Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 15. august 2007 11 tíðindi SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Drápsmenninir hava verið fleiri í tali, men enn hava vit einki spor at ganga eftir (løgreglan í Duisburg) útlond Stutt Sagt Funnin druknað Italska sjóverjan hevur funnið 14 lík, sum róku á havinum millum Tunis og oynna Malta. Sjó­ verjan sigur, at talan er um afrikonsk flóttafólk, og at fleiri teirra vóru í bjargingarvesti, men bá­ tur var eingin at síggja. Tey 14 líkini róku einar 50 fjórðingar frá italsku oynni Lampedusa, hagar norðurafrikanar í tú­­sun­ datali eru komnir tey seinastu árini. Higartil í ár hevur italska sjóverjan tikið meiri enn 7.000 flóttafólk upp av sjónum, og umleið 1.600 eru slop­ pin til Italia uttan hjálp. Venja á pólinum Russar leggja altsamt størri og størri dent á tann stóra áhugan fyri Norðpólinum. Í gjár fór russiska flogvápnið un­ dir eina venjing, sum mil­ lum annað ber í sær, at 30 bumbuflogfør skulu venja uppi yvir pólinum. Flogførini kunnu hava kjarnorkuvápn, men í venjingini skulu tey ven­ ja seg at skjóta rakettir, at navigera í póløkinum og at fylla brennievni í luftini. Aftur- valdur Fyrrverandi ísraelski for­ sætisráðharrin Benjamin Netanyahu varð í gjár aft­ urvaldur til formann í Li­ kud­flokkinum. Tá næs­ tan allar atkvøðurnar vó­ ru taldar, hevði hann fingið 75 prosent. Netan­ yahu er leiðari í andstøð­ uni, og síðani tað miseyd­ naða kríggið ímóti Hizbollah seinasta sum­ mar hevur hann ligið framman fyri Ehud Ol­ mert, forsætisráðharra í meiningakanningunum. Løgreglan veit ikki, hvor hevur skotið teir seks men­ ninar, ella hví teir vórðu skotnir, men tað líkist mest avrætting og einari uppgerð av einum ella øðrum slagi, sigur løgreglan í Duisburg. ­Vit tosa um seks skotnar menn, sum eru skotnir í høvdið, men vit tosa eisini um fleiri drápsmenn, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Reinhard Pape, við blaðið Die Welt. Klokkan hálvgum tvey síðstu nátt steðgaði ein mað­ ur einum løgreglubili tætt við jarnbreytarstøðina í týs­ ka býnum Duisburg. Mað­ urin segði seg hava hoyrt fleiri skot, og tá løgreglu­ menninir komu á staðið, funnu teir seks skotnar me­ nn. Fimm teirra vóru dey­ ðir, og tann sætti doyði á veg á sjú­­krahú­­sið. Nakrir av monnunum ló­ gu deyðir í bilum sínum, og hinir lógu uttan fyri bilarnar. Løgreglan hevur einki sagt um, hvørjir menninir eru, men summar tíðindastovur skrivaðu í dag, at menninir eru svartir, og at talan tí helst var um eina uppgerð millum innflytarar í brots­ mannaumhvørvinum. Lógu skotnir í bilunum Eitt hjúnarlag, sum ikki samsvaraði við hugsjónirnar hjá einari irakskari sekt, var helst orsøkin til bumbuatsóknina, sum kostaði 175 mannalív í gjár Fyri trimum mánaðum síð­ ani ætlaði ein 18 ára gomul kvinna í Norðurirak at gifta seg við einum ungum man­ ni, sum hon hevði møtt. Tru­ pulleikin var bara, at kvin­ nan var ú­­r tí lítla trú­­arbólk­ inum yazidi, meðan mað­ urin var muslimur. Men tað var ikki nóg mikið til at forða ætlan teirra, so kvin­ nan gjørdi av at taka við muslimskari trú­­gv. Tað skul­ di hon ikki havt gjørt. Tá skyldfólk hennara frættu, at hon hevði skift trú­­gv, bleiv hon tikin og steinað til deyða. Tað vóru hennara næstu, sum steinaðu hana, og drá­ pið elvdi alt fyri eitt til fleiri atsóknir at fólki ú­­r yazidi­ trú­­arbólkinum. Í einari at­ sókn vórðu 23 menn tiknir av døgum, og eina aðru ferð vórðu tveir menn burtur­ flyuttir og steinaðir til dey­ ða. Ein víðgongdur felags­ skapur, sum hevur tætt til­ knýti til al­Qaeda, hevur eis­ ini skipað fyri fleiri atsókn­ um og morðum, sum hava samband við tað ætlaða hjú­­narlagið og tilburðin, tá gentan bleiv steinað til dey­ ða. Og iraksku myndug­ leikarnir ivast ikki í, at tann ógvusliga bumbuatsóknin í gjárkvøldið var enn eitt álop hjá hesum sama felags­ ska pi. Myndugleikarnir ví­ sa á, at bumburnar brustu í bygdum, har nógv fólk ú­­r yazidi­trú­­arbólkinum bú­­gva. Hjúnarlag elvdi til ringastu atsóknina síðani innrásina Minst 175 fólk lógu eftirá, og umleið 200 vórðu særd í teirri ringastu bumbuatsóknini í Irak síðani innrásina í 2003 Seks ungir menn vórðu í nátt funnir skotnir í týska býnum Duisburg. Líkist mest avrætting, sigur løgreglan Teir seks skotnu menninir vóru millum 20 og 30 ára gamlir