mikudagur 15. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 15. august 2007
13
viðmerkingar
Vanliga er endamálið hjá
einum formanni í einum
ítróttarfelag, at standa á
odda fyri at røkja
áhugamál hjá felagnum.
At ikki øll fólk eru eins,
sæst aftur í framferðar
hátti, og oftani eisini í
avrikum hjá formonnum
og nevndarlimum. Tey
kunnu verða samstarvs
sinnað og ikki samstarvs
sinnað, konstruktiv og
ikki konstruktiv, tolin og
ótolin, takksom og
ótakksom o.s.fr.
Formaðurin í Róðrarfelag
num Knørrur, Sjúrður
Gullbein, er onki undantak.
Hann hevur sín egna fram
ferðarhátt. Og mátin hann
hevur valt at arbeiða uppá
er at seta treytir, seta krøv,
spilla út og niðurgera. At
takka fyri ta hjálp og tann
stuðul kommunan veitir
bæði Róðrarfelagnum
Knørri og øllum øðrum
ítróttarfeløgum í komm
ununi liggur eftir øllum at
døma Sjúrða Gullbein
ógvuliga fjart.
Lesarabrævið hjá Sjúrða
Gullbein í Dimmalætting
hin 13. august 2007 er eitt
talandi dømi um ókonstruk
tiva støði á samskiftinum
hjá formannin í Róðrar
felagnum Knørrur við
Tórshavnar kommunu. Júst
tí at nevnda lesarabræv í
veruleikanum bert er gor
og gall, er ikki orsøk til at
gera viðmerkingar til tað.
Tó eru so nógv ósannindi
og reingjan av málinum í
tí, ið Sjúrður Gullbein ber
fram, at eg meti tað rætt at
koma við nøkrum rættleið
ingum. Ikki ber tó til at
endurgeva alt tilfar í máli
num, men tey ið vilja
kunnu fáa innlit í skjølini í
málinum.
Eitt sum eyðkennir
framferðarháttin hjá Sjúrða
Gullbein er, at tá hann fær
eitt svar sum ikki hóvar
honum, so sær hann burtur
frá svarinum, heldur enn at
fyrihalda seg realistiskt til,
hvat ber til og hvat ikki ber
til.
Tórshavnar kommuna
hevur arbeitt við nógvum
uppskotum fyri at útvega
Róðrarfelagnum Knørri
møguleikar at byggja sær
hóskandi felagshølir.
Gongdin í málinum
Gongdin í málinum er í
stuttum hendan. Málið
byrjaði, tá Róðrarfelagið
Knørrur í 2001 søkti um at
leiga neyst frá kommununi
Úti undir Bakka. Hóast at
kommunan upplýsti felag
num, at umrøddu neyst
vóru útleigað og ikki tøk,
var svarið ikki tikið til
eftirtektar, og ein lítið
konstruktiv brævskriving
helt fram um hesi neyst í
eina tíð.
Müllersneystið er
varveitingarvert
Í 2002 sendi felagið síðani
umsøkn um at kunna ríva
neystið har felagið í dag
heldur til niður – sonevnda
Müllersneysti og byggja
eitt munandi størri neyst á
hesum stað. Bygningurin
var tó alt ov stórur í mun
til matrikulin, og byggjast
mátti útum mark til fleiri
síður, umframt uppeftir.
Byggi og býarskipanar
nevndin avgjørdi tá at
kannað, um tað bar til at
byggja ein minni bygning
har. Seinni komu broyttar
tekningar, har tað tó fram
vegis var bygt útum mark.
Á fundi 21. juni 2004
avgjørdi Byggi og
býarskipanarnevndin at
senda málið til hoyringar
hjá Føroya Fornminnis
savnið, eftir at býarsavns
vørðurin hevði ávíst at
neystið hevði søguligt
virði. Í skrivi frá 22. okt.
