Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 14. august 2007 15 viðmerkingar ”It takes two to tango”, plagar at vera sagt. Politiskt hevur hesin dansurin gingið strálandi hjá Javnaði og Fólkaflokki í dastið av ein­ um valskeiði. Triðja hjólið, Sambandið, eksponerað í Bárði, hava teir havt ímill­ um sín sum eitt baby, ið ongantíð vildi ella slapp at seta føturnar undir seg. Í hálvtfjórða ár spraklaði og gestikuleraði hann soleiðis sum forvæntað varð. Óli stjórnaði hesi farsuni av einum búskaparpolitikki, sum hevur fingið sín íblást­ ur frá Friedman og øðrum frøðingum, hvørs ástøði og hugsjónir serliga eru roynd­ ar í londum, har hermegin og fascistisk junta hevur tikið ræðið og fólkaræðið er parkerað. Og sigast má, at sveiggj eisini eru í búskap­ arliga hugsanarháttinum hjá Breckmann, alt eftir hvørj­ um samstarvað verður við. Í tvey ár royndu vit í sínari tíð í góðum samstarvi at tálma og nartla sum frægast burturav útreiðslunum í fíggjarnevndini, og nú sigur hesin sami maður orðarætt endurgivið, at: “Konjunk­ turar sveiggja altíð og regul­ era seg sjálvar.” Kanska hevur hann lisið Fúrstan hjá Machiavelli somikið væl, at hann við aldrinum er farin at savna seg meira um vald­ ið enn um hugmyndirnar. Og hesum er hann sloppin so makaleyst framat, undir tí sum gongur fyri at vera ein javnaðarstýrd heimastýrisstjórn. “Megna tit ikki at skekla deyðspaktina sundur, so gongur heilt galið áðrenn langt umlíður, serliga hvat búskapinum viðvíkur”, segði ein vælkendur og góður politiskur eygleiðari nú ein dagin. Ein saman­ renning av Javnaðar­ & Fólkaflokkinum, tað sum onkur ungur socialdemo­ kratur nú er farin at rópa fyri miðleingjan í føroy­ skum politikki, er deyðs­ paktin. Sjunturin á tjóð­ skaparpolitikkinum verður settur á null, ella á minus, sum í hesum førinum, og fíggjar­ & búskaparpolitikk­ urin flýtur, sum hann vil sjálvur. Samsvarandi lex Breckmann skal tað vera so, hann konkretiserar tað so væl sjálvur, í greinini um tarvin í glashúsinum – Magna Laksáfoss. Fyri Bárð og Óla var tað enntá ikki nógmikið við einum fríum flowi, teir skrúvaðu uppá termostatin, nakrar skattagradir, soleiðis at dynamikkurin í nýtsluni vaks ótálmað, og úrslitið er hall á handilsjavnaðinum, sum kjálkar upp ímóti milli­ ardini. Hetta er einasta úrs­ litið av asosiala umfordeil­ ingspolitikkinum, sum er rikin umvegis ørandi skatta­ lættar til teirra, ið høvdu nógmikið frammanundan. So sera óbíbilskt situr hin svangi svangari á bríkini eftir hesa primitivu og fascistoidu stjórnan, við næstan einasta amboðnum sum til er, at grava gryvjar­ nar djúpari og víðari ímill­ um samfelagsins ymsu løn­ arbólkar. Jóannes sær sjálv­ andi onki, nú tað er vorðið eitt mantra hjá honum, at klassakampurin er deyður. Andstøðan, og serliga Tjóðveldisflokkurin, hevur frá fyrsta degi í hesum valskeiðnum ávarað um hesa skeivu gongd. Í upp­ skotum, talu, orðaskifti, fyrispurningum og greinum hava vit roynt at fingið hesar menninar at rakna við, at vakna til dáð, men tað hevur verið sum at slett vatn á gás. Vit hava víst á skeivleikar og sett alternativ uppskot fram um fíggjarlóg, búskapargrunn, rentustuðuls­ skipanina, skattapolitikkin, fiskidagaskipanina, betran av korunum hjá tí veikara partinum av samfelagnum, viðurskifti viðvíkjandi kommunu­búskapinum o. s.fr. Tangodansurin helt bara fram, og ongin hoyrdi, at ensemblið var farið at spæla heldur falskt sum frá leið. Jóannes og Óli høvdu Bárð ímillum sín á dansi­ gólvinum og eisini hann tóktiskt at vera stokk tónadeyvur. Sum snarljós frá heiðum himli rennur ein øgismikil tarvur inn á arenuna. Blóðið er á kókinum. Óli P. rakti í solar plexus við síni frálíku tekning í Sosialinum. Og eftir at tarvurin – Laksáfoss – hevði skrætt reyvina úr silkibrókunum á matadori­ num – Jóannesi – vóru Óli og Jørgen snarir í vending­ ini, og sum tveir ágrýtnir toreadorar høgdu teir til við hvør sínum tveimum band­ erillas. Picadorarnir – Krist­ ian og John – sita helst á hestbaki uttanvert myndina og passa sær løgir at stinga við sínum lansum. Matador­ urin tykist tó at fáa tamar­ hald á støðuna eftir íðnu royndina hjá Fólkaflokki­ num at trevsa Magna. Hann gongur heldur hjartkiptur og hámur fram ímóti honum við sínum reyða dúki, la muleta, og spurningurin, ið lesarin situr eftir við er sjálvandi, um hann velur at stinga hann niður ímillum herðabløðini við sínum hvassa svørði – ella, um hann letur hann sleppa. Tað tosast neyvan við eina urkraft av hesum slagnum. Kanska fara vit at frætta meira um tann partin av tarvadystinum onkran av døgunum. Tey flestu spyrja, hvat ið er á vási. Hevur Laksáfoss klossað gevaldiga í tí, ella hevur hann rættiliga traðkað í spinatið onkursvegna? Hvørki. Trupulleikin er hann, at maðurin í mun til undanmannin, er ein hóttan fyri deyðspaktina. Sjónliga­ sta symptomið er, táið Kristian Magnussen gnístur sum ein skáldaður grísur, eftir at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðar frá, at hann ætlar at gera nakrar sosialar stillingar í asosiala skattapolitikkinum, sum higartil hevur verið rikin. Ikki talingur um. Tolir mað­ urin ikki roykin í fólkafloks­ bakarínum, so má hann heldur sleppa sær til rýming­ ar, sigur formaðurin í ting­ bólki Javnaðarfloksins. Óli, í sínum lagi sigur, at løg­ maður og Kaj Leo Johanne­ sen mega fáa Laksáfoss at halda tátt, soleiðis at hann ikki órógvar arbeiðslagið inni í fólkafloksbakarínum. Skyldmaðurin úr Klaks­ vík brúkar nú bara sítt góða vit og sín ástøðiliga førleika frá lærdum háskúlum til at siga hesum monnum frá, at hitin og roykurin í bakarí­ num er vorðin so nógvur nú, at roykalarmarnir slókna ikki uttan so at battarí´ini verða tikin burtur, verða gjørdir óvirknir. Hann ætlar undir ongum umstøðum at vera partur av hesum deyða­ dansinum hjá deyðspaktini. Og tað paradoksala er, at hann í grundini sigur tað sama sum Búskaparráðið, har hann sjálvur var limur, og Tjóðveldisflokkurin hava sagt frá fyrsta degi í hesum valskeiði. Og í eini kronikk í Sosialinum slær hann fast, at: tað var eitt mistak, at búskapurin ikki var tálmaður longu fyri árið 2007. stórt hall er á handilsjavnanum. ovurstórt trýst er á arbeiðsmarknaðinum. ognin hjá føroyingum uttanlanda verður mett at vera minkað við umleið 4 milliardum krónum síðani 2004. Róð verður framundir at