týsdagur 14. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 155 - 14. august 2007
Í føroyskum
troyggjum og oysandi
regni møtti trúlovaða
parið úr Eysturríki
upp í býráðssalinum
í Havn, har tey vórðu
vígd seinnapartin
fríggjadagin
KærleiKi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóast tey bara kendu Føroy
ar frá einum nógv umrødd
um fótbóltsdysti fyri mong
um árum síðani, valdi eyst
urríkska parið Eva Hiller
og Thomas Wimmer at ferð
ast líka til Føroyar at giftast
í býráðssalinum í Havn.
Tey bæði hava altíð ferð
ast nógv í norðurlondum,
og dáma sera væl norður
lendska mentan og ikki
minst friðin, ið her valdar.
Tí vóru tey ikki í iva, tá ið
tey gjørdu av at fáa pappír
upp á hvønn annan leiðin
skuldi ganga norðureftir.
Vit hava vitjað øll hini
norðurlondini, og tað er so
vanligt at fara til Íslands. Tí
fann eg uppá, at vit skuldu
fara til evarska lítla landið
mitt úti í Atlantshavi, sigur
44 ára gamla Eva Hiller.
Hon starvast dagliga á ein
ari røntgendeild í lítla býn
um Melk uttan fyri høvuðs
staðin Wien, meðan maður
in, 40 ára gamli Thomas,
býr í Wien, har hann starvast
sum lærari á tekniskum
skúla.
Og vit ætla at halda
fram við at búgva hvør sær
tá vit eru gift, og so vitja
hvønn annan, tá tørvur er á
tí, greiða tey frá við einum
stórum brosi.
Ferðast kring landið
Trý fólk eru komin við teim
um til Føroyar, millum ann
að dóttur Evu, 21 ára gamla
Sonja, sum eisini var annað
av tveimum vitnum, sum
krevjast í slíkum førum.
Hini bæði eru vinmenninir,
Christian og Thomas, sum
øll fóru av landinum aftur í
vikuskiftinum.
Næstu tvær vikurnar fara
tey bæði nýgiftu at ferðast
kring oyggjarnar, eitt nú til
Gjáar, Mykinesar, Hattar
víkar og Húsavíkar.
Troyggjur í gávu
Spurd, hví tey hava valt at
verða vígd í føroyskum
troyggjum, greiða tey frá,
at tey vanliga altíð keypa
sær eina troyggju í landin
um, har tey ferðast.
Tí var tað eisini natúrligt
at støkka inn á gólvi hjá Tøt
ing á Áarvegnum, har vit
valdu okkum hvør sína
troyggju. Og tá handilskonan
Lydia hoyrdi, at vit ætlaðu
at giftast í troyggjunum,
gjørdi hon ikki matari enn
at geva okkum troyggjurnar
í gávu. So hóast veðrið ikki
vísir okkum vælvild, so er
ikki eiti á blíðskapi, vit
møta her á landi, siga tey
bæði at enda.
Romantikkur á Vaglinum
Eysturríska parið Eva
Hiller og Thomas Wimmer
góvu hvørjum øðrum
lovorð í býráðssalinum í
Havn fríggjadagin. Heðin
Mortensen, borgarstjóri, stóð
fyri sjálvari vígsluni. Vitni
vóru vinmaðurin Christian
og dóttir brúðrina Sonja,
sum vóru komin allan vegin
til Føroyar at hátíðarhalda
stóra dagin saman við
brúðarparinum
Eldásetingin verður kannað
Kriminalløgreglan kannar framvegis málið um tær báðar royndirnar at seta eld á Gjáar
kirkju um vikuskiftið. Í gjár vóru fólk av deildini við kirkjuna og gjørdu tekniskar
kanningar, eins og tey ynsktu at tosa við fólk sum vóru í bygdini um vikuskiftið. Hetta er
kortini ikki bert sum at siga tað, tí nógv fólk var í Gjógv um vikuskiftið, har bæði ein
familjuveitsla og eitt brúdleyp vóru á skránni. Løgreglan heitir á fólk um at venda sær til
løgregluna, um tey vita okkurt sum kann hjálpa teimum at greiða málið. Tey eru serliga
áhugað í, um fólk hava sæð okkurt, sum kann hava týdning fyri kanningararbeiðið, á
kirkjuvegnum millum kl. 8 leygarkvøldið og sunnumorgunin kl. 9. Enn er kriminalløgreglan
ikki komin á mál, og málið verður tí framvegis kannað. Gjáar kirkja stendur vanliga opin,
men fyribils hevur kirkjuráðið avgjørt at læsa hana.
