týsdagur 14. august 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 155 - 14. august 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Roynir
aftur
Í Turkalandi hevur stjónar
flokkurin AK gjørt av at
stilla uttanríkisráðharran,
Abdullah Gül upp til for
setavalið,
sum
verður
seinni í mánaðinum. Ting
ið skal atkvøða tríggjar
ferðir um forsetan, 20. ,
24. og 28. august. And
støðan hevur fyrr steðgað
royndunum hjá AK at
velja uttanríkisráðharran
til forseta, og andstøðan
sigur, at hon fer heldur
ikki at atkvøða fyri honum
hesaferð. Turksiki herurin
vil heldur ikki hava hann
til forseta.
USA á
pólin
USA ætlar sær ikki at sita
hendur í favn, nú fleiri
lond gera vart við, at tey
kanna sær ræðisrættin
yvir økinum kring Norð
pólin. Tí hava amerikonsku
myndugleikarnir sent eitt
lið av granskarum norður
til póløkið at kanna, um
havbotnurin undir pólin
um er beinleiðis framhald
av landgrunninum við
Alaska. Umframt USA
hava Kanada, Noreg, Dan
mark og ikki minst Russ
land verið virkin í pól
økinum í seinastuni.
Vatnflóð
í Norður
korea
Tað hevur regnað óvanliga
illa nógvastaðni í Norður
korea í seinastuni, og tað
hevur elvt til vatnflóð í
pørtum
av
landinum.
Myndugleikarnir søgdu í
gjár, at fleiri hundrað fólk
eru deyð ella ikki komin
afturíaftur, og at meiri enn
30.000 hús eru oyðiløgd.
Harafturat hevur regnið
oyðilagt jarnbreytir og
brýr, og stór landbúnaðar
øki standa undir í vatni. Í
fjør var eisini vatnflóð í
Norðurkorea, og tá bað
landið Suðurkorea um
mat og aðra hjálp.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Venjingarferðirnar hjá russiska flogvápninum eru
ein royna at spæla við vøddunum
(amerikanskur talsmaður)
útlond
Russisku myndugleik
arnir eru sannførdir
um, at tokvanlukkan
norðan fyri Moskva í
gjár var yvirgangur
Tokið fór av jarnbreytini,
tí ein heimagjørd bumba
brast á breytini. Tí verður
tilburðurin kannaður eftir
lógargreinini um yvirgang,
segði statsadvokaturin Ser
gei Bednichenko við russ
iska sjónvarpið í gjárkvøld
ið.
Umleið 60 fólk fingu
skaða, tá ferðamannatokið
millum Moskva og St.
Pætursborg fór av breytini
einar 500 kilometrar norðan
fyri Moskva. 25 teirra fingu
so álvarssamar løstir, at tey
máttu á sjúkrahús.
Russisku myndugleikar
nir siga, at tokførarin hoyrdi
tveir brestir, beint áðrenn
tokið fór útav. Ferðafólk
reiddu frá, at tey hoyrdu ein
brest, og at tað var ramur
brunaroykur í fleiri tok
vognum.
Sambært
sjónvarpinum
hevur løgreglan eingi spor
at ganga eftir. Kekenskir
uppreistrarmenn hava fyrr
skipað fyri atsóknum í Russ
landi, men teir hava ikki
gjørt um seg í meiri enn eitt
ár nú.
Tað var
yvirgangur
Yone Minagawa var
114 ára gomul og
heimsins elsta fólk
Elsta fólk í heiminum, jap
anska Yoni Minagawa, er
deyð av elli á einum røktar
heimi í býnum Fakuschi har
suðuri í Japan. Hon var 114
ára gomul. Sambært skjøl
um var Yoni fødd tann 4.
januar í 1893, og fyri einum
góðum hálvum ári síðani
bleiv staðfest, at hon var
elsta fólk í heiminum.
Tað er rættiliga vanligt,
at fólk í Japan liva leingi,
og japanskir læknar siga, at
ein orsøk er í hvussu er, at
japanar eta nógvan fisk og
nógv rís. Fyri tveimum ár
um síðani kom meðallivi
aldurin hjá kvinnum í Japan
upp í 85 ár, sum er tað
mesta í heiminum. Japanskir
menn liva í meðal 79 ár.
Sambært japanska fólka
yvirlitinum
eru
næstan
28.000 japanar eldri enn
100 ár.
Nú Yoni Minagawa er
deyð, er Edna Parker í Indi
ana í USA heimsins elsta
fólk. Hon er fødd 20. apríl í
1893 og er sostatt eisini 114
ára gomul.
Hon var tað elsta
Russisk bumbuflogfør, sum
eru á venjingarferð, flúgva
javnan tætt fram við amerik
anska markinum. Amerik
anskir embætismenn halda,
at russar vilja fegnir vísa, at
teir skulu takast í álvara
sum hernaðarveldi. Embæt
ismenninir halda eisini, at
russisku venjingarferðirnar
hava fingið ein serligan
týdning, eftir at USA gjørdi
av at fáa sær eina rakett
verjuskipan. Í Bretlandi og
Noregi hava myndugleik
arnir eisini varnast fleiri
russisk venjingarflogfør við
markið í seinastuni.
Russisk bumbuflogfør nærri
og nærri USA
Yoni Minagawa átti fýra synir og eina dóttir
241 ferðafólk vóru í tokinum
millum Moskva og St.
Pætursborg, tá tað fór útav