gjaldsjavnin helst eisini hevur fingið slagsíðu á skeiva borðið. Samsvarandi hesum ætlar maðurin við ábyrgdini fyri landsins finansum at gera nakrar neyðugar regulering­ ar, ið kunna tálma afturvend­ andi sveiggjunum í føroy­ ska búskapinum. Fyri at fáa ein javnari og skilabetri búskap. Tað sum øll vilja, men sum ongin í hesi sam­ gonguni hevur vilja gjørt nakað við, táið tað er meira idylliskt at sita flógvur og heitur inni við ovnarnar á bakarínum, hóast vandin fyri at kódna í roykinum gerst alsamt størri fyri hvønn dag sum gongur. Behagiligheitin er ringur politiskur fylgisveinur, og kann forkoma sjálvt tí stórsta flogvitinum. Nú hildu vit, at Magni hevði kíkað øllum á einum samgongufundi fyri kortum. Sum skilst er tað ein sann­ leiki við rúmligum modifi­ katiónum. Deyðspaktin man hava spunnið nakað væl um fundin. Og fær hann ikki hasar fýrarnar at makka rætt kortini, so kundi tað meira enn so hent seg, at hann hevur ein alternativan meiriluta aftanfyri seg í parlamentarisku skipanini. Soleiðis kann paktin eisini skeklast sundur. Og í tjóð­ skaparpolitiska stríðnum er ongin munur á teimum trim­ um samgonguflokkunum í dag. Um Javnaðin og Fólka­ flokkin kann sigast, sum maðurin segði um óargaligu tvíburðarnar á sinni: Tann frægari er verri. Kanska hevur Sambandið tikið tétin í so máta, teir tosa um ikki annað um sjálvberandi búskap, eitt hugtak sum er sjálv ræðslan hjá paktini. Tí tá fungerar hon ikki longur. Lívslunnindini eru burtur og ongin ríkisveiting er at fordeila til ymsar veggir. Eftir spillunarfrymlinum hjá donskum stjórnarmonn­ um eftir stríðsárini seinru. Óli og Jóannes dansa enn í takt á stjórnargólvinum. Stevið er tó farið at bila eitt sindur, serliga eftir at Bárður fekk politiskan kolikk og mátti takast úr samfelda fangi teirra, og nú vórðu góð ráð dýr hjá Edmundi og Jóhan. Teir royndu fyrst fintuna við Kaj Leo. Hon eydnaðist til sítt brúk. Síðani grýttu teir Magna upp í fangi ímillum teir báðar løgmann og sjefideologin við cigarini, og so balstýrin hann er, mistu teir hin nýkomna á gólvið, og skjótt kundi hann siga teimum tað sama sum drongurin í ævintýrinum, at hann sá bara tveir trøllvaks­ nar menn dansa tango ­ spillnaknir á dansigólvinum úti í Tinganesi. Nú verður spennandi at vita hvat forfeingileigheitin sjálv fer at taka sær fyri seinri í vikuni, í evstu royndini at bjarga deyðs­ paktini, sum er sjálvt grund­ arlagið undir taburettini, sum kennist so fjálg, flógv og fløðandi. Hvørja leið samfelagið fer er undirord­ nað, um klassamunurin verður settur í system ígjøgnum asosialar skattl­ igar strukturbroytingar er eitt feitt. Um samfelagið verður stjórna búskaparliga út av eggini, er ikki okkara men fólksins problem. Tað er sum hjá Fúrstanum, tað snýr seg bara um mítt og okkara vald. Hesin dance makabre kann ikki halda fram leingi afturat. Tað tolir hvørki samfelag ella fólk. Tí átti val at verið útskrivað í stundini. Áðrenn ruðuleikin gerst fullkomin, og upptakið tað minni. DEYÐSPAKTIN HÓTT ? tingmaður Tórbjørn jacobsen Hvussu ber tað til, at vit nú so mong ár eftir industriali­ seringina av fiskivinnuni so gott sum ikki síggja eina einastu