týsdagur 14. august 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 155 - 14. august 2007
Sosialurin
Raðfestið øðrvísi
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eitt neyðugt og skilagott orðaskifti hevur tikið
seg upp í kjalarvørrinum á útspælinum hjá
landsstýrismanninum Magna Laksáfoss um at
gera broytingar í raðfestingini av almennu
íløgunum. Og vónandi fer hetta at verða raðfest
frammaliga í tí samfelagsliga orðaskiftinum
restina av árinum.
Hetta orðaskiftið snýr seg nevniliga um, hvussu
vit í Føroyum skulu raðfesta okkara íløgur
komandi árini men eisini hvussu vit raðfesta
rakstrarjáttanir á fíggjarlógini. Væl vitandi at
landsstýrið hevur ein lista við raðfestingum,
so vita vit øll av royndum, at einki stendur í
stað. Tíðir skifta og broytast og mugu politisku
avgerðirnar eisini lagast eftir tí. Okkara
politikarar mugu so sanniliga eisini eftirmeta
raðfesting av íløgum sohvørt og hava vilja og
dirvi til at fremja broytingar, eisini um hesar ikki
fella í so góða jørð hjá einstøku politikarunum.
Nú hevur so stjórin í SamViti lagt seg út í hetta
orðaskifti, og gott tað sama. Gævið onnur eisini
gjørdu tað. Sosialurin og Miðlahúsið vilja fegin
vera partur av hesum orðaskifti og leggja pláss
og rúmd til tað. Tí prentaðu vit eisini opið bræv
frá SamViti í blaðnum í gjár við teirri vón, at tað
eisini kann eggja almenninginum til at luttaka í
hesum so týðandi orðaskiftinum, sum vit vita, vil
vera partur av komandi valstríði eisini. Lat okkum
gera valstríðið til nakað meira enn bara eitt stríð
og eina kapping millum flokkar. Fortreytin fyri tí
er eitt breitt og sakligt orðaskifti, sum m.a. snýr
seg um raðfestingina av framtíðar íløgum.
Er nakar dugur í landsstýrinum, so eigur eisini
tað at tora at venda longu tiknum avgerðum.
Tað eigur at lesa brævið frá stjóranum í SamViti
væl og virðiliga og taka tað við í sínar framtíðar
metingar. Henda áheitan hennara er jú so
krystallklár. Raðfestið íløgur rætt, soleiðis at tær
fyrst og fremst koma einum framtíðar og meira
fjøltáttaðum vinnulívi til góðar heldur enn at
halda fram við at raðfesta undirstøðukervið her
heima. Øll eru vit samd um, at fortreytin fyri
menning og trivnaði í hesum oyggjalandi er eitt
gott undirsstøðukervi. Men tíðin er komin hartil,
at vit nú eiga at raðfesta íløgur og játtanir á
fíggjarlóg til menning av vinnulívinum. Tíverri
mugu vit tó staðfesta, at okkara politiska skipan
í alt ov stóran mun megnar ikki at fylgja við og
taka til sín tey skilagóðu sjónarmið, ávaringar og
”neyðarróp”, sum koma frá fakliga kompetentum
fólki í bæði almennum og privatum størvum.
Spennandi verður at síggja, hvussu hesar
áheitanir fara at síggjast aftur á komandi
fíggjarlóg hjá tí annars so skilagóða Magna
Laksáfoss. Man hann fara at raðfesta eitt nú
menningarstovnin SamVit hægri?
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Magni hevur púra rætt,
men sannleikin er ikki væl
lýddur í samgonguni. At
sosialir skeivleikar eru í
broyttu skattaskipanini
hevur Miðflokkurin víst á í
longri tíð. Tað er truplari
nú enn áður at vera verka
fólk, tí samstundis sum
skattalættar eru veittir, er
skattingin av fyrstu krónu
økt munandi. Felags fyri
sosialu gjøldini, sum fara
av hvørji lønarflyting sam
an við sjálvum skattinum,
er, at tey verða roknað av
fyrstu krónu. Tey spyrja
ikki eftir, um løntakarin er
há ella lágløntur. Heldur
ikki virða tey botnfrádrátt
in, og sjálvt 10ára gamli
skúladrongurin, sum egnir
sær nakrar fáar stampar til
lummapening, skal gjalda
meir og meir til samhalds
fasta. Tí fer ein størri og
størri villeiðing fram, tá
skattalættin og gjaldið úr
samhaldsfasta verða sýnd
fram sum stór avrik. Ei
undur í, at annars tigandi
samgongulimir nú brádliga
geva ljóð frá sær, nú teirra
skattapolitikkur verður
avdúkaður sum annað enn
rósudansur fyri tey
lágløntu.
