Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 155 - 14. august 2007 Jørgen Niclasen: Rúna Sivertsen er avgjørt ein missur fyri Fólkaflokkin Jørgen Niclasen, for­ maður í Fólkaflokki­ num, harmast av­­ gerðina hjá Rúnu Siv­ertsen um at taka seg seg úr flokkinum. Hon er av­gjørt ein missur fyri flokkin, heldur formaðurin Politikkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rúna Sivertsen var heilt vist eitt aktiv fyri Fólka­ flokkin, heldur nýggi for­ maðurin í flokkinum, Jørgen Niclasen. Tí harmast hann eisini um, at Rúna hevur boðað frá, at hon tekur seg úr flokkinum. Nógvar dygdir Í blaðnum í gjár greiddi Rúna Sivertsen frá, at tað var orsakað av vantandi møguleika at gera sina ávirkan galdandi, at hon tók seg úr Fólkaflokkinum. Hetta harmar nýggja for­ mannin ikki minst júst nú, ið hann hevur sett sær fyri at breiðka flokkin. Sum formaður í Fólkaflokkinum er tað millum annað upp­ gávan hjá Jørgen Niclasen at endurnýggja flokkin. Eitt av hansara aðalmálum í tí sambandi er nettup, at yngru og kvinnuligu kreft­ irnar fáa meir pláss og verða sjónligari. – Hetta er jú nettup nakað av tí, Rúna Sivertsen hevur eftirlýst og hevði tað verið ein upplagdur møgu­ leiki hjá henni at gjørt seg meir galdandi, sigur Jørgen Niclasen, sum heldur, at Rúna Sivertsen hevur nakr­ ar dygdir, sum flokkurin hevur havt gleði av. – Rúna Sivertsen dugir serliga væl at bera fram sín boðskap á ein hátt, sum treingir væl ígjøgnum. Hartil er hon sera arbeiðs­ som, sigur formaðurin. Vælkomin aftur Hesar dygdir fær flokkurin neyvan gleðir av framyvir. Jørgen Niclasen frætti um avgerðina hjá Rúnu Siv­ ertsen í fjølmiðlunum og hevði sostatt ikki møgu­ leika at biða hana umhugsa sína støðu enn einaferð. – Tað hevði eg heilt vist havt gjørt, um eg hevði møguleikan. Hinvegin hevði tað neyvan broytt nakað, tí sum hon sjálv sigur, hevur hon umhugsað sína støðu í flokkinum leingi, sigur Jørgen Niclasen, og leggur afturat, at hon er vælkomin aftur, um tað skuldi verðið. – Hurðarnar hjá Fólka­ flokkinum standa fram­ vegis opnar fyri Rúnu Siv­ ertsen, sigur hann. Hóast Jørgen Niclasen harmast um avgerðina hjá Rúnu Sivertsen, so leggur hann áherðslu á, at tað framvegis eru nógvar góðar kreftir í flokkinum. Eisini kvinnur, sum vit koma at síggja munandi meir til, tá vit nærkast løgtingsvali­ num. – Men tað er altíð ein missur, tá góðir stuðlar venda flokkinum bakið. Tað ræður jú um at fjølga um flokkin og ikki øvugt, sigur Jørgen Niclasen. Námsfrøði nú og í framtíðini Pedagogfelagið skipar fyri námsfrøðiligari ráðstev­nu 13. og 14. september Námsfrøði Tíðindaskriv Í sambandi við at Føroya Pedagogfelag gjørdist 25 ár 1.juni í ár, verður skipað fyri eini ráðstevnu á Hotel Føroyum fyri limum fel­ agsins 13. og 14. septem­ ber. Høvuðsevnið á ráðstevn­ uni er “Námsfrøði nú og í framtíðini”. Við hesum vilja vit vísa á arbeiðið, sum verður gjørt í dag og hugsjónina um, hvussu vit í framtíðini kunnu gerast betri, soleiðis at vit eisini vinna størri virðing fyri okkara fakliga virksemi. Vit leggja dent á at lýsa námsfrøðiliga arbeiðsøkið frá fleiri ymiskum sjón­ arhornum, soleiðis at evn­ ini á ráðstevnuni fevna um so nógvar av limum okkara sum gjørligt. Hugsanin við ráðstevnuni er eisini at varpa ljós á námsfrøðiliga fakbólkin í føroyska samfelagnum og soleiðis vísa á týdningin og dygdina í pedagogiskum arbeiði. Skráin er tískil sera fjøl­ broytt og spennandi. Katrin Petersen, fyrsta for­ kvinna fyri Føroya Peda­ gogfelag, setir stevnuna. Síðani vera royndir og áhugaverdir fyrilestrahald­ arar sum John Andersen, cand.psych. og Henrik Hel­ weg, stjóri í fyritøkuni Partnermanagement, á skránni. Royndir og dugna­ ligir føroyskir námsfrøð­ ingar sum Guðrun Winther­ eig