mikudagur 15. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 156 - 15. august 2007
Skattalættarnir verða ikki broyttir
Á fundi í lítlu sam
gongu í gjár varð
sligið fast, at skatta
lættarnir ikki verða
broyttir. Fundurin
var fyri meg ein roynd
at fáa samgonguna at
finna rætta áralagið
aftur, eftir tær ymisku
útmeldingarnar, sum
hava verið í seinast
uni. Og tað haldi eg
eydnaðist, sigur
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fundur var í lítlu samgongu
í gjár.
– Fyri mítt viðkomandi
var ætlanin at fáa rætta
áralagið aftur í samgong
uni. Tað hevur verið eitt
sindur turbulent seinastu
tíðina við fleiri ymiskum
útmeldingum, men nú hava
vit róð meginpartin av
teininum við góðum áralag,
so tað skuldi verið løgið,
um vit ikki eisini megnaðu
hetta, tað ið eftir er av
skeiðinum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann vísir á nógva kjak
ið, sum hevur verið um
eitt nú skattalættarnar, og
semjuna í samgonguni um,
at haldast skal aftur við
útreiðsluvøkstrinum á kom
andi fíggjarlóg.
– Tað hevur altíð verið
eitt stríð hjá øllum sam
gongum at halda aftur í
vøkstrinum á fíggjarlógini.
Hon hevur ein náttúrligan
vøkstur orsakað av lønar
vøkstri og vanligari in
flatión. Vit skulu eisini
minnast til, at ein vøkstur á
fíggjarlógini
nú
kann
skunda undir at hita bú
skapin upp, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard sig
ur, at tað hevur týdning, at
samgongan ikki tosar fram
við hvørjum øðrum, men
við hvønannan.
– Vit eru samdir um at
halda aftur í útreiðslunum,
nú skulu vit finna út av,
hvussu vit gera tað, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður sigur, at teir
hava framt nakrar skatta
lættar, og tað er serliga at
hækka loftið fyri toppskatti
úr 175.000 krónum upp í
280.000 krónur.
– Hetta merkir, at ein
vanlig arbeiðaraløn ikki
longur verður rakt av
toppskatti. Og tað er serliga
umráðandi
nú,
tá
vit
mangla arbeiðsmegi, og tí
hava brúk fyri, at fólk
arbeiða so nógv sum gjør
ligt, sigur Jóannes Eides
gaard.
Stuðla barnafamiljum
Løgmaður slær sostatt fast,
at skattalættarnir ikki verða
broyttir. Hann sigur, at tað
sjálvandi altíð ber til at
finna lítir við einum skatta
lætta, um tað er tað, ein
ynskir.
– Tað er rætt, at inntøk
ur undir 140.000 krónur
merkja skattalættan í minni
mun enn onnur, men hetta
kemst av, at so lágar
inntøkur mest bara rinda
kommunuskatt og bert í
minni
mun
landsskatt.
Hartil kemur so, at gjaldið
til samhaldsfasta er økt, og
tað rakar so eisini lægru
inntøkurnar, sigur løgmað
ur.
Men við lægru inntøk
unum er tað soleiðis, at
talan í mongum førum er
um til dømis hjúnarfelagar,
har annar hevur góða inn
tøku, meðan hin kanska
fegin vil vera á arbeiðs
marknaðinum,
men
til
niðursetta tíð. Talan kann
eisini verða um eitt nú
lesandi, sum nýta summar
mánaðirnar at forvinna sær
nakað av peningi í, meðan
tey lesa restina av tíðini.
– Vit skulu minnast til,
at burðaravlopið í Føroyum
er tað størsta í Europa, og
tað er bert hetta stóra
burðaravlop sum ger, at
fólkatalið ikki minkar, tí
talan er um eina netto
fráflyting. Tí er tað av
stórum týdningi, at barna
familjurnar hava tað gott.
Og tað er eisini nakað, sum
flokkarnir nú innanhýsis
skulu kjakast um, antin tað
ikki er rætt at veita barna
familjunum stuðul, sigur
løgmaður.
Tað sama er galdandi
fyri stakar uppihaldarar,
og tað er nakað, sum Hans
Pauli Strøm longu hevur
arbeitt við, og sum vænt
andi fer at síggjast aftur á
komandi fíggjarlóg.
Skarva av
– Hetta er sama kjakið sum
vit høvdu fyrst á árinum,
tá Bárður Nielsen framveg
is var fíggjarmálaráðharri.
Men tað er lættari at nýta
almannalóggávuna til slík
ar reguleringar, heldur enn
skattalógina, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Sostatt hevur samgongan
í umbúna at lívga um
barnafamiljurnar og støku
uppihaldararnar, men tað
merkir so samstundis, at
hyggjast má nærri at, hvar
møguligt er at skarva av, so
vøksturin á fíggjarlógini
kann tálmast.
