Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 14. august 2007 5 SamVit er ein almennur stovnur, sum fevnir um fyrrverandi Ferðaráð Føroya og Menningarstovuna, ið løgdu saman um ársskiftið 2006-2007. SamVit skal sum stovnur virka sambært tí til eina og hvørja tíð galdandi vinnupolitikki landsins, og høvuðsuppgávurnar sambært hesum eru m.a.: At birta uppundir nýskapan og íverksetan. Í samstarvi við aðrar myndugleikar at samskipa mannagongdir innan fyrisiting, sum hava týdning fyri tær einstøku fyritøkurnar. At menna føroyska vinnu. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í. Og at menna ferðavinnuna í Føroyum og at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Faroe Islands Enterprise Vilt tú arbeiða saman við okkum? Hevur eitt ella fleiri av omanfyrinevndu størvum tín stóra áhuga og passa lýsingarnar til tín so send eina umsókn til: - eisini hóast tú kanska ikki heilt lýkur allar treytirnar. Tað er tó eitt krav, at tú dugir at tosa og skriva á føroyskum. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.aug. 2007. Spurningar í sambandi við starvið kunnu setast til Elina Heinesen, stjóra á SamViti, tlf. 353100. Tú byrjar í starvinum sum skjótast ella í seinasta lagi 1. okt. 2007. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Vit sóknast eftir 4 nýggjum starvsfeløgum! SamVit, Bryggjubakki 12, Postboks 259, FO-110 Tórshavn. Att.: Elin Heinesen, stjóri. Umsóknir kunnu eisini sendast umvegis teldupost: ella trade@trade.fo tourist@tourist.fo