mánadagur 13. august 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 154 - 13. august 2007 ]
Debutsigur til Linderoth
Svenski miðvallarleikarin, Tobias Linderoth, sum eftir síðsta
kappingarár skifti frá FC Keypmannahavn til Galatasaray í
Turkalandi, fekk eina sera góða byrjan upp á fótbóltslívið í
Turkalandi. Fyrsti dysturin í nýggja felagnum endaði við
einum 4-0 sigri á Rizespor, og sostatt hevur nýggi venjarin,
Karl Heinz Feldkamp, eisini fingið eina dreymabyrjan upp á
kappingina, har kravið hjá Galatasaray er eitt betri úrslit enn í
fjør, tá liðið endaði á einum skuffandi 3. plássi í liguni.
Eriksson vil hava málmann
Um vikuskiftið fingu Manchester City og Sven Göran Eriksson
eina dreymabyrjan upp á nýggja kappingarárið, tá teir vunnu 2-0
úti ímóti West Ham. Í málinum hjá City stóð bert 20 ára gamli
Kasper Schmeichel, tí at vanligi fyrsti málmaðurin, Andreas
Isaksson, er skaddur. Eriksson segði tó eftir dystin, at teir ætla
sær ein nýggjan málmann, tí tað er ikki rætt at leggja eitt so stórt
trýst á ein bert 20 ára gamlan málmann. Sum skilst stendur
eykamálmaðurin á italska landsliðnum, Marco Amelia, ovarlaga á
listanum hjá Eriksson.
Um vikuskiftið
bleiv eitt føroyskt
Newcastle-fjeppara-
felag sett á stovn, og
eftir stovnandi aðal-
fundin var lagið gott
á monnum, tí fyrsti
dysturin í nýggja
kappingarárinum
endaði við einum 3-1
sigri
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Áhugin fyri ensku Premier
League er ovurhonds stórur
í millum føroyingar, og
hetta hevur m.a. borið við
sær, at fleiri fjepparafeløg
eru sett á stovn kring landið.
Mitt í síðsta kappingarárið
bleiv føroyska fjepparafel-
agið hjá Arsenal sett á
stovn, og undan fyrsta dyst-
inum í nýggja kappingarári-
num í Premier League um
vikuskiftið bleiv enn eitt
føroyskt fjepparafelag sett
á stovn.
Hesaferð vóru tað fjepp-
arar hjá Newcastle United,
sum høvdu tikið stig til at
seta á stovn eitt fjeppara-
felag, og nakrir teirra møtt-
ust á Bryggjuni í Vestmanna
leygardagin til stovnandi
aðalfundin.
Tað eru teir báðir, Jóhann
Lützen úr Klaksvík og
Fróði Jacobsen, sum hava
tikið stig til átaki, og hetta
fall í góða jørð hjá New-
castle-fjepparum
kring
landið. Sjálvt um bert 12
mans møttu til stovnandi
aðalfundin, so vóru fleiri
afturat, sum høvdu boðað
frá undan fundinum, at tey
eisini ætlaðu sær at gerast
limir í Newcastle Føroyar,
sum fjepparafelagið eitur.
Fantastisk byrjan
Og ikki kann sigast annað
enn, at nýggja fjepparafel-
agið fekk eina fantastiska
byrjan. Eftir fundin fóru
teir allir at hyggja at fyrsta
dystinum í nýggja kapping-
arárinum hjá Newcastle,
har teir vóru á vitjan hjá
Bolton.
Við undantaki av síðsta
kappingarári,
so
fær
Newcastle
aloftast
eina
ringa byrjan uppá eitt kapp-
ingarár, men soleiðis var
ikki hesa ferð. Felagið fekk
nevniliga eina dreymabyrj-
an, og eftir bert 27 minuttum
var støðan 3-0 til Newcastle
við tveimum málum frá Mar-
tins og einum frá N’Zogbia.
Í seinna hálvleiki pyntaði
Anelka um munin, men
Newcastle vann dystin 3-1
og hevur sostatt fingið eina
sera góða byrjan upp á
nýggja kappingarárið.
Annars er vert at leggja
afturat, at Newcastle Før-
oyar arbeiðir við at fáa eina
heimasíðu, sum kemur at
eita
www.newcastle.fo.
