týsdagur 14. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 155 - 14. august 2007
tíðindi
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Jórun Høgnesen,
forkvinna í sosialu
deild í Klaksvíkar
kommunu, er ikki
samd við varðaborgar
stjóran um, hvussu
nýggi barnagarðurin
skal eita
Barnagarður
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Nýggi
barnagarðurin
í
Klaksvík skal eita Baldurs
brá, um tað stendur til Jórun
Høgnesen
og
Eyðgunn
Samuelsen, forkvinnu og
nevndarlim í sosialu deild.
Tær báðar siga, at síðan
kommunan yvirtók barna
ansingina, hevur sosiala
deild verið samd um at nýta
blomunøvn til sínar stovnar
innan barnaansing.
Jórun Høgnesen situr í
býráðssamgongu við Jákup
Mikkelsen, sum í farnu
viku segði, at hann ætlaði
at leggja fram uppskot um,
at nýggi barnagarðurin í
Klaksvíkar
Kommunu
skuldi eita Margitar barna
garður eftir Margit Joensen,
sálu.
Margit Joensen var fyrst
valda kvinna í Klaksvíkar
býráð og forkvinna í sosialu
nevnd, tá verkætlanin fór av
bakkastokki fyri umleið 20
árum síðani.
Jórun Høgnesen og Eyð
gunn Samuelsen halda, at
tað ber til at fylgja siðinum
at geva stovnum blómunøvn,
samstundis sum minnið um
Margit Joensen, sálu, verð
ur heiðra.
Fyri at minnast leiklutin
hjá Margit Joensen, halda
vit tað vera hóskandi – og í
trá við samtyktina um
blómunøvn at kalla stovn
in Baldursbrá, ið á donskum
eitur Margerit.
Nýggi barnagarðurin er
fyrsti
barnagarður,
sum
Klaksvíkar
Kommuna
hevur latið byggjað, og tal
an er um eina 20 ára gamla
verkætlan, sum nú endiliga
er gjøgnumførd.
Frammanundan eru fýra
barnagarðar í Klaksvík,
Drotning Margretu barna
garðurin, Mylnuhúsið, Blá
kollan og útibarnagarðurin
Fjallafípan.
Ongin
av
hesum húsast í bygningum,
sum vóru bygdir til enda
málið.
Tey 64 børnini, sum
sleppa at ganga í barnagarð
urin á Traðargøtu hava fing
ið boð, og barnagarðurin
letur upp 17. september.
Býráðið ikki
samt um
barnagarðsnavn