Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 155 - 14. august 2007 Andlát og jarðarferðir Reidar Egholm andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi fríggjadagin, 10. august, 74 ára gamal. Jarðarferðin verður í dag klokkan 13.30. Sungið verður úr sálmabókini. Kistan við Jessie Høgagarð kemur í Fríðriks kirkjuna í kvøld klokkan 21.30. Jarðarferðin verður hósdagin, 16. august, klokkan 14.00 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum við sýndari samkenslu, hjálpsemi og nærveru styrktu okkum í stóru sorgini, tá okkara allarbesti babba, verfaðir, bróður, svágur, gubbi, onkil og abbabb Heini S. Glerfoss Mikladalur gjørdist sjúkur, andaðist og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið fyri góða røkt og umsorgan. Tøkk fyri troystarríkar andaktir og sangir. Tøkk til KFUM - K og tann stóra skaran, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Tøkk til tykkum, sum sendu blómur, kransar og gávur til Bláa Kross. Tøkk til tykkum, sum tóku ímóti okkum í Áarstovu. Jesus pápi signi tykkum øll. Ragna Målfryd og Milon Diana og Eyðun Tung vóru boðini, tá vit fingu at vita, at okkara elskaði beiggi var farin. So ungur, bert 37 ára gamal og við so nógvum framtíðarætlanum. Sum yngstur av okkum systkjum, var Jónhard nakað heilt serligt fyri okkum trý. Hansara blíða lyndi og hansara umhugsni gjørdi hann til nakað heilt serligt. Tá vit vóru saman, høvdu vit tað mangan stuttligt. Jónhard var skemtiligur og dugdi sera væl at greiða frá á ein skemtiligan hátt. Saknurin hjá okkum er stórur, men minnini eru góð, og tey mugu vit goyma og vera takksom fyri. Jónhard var evnaríkur, kreativur og arbeiðssamur. Hann var sera hjálp­ samur, var altíð fúsur at hjálpa til, tá ið á stóð. Jónhard hevði góð evni at fáa samband við onnur menniskju. Samveran við hann var altíð merkt av nærveru, og á tann hátt ávirkaði hann fólk positivt. Tá tú hevði tosað við hann, kendi tú teg á ein hátt ríkari. Onkursvegna nam hann teir innastu hjartastreingirnar í samskiftinum við onnur. Jónhard hevur frá barnsbeini verið sera familjukærur, altíð hugsaði hann um familjuna hjá sær. Tá hann og Hanna fluttu til DK at búgva mitt í 90­unum, ringdi hann heim so at siga hvønn dag, bara fyri at tosa um, hvussu tað gekk heima. Tey búðu í Keypmannahavn til 2003. Hesa tíðina starvaðist Jónhard hjá SAS. Jónhard hevur eisini merkt lívsins skuggasíðu. Bert 18 ára gamal misti hann ein av sínum bestu vinum í eini syndarligari ferðsluvanlukku og var tað sera torført fyri hann at finna gleð­ ina aftur, men hann fótaði sær og fekk eitt gott lív. Fekk 2 synir, Magnus og Dávid sum gjørdust eitt og alt fyri Jónhard. Tú tosaði ikki við hann, uttan hann nevndi sínar elskaðu dreingir, teir vóru hansara gleði og stoltleiki. Sum 34 ára gamal upplivdi hann aftur eina stóra sorg. Aftur misti hann ein góðan vin og starvsfelaga hjá SAS. Hetta var ófatiliga hart fyri Jón­ hard at góðtaka og ein tung byrða at bera. Tey síðstu 2 árini hevur Jónhard arbeitt sum elektrikari hjá Pam Off Shore og var hann sera glaður fyri hetta arbeiðið. Fyri børnini hjá okkum var Jónhard eisini nakað heilt serligt, Jónhard gubbi, sum tey øll nevdu hann. Aftur her var tað hansar nærverandi máti at vera uppá, sum gjørdi teirra samband til nakað serligt. Fyri okkum systkin við familju er saknurin ófatiliga stórur. Hvussu kann tað bera til? Vit standa spyrjandi, væl­ vitandi at svarið finna vit ikki. Men fyri tykkum, mamma og babba, fyri tykkum er tað ófatiliga tungt. Tit hava altíð verið so nógv um Jónhard, eisini tá hann til tíðir hevði tað svárt. Tit royndu alt, tit kundu at hjálpa honum og tað er kanska ein troyst í sorgini. Jónhard visti alla tíð­ ina, at tit elskaðu hann, og at tit vildu ganga gjøgnum eld og vatn fyri at hjálpa honum. Ongantíð vóru tit hon­ um nærri, enn júst tá hann hevði mest brúk fyri tykkum. Men Gud vildi tað øðrvísi, Gud valdi at taka Jónhard til sín, meðan hann enn stóð mitt í sínum persónliga stríði at fáa fótafestið aftur og meðan vit nærmastu høvdu vónir um, at hann nokk skuldi vinna á teimum tungu skýggjunum, sum av og á skuggaðu fyri sólini á lívsleið hansara. Mamma og babba, má Gud styrkja tykkum í tykkara stóru sorg. Tankarnir eru tó allarmest hjá tykk­ um, Magnus og Dávid, tit hava mist tykkara elskaða babba, tit vóru so nær knýttir til hansara, og verður tað svárt hjá tykkum at koma ígjøgnum hesa sorgartíð. Eitt vita tit báðir og tað er, at pápi tykkara elskaði tykkum yvir alt á jørð. Babba vildi tykkum og mammu tykkara alt gott. Bara tað besta var nóg gott fyri tykkum. Pápi tykkara hevur givið tykkum so nógv, goymið tit hesi minnir í hjart­ anum, so tit á ein hátt altíð hava hann hjá tykkum. Má Guð signa tykkum og mammu tykkara í hesi tungu tíð. Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um beiggja okkara. Mirjam, Kári og Hallgerð Jónhard Johannesen til minnis Dagurin 15. august. Mariumessa. Hildin til minnis um himmals­ ferð Mariu. Dagurin varð eisini róptur mariumessa í hoyna. Tendringin um hetta mundið eitur í hoyn