týsdagur 14. august 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 155 - 14. august 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Óheftu menninir
búgva allir í
høvuðsstaðnum,
meðan teir í
dømingini standa
at umboða feløgini í
bygdunum, har teir
eru uppvaksnir
ÓHEFTU MENNINIR
Jóannes Hansen
Tá ið ÍF og GÍ á Òlavsøku í
2005 spældu steypafinalu,
var Birgir Sondum 23.
maðurin á vøllinum.
Upprunaliga var ætlanin,
at Eiler Rasmussen skuldi
døma, men Eiler bar seg
undan.
- Vit høvdu lagt frítíðar-
ferð uttanlands til rættis, tá
ið boðini komu fyri tveim-
um árum síðani. Tað harm-
aði meg, tí tað, at fáa litið
finaluna til, man vera ynski-
dreymurin hjá øllum, sum
fáast við døming, heldur
Eiler Rasmussen.
Í ár var frítíð uttanlands
eisini uppi í finalu fyrireik-
ingunum:
- Eg var staddur í Svøríki
í summarfrí, tá ið altjóða
dómari okkara, Petur Rein-
ert, sendi mær sms við tíð-
indunum um, at tað var
gjørt av, at eg skuldi døma
finaluna. Sjálvandi var eg
fegin, tí í tvey ár hevði eg
harmast um, at tað ikki lá
fyri at døma á Òlavsøku í
2005.
Eiler
hevur
dømt
í
fremstu røð síðani í 2001.
- Dómaraprógvið leyk eg
í 1997. Tey fyrstu árini vóru
eg og Jens P. Brattalíð linju-
dómarar hjá Petur Erhard
Kjærbo, sum dømdi. Hetta
vardi í hálvt annað ár. So
gavst Petur Erhard at døma,
og Páll Augustinussen og
eg vóru so linjuverjar hjá
Jens Peturi, inntil hann fór
til skips í 2001. Tá fóru Páll
og eg at royna okkum, og
síðani havi eg fingið loyvi
at døma.
Linjudómarar mikukvøld-
ið verða Jens Albert Simon-
sen og Andreas Petur Han-
sen. Andreas Petur hevur
verið í hesum fakinum eins
leingi og Eiler, meðan Jens
Albert man vera ein tann
royndasti aktivi í føroysku
dómaraverðini. Hann er
altjóða linjuverji og hevur í
ár verið uttanlands og dømt
saman við Peturi Reinert.
Merkisvert er tað, at allir
tríggir, sum mikukvøldið
hava ábyrgdina av, at alt
gongur fyri seg sambært
ásetingunum,
búgva
í
høvuðsstaðnum, meðan teir
í FSF yvirlitinum standa at
umboða bygdafeløg.
Eiler
Rasmussen
og
Andreas Petur Hansen eru
báðir ættaðir av Skála, og
Skála Ítróttarfelag stendur
at varða av teimum sum
dómarar. Jens Albert Sim-
onsen er ættaður úr Mið-
vági, og í FSF yvirlitinum
stendur hann at vera knýttur
at MB.
- Eg búgvi á Argjum.
Men eg havi ongantíð havt
tilknýti til annað ítróttarfel-
ag enn tað á Skála, og tað
havi eg heldur ongar ætlanir
um, sigur Eiler Rasmussen.
Fjórði
dómari
verður
Lars Müller. Hann arbeiðir
í Havn. Felagið, sum hann
sambært FSF er knýttur at,
er Royn í Hvalba, har hann
býr, tá ið hann ikki er til
arbeiðis.
Hvussu fyrireikar tú teg
til hesa uppgávuna?
- Fyri at vera førur fyri at
døma er neyðugt at vera í
góðari venjing. Eftir árs-
skiftið renni eg fleiri ferðir
um vikuna samstundis sum
vit dómarar, sum búgva í
høvuðsstaðnum,
spæla
innandura fótbólt saman
eina ferð um vikuna. Meðan
vit døma, renni eg tríggjar
ferðir og spæli innandura
eina ferð um vikuna.
Hvussu fyrireikar tú teg
mikudagin?