– Tað verður neyðugt at
halda aftur á øðrum økjum,
og tað vóni eg fer at
eydnast, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at tá talan
er um at tálma vøkstrinum
í útreiðslunum á fíggjar
lógini, so er talan um bæði
rakstur og íløgur. Og hetta
verður so nakað, sum
samgongan má loysa, nú
byrjað verður at snikka
fíggjarlógina fyri komandi
ár til í næstu viku.
Avgjørt ein politiskur trupulleiki
– Mangulin upp á
arbeiðsmegi er ein
politiskur trupulleiki,
og verður einki gjørt,
kann tað fáa álvars
ligar, óhepnar avleið
ingar, sigur løgmaður
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, er í tí stóra og heila
samdur við tí, sum Jóhan
Páll Joensen og Bjarni
Olsen førdu fram í Degi og
Viku í gjárkvøldið.
– Eg vil ikki kalla tað
fyri katastrofu, men tað er
greitt, at vit mugu viðgerða
málið í størsta álvara, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður sigur, at eitt
slogan hjá flestu politik
arum altíð hevur verið:
Arbeiði til allar hendur. Og
sigast má, at hesin málsetn
ingur er uppfyltur til ful
nar.
– Útlitini vóru annars
ikki tey bestu, tá hendan
samgongan tók við. Fleiri
virkir lógu still og summi
gera tað enn. Men nú er so
arbeiði til allar hendur og
meira til, og tað er ein eitt
sindur óvanlig støða, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður
sigur,
at
mangul upp á arbeiðsmegi
kann hava óhepnar av
leiðingar við sær. Talan
kann gerast um lønarglíð
ingar, sum aftur hevur við
sær, at arbeiðir gerast dýr
ari. Og hetta kann so aftur
verða viðvirkandi til eina
økta inflatión.
– Tí er neyðugt at taka
málið upp í størsta álvara.
Ein lóg er á veg, sum eftir
ætlan skal koma í gildi á
nýggjárinum. Hetta er ein
lóg sum gera tað smidligari
hjá ESborgarum at koma
til Føroyar. Hon skal til
hoyringar hjá øllum pørtum
á arbeiðsmarknaðinum, tí
tað er umráðandi, at eisini
fakfeløgini eru við í hesum
ætlanum
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Smidligari
Løgmaður sigur, at tað er
ógvuliga náttúrligt at foku
sera upp á europearar.
– Fyri tað fyrsta er væl
eingin orsøk til at fara yvir
um ánna eftir vatni. Men
við at fokusera á europearar
fær tú størri mobilitet í
arbeiðsmegina. Tí roknast
má við, at europearar koma
til landið við tí eina enda
máli at arbeiða, fyri síðani
at fara heim aftur, tá eingin
tørvur longur er á frem
mandari arbeiðsmegi, sigur
løgmaður.
Hann sipar til, at tá ikki
europearar koma til Føroya,
so er tað ikki altíð bara fyri
at arbeiða, men ofta líka
nógv fyri at finna sær eitt
nýtt heimland.
– Tá miðað verður eftir
europearum, so er tað
eisini tí at tað skal virka
báðar vegir soleiðis, at
eisini
føroyingar
skulu
hava smidliga og lætta
tilgongd til aðrar arbeiðs
marknaðir úti í Europa,
sigur Jóannes Eidesgaard.
– Men mangulin upp á
arbeismegi í Føroyum er
avgjørt ein politiskur tru
pulleiki, sum nakað má ger
ast við, heldur løgmaður.
Gongur sum ætlað, kemur ein nýggj lóg í gildi á nýggjárinum,
sum skal gera tað smidligari hjá ES-borgarum at fáa arbeiðs-
og uppihaldsloyvi í Føroyum
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, sigur, at fundurin í
gjár í lítlu samgongu gekk væl,
og at allur tvídráttur nú er
beindur av vegnum
Svika við kvotu
Í Íslandi hava myndugleikarnir skuldsett eitt útgerðarfelag og ein vektarmann á
Eysturlandinum fyri at hava brotið galdandi reglur. Sambært blaðnum Vísir hava
myndugleikarnir illgruna um, at útgerðarfelagið og vektarmaðurin hava svikað á
vektarseðlinum við at skriva, at eitt skip hjá útgerðarfelagnum hevði 600 kilo av lira,
hóast talan í var um tosk. Liri er uttan fyri íslendsku kvotuskipanina og telur tí ikki
við í kvotuni hjá skipunum.
Graslíki til Nuuk
Býráðið í Nuuk hevur samtykt, at býurin skal hava ein graslíkisvøll, og kommunan
hevur í fyrsta umfari játtað 2,8 mió. krónur til verkætlanina, sigur KNR. Í Grønlandi
eru bara grúsvallir, eins og vit høvdu í Føroyum, áðrenn graslíkisvallirnir komu, og
grønlendski landsliðsvenjarin, Jens Tang Olesen, hevur sagt, at grønlendskur
fótbóltur hevur tørv á betri umstøðum. Kommunan í Nuuk hevur spurt seg fyri í
Íslandi og Norðurnoregi um graslíkisvallir.