mikudagur 15. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 156 - 15. august 2007
tíðindi
Havnar Róðrarfelag
hevur verið í
einum fíggjarligum
aldudali seinastu
nógvu árini. Nýggja
nevndin í Havnar
Róðrarfelag ætlar at
fáa vent gongdini,
soleiðis at Havnar
Róðrarfelag aftur gert
eitt gott felag, sigur
nýggi formaðurin
Óli Svein Hansen í
tíðindaskrivi
KAPPRÓÐUR
Tíðindaskriv
Havnar Róðrarfelag hevur
verið í einum fíggjarligum
aldudali seinastu nógvu
árini. Nýggja nevndin í
Havnar Róðrarfelag ætlar
at
fáa
vent
gongdini,
soleiðis at Havnar Róðrar
felag aftur gert eitt gott
felag. Eisini ætlar nevndin,
at Havnar Róðrarfelag aftur
verður at síggja millum
mest
vinnandi
feløg
í
landinum.
Tað hevur verið sera
trupult hjá Havnar Róðrar
felag at fingið fíggjarligu
endarnar at hanga saman.
Og sjálvt um felagið hevur
fleiri ungar og góðar rógv
arar, so vóru tað fleiri bátar,
sum stóðu ómannaðir í
neystinum farna róðrarár.
Bara fýra út av tólv mann
ingum vóru at manna teir
ymsu FMbátarnar. Eisini
stóð flaggskipið Havnarbát
urin eftir í neystinum, tá
rógvast skuldi á norðoya
stevnu fyrst í juni mánað.
Aftrat
FMmanningunum
róðu bátar hjá felagnum
eisini barnaróður.
Nú ætlar felagið at fáa
vent
gongdini
bæði
á
ítróttarliga og fíggjarliga
økinum. Fyrst ætlar felagið
at fáa tað fíggjarliga uppá
pláss, síðani skulu nýtímans
venjingaramboð
fáast
í
neystið aftrat teimum, sum
frammanundan eru í neyst
inum. Hetta krevur nógv
arbeiði av felagnum, sum í
næstum ætlar at gera ymisk
tiltøk til tess at fáa pengar
til felagið.
Nógv rok hevur seinastu
tíðina verið í Havnar Róðrar
felag. Í kjalarvørrinum á
hesum er Rúni Persson
farin frá sum skrivari og
nevndarlimur. Nevndin í
felagnum fer at skipa fyri
limafundi, soleiðis, at limir
felagsins verða kunnaðir
um støðuna.
Nevndin vil fyrst og
fremst hava, at limirnir fáa
eina heildarmynd, hvat pen
ingur felagsins er brúktur
til seinastu árini. Alt hetta
tekur tíð at fyriskipa, men
nevndin væntar, at lima
fundurin verður seinast í
august ella fyrst í septembur
mánað. Hetta koma limirnir
at hoyra meira um seinni.
Havnar Róðrarfelag fyllir
75 ár í ár, og ætlar felagið
at hava stóra veitslu 27.
oktober. Hetta koma vit at
hoyra meira um seinni.
Sjálvt um bara fýra av
tólv FMmanningar fyrireik
aðu seg til norðoyastevnu,
so er felagið nøgt við
úrslitini í summar. Sílið 5
mannafar kvinnur vann fýra
róðrar og vann FMheitið.
Sílið 5mannafar dreingir
vann tveir róðrar og bleiv
nummar tvey í FMkapp
ingini,
og
Drekin
5
mannafar gentur vann ein
róður og gjørdist nummar
trý í FMkappingini. Verri
gekk hjá 8mannafarinum
Ørvi, sum felagið væntaði
sær meira av. Ørvur vann
ongan róður og bleiv numm
ar fýra í FMkappingini.
Havnar
Róðrarfelag
ætlar at fyrireika seg væl til
róðrarárið 2008, sigur Óli
Svein Hansen, formaður í
Havnar Róðrarfelag.
Havnar Róðrarfelag ætlar
at manna bátarnar