Jarnbardi,
sum eisini var ein av
fyriskiparunum.
Vestmenningur
basti Eysturoyingi
Eftir allan matin var tíðin
so komin at handa restina
av virðislønin, og næsta
handanin, sum var á skránni
hetta kvøldið, var ársins
áralag í teimum ymsu
bátaflokkunum.
Hjá 5-mannaførum við
dreingjum hevur kappingin
í alt ár verið ímillum
Havfrúnna
og
Sílið.
Havfrúgvin vann bæði FM
og ólavsøkuróðurin, men
besta áralag átti Sílið. Hjá
5-mannaførum við gentum
hevur Hvassi vunnið at
kalla alt í ár, og tær vunnu
eisini virðislønina fyri besta
áralag.
Hjá 5-mannaførum við
kvinnum hava fleiri bátar
gjørt seg galdandi í ár, men
harðasta kappingin hevur
verið
millum
Sílið
og
Ørnina.
Hesar
báðar
bátsmanningarnar endaðu
tó á ávikavist øðrum og
triðja plássi í kappingini um
ársins áralag, og í staðin
vóru tað kvinnurnar umborð
á Jallinum, sum høvdu
besta áralagið.
Hjá 6-mannaførum við
kvinnum hava kvinnurnar
umborð á Jarnbardi verið
einaráðandi í ár, men tá
umræður
besta
áralag,
megnaðu tær ikki at steðga
Kollfirðingi, sum vann hesa
kapping.
Hjá 6-mannaførum við
monnum var tað sum ikki
einaferð Sundabáturin, sum
streyk avstað við sigrinum,
meðan
Strálan
og
Tvørabáturin
endaðu
ávikavist nummar tvey og
trý.
Eftir hetta var tíðin komin
til
8-mannaførini,
har
Heiðabáturin hevur vunnið
alt í ár. Heiðabáturin fekk
tó bert eitt triðja pláss í
kappingini um ársins áralag,
og
í
staðin
var
tað
Argjabáturin,
sum
fór
avstað við sigrinum.
Til allar síðst vóru 10-
mannaførini á skránni. Her
mundu nógv helst halda, at
sjálvandi fór Eysturoyingur
at vinna, men soleiðis var
ikki. Vestmenningur kom
nærri
og
nærri
at
Eysturoyinginum,
sum
stevnurnar liðu í ár, og á
gallaveitsluni
eydnaðist
teimum at fara fram við.
Vestmenningur
vann
nevniliga kappingina um
ársins áralag framman fyri
Eysturoying
og
Havnarbátin.
Eftir bestu áraløgini var
túrurin komin til at finna
ársins kappróðrarsang, og
her eydnaðist, Nólsoyingi,
sum slett ikki hevur verið
við í kappingini í ár, at
vinna
framman
fyri
Sundabátin og Jarnbard.
Árnafjørður bleiv
heiðraður
Síðsta
virðislønin,
sum
Kappróðurin bleiv heiðraður
Størsti spenningurin á gallakvøldinum var um, hvat felag fór at gerast ársins róðrarfelag, og valið fall á lítla felagið úr Norðoyggjum, Árnafjarðar Róðrarfelag.
Mynd: Teitur Joensen