Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 14. august 2007 21 tíðindi smíða víkingaskip - Eg fór niður í 1994, tá onki var at gera í Føroyum. Tá smíðaði eg kappróðrar- bát til felagið í Ballerup, sigur Hanus Jensen. Síðani arbeiddi hann á Middelaldercenteret í meira enn tvey ár, og arbeiddi eitt skifti eisini í Týsklandi, og síðani kom hann til Ros- kilde. Hanus Jensen er fastur maður í bátasmiðjuni hjá Roskilde Museum. - Eg havi í vetur smíðað ein seksæring, og havi eis- ini fingist við at smíða eitt nýtt bátasnið. Sniðið hevur støði í føroyskum báti, men sniðið er annars nýtt. Hollendingar royna bátin í løtuni og skulu taka støðu til, um teir vilja framleiða hann. Ætlandi skal tilfarið vera alumininum. Hetta er bátur, sum bæði er til sigl- ing og rógving, og hann skal vera lættur at hava við sær, t.d. á biltekjuni, sigur Hanus Jensen. Hanus Jensen er ikki við í Dublin, nú Havhingsten kemur til staðin, tí onkur skal ansa verkstaði og savns- handli í Roskilde. Men Hanus gleðir seg, til Hav- hingsten kemur til Roskilde næsta ár, so hann sleppur at síggja stásiliga farið aftur. Skipanavn: Havhingsten Eisini nevnt Havhingsten fra Glendallogh. Hetta er størsta eftirgerð av víkingaskipi, ið nakrantíð er gjørd. Upprunaskipið er bygt í Dublin í 1042 og fleiri ár seinni siglt til Danmarkar, har tað varð søkt, saman við fleiri øðrum skipum, fyri at byrgja fyri eini siglirennu í fjørðinum í Roskilde, so fíggindar ikki sluppu inn í fjørðin. Danska Tjóðarsavnið stóð fyri útgrevstrinum av skipinum í 1962 og var hetta liður í fyrsta fornfrøðiliga útgrevstrinum undir vatni í Danmark. Endamálið við eftirgerðini og siglingini er at royna skipið viðvíkjandi sjódygd og ferð á teimum leiðum, har víkingaskipini upprunaliga sigldu. Tuborgfondurin stuðlaði verkætlanini. Frederik Krúnprinsur er protektor fyri siglingarætlanini. Keldur: Hanus Jensen (samrøða). National Geographic, Danmark, nr.8, 2007. www.vikingeskibsmuseet.dk Myndasavnið á Sosialinum (Jan Muller) FAKTA Hanus Jensen, bátasmiður úr Skúvoy, hevur verið við til at byggja Havhingsten, sum kemur til Dublin í dag. Skipið er størsta eftirgerð av víkingaskipi nakrantíð Havhingsten á opnum havi. 60-65 mans eru umborð Hanus Jensen og Ovi Joensen, sáli, skoða Dianu Victoriu, sum Hanus smíðaði. Myndin er frá fyrst í áttatiárunum. (Mynd; Jan Muller)