Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 154 - 13. august 2007 ] Vinnarar á gallakvøldinum Fair Play-virðislønin: Jarnbardur Ársins áralag: 5-mannafør dreingir: 1. Sílið 2. Havfrúgvin 3. Tjaldrið 5-mannafør gentur: 1. Hvassi 2. Drekin 3. Tambar 5-mannafør kvinnur: 1. Jallurin 2. Sílið 3. Ørnin 6-mannafør kvinnur: 1. Kollfirðingur 2. Jarnbardur 6-mannafør menn: 1. Sundabáturin 2. Strálan 3. Tvørábáturin 8-mannafør: 1. Argjabáturin 2. Ørvur 3. Heiðabáturin 10-mannafør: 1. Vestmenningur 2. Eysturoyingur 3. Havnabáturin Ársins kappróðrarsangur: 1. Nólsoyingur 2. Sundabáturin 3. Jarnbardur Ársins felag: Árnafjarðar Róðrarfelag skuldi handast hetta kvøldið, var helst eisini tann størsta. Her var talan um ársins kappróðrarfelag, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at valið fall á ein heldur óvæntaðan vinnara. Hetta merkir tó ikki, at sigurin var uppiborin. Felagið hevði bert ein bát við í kappingini í ár, men úrslitini hjá hesum bátinum blivu betri og betri, sum kappróðrarárið leið. Felagið hevur harafturat eitt stórt og flott neyst, og ætlanin er at byggja eitt nýtt 5- mannafar til komandi kappingarár. Afturat øllum hesum hevur felagið eisini eina virkna og áhugaverda heimasíðu, sum er rættiliga nógv vitjað. Felagið, sum talan er um, er Árnafjarðar Róðrarfelag. Lítla felagið úr Norðoyggjum vann sostatt størstu virðislønina á kvøldinum. Hetta gjørdist eisini endin upp á eitt gott róðrarkappingarárið, og so er bert eftir at vóna, at undirtøkan verður størri komandi kappingarár, og at fleiri rógvarar kring landið velja at seta seg í ein kappróðrarbát komandi róðrarkappingarár. Kappróðrarfólkini hugnaðu sær á gallakvøldinum fríggjakvøldið. Lagið var gott, og fólk sungu av hjartans hugi, tá tey fingu høvið til tess. Mynd: Teitur Joensen Vestmenningur hevur stríðst við at steðga Eysturoyingi hjá 10-mannaførunum, og hetta eydnaðist teimum endiliga á gallaveitsluna, tá teir vunnu dystin um ársins besta áralag hjá 10-mannaførunum. Mynd: Teitur Joensen Kvinnurnar umborð á Jallinum endaðu ongantíð á heiðursmerkjaplássi hjá 5- mannaførum við kvinnum, men áralagið var gott. Tær vóru nevniliga mettar at hava besta áralag hjá 5- mannaførum við kvinnum. Mynd: Teitur Joensen