2004 boðaði Føroya
Fornminnissavn frá, at teir
mettu neystið varðveitingar
vert, og at neysti er partur
av einum størri áhugaverd
um umhvørvi í havnini,
sosum Skeiva Pakkhús,
Müllers Pakkhús, Fabrikk
in hjá Ørstrøm, høgu kai
og lágu kai. Hetta fakliga
grundaða tilmæli tók
Róðrarfelagið Knørrur tó
ikki til eftirtektar.
Søgdu nei til loysn í 2005
Í apríl 2005 var eitt nýtt
uppskot lagt fyri Byggi og
býarskipanarnevndina, um
at vísa á eitt øki nærhendis
Havnar Róðrarfelag. Málið
kom so mikið langt, at
kommunan var sinnað at
tillaga byggisamtyktina
fyri økið, men í einum
skrivi frá Róðrarfelagnum
Knørrur dagfest 20. sept.
2005, trektu teir í land og
vístu ikki vilja til at byggja
nærhendis Havnar Róðrar
felag. Í staðin vendu teir
aftur til bygging við
sonevnda Müllersneysti.
Søgdu nei til loysn í 2006
Hin 4. des. 2006 boðaði
Tórshavnar kommuna fleiri
feløgum við tilknýti til
frítiðarvirksemi á sjónum,
herundir Róðrarfelagið
Knørrur, Bjargingarfelagið,
Froskmannafelagið o.fl. til
fundar at vita, um tey vóru
áhugað í at fáa hølir í
Roykivirkinum í Álakeri,
um kommunan keypti
bygningin til slíkt endamál.
Øll feløgini tóku móti
hesum møguleika við
opnum ørmum undantikið
Róðrarfelagið Knørrur. Á
fundinum hevði Sjúrður
Gullbein eftir øllum at
døma ta fatan, at teir
gjørdu kommununi eina
tænastau tá hann spurdi
”…hvat kunnu tit
bjóða…”. Longu seinni
sama dag svaraði Sjúrður
Gullbein skrivliga aftur
soleiðis ”…Nevnd felags
ins hevur nú viðgjørt málið
og skal boða frá, at tó at vit
halda hetta vera vælmeinta
gerð, so hóskar staðið als
ikki til virksemi okkara, og
taka vit tískil ikki av
hesum tilboði…” . Ongin
saklig grundgeving kom tó
uppá spurning frá kommun
uni um, hvussu teir kundu
klára seg við einum lítlum
nýggjum bygningi har
verandi neyst stendur, tá
teir á fundinum um Álaker
søgdu at teimum tørvaði 6
800 fermetrar.
Kommunan hevði 15.
jan. 2007 enn ein fund við
umboð fyri Róðrarfelagð
Knørr um málið. Úrslitið
av hesum fundi var, at
kommunan fekk eitt skriv
18. jan. 2007 við 10 treyta
leysum krøvum frá Róðrar
felagnum, sum nú ikki bert
vildi hava stóran part av
Roykivirkinum í Álakeri,
men eisini sonevnda
Müllersneystið. Hetta var
ein milt sagt løgin støða, at
eitt felag søkir um hjálp,
men setir stórar treytir fyri
at taka ímóti hjálp. Málið
datt tó niðurfyri, tá ein
meiriluti í býráðnum feldi
uppskotið um at keypa
Roykivirki í Álakeri til
frítíðarvirksemi við tilknýti
til sjógvin.
Onki jørðsamband
Hin 06. mars 2007 bað
Sjúrður Gullbein um fund
við borgarstjóran og umsit
ingina, har hann bað um, at
borgarstjórin legði málið
um at keypa Skeiva
Pakkhúsið fyri býráðið
aftur, eftir at býráðið stutt
frammandunan hevði felt
málið, og at Róðrarfelagið
Knørrur so skuldi fáa 2 av
3 hæddum. At Sjúrður
Gullbein kom við einum
slíkum uppskotið fekk ein
at spyrja seg sjálvan, um
maðurin fullkomiliga
hevur mist jørðsambandið.
