Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 156 - 15. august 2007 tíðindi Eftir framløgurnar í Skálanum, har kend og týðandi nøvn fara at umrøða ymiskar tættir í føroyskari fiskivinnu, verður pallborðsorðaskifti við áhugaverda og viðkomandi evninum í Norð­ oyggjum, ”Við­ urskiftini hjá útróðrar­og línu­ flotanum” Ráðstevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Aftur í ár verður skipað fyri stórari fiskivinnuráðstevnu, nú Føroya Sjómannadagur á triðja sinni verður hildin í landsins størsta fiskivinnu­ býi, Klaksvík. Stevnan verður í Skálan­ um í Klaksvík, og lagt verð­ ur fyri fríggjadagin, 17. aug­ ust klokkan 14. Stigtakarar til ráðstevnuna eru Óli M. Lassen, Jákup Sólstein og Auðunn Kon­ ráðsson. Teir hava allir tríggir tilknýti til fiskivinn­ una og kunnu sigast at um­ boða flestu tættir í vinnuni á sjónum. Tungvektarar Hetta eru aðru ferð, at skipað verður fyri slíkari fiskivinnuráðstevnu í sam­ bandi við, at Føroya Sjó­ mannadagur verður hildin í Klaksvík. Á ráðstevnuni í Skálanum verða fleiri kend nøvn innan føroysku fiskivinnuna. Vit kunnu siga, at her verða fleiri ”tungvektarar”, sum gjøgnum árini hava sett síni fingramerki á føroyska fiskivinnu. Teir, ið fara at hava fram­ løgu, eru Kjartan Hoydal, Meinhard Jacobsen, Bjørn Kalsø og grannskoðarafyri­ tøkan Rasmussen & Weihe. Úr Íslandi kemur fiskifrøð­ ingurin, Magnus Thor Haf­ steinsson. Rasmussen og Weihe hava seinastu árini gjørt neyvar greiningar av fiski­ flotanum og fiskavirkjunum, og á ráðstevnuni fer umboð fyri fyritøkuna at viðgera gongdina hjá ymisku skipa­ bólkunum. Pallborð um húk Umframt fyrilestrarnar í Skálanum, verður eisini skipað fyri pallborðsorða­ skifti, og her verður evnið ”Viðurskiftini hjá útróðrar­ og línuflotanum”. Við pallborðið sita lands­ stýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Bjørn Kalsø, Kjartan Hoydal, Auðunn Konráðsson, Jákup Sólstein, Anfinn Kallsberg og Mein­ hard Jacobsen. At norðoyingar velja at viðgera húkaflotan við pall­ borðið, er ikki av tilvild. Klaksvíkin og Norðoyggjar annars hava meira enn nak­ að annað øki í landinum ver­ ið neyvt tengt at húkavinnuni upp ígjøgnum tíðirnar. Og tó. Trolaravinna Fleiri trolarar eru heima­ hoyrandi í Klaksvík í dag. Umframt stóru flakatrol­ ararnar hjá JFK, hava Kósin og Jóhan Páll Joensen keypt fleiri skip, bæði línuskip og ísfiskatrolarar. Hinvegin skerst ikki burtur, at tað er húkurin, sum hevur eyðkent Klaksvíkina fram um onnur økir í landinum. Fiskivinnan undir luppin í Eini 180 fólk vóru við á fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík í fjør. Nú verður aftur lagt til brots, og fríggjadagin klokkan 14 verður lagt fyri í Skálanum Føroyskur dansur Sjómannadagin Nú skipað verður fyri Føroya Sjómannadegi í Klaksvík í vikuskftinum, vil Klaksvíkar Dansifelag eisini verða við til at fjølga um skránna. Føroyskur dansur hevur ikki verið á skránni á sjómannadegnum áður. Formaðurin í Klaksvíkar Dansifelag, Heini Mohr, sigur, at felagið fer at skipa fyri føroyskum dansi á Stangarbrúnni leygarkvøldið klokkan 22, tá tiltøkini har fara at verða liðug. Ætlanin er at kvøða vísurnar, Ormin Langa og Vaagen. Tá liðugt er á bryggjuni, verður farið í felagshølini í Skálanum klokkan 23, har føroyski dansurin verður uppaftur tikin – og dansað verður, so leingi fólk hava orku og hug til tess. Klaksvíkar Dansifelag hevur 200 limir og dansað verður hvørt sunnukvøld í dansitíðini. Eisini skipar felagið fyri føroyskum dansi fyri børnum. Heini Mohr sigur, at áhugi er fyri føroyska dansinum í Klaksvík, og hann heldur, at hesin parturin av mentanini er væl ”koyrandi” í Klaksvík í løtuni. Nú sjómannadagur verður, ynskir felagið at verða við til at fjølga um tey tiltøk, sum eru í Klaksvík hesar dagar. – Vit vóna, at áhugin fyri hesum tiltaki verður stórur, sigur Heini Mohr, sum hevur verið formaður í Klaksvíkar Dansifelag seinastu 11 árini. (-vilmund)