týsdagur 14. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 155 - 14. august 2007
Formaður Fólkafloksins
Jørgen Niclasen hevur í
fyrstu røðu síni sum for
maður floksins, bjóðað
politisku flokkunum at
gera eina búskaparliga
semju. Semjan leggur upp
til, at Føroyar í seinasta
lagi í 2015 skulu hava ein
sjálvberandi búskap. Hetta
merkir, at innan ta tíð skal
danski blokkstuðulin mink
ast niður í onki og, at vit tá
skulu umsita og ábyrgdast
av øllum málsøkjum sjálvi.
Búskaparsemjan gongur
út uppá, at vit brúka partar
av árliga vøkstrinum í
búskapinum til at minka
um danska blokkin. Hetta
skal vera yvirornaða málið,
sum allir flokkar – uttan
mun til politiskan lit ann
ars kunna taka undir við.
Í røðu sínari í samband
við løgmansrøðuna bjóðaði
formaður Fólkafloksins
Jørgen Niclasen at gera ein
búskaparliga semju við
hinar politisku flokkarnar.
Í uppkotinum liggur, at
Føroyar skulu tillaga seg
einum sjálvberandi búskapi
innan 2015. Danski blokk
stuðulin skal tá vera burtur.
Eisini liggur í uppskotinum
at hava eina fólkaatkvøða
um, hvørja støðu Føroyar
tá skula hava til Ríkis
felagsskapin.
Uppskotið hjá Fólka
flokkinum byggir á egnu
fatan floksins og ikki
minnst, á tær útmeldingar,
sum í seinastuni eru
komnar frá hinum politisku
flokkunum, frá visjón 2015
álitinum og frá fleiri
búskaparfrøðingum.
Danski blokkurin er oftari
til ampa fyri tann føroyska
búskapin enn til gagns.
Tað tykist sum allir
flokkar hava tikið væl
ímóti innbjóðingini frá
formanni Fólkafloksins.
Allir flokkar síggja týdnin
gin av, at Føroyar fáa ein
sjálvberandi búskap sum
skjótast.
Eg var tí ikki sørt bilsin,
tá eg las viðmerkingarnar
hjá Høgna Hoydal til upp
skotið frá nýggja formanni
num í Fólkaflokkinum, tí
hóast Høgni sigur, at
hann IKKI skal gera seg til
dómara yvir Fólkaflokkin,
so ger hann lítið annað enn
døma flokkin í viðmerk
ingum sínum til Sosialin.
Fólkaflokkurin skal
broyta seg nógv, áðrenn
Tjóðveldisflokkurin tekur
Fólkaflokkin fyri fult og
skal broyta skattapolitik,
fiskivinnupolitik, búskap
arpolitik, sjálvstýrispolitik
v.m., áðrenn hann aftur er
reinur nokk til at kunna
sleppa í fínustovu saman
við Høgna Hoydal og
hansara fólki.
Ein snertur av beiskni
liggur í málbrúkinum
Harmiligt, tí júst við eini
búskaparsemju millum
allar flokkar kundu vit
fingið tillagað føroyska
búskapin lagaliga til at
verða sjálvberandi. Tá ong
ar peningaligar bindingar
liggja ímillum Danmark og
Føroyar longur, vil ein
fólkaatkvøða uttan iva vera
nógv áhugaverdari. Er
blokkstuðulin ikki ein
partur av Ríkisfelagsskap
inum vil fólkaatkvøðan
geva eina rætta mynd av,
hvørji virði føroyingar
leggja í Ríkisfelagsskapin.
Mín persónliga fatan er, at
stórur partur av føroying
um halda fast um Ríkis
felagsskapin einans orsaka
av blokkstulinum.
At Høgni – nú Fólka
flokkurin rættur hondina –
á ein so beiskan og niður
gerandi hátt leggur eftir
manninum heldur enn eftir
bóltinum, kann bert botna í
onkrum ringum og ófrætta
kendum, og rennur einum í
hug tey uppslítandi og
niðurbrótandi eljustríð,
sum javnt og samt vóru
millum fullveldisflokkar
nar stórsta partin av skeið
num hjá fullveldissam
gonguni og sum loksins
tóku lívið av hesi. Skal
føroyskur fullveldispolitik
kur framhaldandi stjórnast
afturlítandi ? Er ongin
møguleiki fyri at liva lívið
frameftir, og við virðing
fyri tí grundleggjandi
muni, sum er millum
Fólkaflokkin og Tjóðveldis
flokkin.
