Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 155 - 14. august 2007 Eftir at hava vitjað Suðuroynna um vikuskiftið, legði trúboðaraskipið Logos II leiðina til Íslands í gjár. – Tað var ein serstøk kensla at koma inn í føroyskt sjóøki og leggja at í føroyskari havn, sigur stýrimaðurin umborð, Trúgvi Petersen sum er ættaður úr Gøtu. Trúboðaraskip Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tvøroyri: Tað er ein øgiliga rokan av fólki her í stóru bókasøluni umborð. Onkur hyggur eftir leikum, onkur annar eftir bókum, meðan ein stórur partur er í teirri deildini har fløgurnar eru at finna. Við 5000 ymiskum titlum er bókasølan á Logos II hel­ st tann størsta her á landi. Og tí er lítil ivi um, at fólk munnu finna tað tey leita eftir – og helst meiri enn tað. Eingin ivi er um, at vitjanin hjá hesum trúboð­ araskipinum er eitt kær­ komið høvi hjá suðuroy­ ingum og øðrum at fáa kunnleika til eitt slag av missiónsarbeiði, har kristi­ ligar bókmentir spæla ein avgjørdan leiklut. Aftanfyri skipið stendur missiónsfelagsskapurin Op­ eration Mobilisation. Aftan­ fyri henda stendur skiparin umborð. Og undir honum aftur stendur føroyski stýri­ maðurin, hin 32 ára gamli Trúgvi Petersen. Hann hevur longu drúg­ var royndir umborð á skip­ inum, og verður umborð til nakað út á heystið, tá hann fer í land eitt stutt skifti. ­ Vit ætla okkum at vera við felagsskapinum í eini tvey ár aftrat. Vit gleða ok­ kum at fara við Logos Ho­ pe, tá tað skipið verður klárt í næstum. ­ Jú, tað verður spennandi at sleppa umborð á gomlu Norrönu, sum nú er umbygd til eitt nútíðar trúboðara­ skip, sigur Trúgvi í samrøðu við Sosialinum. Nú er tað tín túrur! Áðrenn Trúgvi nakrantíð kom í samband við OM, hevði hann hoyrt nógv um henda felagsskapin frá ungdóminum í samkomuni, har hann gekk. Hann var nógv við til ungdómsmøtini hjá Brøðra­ samkomunum í Eysturoyn­ ni, millum annað í Gøtu, Leirvík, Fuglafirði og á Toftum. Her var javnan vit­ jan av ungfólkum, sum søgdu frá øllum tí spen­ nandi, tey høvdu upplivað umborð á skipunum og í landi. ­ Eg kann serliga minnast tað eina kvøldið, tá Símun Jóanesarson greiddi frá sínum upplivingum umborð á hinum trúboðaraskipinum hjá felagsskapinum, Dou­ los. ­ Hann dugdi væl at siga frá og vísti myndir. Og satt at siga, føldi eg tá eitt kall at fara út tænastu. Tað kom líkasum til mín: “Trúgvi, nú er tað tín túrur. Tak tú nú títt tørn!”, greiðir Trúgvi siðiliga frá. Sum sagt, so gjørt. Andaliga og tað fakliga Trúgvi mynstraði umborð, og var eitt skifti við sum dekkari. Meðan hann ar­ beiddi her, fekk hann eyguni upp fyri einum heilt øðrum møguleika umborð. ­ Ja, eg byrjaði sum dek­ kari. Tað var meðan eg arbeiddi her, at eg sá at tør­ vur eisini var á stýrimon­ num. Hetta var somuleiðis nakað fyri meg. ­ Á henda hátt kundi eg kombinera tað fakliga við tað andaliga, ­ at kunna kný­ ta áhugan fyri missións­ arbeiði við áhugamálini fy­ ri sjógvinum, sigur hann, og leggur síðani aftrat við einum brosi: ­ Hetta var kanska ein løgin máti at byrja sjólívið uppá, at fara sín fyrsta túr til skips við einum trúboðaraskipi! Trúgvi gjørdi ikki mætari enn at fara aftur á skúlabonk, og hevur í hesum umfarinum verið stýrimaður umborð á Logos II í sløk tvey ár. Tey ungu mennast Trúgvi hevur íalt verið við OM í fýra og eitt hálvt ár. Men hann hevur ongar æt­ lanir um gevast enn á sinni. ­ At eg havi verið við øll hesi árini og framvegis ætli mær tað, er tí at ein sær, at tað hendir veruliga nakað við øllum teimum fólkunum sum koma umborð, greiðir stýrimaðurin frá. Tey umborð leggja merki til, at tá tey ungu koma um­ borð, eru tey heldur óbúg­ vin, eru ofta júst liðug við skúlagongdina og eru har­ aftrat kanska vorðin frelst stutt frammanundan. ­ Men tá tey hava verið við skipinum eina tíð, sær ein týðiliga at tey búnast, bæði persónliga og ikki minst andaliga. Túsundtals ungfólk hava gjøgnum árini verið við OM. Tá fólkini í felagsskap­ inum hyggja aftur í tíðina, duga tey væl at síggja, at eitt tíðarskeið við felags­ skapinum hevur havt avger­ andi týdning fyri mong menniskju. Tað hevur man­ gan verið sum eitt spring­ bretti hjá teimum at fara víðari í missiónsarbeiðin­ um. ­ Nógv teirra eru í dag úti í missión, summi virka sum samkomuleiðarar og uppaft­ ur onnur arbeiða við bíbliu­ týðingum kring allan heim­ in. ­ Jú, tað er sera áhugavert og gleðiligt at síggja, hvus­ su ein soleiðis kann gera eina góða íløgu í eitt trúgv­ andi menniskja. Standa aftanfyri Tá fólk fara út í missións­ arbeiði eru ymiskir hættir, hvussu hesi verða stuðlað. Summi fáa fasta løn frá eini missiónsrørslu, meðan ein í øðrum førum hevur sam­ komur sum standa aftanfyri seg. Trúgvi og familja hansara eru stuðlað av samkomuni Kelduni í Skálafirði, um­ framt familja og vinir. ­ Hesi standa øll aftanfyri okkum í bøn og við fíggjar­ ligum stuðli. Og tú kanst ætla, at vit eru sera fegin og takksom fyri hetta. ­ Tað er ómetaliga flott, at tey í samkomuni vilja strekkja seg til eisini at stuð­ la okkum. Slíkur stuðul be­ Byrjaði á dekkinum – - Tað er sera flott at tey í samkomuni Kelduni eisini vilja standa aftanfyri okkum, sigur Trúgvi Petersen