týsdagur 14. august 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 155 - 14. august 2007
tíðindi
Nú lítið og einki
virksemi hevur
verið á føroyska
oljuøkinum í eina
tíð fer komandi tíð
tvørturímóti at bjóða
uppá nógvar nýggjar
avbjóðingar
Oljufundur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Fríggjadagin 31. august
verður rættiliga avgerandi
fundur í Føroyum millum
Jarðfeingi og umboð fyri
øll oljufeløgini, sum eru vir
kin á landgrunninum. Tað
er Jarðfeingi, sum hevur
biðið um fundin í sambandi
við 3. útbjóðingarumfarið,
sum eftir ætlan verður latið
upp seinni í ár. Á fundinum
fara oljufeløgini at koma
við sínum uppskotum og
metingum av, hvørji øki tey
kundu hugsað sær vórðu
við í eini nýggjari útbjóð
ing.
Føroysku
oljumyndug
leikarnir halda tað eisini
vera rætt at evaluera alla
loyvisskipanina og treyt
irnar sum heild fyri olju
leiting við Føroyar. Tað eru
nú umleið átta ár síðani, at
fyrstu loyvini vórðu latin
oljufeløgum at leita eftir
olju á landgrunninum. Síð
ani tá eru boraðir fimm
brunnar. Tann sætti verður
boraður í heyst. Um somu
tíð verður latið upp fyri tí
triðja útbjóðingarumfarin
um, og tað er í hesum sam
bandi, at bæði mynduglei
kar og oljufeløg vilja hava
ein dialog um treytirnar.
Sum Portalurin skilur støð
una, so vilja oljufeløg hava
myndugleikarnar at gera
onkrar av treytunum meira
tíðarhóskandi og lagaligar
ella liðiligar, eitt nú er talan
um tann so nógv umrødda
keikantin, har alt virksemi
hjá oljufeløgunum skal fara
um føroyskan keikant. Het
ta hevur verið eitt nærum
ófrávíkiligt krav frá føroysk
um vinnulívi, og higartil
hevur vinnu og oljumála
ráðharrin Bjarni Djurholm
stuðlað hesum kravi. Nú
fáa vit so at síggja, um
fundurin tann 31. august fer
at broyta nakað á hesum
ella øðrum økjum.
Hendingarrík tíð
Meðan lítið virksemi hevur
verið á oljuøkinum í eina
tíð bendir tó nógv á, at vit
fara at fáa eitt heyst og ein
vetur við nógvum virksemi.
Seinast í hesum mánaðinum
fer Chevron undir at skjóta
seismikk í 008 loyvinum
við markið og tætt við stóra
oljufundið á Rosebankleið
ini. Úrslitið av hesum kann
ingum kann gerast grundar
lag undir avgerð at bora ein
brunn í 2008 ella 2009. BP
fyrireikar seg til at bora Wil
liambrunnin inni á føroyska
landgrunninum.
Ætlandi
verður sett á í oktober. Síðst
í august verður stórt jarð
frøðilig ráðstevna hildin í
Havn, og fyrst í september
verður altjóða oljumessa í
Aberdeen, har eisini fleiri
føroysk virki luttaka. Móti
ársenda verða so nýggj
leitiloyvi latin á landgrunn
inum. Hyggja vit so inn í
2008, so verður fokus sett á
eitt annað spennandi øki á
landgrunninum. Tað er loy
við 005 hjá ENI og Føroya
Kolvetni, sum hava gjørt av
at bora ein brunn har í 2008
ella 2009. Talan er um Anne
Marie brunnin, ið ávísir
oljuserfrøðingar halda vera
kanska ein tann mest áhuga
verda boringin á føroyskum
øki higartil, tí hon liggur so
tætt upp at stórum oljufun
dum á bretska landgrunn
inum, eitt nú Cambo og
Rosebank. Hetta var upp
runaliga eitt níggju ára
loyvi, sum seinni varð
búnað til eitt loyvi við bori
forpliktilsi.
Samanumtikið má sigast,
at føroysk oljuleiting gon
gur eini spennandi tíð á
møti við nógvum nýggjum
avbjóðingum. Innan fyri
eitt tíðarskeið uppá tvey ár
fara vit helst at síggja tríggj
ar brunnar boraðar á land
grunninum við nøkrum av
heimsins størstu oljufel
øgum sum fyristøðufeløg
um: tí bretska BP, tí italska
ENI og tí amerikanska
Chevron.
Spennandi fundur við oljufeløg
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað hevur ljóðað, at BP fer
ikki at bora Williambrunnin
á landgrunninum fyrr enn í
november. Eftir ætlanini
skuldi boringin byrja í juli,
men av tí, at boripallurin,
sum bora skal William
brunnin, verður brúktur til
týðandi boriuppgávu hinu
megin markið, og henda
hevur verið seinkað, so
hevur verið mett, at BP bor
ingin fór at verða nógv
seinkað. Nevnt hevur verið,
at BP møguliga ikki fór at
bora fyrr enn í næsta ár.
Sosialurin skilur nú, at
BP, um alt gongur sum
ætlað, fer at seta borin í un
dirgrundina í oktober. Hjar
nar Djurhuus, stjóri hjá BP
í Føroyum sigur, at teir hava
eina vón um, at tað skal
fara at bera til at byrja hesa
spennandi boringina um
einar tveir mánaðir. Hann
leggur tó dent á, at gongur
alt ikki sum ætlað hinu
megin markið, so mugu teir
brynja seg við toli til í nov
ember. Men ætlanin er so
ikki at útseta nakra boring
til í næsta ár.
BP hevur saman við Shell
og Anadarko lagt nógva or
ku í at kunna fáa hesa bor
ingina av bakkastokki í he
sum árinum. Fundir hava
verið við Jarðfeingi og við
ymsar veitarar, og gongur
tað eftir ætlan.
BP borar møguliga
í oktober
Jarðfeingi hevur boðsent øllum
oljufeløgum á fund 31. august
Transocean Rather, boripallurin,
sum fer at bora fyri BP í oktober
Tað gongur væl at bora hjá Transocean Rather hinumegin markið, og møguliga fær BP pallin at
bora Williambrunnin á landgrunninum í oktober