mikudagur 15. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 156 - 15. august 2007
Um mátin er so væl um
hugsaður, skal eg ikki siga,
men tað kennist sum eitt
frískligt lot í politiska rúmi
num, nú valdeymurin er
við at forpesta politisku
luftina.
Men eg eri fullvísur í, at
Magni veit, at talan ikki er
um at ávísir flokkar –
hvørki í samgongu ella
andstøðu – sum eru fyri og
ímóti tí, hann búskapar
politiskt vil skal henda.
Magni veit eisini, at mót
støðan hann fær minst líka
nógv er at finna innanhýsis
í hansara egna flokki.
Eg veit í hvussu so er, at
fyri mær er onki nýtt í tí,
sum ført verður fram, men
eg eri púra samdur í, at
ávaringarljósini, sum nú
blinka bjart, skulu takast í
fullum álvara.
Ein og hvør búskapur
krevur røkt alla tíðina.
Neyðug tiltøk skulu trygg
ja, at búskapargongdin
verður so jøvn sum gjør
ligt. Hetta megnaði sam
gongan at gera, tá hon
kikkstartaði búskapin fyri
fýra árum síðan. Eins
natúrligt er tað, at sam
gongan nú tekur ferðina av.
Vit eru flest øll samd
um, at ongin búskapar
kreppa er ávegis. Tað kenn
ist undarligt, at vit í Føroy
um onki málbari hava um
vanliga búskaparrøkt. Vit
hava bara tvey barometur –
antin tosa vit um kreppu, tá
tað gongst illa, ella um
kreppu, tá ið tað gongst
væl.
Stórt undirskot er á
handilsjavnanum, og
gjaldsjavnin er eisini
negativur.
Vit vita, at arbeiðsorka
er ikki í landinum at nøkta
tað virksemi, sum tað priv
ata og tað almenna longu
hava. Tí er tað ikki rættur
og ábyrgdarfullur fíggjar
politikkur at økja virksem
ið enn meira nú.
Ein ávísur bati verður
vónandi, nú landsstýris
maðurin í innlendismálum
fer at gera tað lættari hjá
útlendskari arbeiðsorku at
røkka føroyska arbeiðs
marknaðinum. Tað kann
kanska taka nakað av trýsti
num í nøkrum vinnum,
men ikki nóg mikið til at
økja um samlaða
virksemið.
Tað hevur verið mett
skilagott, at tað almenna
heldur aftur í íløgunum tá
privata íløguvirksemið er
stórt, og øvugt tá privata
virksemið er lágt. Hetta
fyri at javna og drýggja
peningin, so sum mest fæst
fyri hann. Hetta eigur enn
at vera gott latín.
Fíggjarlógin hevur í hes
um samgongutíðarskeið
num verið hildin í einum
sunnum afturhaldandi
vøkstri. Men fíggjarlógin
fyri 2007 vísti týðilig tekin
um, at fasta takið var farið
at vikna. Fíggjarlógin fyri
2007 vaks nevniliga dupult
so nógv, sum hon hevði
gjørt árini frammanundan.
Vit vóru nakrir fáir ting
menn, sum frá tingsins
røðarapalli ávaraðu móti tí,
sum hendi hendan myrka
decemberdag 2006. Men
vit vóru enn færri, tá rossa
handlarnir vóru fingnir frá
hondini.
Tá fíggjarætlanin fyri
2008 skal snikkast til, og
allar ætlaninar eru komnar
á borðið, er tað mín sann
føring, at vit ikki sleppa
undan at hava ávarðingar
ljósini í huga.
Loyvi mær at ivast í, um
ryggur finnist til heystar í
tinginum at gera tað, sum
neyðugt er. Vit vita at
fíggjarlógararbeiðið verður
ein opin bardagi og at
langtfrá øll fáa síni ynskir
uppfylt. Mest sannlíkt er tí,
at ongin fíggjarlóg kemur,
men at vit semjast um eina
provisoriska.
Spurningurin, sum
løgmaður eigur at seta sær
er, um vit ikki eiga at spara
okkum fyri øllum hesum
og útskriva val í heyst.
Hvar bleiv minkingin av
danska blokkinum av?