Fólkaflokkurin er ein
borgarligur fullveldis
flokkur. Stevnuskrá flok
sins er púra greið. Hinveg
in er Tjóðveldisflokkurin
ein vinstrahallur loysingar
flokkur. Fullveldismálið er
kanska ikki einasta mál,
sum flokkarnir hava felags,
men so avgjørt tað sterk
asta. At stór ósemja er
millum Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin á so
mongum økjum, eigur
Tjóðveldisflokkruin at
kunna seta til viks í støðu
takanini til sjálva semjuna,
og uttan at eg annars skal
diktera Tjóðveldisflokki
num, hvat hann skal meina
– so dugi eg ikki at síggja
nakra haldgóða grund fyri,
at Tjóðveldisflokkurin ikki
treytaleyst kann stuðla
semjunroyndini. Sjálvt um
tað eru mál, sum eg persón
liga sá loyst øðrvísi, so er
púra greitt, at grundarlagið
fyri at halda fram í stríð
num fyri at vinna føroy
ingum fult ræði á egnum
landi , er ikki í vanda á
nakran hátt. Alt er bara ein
spurningur um hvat VIT í
Føroyum vilja.
Høgni Hoydal eigur at
sleppa tápuliga ”reinføris
ørðskapinum” um hvør er
góður nokk og ikki. Fólka
flokkurin og Tjóðveldis
flokkurin eru ymiskir á
máli um allarflestu
samfelagsuppgávur, men
semjutilboðið frá formanni
fólkaflokksins átti ikki at
verið eitt av teimum.
Kierkegaard sigur nakað
soleiðis, at lívið skal
skiljast aftureftir, men
livast frameftir og hesi orð
átti Høgni Hoydal at lagt
sær í geyma.
Lívið kann eisini livast frameftir
tingmaður
Poul
Michelsen
Tjóðveldisflokkurin og
Fólkaflokkurin hava
samtykt á løgtingi, at
blokkurin skal vera
burtur og øll mál á
føroyskum hondum
innan ávísa freist.
Tjóðveldisflokkurin
hevur síðani neyvt fylgt
hesi samtykt og lagt øll
neyðug uppskot fyri
tingið, men tey eru feld.
Tí er tað ósakligt, at Poul
Michelsen nú lastar
øðrum fyri vantandi
samstarv
Í lesarabrævi hartar Poul
Michelsen undirritaða fyri
at hava “lagt eftir manni
num á ein niðurgerandi og
beiskan hátt”. Og “í rein
førisørskapi” víst vantandi
samstarvsvilja í sambandi
við formansskiftið í
Fólkaflokkinum.
Hetta er ikki so. Eg havi
á ongan hátt lagt eftir
manninum (Jørgen Nicla
sen), tíansheldur verið niðr
andi og beiskur í mínum
viðmerkingum um formans
skiftið í Fólkaflokkinum.
Um Poul Michelsen kann
vísa á nakra útsøgn frá
mær um persónin Jørgin
Niclasen ella nakra niður
gerð av honum, so bíði eg í
tolni. Kann hann ikki tað,
rokni eg við at fáa eina
umbering.
Týðiligt er at valstríðið
er byrjað við teimum
somu gomlu fintunum.
Men eg skal viðganga, at
tað ger meg serliga vónbrot
nan, at Poul Michelsen nú
nýtir somu vápn sum
samgongufelagar hansara:
At leggja fólki orð í munn
in. Síðani at harta tey fyri
tað, tey ikki hava sagt – og
so annars vóna at fólk eru
stuttmint og ikki seta seg
inn í málini.
Standa við okkara
sjónarmið
Eg havi bert loyvt mær at
vísa á, at broytingar mugu
vísast í verki – tí okkum
tørvar sanniliga broytingar
í føroyskum politikki skulu
vit røkka málinum um
einar frælsar og sjálvber
andi Føroyar.
Í tí sambandi havi eg
nevnt somu mál og ynskir
um broytingar, sum vit
hava barst fyri alt hetta
valskeiðið: Um sambands
lógirnar, ið samgongan við
fólkaflokkinum hava sam
tykt. Um ein skeivan bú
skaparpolitikk og skatta
politikk. Um eitt veruliga
liberalt vinnulív. Og um
sosialan ójavna.
At vit føra okkara
politisku sjónarmið fram,
átti neyvan at elvt til øsing.
Serliga tí Poul Michelsen
sjálvur hevur ført flestu av
hesum sjónarmiðum fram
á tingi – og ofta meiri
ógvisliga enn vit hava.
Haldi ikki, at tað er sakligt
at nýta undirritaða og
Tjóðveldisflokkin sum
fíggindamynd til tess at
vinna vælvild í sínum
flokki.
Viðvíkjandi uppskotu
num um eina búskaparliga
semju, sum Jørgen
Niclasen hevur ført fram,
so er ilt at skilja, hví Poul
hartar Tjóðveldisflokkin.
Ikki minni enn tvær ferðir
hetta valskeiðið hava vit
lagt uppskot fyri tingið um
Búskapargrunn Føroya, har
niðurskurðurin av blokk
stuðlinum er innbygdur.
