týsdagur 14. august 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 155 - 14. august 2007
helt fram á brúnni
týðir sera nógv fyri okkum,
sigur Trúgvi.
Í føroyskan sjógv
Vanliga er siglingarleiðin
hjá Logos II løgd langt
fram í tíðina. Soleiðis kann
fólkið umborð – og ikki
minst tey í landi – fyrireika
alt so væl til vitjanina.
Einu tíðina var ætlanin at
Logos Hope skuldi koma
til Føroyar í ár, men av tí at
arbeiðið at rigga skipið til
av nýggjum, tók longri tíð
enn mett, varð avgjørt at
Logos II skuldi koma hen
davegin ístaðin.
Hetta var avgjørt so seint
sum í februar mánaði í ár,
men hetta hevur kortini ikki
forðað arbeiðinum í at fyri
reika hesa vitjanina á besta
hátt.
Tá tað frættist umborð, at
Logos II skuldi koma í før
oyska havn, vóru hetta góð
tíðindi hjá Trúgva og hinum
føroyingunum umborð.
Hetta var ein sera spen
nandi vitjan, tí vit her slup
pu at síggja familjuna af
tur.
Jú, tað var serstakt at ko
ma heim við skipinum, og
at vit skuldu vera vertir við
hesa vitjanina, sigur hann.
Logos II hevur verið opin allar dagarnar fyri
vitjandi. Her fáa nakrar gentur andlit síni málað
Stóra bókasølan umborð var væl
vitjað. Fleiri enn 5000 titlar vóru at
velja ímillum, og tí mundi okkurt
verða til einhvønn tørv
Trúgvi er tó ikki einsa
mallur umborð á Logos II.
Við sær hevur hann kon
una Bjartu og tvey børn.
Bjarta er við í barna
ansingini nakrar tímar um
dagin, men er haraftrat við
í
seymirúminum.
Hon
tekur sær millum annað av
at
umvæla
og
seyma
klæðir til manningina. Her
kann til dømis verða talan
um búnar til ein dramaleik,
arbeiðsklæðir ella bara tað
at seyma ein knapp í.
Arbeiðið hjá Trúgva er
fyrst og fremst tað, sum
hoyrir við til starvið sum
stýrimaður. Hetta er mil
lum annað at syrgja fyri
viðlíkahaldsarbeiðinum
umborð og at hava ábyrgd
fyri monnunum á dek
kinum.
Her hava teir eina skipan
sum ger, at hesir menninir
ikki bert skulu rokast á
dekkinum, men eisini slep
pa út í missión.
Teir hava her gjørt eina
skipan, soleiðis at dek
kararnir hava ein dag um
vikuna, har teir kunnu
gera ymiskt andaligt ar
beiði.
Hetta var kanska ein løgin máti at byrja
sjólívið uppá, at fara sín fyrsta túr til skips
við einum trúboðaraskipi
(Trúgvi Petersen, stýrimaður á Logos II)
”
“Trúgvi, nú er tað tín túrur. Tak tú nú títt
tørn!
(Trúgvi Petersen, stýrimaður á Logos II)
”
Diana Johannesen úr Klaksvík hevur
siglt við Logos II. Stuttligt er at práta
við Trúgva um gamlar dagar
Trúgvi byrjaði á dekkinum, men er
nú stýrimaður umborð á Logos II.
Henda gamla umstýringin verður
í næstum skift út til nútíðar útgerð
umborð á Logos Hope
Í summar eru liðin 50 ár
síðani George Verwer og
nakrir av lestrarvinum
hansara byrjaðu tað, sum
seinni skuldi gerast til ein
kristnan missiónsfelags
skap.
Teir koyrdu tá á fyrsta
sinni koyrdu úr USA til
Mexico fyri at brúka eina
summarfrítíð at bera gleði
boðskapin til onnur men
niskju. Hetta gjørdist so
líðandi til Operation Mob
ilisation (OM). Í dag arb
eiða fleiri enn 4000 fólk
innan OM í fleiri enn 100
londum.
Hátíðarhaldið verður hil
dið kring allan heimin á
ymiskan hátt. Í Danmark
er ætlanin at gera nógv
burtur úr, tá Logos Hope
(gamla Norröna) kemur
til Danmarkar um stutta
tíð.
Vitjanin hjá Logos II á
Tvøroyri kann tí sigast at
hava verið við í byrjanini
til hátíðarhaldið, sum kem
ur at halda fram hetta kom
andi árið.
Familjan umborð
OM í 50 ár