týsdagur 14. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 155 - 14. august 2007
hvørvinum
Olshanu, og Føroyar vóru
ikki klárar at lofta umhvør
visspurninginum
á
ein
nøktandi hátt, staðfestir
Anni á Hædd.
Tá óhappið hendi tilkall
aði
tilbúgvigarstovnurin
beinanvegin
umhvørvis
deildina hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni. Tey mæltu
til, at oljan varð tikin úr
skipinum beinanvegin, men
tilráðingarnar og meting
arnar frá teim serkønu á
MRCC vigaðu tingri.
Hóast Anni á Hædd ikki
heldur tað vera skeivt, at
mannalív raðfestast hægri
enn umhvørvið, so leggur
hon dent á, at ein tilbúgv
ingarætlan hevði gjørt arb
eiðið greiðari og skjótari.
Mangla
uppskriftsbókina
Jóhanna Olsen, virkandi
leiðari á Umhvørvisdeild
ini, sigur, at teirra arbeiði
gekk serstakliga væl, tí tey
hava ein innanhýsis til
búgvingarleist við ábyrgd
arbýtið og mannagongdum,
og henda ætlan varð fylgd,
tá deildin varð innkallað.
Øll vistu, hvør gjørdi hvat,
hvør skrásetti náttúruvirðir,
hvør skrivaði log og so
víðari.
– Um eingin ætlan fyri
liggur, er skjótt til, at øll
bara renna runt sum hønur,
tá vit standa mitt í kreppuni,
sigur Jóhanna Olsen og
greiðir frá, at Umhvørvis
deildin hevur havt fleiri
venjingar,
har
manna
gongdir og ábyrgdøkir eru
gjøgnumgingin.
Anni á Hædd sigur, at
samarbeiðið við Umhvørv
isdeildina gekk væl, júst tí
tey vóru so væl fyrireikað.
Men ein yvirskipað upp
skriftsbók ella handbók
manglar.
Orsøkin til at Føroyar
onga tilbúgvingarætlan hava
fyri umhvørvisvernd er
ikki, at lógir ella yvirtøkur
mangla.
– Tað einasta, sum mangl
ar, er at vit seta okkum
niður og gera ætlanina.
Tá ætlanin er gjørd,
kunnu tilmæli gerast um,
hvørja útgerð tørvur er á.
Síðani
kemur
politiska
raðfestingin, hvussu nógv
ynskja vit at vera før fyri at
taka okkum av, hvussu
nógv útgerð skal vera tøk,
og hvussu nógvar pengar
vilja vit brúka til umhvørv
isvernd, greiðir Anni á
Hædd á.
– Vit vita ikki nær og
hvar, men vit vita, at næsta
óhapp kemur. Um vit ikki
hava megna at fingið eina
tilbúgvingarætlan áðrenn
næsta óhapp, so verður
støðan júst tann sama. Vit
vera ákkurat líka illa fyri
at taka okkum av um
hvørvinum, staðfestir Anni
á Hædd.
Samskifti ikki
nóg gott
Torbjørn Jacobsen, ting
limur fyri Tjóðveldisflokk
in, hevur í fyrispurningi til
landstýrismannin við fiski
vinnumálum sett spurning
við førleikarnar hjá til
búgvingarleiðsluni.
Anni á Hædd heldur, at
tað er burtur við at fílast á
hennara manglandi mari
tima kunnleika. Starvs
lýsingin til starvið sum
stjóri segði onki um sigl
ingstíð ella royndir á sjó
num.
– Ein stjóri skal hava
yvirlit og duga at brúka
tann serkunnleika, sum er
á stovninum. Og starvs
fólkini á MRCC hava bæði
royndir og útbúgving.
Hinvegin var tað eitt
krav í starslýsingini, at
stjórin skuldi duga væl at
samskifta. Anni á Hædd
viðurkennur, at samskifti á
stovninum ikki gekk nóg
væl í samband við Olshana
óhappið.
– Alt samskifti gekk
gjøgnum MRCC, og har
kunnu vit bara staðfesta, at
partarnir ikki vóru nóg væl
kunnaðir
alla
tíðina.
MRCC sat inni við allari
vitanini
og
vit
høvdu
yvirlitið. Men tá partarnir
ikki altíð vita, hvat hendir,
kann tað elva til ørkymlan,
viðgongur Anni á Hædd.
– Hetta var okkara feilur,
og tað átaki eg mær ábyrgd
ina av. Men um vit skulu
sleppa undan somu tru
puleikum næstu ferð, hevur
tað alstóran týdning, at
allar mannagongdir, sam
starvsavtalur og leiðslu
vegir verða útgreinað í
einari yvirskipaðari til
búgvingarætlan,
leggur
Anni á Hædd áherðslu á.
Stjórin á Tilbúgvingini
vónar, at Olshana óhappið
kann seta ferð á fyrireik
ingarnar av eini tilbúgving
arætlan. Politikarnir áttu í
øllum førum at vita, hvørjir
trupuleikarnir eru.
– Allar lógirnar eru so
nýggjar, at sitandi politik
arar hava allir verið við til
at samtykkja tær, staðfestir
Anni á Hædd. Teir eiga at
vita, at tilbúgvingarætlan
manglar, at onki krav er
um loðs, at tilbúgvingin er
spjadd yvir fleiri aðalráð,
og at havumhvørvið hongur
í leysum gekki.
Kristina Rørbo gjørdi í 2004 eina
kanning av støðu føroyinga til náttúru
og umhvørvisfyrisiting.
Frágreiðingin staðfestir, at Føroyar
brúka ein nógv minni part av fíggjarlógini
til umhvørvisfyrisiting enn Ísland, Svø
ríki og Danmark – umleið helvtina so
nógv.