Kommunan roynir eftir
førimuni at stuðla ítróttar
feløgum so rættvíst í mun
til stødd og annað sum til
ber, men kommunan kann
ikki fara at keypa ognir at
forera ávísum feløgum –
uttan mun til hvussu
ágangandi tey eru.
Kommunan arbeiðir við
at ávísa egnað øki
Hin 30. mars 2007 fekk
formaður felagsins eina
neyva útgreining frá tekni
sku umsiting kommununar
um, hvat ber til og hvat
ikki ber til við sonevnda
Müllersneysti, innanfyri
karmarnar á byggisam
tyktini. Málið var síðani
viðgjørt á fundi í Byggi
og býarskipanarnevndini
fáar dagar seinni, og niður
støðan var, at ætlaða
byggingin snøgt sagt ikki
ber til. Talan kom at verða
um so munandi frávik
bæði viðv. stødd, bygging
útum mark, manglandi
parkeringsplássum o.s.fr.,
at tað fer langt útum tær
heimildir, sum kommunan
hevur at geva frávik. Tí
avgjørdi Byggi og býar
skipanarnevndin, at umsit
ingin skuldi arbeiða víðari
við at finnað annað hósk
andi øki. Samstundis
játtaði kommunan, at veita
Róðrarfelagnum eina
fyribils hjálp við at ganga
umsøkn um tíðaravmark
aða setan av bingjum á
Skálatrøð til bátar, um
framt at avtala varð gjørd
við Tórshavnar havn, um at
læna róðrarfelagnum eitt
neyst í Álakeri, sum
Tórshavnar havn júst tá
hevði tøkt.
Sjúrður Gullbein er fleiri
ferðir vorðin kunnaður
munnliga um at hugt verð
ur eftir at gera økið uttan
fyri Havnar Róðrarfelag til
eitt trivnaðarøkið við til
knýti til sjógvin. Bátahylur
skal eftir ætlan gerast har
um ikki so nógv ár, og
hetta er tí ein uppløgd
staðseting til slíkt virk
semi. Hetta krevur tó broy
ting av byggisamtyktini og
nakað av lendi skal útveg
ast frá ognarum á staðnum,
sum umsitingin nú fer at
mæla býráðnum til.
Men sum sagt, liggur tað
at takka fyri ta hjálp og
tann stuðul kommunan
veitir eftir øllum at døma
Sjúrða Gullbein ógvuliga
fjart. Í staðin heldur hann
eftir øllum at døma, at jú
fleiri atfinningum hann
kemur við og tess fleiri
krøv hann setur kommunu
ni, jú betur formaður er
hann. Lesarabrævi í
Dimmalætting hin 13.
august 2007 er dømi um
hetta. Og hóast Sjúrður
Gullbein hevur fingið eina
nágreinliga, fakliga
grundgivna frágreiðing
um, at tað ber ikki til at
byggja tað teir vilja við
sonevnda Müllersneystið,
so skrivar hann í lesara
brævinum, sum um hann
onki svar hevur fingið.
Enn einaferð gevur hetta
orsøk til at spyrja, um har
er nakað jørðsamband.
Sjúrður Gullbein kann
ikki fáa serviðgerð
Tórshavnar kommuna
brúkar á hvørjum ári
nógvan pening til m.a. at
stuðla ítróttarfeløgum.
Roynt verður at gera tað so
rættvíst sum til ber, og
samstundis at taka atlit til
hvussu ymsu feløgini
vanliga útvega sær sínar
inntøkur gjøgnum tiltøk o.
a. Men kommunan kann
ongantíð loyva sær at fara
útum sínar heimildir í
byggisamtyktini, bert tí at
okkrum felagi ikki dámar
niðurstøðurnar.