Eg saknaði á fasitlistanum
hjá Magna minking av
blokkinum, sum eitt av
búskapartiltøkunum at
fremja.
Herfyri var Magni nevni
liga í bløðunum og mælti
til at lækka blokkin fyri at
taka orku úr búskapinum.
Eg dugi ikki at síggja
henda møguleika nevndan
á fasitlistanum fyri
búskaparligu inntrivunum.
Eg haldi, at Magni ger
tað, sum hann eigur at gera
sum landsstýrismaður. Nú
er bara at finna ryggin í
politisku skipanini, sum vil
vera við til at halda
búskapin á rættari kós.
Magni skal ikki ivast í
mær.
Magni Laksafoss ger tað hann skal
– men hvar finna vit ryggin, sum bera skal?
Poul
Michelsen
Soleiðis var heitið á kron
ikkini 7. august í Viku
baðnum, har Óla Jákup
Rólantsson greiddi frá
samrøðu við enska ex
professarin Hamish L.
Anderson. Ein sera
áhugaverd samrøða.
Tað sum fangaði áhuga
mín var Andersonsa við
merking til leitingina eftir
undirverkum í Føroyum.
Endurtikið úr samrøðuni.
H. L. A. Og so leita tit eftir
undurverkum, sum um at
júst tað, at tit liva so væl í
friði so fjarskotin, ikki er
størsta undrið í sjálvum
sær. Tit hava misskilt
nakað heilt álvarsliga. Eitt
undur er á markinum til
tað gudómliga, ella er tað.
Grøðing er eitt undur, og at
Jesus gjørdi vatn til vín er
eitt undur. Men ein hálv
gjørd gomul katólsk grót
laðing verður aldri eitt
undur. Eitt útlendskt ment
anarhús sum hetta verður
aldri eitt undur. Prátið
gongur fyri seg í Norður
landahúsinum. Og so
hugsar hann leingi og
sigur: A wonder is a mir
acle, the feeling aroused by
something marvellous,
extremly and exeptionally
beutiful, sigur hann heldur
háfloygt og staðfestir, at
okkurt av tí, føroyingar
høvdu valt sum »undur«
varð á ymsan hátt »bloody
marvellous«, men so er alt
sagt.
Spell at eg ikki fekk skift
orð við henda áhugaverda
mann, tá kundi eg havt víst
honum eitt satt undurverk.
Vanligi gongutúrur mín er
gjøgnum Viðarlundina í
Tórshavn. Í Viðarlundini er
ein klovin klettur, og mitt
úr klovningini veksur eitt
træ. Hvørja ferð eg komi
til klettin, rennur mær til
hugs hin heimskenda
sálmin: »Rock of Ages,
cleft for meg. Let me hide
myself in Thee«. Augustus
M. Toplady (Ongl.), 1776.
Í mínum ungu døgum
sungu vit hann altíð á dons
kum. »Klippe, du som
brast for mig, lad mig
skjule mig i dig«. Umsett
hevur Svend Regling. Á
føroyskum eiga vit hann
við tvinnanda týðingum.
»Klettur klovin fyri mær,
lat meg fáa lívd hjá tær«.
Umsett hevur Jákup Dahl
1931. «Klettur klovin fyri
meg! Fjaldur í tær eri eg«.
Umsettur Victor Danielsen.
Til at myndprýða henda
sálm fæst valla vakrari
mynd enn av steininum í
Viðarlundini.
Sjálv havi eg hugsað, at
yrkjarin kanska hevur sæð
ein slíkan stein sum henda,
men so er ikki. Frásøgn er
um, at A. M. Toplady á
høgari hædd í Burrington
Combe kom í ávæntað
toruveður og fann sær
skýli í einum avkróki
millum høgar kálksteinar.
Har var sálmurin yrktur.
Tá ið ein gerst gamal, er
gott at duga eitthvørt
uttanat, tá er ein ongantíð
heilt einsamallur. Nú ein
dagin eg kom til steinin í
Viðarlundini, rann byrjanar
reglan á einum lovsangi
fram fyri meg. »O, veldis
Guð, eg undrandi má
skoða«. Nic. J. Beder.
