týsdagur 14. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 155 - 14. august 2007
tíðindi
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
“Onkur má lukta illa fyri, at
tú skal kunna lukta væl…”
Jú, so víst hevur roykurin
av agni verið eitt av eyð
kennunum fyri bryggju
kantin í Klaksvík gjøgnum
mong mong ár.
Og soleiðis er enn í dag.
Klaksvíkin hevur verið
miðstøðin fyri útróðri í Før
oyum langt aftur í tíðina.
Tað var borgarstjórin í
Klaksvík,
Steinbjørn
O.
Jacobsen, sum segði hesi
orðini, vit byrjaðu greinina
við, tá hann beyð øll væl
komnum á Føroya Sjó
mannadegi í Klaksvík í fjør.
Tað var ein kona, sum
helst helt seg vera eitt sindur
fínari enn vanliga fiski
mannakonan. Ein góðveð
ursdag kom hon gangandi
fram við einum húsum, har
maður stóð og egndi, og agn
roykurin setti út á geilar.
Tá hon gekk fram við,
helt hon fyri, at her luktaði
illa av agni!
Ja, men onkur má lukta
illa fyri, at tú skal kunna
lukta væl, var útóðrarmað
urin skjótur at siga.
Útróður og
sjómanslív
Í vikuskiftinum fara klaks
víkingar at skipa fyri enn
einum stórum tiltaki. Hesa
ferð er tað Føroya Sjómanna
dagur, sum nú verður settur
á kjøl á triðja sinni. Tey
nógvu tiltøkini og kapping
arnar eru á skránni leygar
dagin, men tey fyrstu til
tøkini byrja longu í annað
kvøld við sjómanssøgum og
sjómansvísum í Atlantis.
Útróðrarmenn og teir,
sum starvast á bátaog skips
dekki og annars halda nógv
til fram við bryggjukantin
um, eru sera glaðir fyri
hendan dagin. Dagarnar
uppundir tiltakið er vanligt,
at teir vaska og mála egning
arskúrarnar og gera alt so
hugnaligt.
Tað sigur John William
Joensen, sum er kunningar
leiðari í sambandi við
sjómannadagin.
Hesin dagur er serliga ætl
aður útróðrarmonnum, fiski
monnum og familjum teirra,
sum hava sjólívið so tætt upp
at sær. Fólk, sum ikki hava
beinleiðis tilknýti til vinnuna,
eru sjálvsagt eisini vælkomin
at fylgja við í ymisku kapp
ingunum, hoyra frásagnir og
síggja
framsýningar
av
ymiskum slagi, sum eru á
skránni hesar dagar.
Kunningarleiðarin leggur
dent á, at Føroya Sjómanna
dagur setir fokus á sjómans
lívið.
Lágt í metum
Tað er eingin loyna, at
útróðrarvinnan og fyri so vítt
eisini fiskivinnan á landi ikki
er so høgt í metum, nú flest
øll helst skulu víðari í skúla
eftir loknan fólkaskúla.
John Willian sigur, at tað
at standa og egna í nógvum
førum verður sæð sum ein
neyðloysn.
Men tað eru nógvir ung
dómar, sum tjena sær góðar
pengar í skúrunum fram
við bryggjukantinum, legg
ur hann aftrat.
Hann vísir annars á, at
bæði tey fyrru árini, Føroya
Sjómannadagur hevur verið
hildin í Klaksvík, hevur
undirtøkan fyri degnum
verið stór. Fólk eru komin
úr ymiskum heraðshornum.
Í byrjanini vistu vit slett
ikki, hvussu fólk fóru at
koma, men tað vísti seg, at
undirtøkan fyri degnum
longu fyrsta árið gjørdist
rættiliga stór. Í fjør mettu
vit, at talið lá millum 4.000
og 5.000 vitjandi gestir.
John William sigur, at held
ur veðrið sær leygardagin, tá
ókeypis eisini verður at koyra
gjøgnum
Leirvíkstunnilin,
væntar hann uppaftur fleiri
fólk til Klaksvíkar enn í fjør.
Alt er ókeypis
Men tað er ikki bara tunnil
in, sum verður ókeypis leyg
ardagin.
Øll tiltøkini á Føroya
Sjómannadegi eru ókeypis,
bæði úti og inni. Einasta,
sum fólk noyðast at gjalda
fyri, er maturin, tey sjálvi
keypa.
Kunningarleiðarin
vísir
á, at tað, at eingi atgongu
merki verða seld, ger eisini,
at torført er at siga, hvussu
nógv fólk kemur til Sjó
mannadagin.
Vit hava eisini roynt at
skipað so fyri, at eingin
søla er á stevnuøkinum,
sum lokkar børnini at keypa
góðgæti, kandy, ballónir og
annað. Tað er bevíst, at vit
hava gjørt tað soleiðis, tí vil
ætla, at hetta tiltak ikki
neyðturviliga skal nýtast at
kosta teimum nakað, sum
vilja verða við.
Dyggir stuðlar
John William sigur, at Før
oya Sjómannadagur er væl
stuðlaður
av
nógvum
ymiskum
fyritøkum
og
stovnum, harav tær flestu
hava eitt hvørt við sjógvin
Sjómannadagur setir foku
- Í byrjanini vistu vit ikki, hvussu
fólk fóru at taka undir við einum
sjómannadegi, og tí vistu vit heldur
ikki, hvussu nógv fólk fóru at koma til
tiltøkini. Í fjør høvdu vit eini 4.000-
5.000 vitjandi, og verður veðrið til
vildar leygardagin, vænta vit enn fleiri
fólk hesaferð, sigur John William
Joensen, kunningarleiðari
Lítið arbeiðsloysi
Í juli var arbeiðsloysdið í Íslandi 0,9 prosent, og so lítið
arbeiðsloysi hevur Ísland ikki havt í einum mánað tey
seinastu sjey árini, skrivar Morgunblaðið. Tað er eisini væl
minni enn í juli í fjør, tá 1,4 prosent vóru arbeiðsleys.
Verður hugt at kynunum báðum, var arbeiðsloysið millum
menn 0,7 prosent og millum kvinnur 1,3 prosent í juli. Í
sísta mánað fingu 461 ESborgarar og 37 fólk úr øðrum
londum arbeiðsloyvi í Íslandi.
Fiskivinnan fær minni
Landingarvirðið hjá danska fiskiflotanum fyrra hálvár í ár
var tíggju prosent minni enn í sama tíðarskeiði í 2006.
Samstundis minkaði nøgdin næstan ein triðing. Tað vísa
nýggj tøl hjá matvørumálaráðnum. Har sæst, at
landingarvirðið fyrra hálvár var smáar 1,8 mia. krónur,
sum vóru umleið 160 mió. krónur minni enn seks teir
fyrstu mánaðarnar í fjør, og at nøgdin var 29 prosent minni.
Skip, sum fiska til matna, landaðu fyri 103 mió. krónur
minni.