mánadagur 13. august 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 154 - 13. august 2007 ]
Fyrsta umfarið í
ensku Premier League
hevur verið um
vikuskiftið, og mest
óvæntaða úrslitið
kom á Old Trafford,
har meistararnir úr
Manchester United
bert fingu javnleik
ímóti Reading
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið kom tíðin,
sum ivaleyst nógvir føroys
kir fótbóltsfjepparar hava
bíðað eftir í á leið tríggjar
mánaðir, tá fyrsta bólturin í
nýggja kappingarárinum í
Premier League fór á rull.
Spurningarnir hava helst
verið nógvir undan kapp
ingarbyrjan, og eftir fyrsta
umfarið er sjálvandi ilt at
spáa um, hvørji lið fara at
kappast um meistaraheitið,
hvørji fara at liggja í tyngra
endanum, hvør fer at gerast
toppskjútti osv. Men fyrsta
umfarið kann tó geva ymis
kar ábendingar um nøkur
ting, og soleiðis var eisini
hetta vikuskiftið.
Kiksaði hjá United
Meistararnir úr Manchester
United løgdu fyri við eini á
pappírinum yvirkomiligari
uppgávu á heimavølli ímóti
Reading, men hetta bleiv tó
als ikki nøkur løtt uppgávu.
Manchester United sat á at
kalla øllum dystinum, men
Reading bardist manniliga
fyri at halda javnleikin.
Undan steðginum hevði
United
fleiri
málmøgu
leikar, men teir høvdu ringt
við at fáa bóltin í málið. Ta
einu ferðina var sera tætt
við, tá Ryan Giggs heilfluk
taði bóltin á stongina.
Í seinna hálvleiki helt
United fram við at trýsta,
men í málið vildi bólturin
ikki. Tá so Kitson hjá Read
ing fekk beinleiðis reytt
kort við góðum korteri eftir
at leika, øktist trýstið enn
meir á málið hjá Reading.
Verjan hjá Reading megnaði
tó at stríða seg fram til ein
málleysan
javnleik,
og
sostatt byrjaði nýggja kapp
ingarárið einki serligt hjá
meistarunum.
Hjá hinum trimum liðun
um, sum væntandi fara at
stríðast um meistaraheitið
saman við Manchester Uni
ted, gekst heldur betri. Chel
sea vann ein undirhaldandi
dyst á heimavølli 32 ímóti
Birmingham.
Liverpool
vann 21 á útivølli ímóti
Aston Villa. Sigursmálið
fingu teir í síðstu minuttun
um, tá Gerrard sendi eitt frí
spark beinleiðis í netið. Og
Arsenal megnaði við tveim
um málum í síðstu sjey ella
átta minuttunum at venda
einum hóttandi 10 tapi til
ein 21 sigur á heimavølli
ímóti Fulham.
Debutsigur til
Eriksson og Allardyce
Bæði Newcastle og Man
chester City hava fingið
nýggjan
venjara
undan
nýggja
kappingarárinum,
og her er ikki talan um ein
og hvønn. Manchester City
hevur fingið fyrrverandi en
ska landsliðsvenjaran, Sven
Göran Eriksson, at standa á
odda fyri teirra liði, meðan
Sam Allardyce, sum hevur
verið venjari hjá Bolton í
samfull átta ár, nú er venjari
hjá Newcastle.
Og júst nevndi Allardyce
skuldi byrja nýggja kapp
ingarárið á útivølli ímóti
gamla felagnum, Bolton.
Her fekk hann eina dreyma
byrjan, tá Newcastle eftir
bert 27 minuttum høvdu
lagt seg á odda 30 við tvei
mum málum frá Martins og
einum frá N’Zogbia. Í
seinna hálvleiki fekk Bol
ton pyntað um úrslitið við
máli frá Anelka, men New
castle vann dystin 31.
Eisini Eriksson og hans
ara Manchester City fingu
eina góða byrjan, tá teir
møttu West Ham á útivølli.
Eriksson hevur styrkt sær
nógv um liðið til hetta kap
pingarárið, og tað vóru tveir
av nýggju monnunum, sum
skoraðu málini fyri City. Í
18. minutti legði Rolando
Bianchi Manchester City á
odda, og hesa leiðsluna
hildu teir til fýra minuttir
fyri
tíð,
tá
innskifti
Geovanni avgjørdi dystin.
Góð byrjan hjá
uppflytarunum
Í fyrsta dystinum í ársins
Premier League tóku upp
flytararnir úr Sunderland
ímóti Tottenham, sum mið
ar høgt í ár. Men Tottenham
fekk eitt ordans skot fyri
bógvin, tá innskifti Michael
Chopra skoraði einasta mál
ið í dystinum í 93. minutti.