føroyska fiska­ vøru – merkt við føroysk­ um brandi – ínorðurlend­ sku handlunum og enn minni aðrastaðni Undir viðgerðini av løg­ mansrøðuni vísti eg á, at bráneyðugt er staðiliga at styrkja marknaðarføringina av føroyskum fiskavørum í útlandinum, og mælti til, at føroyska samfelagið, vinna og tað almenna, í eini tvey ár tilsamans setti einar 100 mió kr. av til eina gjøgnum­ arbeidda neyva marknaðar­ føring. Málið fekk nógvar og positivar viðmerkingar frá tingfólkum og løgmanni og semja var um, at meiri eigur at verða koyrt á fyri at seta Føroyar á norðurlendska kortið og eisini at fara út um norðurlendsku eingjar­ garðarnir. Eg havi alla respekt fyri gransking og innovatión, sum hevur givið størru londunum eina markanta framgongd og sum eisini fer at gera Føroyar sterkari. Spurningurin er bara, um vit ikki hava lopið nakrar tættir um, sum íslendingar fóru ígjøgnum, áðrenn teir gjørdust heimskendir. Almenn og privat marknaðarføring Føroyskur fiskur hevur framvegis blástempul sum kvalitetsvøra. Tað er týði­ ligt, at so gott sum eingin føroysk fiskavøra – við føroyskum brandi – er í donskum handlum, hóst danir geva føroyskum fiski fremsta skoðsmál. Men harafturímóti hevur umleyp­ andi og óreglulig leverings­ trygd verið til ampa fyri føroyskt álit úti í heimi. Okkum tørvar eina dyggari samantvinning av fiskivinnuni á sjógvi, virkjum á landi, sølu­ og marknaðarføring og síðani politisku skipanina. Vinnan og tað almenna eiga sam­ feld at fara út í nógv størri mun við støðugum og áhaldandi arbeiði í nøkur ár. Ábyrgd av fiskivinnuni á landi Ilt hevur verið at funnið út av, hvørjum ráði fiskivinnan á landi veruliga hoyrir und­ ir. Tað kann tykjast løgið, at so er við okkara høvuðs­ vinnu. Tí setti eg spurning­ in!! Svarið var ullint. Ein grá­ sona er millum Fiskimála­ ráðið og Vinnumálaráðið, men hóast alt kom fram, nakað sum vinnan sjálv hev­ ur verið í iva, hvussu langt fiskavirkini á landi hoyra undir Fiskimálaráðið. Men hvør hevur so sjálva marknaðarføringina hevur kenst og kennist sum ivamál. Nógv varð henda dagin tosað, eftir at eg hevði reist hesar spurningar, um økta týdningin av at tey tíma­ løntu fingu fulla viku við støðugum arbeiði. Eisini tað, hevði gjørt fiskaprísin støðugari, økt uppaftur meiri um góðskuna og ikki minst leveringstrygdin hevði verið meiri gjøgnum­ førd til kundan, sum er ófrávíkiligt krav. Tí legði eg herðslu á, at vit fáa pening avsettan so vit meiri gjølliga saman við vinnuni fara út fyrst á norðurlendska marknaðin við meiri tilvirkaðum vørum við bæði egnari og útlendskari merking ella brandi, sum tað nú eitur. Vónandi fæst uppbakking fyri hesum. Hetta hevði havt, ella kemur at hava stóran týd­ ning fyri fiskivinnuna bæði á sjógvi og landi og givið tí tímalønta eitt nógv tryggari og støðugari arbeiði og eina uppaftur hægri góðsku, sum hevði gagna øllum samfelag­ num almikið. www.keldu.com/vinna er viðtala Eksportfokus hevur við kenda vinnulívsmannin Asger Aamund um dentin ið lagdur verður á altjóðagerð www.keldu.com/politikkur greinar og viðgerð av løgmansrøðuni 2007 Sýnligari og dyggari marknaðarføring neyðug løgtingsmaður jógvan við Keldu