Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 14. august 2007 29 Liðformaðurin hjá EB/Streymi kvígur ikki fyri, at tað er honum og liðfeløgunum til ampa, at teir sunnudagin taptu móti HB EB/STREYMUR Jóannes Hansen Tað er púra nýggj støða fyri EB/Streym, at saman­ setta liðið skal vera annar parturin av finaluni um Løgmanssteypið. Tí er fin­ alan søgulig fyri tey í Sundalagnum, og tað er so sjálvsagt, at tað seint seinnapartin í morgin fer at verða tøtt ferðsla frá Tjørnuvík, Eiði, Gjógv og kanska Funningi og úr øll­ um bygdunum báðum megin Sundalagið og suður í Gundadal. EB/Streyma liðið er stevnt saman í høvuðs­ staðnum longu á middegi. Tá fara teir at eta saman, og so verður hvíld, taktikk­ fundur og sinnilig fyrireik­ ing á skránni. Í HB hava nógvir fleiri ferðir luttikið í steypafina­ lum. Soleiðis er tað ikki í EB/Streymi, men teir eru ikki heilt óroyndir í finaluhøpi. Símun Eliasen hevur spælt finalu fyri HB og ÍF, Hanus Eliasen var við ÍF móti GÍ í fyrraárið, Ronnie Samuelsen hevur umboðað B36, John Heri Dam hevur umboðað havn­ arfeløgini, og liðformaður­ in, Egil á Bø, hevur tvær ferðir spælt finalu við B36. Í 1999 taptu teir móti KÍ, og í 2001 vunnu teir eftir illveðursuppgerð á KÍ. Verður tað tú ella HB liðformaðurin, sum fer at taka ímóti Løgmanssteyp­ inum? ­ HB er favorittur, men eg haldi avgjørt, at vit hava góðan møguleika, hóast vit taptu ímóti teim­ um sunnudagin, sigur Egil á Bø. Hví skal tað ganga betri hjá tykkum mikukvøldið, enn tað gjørdi sunnu­ dagin? ­ Vit spældu væl, og vit kunnu spæla eitt sindur betri. Eg rokni tó við, at HB fer at spæla betri í morgin, enn teir gjørdu sunnudagin, so tað verður torført, men vit hava avgjørt góðan møguleika. Tað valdast eisini, hvussu dystaragongdin verður. Tað liðið, sum fær mál fyrst, ger av, hvørjum treyt­ um spælt verður eftir rest­ in av tíðini, og tí hevur tað stóran týdning at skora fyrst. Tit taptu sunnudagin á heimavølli, hóast tú heldur, at tit spældu væl, men kortini sigur tú teg hava heilt gott mót? ­ Moralurin vísti seg at vera ógvuliga góður. Í 2. hálvleiki høvdu vit væl betri tak á spælinum, enn teir høvdu. Vit høvdu nógvar málmøguleikar, og eg rokni ikki við, at marg­ inalirnir hesa ferð fara at vera eins nógv ímóti okk­ um, sum teir vóru tað sunnudagin, ljóðar tað frá bjartskygda EB/Streyma liðformanninum. Tapið setir mót í bygdar- menninar ítróttur Steypafinalur 1955-2006 Ísafjarðarbikarið 1955: HB-KÍ 3-1 1956: TB-VB 5-2 1957: HB-KÍ 1-0 1958: TB-HB 5-3 1959: HB-B36 1-0 1960: TB-HB 3-0 1961: TB-B36 2-0 1962: HB-TB 2-1 e.l.l. 1963: HB-B36 7-1 1964: HB-B36 3-3 e.l.l 1964: HB-B36 4-3 e.l.l. (bikarið ogn hjá HB) 1. Ísafjarðarsúlan 1965: B36-HB 3-2 1966: KÍ-HB 4-2 1967: KÍ-B36 6-2 1968: HB-B36 2-1 1969: HB-B36 2-0 1970: finalan strikað 1971: HB-TB 9-0 1972: HB-B36 6-1 1973: HB-KÍ 3-1 (súlan ogn hjá HB) 2. Ísafjarðarsúlan 1974: VB-HB 4-0 1974: HB-VB 5-3 1975: ÍF-HB 