Hvat vil Sjúrður Gullbein
Sjúrður Gullbein má gera
upp við seg sjálvan og tað
felag hann umboðar, hvat
hann vil. Vil hann brúka
sína orku uppá at klandrast
um órealistiskar loysnir, ja
so er hann vælkomin til
tað, men tá kemur onki
nýtiligt burturúr. Vil hann
hinvegin nýta orkuna
konstruktivt uppá at finna
fram til eina framtíðarloysn
fyri Róðrarfelagið Knørrur,
so má ein annar hugburður
til.
Míni ráð til Sjúrða
Gullbein skulu tí verða, at
leggja á annan bógv, og
heldur saman við komm
ununi gloyma allar órealist
iskar loysnir og arbeiða
konstruktivt fram móti at
útvega økið til felagið at
byggja á, tí framferðar
háttur tín higartil førir ikki
til nakað.
Hvat vil Sjúrður Gullbein
borgarstjóri
Heðin
Mortensen
Dúgliga hevur verið kjak
ast í síðstuni um okkara
nýggja landsstýrismann í
fíggjarmálum, Magna
Laksáfoss, og úttalsi hans
ara um, hvussu hann sær
okkara annars so viðkvæ
ma búskap. Fleiri hava
funnist at, hóast sjónarmið
hansara eru fult í tráð við
samgonguskjalið!
Magni Laksáfoss hevur
nakrar meiningar um,
hvussu vit kunnu halda eitt
sindur aftur, fyri ikki at
koyra meiri ferð á búskap
in, enn neyðugt. Eg eri
samdur við Magna Laksá
foss, tá hann metir, at vit
eiga at raðfesta øðrvísi og
møguliga útskjóta nakrar
stórar íløgur, til búskapurin
aftur verður meira
normalur.
Hetta er eisini fult í tráð
við samgonguskjalið, har
tað beinleiðis og orðarætt
stendur soleiðis: »Førdur
verður ein varin og ábyrgd
arfullur búskaparpolitikkur.
Endamálið er at tálma
sveiggjum í búskapinum.«
Magni Laksáfoss hevur
sín fulla rætt til at úttala
seg, tá tað er í tráð við
samgonguskjalið, so tí sklji
eg ikki Javnaðarflokkin og
talsmann hansara, tá hann
sigur, at »um Magni ikki
tolir luktin á bakaríinum,
so eigur hann at fara«.
Kanska hevur tingmaðurin
hjá Javnaraflokkinum ging
ið so leingi á bakaríinum,
at hann luktar ikki brenda
roykin… Men tað ger okk
ara nýggi landstýrismaður,
sum júst er komin har.
At spara ella at halda
aftur við 200 til 300 milli
ónum krónum í rakstrinum
á komandi løgtingsfíggjar
lóg, rakar okkara almenna
verk meira enn gott er, og
vita bara eftir, um ikki
sjúkrahúsini og skúlaverkið
verða tey fyrstu, sum enn
eina ferð merkja spariknív
in. Og so koyrir alt aftur,
sum tað plagar, við hóttan
um um uppsagnir á Land
sjúkrahúsinum o.s.fr.
Pisakanningin gav øll
um ein hvøkk, og nú skuldi
setast inn fyri at bøta mun
andi um skúlaverkið. Men
hvat er hent og hvat hava
vit í væntu, tá okkara fólka
valdu ikki tora at síggja
veruleikan í eyguni? Rokni
stykkið er ikki øðrvísi enn
so, at um vit skulu hækka
støðið í skúlaverkinum, so
skulu pengar til, um vit
vilja tað ella ikki.
Eg vil eisini taka undir
við sjónarmiðum, sum
hava verið í bløðunum í
síðstuni, har ført hevur
verið fram, at
Sambandsflokkurin ikki
hevur verið nóg
heilhjartaður í sínum stuðli
til landstýrismannin.
Magni, halt fram við tínum
skilagóðum meiningum
um okkara búskap og hvat
tú heldur og meinar. Vit
eru fleiri, ið stuðla tær!
Laksáfoss er á rættari kós
Annfinn
Brekkstein