- Sum til allar aðrar
dystir. Tó er tað soleiðis, at
tá ið talan er um vanligan
arbeiðsdag, og dysturin er
ásettur at byrja klokkan 18,
so fari eg úr arbeiði eitt
sindur, áðrenn eg plagi at
fara. Eg veit, hvat fyri slag
av fótbólti hesi bæði liðini
spæla, og tað er ikki frítt, at
man spælir ymsar støður,
sum
kunnu
uppstanda,
ígjøgnum í høvdinum. Tað
ræður um at vera likamliga
og sinniliga klárur.
HB venjarin var ikki
nøgdur við spælið
sunnudagin, men
hann fegnast um,
at spæligleðin og
hugburðurin bóru
sigurin við sær, og
hann roknar avgjørt
við, at hansara menn
fara at spæla betri í
Gundadali, enn teir
gjørdu í Streymnesi
HB
Jóannes Hansen
HB hevur vunnið steypa-
kappingina fleiri ferðir
enn øll hini feløgini til-
samans. Tískil er tað ikki
nýggj støða fyri felagið, at
flaggskipið í annaðkvøld
verður annar parturin í
endadystinum í kappingini
um Løgmanssteypið.
- Vit spældu framúr væl
týskvøldið í síðstu viku
móti AB í Gundadali.
Sunnudagin spældu vit ikki
væl í Streymnesi. Eitt nú
gekst ikki væl at fáa vong-
verjarnar við í uppbyggjandi
spælið. Tá ið eg hyggi aftur
á síðstu vikuna, so haldi eg,
at tað gekk útyvir spælið
sunnudagin, at vit týskvøld-
ið brúktu óneyðuga nógva
orku móti AB.
Óneyðuga?
- Ikki misskilja meg. Tað
var neyðugt at arbeiða fyri
sigrinum. Men tá ið dysturin
var avgjørdur, kundu vit
havt togað í bremsuna. Tað
gjørdu vit ikki, tí alt gekk
sum eitt spæl, og tað er
hugaligt at undirhalda, tá ið
tú kennir, at áskoðararnir
eru so væl við, sigur HB
venjarin, Albert Ellefsen.
Hetta er onnur ferðin, at
hann er við HB í finalu.
Fyrra ferðin var í 1998, tá
ið Ion Geolgau hevði
ábyrgdina, og Albert var
hjálparvenjari. Ta ferðina
vann HB 2-1 á KÍ.
Hvussu roknar tú við, at
finalan fer at mynda seg?
- Tað valdast eitt nú, um
annað liðið tíðliga megnar
at fáa mál. Í Streymnesi
sást, at talan er um tveir
ymsar mátar at spæla
uppá. EB/Streymur spælir
skjótt fram til fremstu
menninar, sum teir rokna
nógv við. Hjá okkum eru
tað fleiri spælarar við í
álopunum, og tí er neyðugt
hjá okkum at renna skjótt
aftur, tá ið teir hava fingið
fatur á bóltinum. At liðini
spæla soleiðis ber við sær,
at dystirnir ofta eru rætti-
liga undirhaldandi, heldur
Albert Ellefsen.
Hvat var mest eyðsýnda
styrkin
hjá
tykkum
í
Streymnesi?
- Tað var moralurin. Hug-
burðurin og spæligleðin
lýstu av spælarunum, og
tað verða fyrst og fremst
hesar dygdirnar, sum skulu
bera okkum fram til steypa-
sigurin. Vit vita allir, at tað
bara fer at bera til, um vit
allir arbeiða alt, sum vit eru
mentir, og tað fara vit at
gera.
Í HB undirstrika teir aft-
ur og aftur – á sama hátt
sum teir gjørdu um hesa
tíðina í fjør – at møguleikin
fyri at vinna FM er burtur.
- Bæði hjá EB/Streymi
og okkum er sigur í steypa-
finaluni síðsti møguleikin
fyri at vinna eina kapping í
ár. Tí verður talan um tætta
og sera intensiva uppgerð.
Allir HB spælararnir eru
tøkir. Jákup á Borg og Vagn-
ur Mohr Mortensen vóru á
næstbesta liðnum leygar-
dagin. Jákup verður ivaleyst
millum teir fyrstu ellivu.
Um Vagnur verður í hópin-
um er meiri ivasamt, men
tað kann hugsast, tí hann
hevur áður víst, at hann er
førur fyri rættuliga at seta
dám á, um hann verður
skiftur inn.
Hugburðurin fer
at bera langt
Eiler hevur
bíðað í tvey ár
Eiler Rasmussen, dómari