Gløgt er gestsins eyga
nicolina
Jensen Beder
Uppskot til samtyktar
um at luta út partabrøv í
Føroya Banka til Føroya
fólk
Løgtingið tekur undir við,
at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum evnar til og
leggur fyri Løgtingið
uppskot um, at luta út til
alt Føroya fólk tann
triðingin av Føroya Banka,
sum enn er almenn ogn og
undir ræði Fíggingar
grunsins frá 1992. Hetta
kann gerast á tann hátt, at
hvør einstakur núlivandi
føroyingur fær tillutað
ognarbræv uppá sín part
(áleið1/48000) av tí virði,
henda ogn hevur í dag.
Almennar viðmerkingar
Við hesum uppskotinum til
samtyktar tekur Løgtingið
undir við, at landsstýris
maðurin í fíggjarmálum
leggur fyri Løgtingið
uppskot, ið hevur sum
endamál at útluta til
vanliga føroyingin tann
triðingin av Føroya Banka,
ið enn er almenn ogn.
Fíggingargrunnurin frá
1992 eigur í dag triðingin
av partapeninginum í P/F
Føroya Banka. Fíggingar
grunnurin er skrásettur hjá
myndugleikunum sum
vinnurekandi grunnur og
er í so máta uttan fyri
ræðisrættin hjá politiska
myndugleikanum, men tað
serliga við Fíggingar
grunninum frá 1992 er, at í
serligari fólkatingslóg og í
ríkislógartilmæli frá 1996
er ásett, at grunnurin kann
luta út ogn til Føroya
Landsstýri. Hetta er eisini
ásett í viðtøkunum fyri
grunnin, eins og tað er
ásett, at landsstýrismaðurin
skal góðkenna sølu av
partabrøvum í P/F Føroya
Banka. Somuleiðis er ásett,
at verður grunnurin tikin
av, kann ognin fara í
landskassan.
Tá virksemið hjá nú
verandi Føroya Banka
byrjaði í byrjanini av 90
árunum, var prísurin øgi
ligur fyri hin einstaka
føroyingin, ið varð álagdur
at gjalda bjargingina av
bankunum. Nøkur vórðu
bundin á hond og fót
restina av lívi teirra, onnur
hóraðu ikki undan, men
mistu hús og heim, og
samanumtikið fekk henda
bjargingartilgongd fatalar
fylgur fyri flestar føroyskar
familjur.
Hetta offur, henda bjarg
ing føroyinga av banku
num er grundleggjandi
viðvirkandi til, at føroyski
bankaheimurin, føroyska
vinnulívið og føroyski
búskapurin fótaðu sær, og
at samfelagið á mongum
økjum er væl fyri í dag.
Hetta er burturav fremsta
orsøk til ta framgongd,
Føroya Banki hevur havt,
og ta støðu, bankin hevur í
samfelagnum í dag.
Hin 2. mei 2006 sam
tykti Løgtingið so gott sum
einmælt at selja 2/3 av
Føroya Banka. Í sær sjálv
um var hetta ein løgin
avgerð, tí Føroya Banki var
væl fyri og gav eitt nøkt
andi fíggjarligt avkast til
landskassan felags inn
tøkukassa alra føroyinga.
Men avgerðin varð tikin,
og bankasølan byrjaði fyrr
í summar.
Longu fáar dagar seinni
varð greitt, at henda ognar
tøka var so illa skipað, at
øllum ikki varð unt at ogn
ast partabrøv. Nøkur, ið
vóru fíggjarliga væl fyri,
og onnur við serligum inn
liti til málið, fingu forrætt,
meðan flestu vanligu føroy
ingar, tey, ið eisini vóru
við at bjarga bankanum og
samfelagnum, sótu eftir
við sviðið soð.
Triðingurin av bankanum
er tó enn samfelagsins ogn.
Geva vit øllum føroyingum
ognarbræv til prosentvísa
part teirra av hesari ogn,
tryggja vit honum rættvísa
part hansara av ognini.
Harvið veita vit honum og
henni tøkkina, teimum
tilkemur fyri bjargingar
átakið í 1992.
á Løgtingi, 26. juli 2007
Uppskot um at luta út partabrøv í Føroya Banka til Føroya fólk
løgtingsmaður
Jenis av rana