Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 156 - 15. august 2007 Neyðug tilmelding Eini 180 fólk vóru á fiski­ vinnuráðstevnuni í Klaksvík í fjør, og serliga var talan um umboð fyri fíggingar­ stovnar, tryggingar, stovnar við tilknýti til fiskivinnuna og leiðandi fólk av ymiskum slagi. Tilmelding til ráðstevnuna fer fram hjá Norðlýsinum á tlf. 456285 ella á nordpres@ post.olivant.fo ­ og kostnað­ urin fyri luttøku er 300 krónur, sum skal gjaldast á konto, 6460 1738668. Øll vælkomin Óli M. Lassen, ein av fyri­ skiparunum, sigur, at øll við tilknýti ella áhuga fyri fiskivinnuni eru vælkomin á ráðstevnuna, men neyðugt er at boða frá luttøku, helst í seinasta lagi hóskvøldið, 16. august. ­ Vit vóna, at fólk, sum fáast við fiskivinnu – á sjógvi og landi, fara at geva sær stundir at steðga á, nú alt bendir á, at høvuðsvinnan stendur yvirfyri stórum avbjóðingum, sigur Óli M. Lassen. Fyrilestrar á fiskivinnuráðstevnuni: Ólavur Poulsen (bjóðar vælkomin) Kjartan Hoydal Fiskivinnupolitikkur/ fiskidagaskipanin Bjarni Arnason Støðan og lønsemi hjá fiskiflotanum M. T. Hafsteinsson Íslendska fiskivinnan Meinhard Jacobsen Fiskivinna á sjógvi og landi FAKTA Klaksvík Stigtakarar saman við íslendskum fiskifrøðingi, fv.: Jákup Sólstein, Óli M. Lassen, Auðunn Konráðsson og Magnus Thor Hafsteinsson. Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri hesi stevnu í sambandi við Føroya Sjómannadag Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, vón­ ar, at hesir framúr spennandi og áhugaverdu dagarnir á Føroya Sjómannadegi enn einaferð fara at gerast ein ógloymandi uppliving, bæði hjá børnum og vaksnum Sjómannadagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn einaferð sleppur Stein­ bjørn O. Jacobsen, borgar­ stjóri, at bjóða vælkomin til Føroya Sjómannadag í Klaksvík. Sjálvur gleðir borgar­ stjórin seg til hesar dagar, sum hann rópar ”hátíðar­ dagar, sum eru halgaðir okkara høvuðsvinnu og teimum, sum har starvast”. Vitjan í Noregi ­ Fiskivinnan er berandi vinnan í okkara samfelag. Tað hevði verið svangligt hjá mongum føroyingi, um sjógvurin ikki hevði verið troyttur. Tíðliga í summar fekk Steinbjørn høvi saman við øðrum fyrireikarum av Før­ oya Sjómannadegi at vitja Kjøllefjord í Noregi. Hetta var, tá norðmenn skipaðu fyri heimsmeistarakapping í egning. ­ Hetta var ein sera áhuga­ verd vitjan, og eg kendi nógv aftur av tí, sum vit føroyingar eru so tætt knýttir at – fiskivinnuni. Steinbjørn sigur, at í Kjøllefjord hoyrdi hann um lagnur, sum eru mein­ líkar okkara. ­ Kor teirra á hesum staði eru so meinlík okkara, leggur hann aftrat. Hug til sjógvin Borgarstjórin vísir á, at fólk, sum eru vaksin upp í økjum, har sjógvurin setir dagsskránna, vita, hvussu týdningarmikil fiskivinnan er, og hvussu umráðandi tað er, at tað eru fólk, sum hava hug til sjógvin. ­ Hóast flestu føroyingar enn í dag munnu hava hetta forstáilsi og innlit, er tó eingin ivi um, at partur av unga ættarliðnum hevur tørv á at verða kunnaður um tað lív og tær mangan skiftandi umstøður, sum sjófólk okkara starvast und­ ir – og um tey amboð, tey arbeiða við. Savningarhøvi Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at Føroya Sjómannadagur er eitt gott høvi hjá okkara sjófólki at savnast á einum staði, bæði til gamans og álvara, har høvi verður hjá teimum at njóta samveruna við hvønn annan. ­ Við hesum degi hevur Føroya fólk fingið eina hátíð fyri alla tjóðina, sum liggur á røttum staði og í viðkom­ andi umhvørvi her í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði. Borgarstjórin sigur seg vóna, at hesir framúr spenn­ andi og áhugaverdu dagar eins og undanfarin ár ger­ ast ein ógloymandi uppliv­ ing, bæði hjá børnum og vaksnum. ­ Fyrireikararnir og tey mongu, ið taka tøk fyri hes­ um døgum, eiga uppiborna tøkk fyri hetta megnar til­ tak, sum Føroya Sjómanna­ dagur er, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum býður øll­ um vælkomnum til Klaks­ víkar. Føroya Sjómannadagur: Hátíð fyri alla tjóðina Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, saman við konu síni. – Tað var sera áhugavert at vitja í Kjøllefjord í Noregi, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen Skipað verður fyri fleiri føroyameistarakappingum á Føroya Sjómannadegi. Flestu kappingarnar verða leygardagin Mynd: Vilmund Jacobsen Leygardagurin er dagurin í Klaksvík Skráin fyri Føroya Sjómannadag í Klaksvík byrjar longu í dag, tá sjómanssøgur og sjómansvísur verða í Atlantis. Í morgin eru eisini nøkur tiltøk á skránni, og tá gerst Bátasavnið í Leirvík partur av skránni. Fríggjadagin er tað serliga fiskivinnuráðstevnan, sum er á skránni. Tey nógvu tiltøkini og tann stóra skráin verður ikki fyrr enn leygardagin, sum er dagurin, tá væntandi er, at hópur av fólki fara at streyma til Klaksvíkar. Ikki minst, tí hendan dagin verður eisini ókeypis at koyra undir Leirvíksfirði. Skráin fyri leygardagin er rættiliga rúgvusmikil og áhugaverd. Tað, sum eyðkennir hendan dagin, eru tær kappingar, sum skipað verður fyri – eisini føroyameistarakappingar í eitt nú trolbøting, at vinda hespur upp í noða, í sjómanstaki, at kasta fanglínu, at halda dreggi, í kelving, at skera agn – og í egning. Hetta eru vælskipaðar og spennandi kappingar, sum hava savnað nógv fólk hini bæði árini, Føroya Sjómannadagur hevur verið hildin. Hópur av øðrum tiltøkum eru eisini á skránni leygardagin, og tað er eisini hendan dagin, at stevnan verður sett av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø. Kappingar eru eisini í togtogan millum skipsmanningar, og grindahvalir verða skornir upp á bryggjuni. Á skránni leygardagin verður eisini bjargingarroynd, og finala verður í SkipaQvistini. Leygarkvøldið verður ókeypis dansur á Stangarbrúnni – ”dans på brygga”, sum tað verður rópt. Fólkadansur verður sýndur, og undirvíst verður eisini í línudansi. (-vilmund)