Og á okkara fíggjarlógar
uppskoti í fjør varð niður
skurðurin innroknaður.
Harafturat hava vit lagt
fram uppskot um at fáa
stór mál á føroyskar
hendur. Samstundis hava
vit gjørt greitt, at okkara
uppskot eru upplegg, sum
sjálvandi kunnu broytast
og lagast til, so flestu
flokkar kunnu taka undir
við teimum. Vit hava eisini
lagt stóra orku í at sam
starva við samgonguna (og
ikki minst við Poul
Michelsen) um fólkakirkj
una. Øll vita helst, at hetta
hevði verið eitt rok og
klandursmál, um andstøð
an á tingi var ein onnur.
Ætlanin er samtykt
Vit hava sostatt neyvt fylgt
tí uppskoti um sjálvstýri
Føroya fólks, sum Tjóð
veldisflokkurin, Fólkaflokk
urin, Sjálvstýrisflokkurin
og Miðflokkurin samtyktu
í mars 2001. Har er ásett,
at blokkstuðulin skal
minkast burtur og øll mál
fáast á føroyskar hendur
innan 2008. Har er eisini
gjørt greitt, at helvtin av
búskaparvøkstrinum skuldi
fara til niðurskurð í
blokkstuðli og hin helvtin
til aðrar raðfestingar á
fíggjarlógini.
Hetta er samtykt á løg
tingi og ikki sett úr gildi.
Og tað var hetta sama upp
skotið, sum minkaði blokk
stuðulin við 366 mió. kr. Tí
er ilt at skilja, at fólkaflokk
urin dregur sama uppskot
fram aftur sum nakað nýtt,
og lastar okkum fyri ikki at
vera við. Eisini er ilt at
skilja, hví henda samtykt
skal skjótast tvey valskeið
út í framtíðina. Vit vilja
bara sleppa í gongd sum
skjótast at útinna samtykt
ina í verki – og eru altíð til
reiðar til neyðugar tillag
ingar saman við øðrum
flokkum. Sjáldan hevur so
nógv talað fyri at gera
búskapin óheftan (haldi, at
niðurskurðurin og fastfryst
ingin av blokkinum er
týdningarmesta politiska
avgerð í nýggjari tíð). Og
sjáldan hevur tað staðið
øllum so greitt, at vit mugu
hava atgongd til allan
heimin undir egnum flaggi
og samleika.
Tí tað er rætt sum Poul
Michelsen endurgevur
Kierkegaard fyri at siga, at
“lívið skal skiljast aftur
eftir, men livast frameftir”.
Ongin orsøk er at byrja frá
nullpunktinum hvørja ferð
– ella at selja royndirnar og
væl fyrireikaðar ætlanir
sum nýggjar uppfinningar
í onkrum politiskum
spæli. Tað ræður bert um
at vísa orðini í verki.
Og tað var í veruleika
num bert tað, eg segði, tá
eg viðmerkti formans
skiftið í Fólkaflokkinum.
Kierkegaard hevur rætt, Poul Michelsen
Tjóðveldisfloksins
høgni hoydal,
forMaður
At vit føra okkara politisku sjónarmið
fram, átti neyvan at elvt til øsing.
Serliga tí Poul Michelsen sjálvur
hevur ført flestu av hesum
sjónarmiðum fram á tingi – og ofta
meiri ógvisliga enn vit hava. Haldi
ikki, at tað er sakligt at nýta
undirritaða og Tjóðveldisflokkin sum
fíggindamynd til tess at vinna vælvild í
sínum flokki.
”
Formaður Fólkafloksins Jørgen
Niclasen hevur í fyrstu røðu síni sum
formaður floksins, bjóðað politisku
flokkunum at gera eina búskaparliga
semju. Semjan leggur upp til, at
Føroyar - í seinasta lagi í 2015 - skulu
hava ein sjálvberandi búskap
”
At Høgni Hoydal – nú Fólkaflokkurin
rættur hondina – á ein so beiskan og
niðurgerandi hátt leggur eftir
manninum heldur enn eftir bóltinum,
kann bert botna í onkrum ringum og
ófrættakendum, og rennur einum í hug
tey uppslítandi og niðurbrótandi
eljustríð, sum javnt og samt vóru
millum fullveldisflokkarnar stórsta
partin av skeiðnum hjá
fullveldissamgonguni og sum loksins
tóku lívið av hesi. Skal føroyskur
fullveldispolitikkur framhaldandi
stjórnast afturlítandi?
”
Høgni Hoydal eigur at sleppa tápuliga
”reinførisørðskapinum” um hvør er
góður nokk og ikki. Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin eru ymiskir á máli
um allarflestu samfelagsuppgávur,
men semjutilboðið frá formanni
fólkaflokksins átti ikki at verið eitt av
teimum
”