Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 155 - 14. august 2007 tíðindi Bátasmiðurin Hanus Jensen hevur í eini 13 ár starvast í útlondum og síðstu mongu árini hevur hesin hegnismaðurin starvast á víkinga­ savninum í Roskilde, har hann millum annað hevur verið við til at smíða heimsins størsta víkingaskip. Skipið kemur í dag til Dublin, eftir at hava siglt úr Thyborøn Víkingaskip Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í dag kemur víkingaskipið Havhingsten til Dublin. Ferðin byrjaði í Thyborøn í Danmark, og manningin er vanliga eini 60 til 65 mans. Næsta ár siglir skipið úr Dublin til Roskilde, har skipið eisini er smíðað. Føroyskur bátasmiður Tað eru 4 ár síðani, at arbeiðið at smíða Hav­ hingsten byrjaði, og ein føroyskur bátasmiður hevur verið við í serstøku verkætlanini. Tað er skúvoyingurin Hanus Jensen, sum sjálvur fimti hevur verið við til at smíða víkngaskipið, sum nú siglir á havleiðunum, har víkinga­ skip sigldu fyri 1000 árum síðani, og sum í dag kemur til Dublin. Hanus Jensen sigur, at tað var fantastiska spenn­ andi at smíða skipið, tí hetta er ørðvísi á so mangan hátt. ­ Alt er hondgjørt og gjørt við amboðum, ið eru eftir­ gjørd eftir amboðum úr víkingatíðini, so sum øksir og annað. Vit hava sjálvir felt við í skóginum, tí serligur viður skuldi til. Alt er gjørt á gamlan hátt og t. d. eru borðini klovin við kílum, sigur Hanus Jensen, og nevnir hóp av byggi­ tekniskum snildum, ið eru nýtt í arbeiðinum at eftir­ gera víkingaskipið. ­ Borðini eru klinkað við jarnnaglum. Umleið 7000 jarnnaglar eru nýttir og umleið 1000 trænaglar, sig­ ur Hanus. Leggjast kann afturat, at 300 eikitrø skuldu til, fyri at byggja Havhingsten. Fimm mans hava í fýra ár arbeitt við at smíða víknga­ skipið Havhingsten. Arbeið­ ið byrjaði í 2004. Skipið er eftirgerð av leivdum av fimm víkingaskipum, sum funnin eru í fjørðinum í Roskilde. ­ Skipið er gjørt eftir hesum skipum, men har vantaði sjálvsagt nógv, so vit hava roynt sum best. Skipið er 30 metrar langt, 3,80 metrar breitt og vigar 6 tons. Vit koyrdu 80 tons av høgguspønum burtur, tá liðugt var, sigur Hanus Jensen, og leggur afturat, at talan er um sera tungt arbeiði. ­ Neyðugt er at hyggja at upprunatilfarinum. Øll amboð eru ikki til í dag, so vit hava roynt at finna fram til amboð, ið geva somu spor, sum upprunatilfarið hevur. Tá liðugt er, so skuldi sæð út, eins og upprunatil­ farið, sigur Hanus Jensen. Serstøk kensla Hanus Jensen sigur, at tað var ein serstøk kensla, tá Havhingsten varð flot­ aður. ­ Vit flotaðu skipið á nátt. Hetta varð náttina fyri, at Havhingsten alment skuldi flotast, og vit flotaðu og fluttu bátin hagar, ið almenna sýningin av bátin­ um skuldi fara fram (Thybo­ røn, blðm.), sigur Hanus Jensen. ­ Tað var ein sertsøk kensla, og ein var sjálvsagt spentur uppá, um alt nú helt, og so framvegis, sigur Hanus Jensen. Nýtt bátasnið Hanus Jensen er í Føroyum kendur sum bátasmiður. Hann smíðaði bátin Dianu Victoriu, sum Ove Joensen á sinni róði til Danmarkar. Hann hevur eisini smíðað kappróðrarbátar, t.d. Jarn­ bard, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti. Føroyingur við til at Kortið vísir siglingarleiðina og ferðaætlanina hjá Havhingsten