Henda verður ætlandi liðug
heilt skjótt. Fjepparafelagið
ætlar eisini at skipa fyri
túrum til St. James’ Park at
hyggja at fótbólti, men nær
fyrsti túrurin verður, er enn
ikki greitt.
Gott lag á Newcastle-fjepparunum
Jóhann Lützen er ein
av stigtakarunum til
Newcastle Føroyar,
sum er føroyska
fjepparafelagið hjá
Newcastle United.
Mynd: Teitur Joensen
Bíðað verður fram-
vegis eftir avgerð um,
hvør skal flyta upp
saman við B68
1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað gongur sína gongd í
næstbestu deildini. Trý tey
fremstu vinna hvørja ferð,
og trý tey aftastu tapa
hvørja ferð.
Átta umfør resta, og tveir
spurningar eru eftir at svara.
Annar er, um tað verður
FSV04 ella ÍF, sum fer at
flyta upp saman við B68.
Hin er, um tað verður KÍ
ella kanska SÍ, sum fer at
flyta niður saman við B36.
Í Formula deildini vórðu
tað sunnudagin skorað átta
mál í fimm uppgerðum ella
1,6 í miðal fyri hvønn dyst-
in. Í næstbestu deildini var
tað munandi meiri málríkt.
Samlaða máltalið var 29
ella 5,8 mál í miðal fyri
hvørja uppgerðina!
Eingin spenningur var í
nakra staðni. Sigrarnir vóru
allir sera sannførandi, og
nú tykist tað sum um, at tað
verður bíðað eftir nøkrum
lykladystum, sum kunnu
gera av, um tað skal verða
FSV04 ella ÍF, sum skal
fylgja toftamonnum upp í
bestu deildina.
ÍF er framvegis tvey stig
aftanfyri
FSV04. Tískil
hava fuglfirðingar ikki ráð
at missa stig. Bæði ÍF og
FSV04
skulu
spæla
á
Svangaskarði.
Innanhýsis
uppgerðin millum FV04 og
ÍF verður í Sandavági í 24.
umfari, sum er á skránni
22. september.
Nú leygardagin fara fugl-
firðingar út á Svangaskarð.
B68 er favorittur, og um
toftamenn fáa fulla úrtøku,
so verður uppflytingin so at
siga avgjørd, tá ið tað fram-
vegis fara at resta sjey
umfør. Tá verður stigamun-
urin frá B68 og aftur til ÍF
átjan stig. Men nú fæst at
síggja. ÍF, sum hevur fingið
fult fýra tær seinastu ferð-
irnar, fer sjálvandi at leggja
alla orku í.
HB við eitt nú Jákupi á
Borg og Vagni Mohr Mort-
ensen á liðnum vann hesa
ferð 4-0 á KÍ. Harvið er HB
so at siga sloppið undan
hóttanini av niðurflyting.
B36, KÍ og SÍ skulu øll í
hesi vikuni spæla útsettar
dystir. Tað eru hesi feløgini,
sum eru á aftastu pláss-
unum.
Skjóta nógv mál
1. deild 19. umfar
ÍF-SÍ 7-1 (3-0)
1-0: Viggo Johannesen 26.
2-0: Helgi L. Petersen 33.
3-0: Bartal Eliasen 34.
3-1: Jens Erik Rasmussen 54.
4-1: Bartal Eliasen 72.
5-1: Nenad Zaric 74.
6-1: Árni Petersen 76.
7-1: Helgi L. Petersen 85.
LÍF-B68 0-4 (0-2)
0-1: Jósup Henriksen
0-2: Dánial Hansen
0-3: Emil Olsen
0-4: Emil Olsen
HB-KÍ 4-0 (2-0)
1-0: Dánial Davidsen 7.
2-0: Tróndur Sigurðsson 24.
3-0: Tróndur Sigurðsson br 58.
4-0: Jákup Berg 86.
FSV04-B36 5-1 (3-1)
1-0: Heron 2.
2-0: Heron 4.
3-0: sjálvmál 17.
3-1: sjálvmál 34.
4-1: Jovan Panic 49.
5-1: Jógvan Holm 75.
TB-NSÍ 6-1 (2-0)
1-0: Óli Johannesen 16.
2-0: Olivur Abrahamsen 26.
3-0: Olivur Abrhamsen 59.
4-0: Allan Poulsen 63.
5-0: Olivur Abrahamsen 69.
5-0: Olivur Abrahamsen 71.
6-1: Robert Sørensen 83.