Longu 23. nov. 2005
vísti eg í einum trivnaðar
nevndaráliti á sosialu skeiv
leikarnar, og nú sjálvur
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum ger vart við
trupulleikan, fari eg við
hesum at stuðla honum í
hesum sambandi. Álitið
varð skrivað í sambandi
við økta gjaldið í AMEG.
Ein minniluti (Bill Justi
nussen) vísir á, at Mið
flokkurin er sera ivasamur
um skattapolitisku gongd
ina seinastu tvey árini.
Samanumtikið hevur
samgongan minkað um
samhaldsfestið í skatta
skipanini, har meginreglan
er, at tær breiðastu herð
arnar bera tyngstu byrð
arnar. Landsskattastigin er
progressivur, meðan øll
onnur skatting er
proportional ella beinleiðis
degressiv. Við alla aðra
skatting meinast við m.a.
kommunuskatt, barsils
skipan, arbeiðsloysis
skipan, samhaldsfasta,
vegskatt, kringvarpsgjald,
oljuavgjald, sjúkrakassa
gjald umframt onnur
avgjøld og brúkaragjøld.
Fyri kommunuskatt, BAS,
ALS og AMEG er
galdandi, at goldið verður
ávísur prosentpartur av
hvørjari vunnari krónu (tó
kommunuskatturin fyri tað,
sum er omanfyri botnfrá
dráttin). Sostatt rindar
bæði tann láglønti og
hálønti sama prosentpart.
Hóast skipanin ber heitið
samhaldsfasti arbeiðs
marknaðareftirløngar
grunnurin, er talan um eina
minni samhaldsfasta
skipan, enn fólkapensjónin
er. Fólkapensjónin er
fíggjað yvir landsskattin,
har tann láglønti nærum
ongan skatt rindar, meðan
tann hálønti av síðst vunnu
krónu kann rinda væl
omanfyri 50%. Tó hava øll
rætt til sama útgjald. Um
politiska ætlanin er líðandi
at lata fólkapensjónina
gerast minni partur av
samlaðu pensjónini,
samstundis sum samhalds
fasti skal gerast ein størri
partur, er talan samanlagt
um eina minni samhalds
fasta skipan. Hesi gongd
tekur Miðflokkurin ikki
undir við og mælir lands
stýrismanninum til at
kanna møguleikarnar fyri
at broyta skipanina við
samhaldsfasta, so hon
kemur at fylgja somu
meginreglum sum lands
skattafíggjaða fólka
pensjónin, tvs. at øll hava
rætt til sama útgjald, men
inngjaldið verður
inntøkujavnað.
Trupulleikin við proport
ionala skattinum er, at
hann rakar tey lágløntu
harðast. Botnfrádrátturin,
sum er ein trygd fyri, at øll
uttan mun til inntøku –
fáa tær fyrst vunnu krón
urnar útgoldið skattafrítt,
er ikki galdandi fyri ALS,
BAS og AMEG. Fyri
lágløntan persón, sum júst
er byrjaður arbeiðslívið,
tykist tað møtimikið at
gjalda inn í eina tvungna
eftirlønarskipan tey næstu
40 árini, fyri síðani at fáa
ágóðan, tá pensjónsaldurin
er náddur. Rokningin skal
gjaldast ídag, ágóðin
kemur um 40 ár. At nýta
samhaldsfasta sum grund
geving fyri at veita miðal
og háløntum skattalætta er
herskin biti hjá arbeið
aranum.
Miðflokkurin heldur, at
landsstýrismaðurin eigur at
hava hesi sjónarmiðini við,
tá eftirlønarviðurskiftini
verða endurskoðað. Neyð
ugt er at stýra soleiðis
politiskt, at øll, sum koma
í pensjónsaldur, hava eina
góða eftirløn, men hetta
verður ikki gjørligt, um tey
lágløntu skulu bera sama
part sum tey háløntu.
Nú tagni Magni, hann spillir agnið
løgtingsmaður
BILL
JUStINUSSEN