2-5 1975: HB-ÍF 2-2 1976: KÍ-HB 0-1 1976: HB-KÍ 3-0 1977: TB-VB 1-3 1977: VB-TB 0-3 1978: TB-HB 2-1 1978: HB-TB 2-1 1978: HB-TB 3-1 1979: HB-KÍ 5-0 1980: HB-NSÍ 2-0 (súlan ogn hjá HB) 3. Ísafjarðarsúlan 1981: HB-TB 5-1 1982: HB-ÍF 2-1 1983: GÍ-Royn 5-1 1984: HB-GÍ 2-0 1985: GÍ-NSÍ 4-2 1986: NSÍ-LÍF 2-1 1987: HB-ÍF 2-2 1987: HB-ÍF 3-0 1988: HB-NSÍ 1-0 (súlan ogn hjá HB) 1. Løgmanssteypið 1989: HB-B71 1-1 1989: HB-B71 2-0 1990: KÍ-GÍ 6-1 1991: B36-HB 1-0 1992: HB-KÍ 1-0 1993: B71-HB 1-1 1993: B71-HB 2-1 1994: KÍ-B71 2-1 1995: HB-B68 3-1 1996: GÍ-HB 2-2 e.l.l. 1996: GÍ-HB 5-3 1997: GÍ-VB 6-0 1998: HB-KÍ 2-0 (steypið ogn hjá HB) 2. Løgmanssteypið 1999: KÍ-B36 3-1 2000: GÍ-HB 1-0 2001: B36-KÍ 1-0 2002: NSÍ-HB 2-1 2003: B36-GÍ 3-1 e.l.l. 2004: HB-NSÍ 3-1 2005: GÍ-ÍF 4-1 2006: B36-KÍ 2-1 Kappingin um annað Løgmanssteypið verður liðug í 2008. Um einki felag tá hevur vunnið oftari enn onnur feløg, verður hildið fram, inntil eitt felag hevur vunnið oftari enn nakað annað felag. Higartil hevur B36 vunnið tríggjar ferðir, GÍ tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og HB eina ferð í part. Um B36 ikki næsta ár skal vinna steypið til ognar, so skal HB vinna finaluna mikukvøldið og final­ una í 2008. Reglurnar siga, at um tað stendur á jøvnum eftir tíggju ár, so skal haldast fram, inntil eitt felag hev­ ur vunnið oftari enn nakað annað. Tað er ikki so ofta komið fyri, at tann við fáu royndunum hevur koppað tí við nógvu royndunum LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen HB hevur vunnið steypa­ kappingina 26 ferðir, og EB/Streymur hevur ongan­ tíð áður verið í finaluni. Søgan vísir, at tað ikki kemur so ofta fyri, at tann minni royndi koppar tí, sum hevur nógvar royndir. Tað er komið fyri, at fel­ øg við so at siga ongum fin­ aluroyndum hava vunnið á feløgum við nógvum roynd­ um. Dømi um hetta eru VB í 1974 og B71 í 1993. Felags fyri finalurnar hesi bæði árini var, at mótstøðu­ liðið báðu ferðirnar var HB. Møguleiki er fyri, at EB/ Streymur í annað kvøld skal leggjast afturat teimum við fáum royndum, sum hava vunnið á HB. Dømi um feløg, sum sjáldan ella ongantíð hava verið í finaluni, og sum tað ikki hevur hilnast so væl hjá, tá ið tey høvdu strítt seg fram til endadystin, eru B68 í 1995 og VB í 1997. Toftamenn royndu seg í 1995 fyri fyrstu og higartil einastu ferð í finaluni. HB var mótstøðuliðið, og fel­ agið við nógvu finaluroynd­ unum var greitt omaná og vann eisini dystin 3­1. Støðuga GÍ liðið mið­ skeiðis í níti árunum hevði nógvar royndir í at spæla avgerandi dystir. Í 1996 var GÍ partur av tveimum tøtt­ um finalum móti HB. Árið eftir var VB mótstøðuliðið. Teir, sum mannaðu VB liðið í 1997, mintust sjálv­ andi einki til 1974. Ikki síðani 1971, tá ið HB vann 9­0 á TB, hevur málmunurin verið so stórur í finaluni, sum hann var tað í 1997, tá ið GÍ sendi VB suður við 6­ 0 tapi. Royndirnar telja nógv Lesið Sosialin - so eru tit við