Rasmussen, Gunrid á Plógv og Hanna Rubeksen, fara at hugleiða um náms­ frøðiliga dygd í mun til teirra dagliga arbeiði. Turid Olsen, heilsurøktarfrøðing­ ur fer, saman við Súsonnu Holm, námsfrøðingi, at við­ gera úrslitið av eini kanning Turid hevur gjørt um náms­ frøði í Føroyum. Seinra dagin er Salome A. Thorisdóttir, forkvinna fyri Íslendska pedagog­ felagið fyrst á skránni. Eftir hetta fer Guðrun Eyst­ urlíð, pedagogur, at tosa um menniskjasýnið og relatiónsarbeiðið. Fakligi parturin av ráðstevnuni endar við Dánial Hoydal, tekstahøvundi, sum fer at tosa um retorikk og námsfrøði. Fólk frá Tjóðpalli Føroya enda síðani ráðstevnuna við eini stuttligari mentan­ arframførslu. Tilmeldingarblað er at finna í blaðnum. ­ Luttøku­ gjaldið er kr.2.000 íroknað mat og kaffi báðar dagarnar. Seinasta freist at tekna seg til ráð­ stevnuna er mánadagin 03. september. Fyrilestrarøð: Frá gudum til robottar Komandi mánað byrjar listasøguliga fyrilestrarøðin “Frá gudum til robottar – fra marmormyndum til elektriska list” v­ið listfrøðinginum, Mette Wiv­el meNtaN Anna V. Elingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrilestrarøðin gevur grundleggjandi fatan av evropeiskari myndlista­ søgu. Í fyrilestrunum fer Mette Wivel at viðgera málningalist, skulptur og byggilist við menn¬ingini hjá einstaka listafólkinum í huga. Hvørt tíðarskeið verður lýst við støði í list og listafólki, sum á serligan hátt hava verið við til at skapa nýggja hevd og nýggj listalig rák. Fyrilestrahald­ arin fer at seta ­ismur og tíðarskeið í ein samfelags­ ligan samanhang. Harum­ framt spyr hon: Hví sær listin soleiðis og/ella so­ leiðis út í hesum og hasum tíðarskeiðinum? Somuleiðis fer hon at seta fokus á einstaklingar, sum hava havt ein avgerandi søgu­ ligan leiklut fyri menning­ ina av samfelagnum. Hartil verða faklig heiti, tøkni, ikonografi (læran um symbol) og myndamál sum heild greidd og greinað. Fyrilestrarøðin er skipað soleiðis: 1.: 15.­16. september 2007: frá fornøld til renæssansu, 700 f.Kr.­ 1400 e.Kr. 2.: 16.­17. februar 2008: frá renessansu til barokk, 1400­1700 3.: 17.­18. mai 2008: rokoko, upplýsingartíð til impressionismu, 1700­ 1850 4.: 13.­14. september 2008: frá impressionismu til abstraka ekspressionismu, 1850­1950 5.: 15.­16. november 2008: frá abstraktari ekspressio­ nismu til videolist. Allar dagarnar kl. 10­ 15.30 við kaffi/testeðgum og einum tíma døguðra­ steðgi. Ætlanin er, at skeiðið skal vera á Fróðskaparsetri­ num – nágreiniligari boð verða givin seinni. Fyrilestrarøðin er almen, men tað er neyðugt at tekna seg. Meir fæst at vita um kostnað, tekning o. a á heimasíðuni hjá Listasam­ bandi Føroya, www.lisa.fo á slóðini Skeið í listasøgu Tað eru Listafelag Før­ oya, Føroysk Myndlistafólk og Fróðskaparfelagið, sum skipa fyri fyrilestrarøðini Nógv skaðadjór Tey seinastu árini hava danir kært seg nógv um tann sokallaða dreparasnigilin, sum oyðileggur grøðina í urta­ gørðunum, men hann er í veruleikanum bara ein av mong­ um plágum, sum danir hava fingið og fara at fáa at stríðast við. Ein asiatiskur snigil er tætt sunnan fyri markið við Týskland, og vaskibjørnin nærkast eisini. Í sjónum hava menn funnið eitt djór, sum etur alt livandi, sum tað kemur framá, og sum kann hótta fisk og djór í sjónum. Beinir til Sørvágs Sørvingar hava saman við øðrum keypt trolaran Beinir frá partafelagnum Kimbli í Havn Lemmatrolarin Beinir skal nú skrásetast í Sørvági. Eitt nýtt partafelag, sum hevur heimstað í Sørvági, hevur keypt trolaran frá partafelagnum Kimbli í Havn. Tað eru teir,sum frammanundan eiga trolaran Vesturskin, ið eru høvuðseigarar í nýggja felagnum, sum teir hava stovnað við øðrum sørvingum. Prísurin fyri Beinir er millum 19 og 20 mió. krónur, sigur Útvarpið.