Umhvørvismál eru heldur ikki so nógv
frammi í Føroyum. Kristina Rørbo vísir
á, at meðan grannalondini hava óheft
ráð, sum taka kjak upp um ymisk mál
innan
umhvørvisvernd
og
ráðgeva
politikarum og myndugleikum, so er
onki líknandi føroyskt ráð.
Í grannalondunum hava áhugafeløg,
sum t.d. Danmarks Naturfredningsfor
ening eisini ein týdningarmiklan leiklut.
Men soleiðis er ikki í Føroyum.
Politiski leikpallurin endurspeglar ein
øðrvísi hugburð. Næstan helvtin av
føroyingunum í kanningi halda ikki, at
náttúran er hótt. Hetta er á leið dupult so
nógv sum í Íslandi, Danmark og
Svøríki.
Kanningin vísir, at føroyingar í størri
mun enn fólk aðrastaðni halda, at
umhvørvismál mugu raðfestast eftir, um
tey tæna virðum, vælferð og áhugamálum
hjá menniskjum. Við øðrum orðum,
hevur eitt reint umhvørvið onki virði í
sær sjálvum, men bert tí tað tryggjar
okkum góðan prís fyri fisk.
Kanningin av, hvørja áskoðan før
oyingar hava til umhvørismál og
umhvørvisfyristing, varð gjørd í 2004.
Havumhvørvisverndin hongur hin
vegin í leysari luft.
Føroyingar lítlan áhuga fyri umhvørvinum
Føroyar mangla eina
tilbúgvingarætlan fyri
vernd av havumhvørvinum.
Hetta sigur stjórin á
Tilbúgvingarstovninum,
Anni á Hædd, sum saman
við virkandi leiðaranum
á umhvørvisdeildini hjá
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
Jóhannu Olsen, hevur havt
úr at gera við uppruddingini
eftir Olshanu óhappinum
Eftir óhappið við Olshanu hevur kjak
tikið seg upp, antin tað skal vera eitt
krav, at útlendsk skip hava loðs, tá tey
sigla í føroyskum firðum.
Við Kringvarpið hevur landsstýris
maðurin við fiskivinnumálum, Bjørn
Kalsø, sagt, at hann arbeiðir við eini
kunngerð, sum skal áseta, at fremmand
skip skulu hava loðs.
Men spurningurin um loðs er ikki
nýggjur.
Í 2001 varð lógin um trygd á sjónum
samtykt. Lógin heimilaði landsstýris
manninum í fiskivinnumálum at áseta
reglur fyri brúk av loðsi í innanoyggja
sigling, men ongar slíkar reglur vórðu
gjørdar.
Í 2003 legði Johan Dahl fram uppskot
um lógarkravda loðsskyldu fyri skip
yvir 50 bruttotons. Málið varð beint í
vinnunevndina, har meirilutin (Henrik
Old, Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacob
sen, Gerhard Lognberg og Heðin
Zachariasen) ikki hildu, at tað var
neyðugt við lógarfestum kravi, tí
landsstýrismaðurin longu hevði heimild
at áseta reglur um brúk av loðsi í
innanoyggjasigling.
Meirilutin mælir tí uppskotssetaranum
til at brynja seg við toli fram til byrjanina
av næstu tingsetu, soleiðis at lands
stýrismaðurin fær ein møguleika at taka
málið upp.
Nú – fýra ár seinni – eru framvegis
ongar reglur um loðs.
Spurningurin um loðs ikki nýggjur
Nýtt viðhaldsfelag sett á stovn
Red Lions er eitt felag fyri viðhaldsfólk hjá Havnar Bóltfelag. Í seinastuni hevur verið
tosað um at savnað HB viðhaldsfólkini í eitt felag, fyri betri at kunna stuðlað fremsta
liðinum hjá Havnar Bóltfelag. Nú er hetta tos vorðið veruleiki. Nýggja viðhaldsfelagið
eitur Red Lions.
Red Lions er eitt limafelag, sum er til fyri at stuðla formulaliðinum hjá Havnar Bólt
felag. Limirnir í Red Lions eru fólk sum á ein hvønn hátt vilja stuðla HB liðinum at
stríðast á vøllinum. Limafelagið er fyri øll; ung sum gomul. Aðalmál felagsins eru hesi:
• At savna viðhaldsfólkini hjá HB í eitt felag
• At stuðla formulaliðnum hjá Havnar Bóltfelag
• At skapa góðar og litríkar karmar til dystirnar hjá formulaliðinum hjá Havnar
Bóltfelag
•At eggja øllum áskoðarum at sýna siðiligan atburð
Visjónin er, at Red Lions skal verða størsta og besta viðhaldsfelag í landinum. Limir
felagsins skulu av sonnum verða 12. maður hjá formulaliðnum hjá Havnar Bóltfelag, og
vilja, eins og leikararnir á vøllinum, stríðast fyri sigri hvørja ferð. Tað skal verða stuttligt
at vera til fótbóltsdyst, og viðhaldsfelagið vil gera sítt til, at so verður framyvir.
Komandi mikukvøld kl. 18 verður finalan í kappingini um Løgmanssteypið. Tá tørna
EB/Streymur og HB saman í Gundadalið, og tá verða Reyðu Leyvurnar eisini til staðar.
Longu kl. 16 hittast viðhaldsfólk hjá HB í HB Húsinum til at hita upp til spennandi
dystin. Har verður møguleiki at tekna seg sum lim í Red Lions. Tá fara leyvurnar at
brøla fyri fyrstu ferð.