týsdagur 14. august 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindi
Nr. 155 - 14. august 2007
- Tá eg málbar meg
soleiðis í tinginum
herfyri, var tað út
frá teirri sannroynd,
at samgongan tekur
undir við teimum
batunum á sosiala
økinum, sum eg
havi arbeitt við nú í
næstan eitt ár, sigur
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sparingar? Forget it!
Soleiðis
málbar
Hans
Pauli Strøm, landsstýrismað
ur, seg í tinginum, tá løg
mansrøðan var til viðgerðar.
Men hesi orðini vóru søgd
út frá teirri sannroynd, at
samgongan hevði bundið
seg til at fermja ávísar
ábøtur á sosiala økinum,
sum fara at kosta pening á
komandi fíggjarlóg.
Talan er um fleiri broyt
ingar, har tann helst kostn
aðarmesta er broyting í mót
rokningarsposentinum hjá
fyritíðarpensjónistum. Hes
ir hava verið mótroknaðir
við 60% av hvørjari for
vunnari krónu, við síðuna
av pensjónini. Hetta pro
sentið skal broytast niður í
30, sum fer at merkja, at
treytirnar hjá fyritíðarpen
sjónistum at forvinna sær
eitt eyka oyra, verða mun
andi betri.
Hans Pauli Strøm sigur,
at lægsta og meðal fyritíðar
pensjónin er ov lítil at
kunna liva av, og tí skal
lægsta pensjónin hækkast
upp á støði, sum meðal pen
sjónin í dag liggur á. Mun
urin er áleið 2600 krónur,
og hetta skal broytast í
tveimum stigum soleiðis, at
munurin verður burtur um
tvey ár.
Hetta eru broytingar, sum
fara at kosta í minsta lagi
tíggju milliónir krónur.
Eitt annað øki, har broyt
ingar eisini skului fremjast,
er
innan
endurbúgving
(revalidering).
Karmar
skulu skapast fyri fólki við
skerdum førleika at endur
vinna sínar arbeiðsmøgu
leikar. Hans Pauli Strøm
sigur, at verða arbeiðsmøgu
leikarnir skerdir hjá einum
fólki, ávirkar inntøkan hjá
hjúnarfelagnum møguleik
arnar fyri stuðli. Tí inntøkan
hjá hjúnarfelaga verður mót
roknað stuðlinum, og tað
merkir í førum, at stuðulin
heilt fellur burtur.
Aðrar broytingar
Men samgongan er eisini
samd um at fremja aðrar
broytingar. Eitt nú skulu
umstøðurnar hjá stakum
uppihaldarum gerast betri.
Hesir skulu fáa eitt ískoyti,
sum væntandi fer at kosta
átta milliónir tilsamans.
Eisini skal eitt ráðgevandi
toymi setast fyri ungar
kvinnur,
nakað,
sum
væntandi fer at kosta áleið
eina millión krónur.
Talan verður eisini um
at veita ein stuðul á eldra
økinum, eitt slag av endur
gjaldi fyri prísvøksturin,
sum er, serliga fyri oljuprís
in. Talan verður um eina
viðbót til pensjónshúski
upp á 1200 krónur um árið,
sum verður latin í trimum
útgjaldum, sigur Hans Pauli
Strøm.
Hetta fer at merkja eina
meirútreiðslu hjá landskass
anum upp á umleið fýra
milliónir.
Enn eitt átak, sum verður
sett í verk, er ókeypis
vaksinatión fyri pensjón
istar. Talan er um eina fyri
byrgjandi vaksinatión móti
krími.
Hetta er eisini ein táttur
í fólkaheilsupolitikkinum.
Men allar ábøtur eru sam
tyktar longu fyri einum ári
síðani, og eg havi so arbeitt
við hesum málunum, sum
nú eru klár at leggja fyri
tingið, sigur Hans Pauli
Strøm.
Tilsamans fara hesar ábøt
urnar at kosta landskassan
um upp móti 30 milliónum
krónum um árið.
Mítt øki verður dýrari
Hans Pauli Strøm fer at seta ymsar ábøtur í verk á sosiala økinum, sum fara at kosta landskassanum upp móti 30 milliónum
krónum um árið
- Tað, sum Elin
Heinesen, stjóri í
SamVit, førir fram í
bløðunum, er í tráð
við førda politikkin
hjá sitandi samgongu,
og tí tekur Bjarni
Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnu-
málum, í tí stóra og
heila undir við tí, hon
førir fram
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Elin Heinesen hevur drúgt
lesarabræv í bløðunum í
gjár, har hon heitir á lands
ins myndugleikar um at
leggja størri dent á alterna
vitar vinnur í Føroyum. Og
hetta er júst tann politikkur,
sum
samgongan
hevur
stungið út í kortið.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður, sigur, at tað
var av stórum týdningi, at
Menningarstovan og Ferða
ráðið vórðu løgd saman í
ein stovn, SamVit.
Tað, sum Elin Heinesen
førir fram, er neyvt í tráð
við
førda
politikkin
á
økinum. Samanlagdi stovn
urin skal ráðgeva, koma við
uppskotum og ikki minst
marknaðarføra
Føroyar
uttanlands,
sigur
Bjarni
Djurholm.
Hann vísi á, at hóast 95%
av okkara útflutningi stavar
frá fiski og fiskaúrdráttum,
so kemur bara 60% av
valutainntjeningini
frá
hesum vørum.
Vit vita, at danski stuðul
in svarar til áleið 15% av
føroyska búskapinum, so
umleið 25% koma frá øðr
um vinnum, eitt nú ferða
vinnuni, flutningsvinnuni,
KT, útisiglarum, handverk
arum í útlandinum og so
framvegis. Talan er um
vaksandi part av samfelags
búskapinum, ið stavar frá
øðrum enn okkara høvuðs
vinnu, sigur Bjarni Djur
holm.
Raðfestast høgt
Hann vísir á, at hóast vit
høvdu búskaparliga aftur
gongd frá 2002 fram til
2005, serliga við trupulleik
um í alivinnuni, so vaks
arbeiðsloysið ikki so nógv,
sum óttast kundi verið fyri.
Og hetta er aftur eitt dømi
um, at alsamt fleiri hendur
fáa sína inntøku frá øðrum
enn høvuðsvinnuni.
Bjarni Djurholm sigur
víðari, at tað er alneyðugt
av sleppa undan fløskuháls
um, eisini tá tað snýr seg
um loftvegis ferðslu til og
úr Føroyum.
Ráddi eg einsamallur
fyri borgum, hevði ein
nýggjur altjóða flogvøllur
fingið fremstu raðfesting. Í
løtuni sær út til at tað kunnu
verða tvey støð, har ein
alternativur flogvøllur kann
liggja, og tað er á Sandoynni
og á Glyvursnesi. Seinni
nevnda hevur tann fyrimun,
at tað er onga aðrastaðni, at
ein vøllur kann gerast so
langur, sum á Glyvursnesi,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at vindmáting
ar eru byrjaðar, men hann
roknar við, at tað skulu
ganga eini fýra ár, áðrenn
hagtalsgrundarlagið er nóg
gott at taka støðu út frá.
Í tráð við førda politikkin
Bjarni Djurholm er í tí stóra og heila samdur við Elini
Heinesen í tí, hon førir fram í bløðunum