Sostatt hava Roy Keane og
hansara fult stigatal eftir
fyrsta dystin.
Hjá einum av hinum upp
flytarunum, Derby, gekst
heldur ikki so galið. Teir
tóku ímóti Portsmouth, og
hesin dysturin endaði við
22 javnleiki. Oakley legði
Derby á odda alt fyri eitt,
men um miðjan fyrra hálv
leik javnaði Mwaruwari
fyri Portsmouth. Tá sjey
minuttir
vóru
eftir
av
dystinum sá út til, at Ports
mouth fór at vinna, tá Utaka
sendi bóltin í netið, men
minuttin aftan á javnaði
Andy Todd fyri Derby, og
sostatt endaði dysturin við
11 javnleiki.
Einasti uppflytarin, sum
ikki fekk stig, var Birming
ham. Teir høvdu tó heldur
ikki nakran lættan dyst, tá
teir vitjaðu hjá Chelsea á
Stamfor Bridge. Dysturin
endaði við 32 sigri til
Chelsea, men Birmingham
var væl við í hesum sera
undirhaldandi dystinum.
Manchester United fekk bert 0-0 á heimavølli
ímóti Reading í fyrsta dystinum í ár, og harafturat
bleiv Wayne Rooney álvarsliga skaddur. Hann
verður væntandi úti í á leið tveir mánaðir.
Mynd: Polfoto
Úrslit frá
Premier League
Sunderland –
Tottenham 10
Bolton –
Newcastle 13
West Ham –
Manchester City 02
Derby –
Portsmouth 22
Middlesbrough –
Blackburn 12
Everton –
Wigan 21
Aston Villa –
Liverpool 12
Arsenal –
Fulham 21
Chelsea –
Birmingham 32
Man Utd –
Reading 00
Enski
landsliðsáleyparin hjá
Manchester United,
Wayne Rooney,
mátti lata seg skifta
út í hálvleikinum
í dystinum ímóti
Reading um
vikuskiftið, og nú
er greitt, at Rooney
má binda frið í tveir
mánaðir
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Stutt undan hálvleikssteðg
inum í dystinum millum
Manchester United og Rea
ding í gjár, fekk enski lands
liðsáleyparin hjá United,
Wayne Rooney ein skaða í
fótin. Verjuleikarin hjá Rea
ding, Michael Duberry, sku
ldi verja fyri einum skoti
frá Rooney, og ótilvitað
rakti hann fótin hjá Rooney,
sum small í vøllin. Rooney
fekk spælt dystin til hálv
leiks, men tá liðini komu
inn aftur til seinna hálvleik,
var eingin Wayne Rooney
at síggja.
Eftir hendingina bleiv Ro
oney sendur beinleiðis til
kanningar, og hesar bóru ik
ki góð boð frá sær. Sjálvt
um læknarnir ikki enn kun
nu staðfesta akkurát, hvat
er galið, so er líkt til, at
Wayne Rooney má binda
frið í upp til tveir mánaðir.
Hóast sín unga aldur, so
er hetta ikki fyrsti álvarsligi
skaði, sum Wayne Rooney
fær. Tvær ferðir áður hevur
hann roynt at brotið eitt lí
tið bein inn í fótinum, sum í
báðum førum hevur hildið
hann burtur frá fótbólti í
eina tíð.
Rooney álvarsliga skaddur
Tað gongur væl hjá Fremad Amager í donsku 2. deild. Um
vikuskiftið tóku teir ímóti BSV, og annan dystin á rað
eydnaðist tað hjá Fremad Amager at vinna dystin. Eftir eitt
gott korter legði nýggi málrevurin hjá Fremad Amager,
Anders Jochumsen, heimaliðið á odda, men tað gingu bert
10 minuttir, so javnaði BSV. Gleðin var tó stokkut, tí fýra
minuttir seinni var sami Jochumsen upp á spæl og skoraði
til 21, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki
sat Fremad Amager á øllum, men fleiri mál komu ikki í
dystinum, sum Fremad Amager sostatt vann 21. Við
sigrinum hava teir fult stigatal eftir tveimum dystum.
Ajax vann Super Cup
Hollendska Super Cup, sum er dysturin millum
meistararnar og steypavinnararnar, var á skránni um
vikuskiftið, tá Ajax Amsterdam tók ímóti PSV
Eindhoven. Og liðið úr Amsterdam vísti enn einaferð, at
teir hava sera gott tak á PSV. Ajax vann nevniliga dystin
10 við máli, sum spanski Gabri skoraði í fyrra hálvleiki,
og hetta er triðja árið á rað, at Ajax vinnur Siper Cup
finaluna ímóti júst PSV.
Fremad Amager vann aftur
Meistararnir skuffaðu á heimavølli