mikudagur 15. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 156 - 15. august 2007
Til Danmarkar at arbeiða
Ongantíð hava so nógvir útlendingar leitað sær til Dan
markar at arbeiða sum nú. Tað eru serliga fólk úr teimum
eysturevropeisku londunum og serstakliga póllendingar,
sum velja at forvinna sær nakrar krónur í Danmark. Teir
fyrstu seks mánaðarnar í ár fingu myndugleikarnir 17.000
umsóknir frá fólki um uppihalds og arbeiðsloyvi, og tað
er meiri enn alt árið í fjør, skrivar Ritzau. Sambært Út
lendingastýrinum eru tað fá, sum fáa noktandi svar.
Pensjonistar til Íslands
Landsfelag Pensjonista skipar saman við Atlantsflogi,
Hótel Loftleiðum og Marentzu Poulsen fyri einari ferð til
Reykjavíkar í døgunum frá 8. til 12. oktober. Talan er um
eina pakkaferð, og kostnaðurin fyri hvønn er 4.935 krónur
í dupultkamari og 5.895 krónur í einakamari. Marentza
Poulsen, sum er ættað úr Skopun og býr í Reykjavík, ver
ður ferðaleiðari. Ætlanin er millum annað at hava eitt hug
nakvøld, og møguleiki er fyri útferðum.
SUMMARTILTAK
Tíðindaskriv
Árliga summartiltakið, sum
Sandavágs Ítróttarfelag van
liga skipar fyri í august
mánað, er í ár flutt til tann
1. september. Hendan dagin
er eisini ókeypis at koyra
gjøgnum Vágatunnilin, so
lagaligt er hjá fólki at koma
aðrastaðni frá vestur í
Vágar.
Nógv ymisk tiltøk eru á
skránni.. Afturvendandi he
vur seinnu árini verið eitt
nú fjallarenningin niðan á
Húsafelli, sum hevur fingið
góða undirtøku, og hon ver
ður sjálvandi eisini í ár.
Eitt annað sera skemtiligt
tiltak, sum seinnu árini he
vur verið við á degnum, er
brandslangufótbólturin, har
málmenninir eru útgjørdir
við hvør síni brandslangu
og hava so loyvi at spula
bæði bóltin so langt burtur
frá egnum máli, sum gjør
ligt. Eisini er tað komið
fyri, at bæði leikarar, dó
mari og áskoðarar hava
fingið eina strálu.
Í ár verður skipað fyri
fiskikapping. Tó ikki við
báti, men við tráðu.
Skipað verður aftur í ár
fyri væl umtókta sølutor
ginum, har fólk fáa borð at
selja egnar vørur á.
Og so eru tað øll hini
vanligu tiltøkini á og kring
ítróttarøkið á Valloyruni, so
sum burturluting av einum
scootara, sigling í ánni,
tónleikur, laksatorgið, fiska
suppan, grillin og mangt an
nað, sum fara at vara megin
partin av degnum.
Dagurin endar sum vant
við hugnaløtu við felags
sangi um kvøldið.
Endaliga skráin verður
lýst ein av fyrstu døgunum.
Seinsummardagur
í Sandavági
Nokia er nú í ferð
við at taka heili 46
milliónir battaríir
við breki aftur.
– Ivaleyst finnast
nøkur battarí eisini
í Føroyum, metir
Rógvi Róin, sølu- og
marknaðarleiðari hjá
Kalli
FARTeLeFonIR
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Í gjár kunngjørdi Nokia, at
brek er funnið á fleiri Nokia
battaríum av slagnum BL
5C, sum vandi er fyri kunnu
gerast ov heit. Sambært
framleiðaranum eru 100 til
burðir staðfestir. Tó eru ein
gir av tilburðunum álvar
samir. Kortini hevur Nokia
bundið um heilan fingur og
avgjørt at taka øll 46 mil
liónir battaríini, sum vórðu
framleidd í 2005 og 2006,
aftur og bjóðar ístaðin við
skiftafólkinum at endurveita
battaríini ókeypis.