Samstundis sum
farið verður undir
at gera víðfevnda
heildarætlan fyri
Tórshavnar komm
unuskúla, fær
skúlin seks fyribils
skúlastovur at ráða
yvir, meðan hann
verður umvældur,
umbygdur og
nútímansgjørdur yvir
næstu tvey til trý árini
SKÚli
Tíðindaskriv
Tórshavnar kommuna fer
nú undir fyrireikingarnar til
stórt
umvælingar
og
umbyggingararbeiði í Tórs
havnar kommunuskúla, so
hann í framtíðini kann liva
upp til tey krøv, ið verða
sett nútíðar skúlum. Skjøtul
verður settur á arbeiðið um
miðjan august.
Fyrsta stigið er, at ein arki
tektur skal gera forkanningar
og síðani eitt yvirskipað
skitsuuppskot um, hvussu
framtíðar kommunuskúlin í
Havn skal síggja út og brúk
ast sigur borgarstjórin Heðin
Mortensen. Í hesum arbeiði
fer arkitekturin at vera í
samráð við allar viðkomandi
partar, so røkkast kann fram
til tað besta úrslitið.
Miðað verður eftir, at yvir
skipaða skitsuuppskotið um
ársskiftið skal til politiska
viðgerð. Síðan verður byggi
nevnd sett, og prosjektið
koyrt víðari eftir manna
gongdini fyri bygging hjá
Tórshavnar kommunu.
Longu í 2002 fór umsiting
in hjá Tórshavnar kommunu
undir at fyrireika eina heild
arætlan, og í 2004 varð ein
slík ætlan politiskt samtykt í
mentamálanevndini. Síðani
kom av ymsum ávum steðg
ur í arbeiðið, men nú verður
tað tikið upp aftur og gjøgn
umført úr enda í annan.
Seks stovur aftrat
Meðan arbeiðið við heildar
ætlanini fer fram, verða seks
fyribils skúlastovur settar
upp við skúlan, og verður
helst brúk fyri teimum í tvey
til trý ár. Tvær teirra skulu
ætlandi standa í garðinum
hjá Frøken Cohr, og hinar
fýra verða settar upp aftan
fyri Sjónleikarhúsið, sigur
borgarstjórin. Umsókn um
byggiloyvi verður viðgjørt í
Byggi og býarskipanar
nevndini mánadagin.
Tá Tórshavnar kommuna
fyri summarfrítíðina bað
um skúlastovurnar, fekk
kommunan at vita, at tær
kundu standa klárar, tá
skúlin byrjaði aftur. Men
greitt er nú, at henda tíðar
ætlan ikki fer at halda,
umframt at ikki ber til at
seta stovurnar upp í ovara
enda á Grasagarði, sum upp
runliga ætlað.
Tí byrjar skúlagongdin í
Tórshavnar kommunuskúla
við somu hølisloysn sum
áðrenn
summarfrítíðina.
Partvíst verða serhøli í skúl
anum brúkt til vanliga floks
undirvísing,
samstundis
sum avtalan um Bridgehúsið
verður longd. Men í viku
38 og 39 sleppur skúlin at
brúka tær seks nýggju skúla
stovurnar,
sigur
borgar
stjórin.
Kommunuskúlin seks skúlastovur aftrat