Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 155 - 14. august 2007 s á sjómanslívið Tað verður borgar­ stjórin í Klaksvíkar kommunu, Stein­ bjørn O. Jacobsen, sum fer at bjóða vælkomin leygar­ morgunin, og síðan setir lands­ stýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, Føroya Sjómannadag Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrstu tiltøkini á Føroya Sjómannadegi byrja longu í annaðkvøld, tá sjómans­ søgur og sjómansvísur verða at hoyra í Atlantis. Tað verður Óli Olsen, rit­ høvundur, sum fer at greiða frá ævisøgu um Fisher Heinesen. Hósdagin letur Bátasavn­ ið í Leirvík upp sum partur av tiltøkunum á Føroya Sjómannadegi. Eisini verður fiskikapping á Kós­ ini fyri gentur og dreingir, og hóskvøldið endar við, at fløskupostar verða tveitt­ ir í Kalsoyarfirði. Fríggjadagin verður lagt fyri við fiskivinnuráð­ stevnu, sum verður í Skál­ anum, og fríggjakvøldið er Bátasavnið í Leirvík eisini opið. Leygardagurin er tann stóri dagurin, tá allar kapp­ ingarnar eru á skránni. Stundisliga leygarmorg­ unin leggja tey føroysku træskipini, Dragin, West­ ward Ho, Jóhanna, Norð­ lýsið, Anita og Fram, til bryggju á Stongunum. Klokkan 9 leygarmorgun­ in verður stórt morgunmat­ arborð á Stangarbrúnni. Tað verður borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan setir landsstýris­ maðurin í fiskivinnumál­ um, Bjørn Kalsø, dagin. Leygarmorgunin verður eisini SkipaQvistin 2007, og hetta er undankappingin, har øll kunnu luttaka. Umframt træskipini, sum koma at prýða Klaks­ víkina, fara eisini stórir føroyskir bátar við árum og seglum at leggja til bryggju á Stongunum. Eitt sindur verður av hvørjum, tá ið ræður um skip, bátar og sigling, tí eitt av tiltøkunum leygar­ morgunin verður framført av nøkrum kajak­rógvar­ um, sum fara at sýna fram kynstur út fyri Stangar­ brúnni. Leygarmorgunin verður eisini togtogan millum skipsmanningar. Seint fyrrapartin fer Grindamannafelagið at skera upp grindahval, og um somu tíð verður svimji­ kapping um vánna. WaterShow verður eisini á bryggjuni stutt fyri mid­ dag leygardagin, og her verða tað Klaksvíkar Fim­ leikarfelag, sum fer at skipa fyri undirhaldslop­ um. Eisini verður kapp­ rógving við fiskakassum. Fyrsta FM­kappingin verður eisini fyri middag leygardagin, tá kappast verður í trolbøting. Eftir døgurða verða fleiri aðrar FM­kappingar í eitt nú sjómanstaki, at kasta fang­ línu, at halda dreggi, kelv­ ing og agnskering. Tvær av teimum mest spennandi kappingunum eru í at skera agn og í egning. Seint leygarkvøldið verð­ ur ókeypis dandur “på brygga”, har Dansihugni fer at sýna fram fólkadans og fer at undirvísa í línu­ dansi. Sunnudagin verður sjó­ mansgudstænasta í Kristi­ anskirkjuni, har Jógvan Fríðriksson, prestur, præd­ ikar, og tíðliga um kvøldið verður sjómansmøti í tjald­ inum. Møti verður eisini í KFUM&K við Frits Thom­ sen av Skála. Flestu tiltøkini eru leygardag og sjóvinnu annars at gera. ­ Tiltakið í fjør kostaði einar 700.000 krónur, og hetta fingu vit alt fíggjað við stuðli. Eg haldi ikki, vit hava vent okkum til nakra fyritøku, sum hevur sýtt fyri at stuðla, leggur hann aftrat. Føroya Sjómannadagur setir í fyrsta lagi fokus á sjó­ manslívið og tað arbeiði, sum sjófólk gera í tí dagliga. ­ Soleiðis hava allar kapp­ ingarnar, sum eru á skránni, eitt hvørt við sjómanslívið og tað arbeiði, sum sjófólk takast við, at gera. Hetta er í fyrsta lagi dagurin hjá sjó­ fólki og familjum teirra, men øll eru vælkomin at verða við. John William sigur, at hugt verður eisini aftur í søguna, eitt nú við sjómans­ søgum, sjómansvísum og framsýningum. ­ Eisini verður skipað fyri fleiri føroyameistarakapp­ ingum. Ein av hesum er í kelving, har tveir mans royna at hála ein pinn úr hondini á hvørjum øðrum. Maðurin, sum seinastu tvær ferðirnar er endaður á øðrum plássi í hesi kapping, er Jóhan Páll Joensen, sum væntandi fer at royna at taka “meistaran”, nú kapp­ ast verður av nýggjum leyg­ ardagin, sigur hann. Eins og í fjør, fer Grinda­ mannafelagið aftur í ár at vísa fólki, hvussu ein grinda­ hvalur verður skorin upp. Upprunin til dagin Hvør er so upprunin til Før­ oya Sjómannadag. Henda spurning settu vit eisini John Williami. ­ Sum eg havi skilt, komu Niclas Heri Jákupsson og pápi mín, Olivur Joensen, at práta saman ein dagin, teir vóru á flogi saman. Tá komu teir at tosa um, at ymiskir býir og bygdir skipa fyri ávísum tiltøkum, sum onkusvegna hava til­ knýti til staðið. Teir settu sær so spurningin, hvat Klaksvíkin hevur fram um – ella meira – enn aðrar bygdir og býir. John William sigur, at hesir báðir, sum eisini hava verið dyggir stuðlar undir tiltakinum síðan, komu til ta niðurstøðu, at Klaksvíkin í fyrsta lagi er kend fyri útróður og línuveiði annars. ­ Eg haldi, at tað eru eini fimm ár, síðan hugskotið til Føroya Sjómannadag byrj­ aði at fáa skap, og nú verður so dagurin hildin á triðja sinni, sigur John William Joensen, kunningarleiðari. Føroya Sjómannadagur í Klaksvík savnar nógv fólk, bæði ung, tilkomin og eldri. Hetta er eitt gott tiltak, sum fellir væl inn í myndina av Klaksvíkini sum føroyski fiskivinnubýurin av øllum Mynd: Álvur Haraldsen Børnini hava stóran áhuga í livandi fiskum, krabbum og skeljadýrum – og í ár royna fyrireikararnir eisini at fáa fatur á onkrum sjófuglum Mynd: Vilmund Jacobsen Kreppan dryppar á Grønland Grønlendska heimastýrið ætlar nú at vinna pening uppá broytingarnar í veðurlagnum, skrivar Fiskaren. Grønland er millum harðast raktu økini, og innlandsísurin bráðnar eisini orsakað av hesum. Nú skal ísurin sum bráðnar – og sum kann vera um 10.000 ára gamal – latast í fløskur, og seljast ríkum amerikumonnum og japanarum. Í løtuni verður arbeitt við at útvega fígging. Krabbi við perlu Ein norsk kvinna fekk ein minni hvøkk, tá hon skuldi njóta eina góða máltíð við krabbakjøti. Tá hon skuldi seta á klónna í einum krabba, kom ein vøkur perla rullandi út. Eftir øllum at døma er ein ókendur lutur komin inn undir skelina og er so líðandi vorðin innkapslaður av kálki, haðani vakra perlan stavar.