Hvørki Kall ella Føroya
Tele fingið fráboðan frá fól
ki, ið eiga BL5Cbattaríið,
ið er tað mest nýtta av sínum
slagi.
Finnast eisini
í Føroyum
Battaríini eru sera út
breidd, og ivaleyst finnast
nøkur eisini í Føroyum, sig
ur Rógvi Róin, sølu og
marknaðarleiðari hjá Kalli.
Hildibjartur Hansen, inn
keypsleiðari hjá Føroya Tele
er samdur.
Battaríini hava verið
nógv seld. Men eg vænti ik
ki, at trupulleikin er so stó
rur, sum fleiri vilja gera tað
til, sigur hann.
Hildibjartur Hansen sigur
seg nevniliga ikki kenna til
nakra fráboðan um far tele
fonir, ið eru vorðnar ov hei
tar.
Til tess at finna útav, um
battaríið á Noka fartele
fonini skal skiftast út, ber
til at trýsta á slóðina http://
www.nokia.com/battery
replacement/en/. Tá num
marið á battarínum er upp
lýst, boðar heimasíðan frá,
um neyðugt er at skifta
battaríið ella ikki. Um so
er, at tað skal skiftast, biður
Nokia um persónligu upp
lýsingar hjá viðskiftafólk
inum og sendir eitt nýtt
battarí.
Vandamiklar Nokia-telefonir eisini í Føroyum
Hóskvøldið framføra
danski trubadururin
Sebastian, Hanus G.
Johansen, Aldubáran,
Benjamin Peteresen
og United voices í
Norðurlandahúsinum
TíðIndASKRIv
Sebastian hevur í mong á
glett danskarar í øllum ald
ri. Hann hevur síðan 1971
skrivað tónleik til m.a. fil
mar, sjónvarpsrøðir og sang
leikir. Harumframt er Se
bastian eisini ein framúr
góður frásøgu maður.
Føroyingar hava eisini
tikið væl ímóti Sebastian,
hann var í Føroyum í mars
2006 og framførdi og tá
sangleikinum Ronja Ráns
mannadóttir, ið hann gjørdi
tónleikin til, varð sýndur í
Norðurlandahúsinum
í
novembur 2005.
Forsmakkur í
Norðurlandahúsinum
Fyri stóra arbeiðið sítt í
mentanarlívinum innan tón
leik og sang og sjónleik
fekk
Sebastian
herfyri
riddarkrossin av Danne
brog.
Sebastian
framførir
á
fáum festivalum í summar
millum teir fáu eru Skander
borg Festivalurin og Dragør
Festivalurin. Harafturímóti
er hann í ferð við at leggja
eina nýggja solokonsertferð
í Danmark til rættis. Kon
sertirnar verða í oktober og
november. Føroyingar fáa tí
høvi at fáa ein ”forsmakk”
upp á, hvat Sebastian fer at
borðreiða við á konsertini í
Norðurlandahúsinum.
Góð skoðsmál
Í sambandi við várkon
sertferðina hevur Sebastian
ikki fingið annað enn rós
frá ummælarum í Danmark.
Ferðin var sera væl eydnað
og vísti ein sera væl
upplagdan trubadur. Fólk
hava reist seg upp, og
lógvabrestir hava endur
speglað áhugan hjá áhoyr
arunum runt um í landinum.
Tey lokalu bløðini, sum
hava umrøtt Sebastian, hava
kastað rósur út til sangaran
og frásøgumannin.
Leggjast kann afturat, at
Sebastian í september ver
ður við í Århus Festuge, har
hann bjóðar fólki á konsert
við føroyskum sangkrivar
unum i Danmark, nevnliga
Eivør, Høgni Lisberg og
Maria Guttesen.
Uppliv
Sebastian
og
Hanus G. Johannesen, Aldu
báruna, Benjamin Petersen
og United Voices í Norður
landahúsinum 16. august
kl. 20.00.
Sebastian og
føroyskir tónleikarar í
Norðurlandahúsinum