Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 156 - 15. august 2007 Yvirskipaðu leiðreglurnar fyri dagliga arbeiðið eru m. a. ásettar í samgonguskjali­ num, vinnupolitikkinum, umframt frágreiðingum, ætlanum og politikkum á ymsu økjunum hjá lands­ stýrismanninum. Málið er hækka livistøðið hjá ein­ staka borgaranum, og at Føroyar skulu verða mill­ um fremstu tjóðir í 2015. Tað er komið væl áleiðis at avgreiða tey mál, ið sett eru í samgonguskjalinum eins og løgtingið í farnu tingsetu samtykti fleiri lógaruppskot, sum eru í samsvari við vinnupoli­ tikkin.Í komandi tingsetu verður herðsla løgd á at røkka teimum, ið eftir eru. Tað verður framvegis arbeitt við at tryggja, at gróðrarbotnurin fyri nýskapan er so góður sum tilber, herundir at menna íverksetan, KT­nýtslu og gransking. Eisini verður dentur lagdur á framhald­ andi útbygging av infra­ strukturinum í Føroyum, soleiðis at tað gerst skjótari, lættari og bíligari at ferðast og samskifta bæði í Føroyum og millum Føroyar og útheimin. Hetta er ein avgjørd fortreyt fyri framhaldandi menning og trivnaði í Føroyum. Sum eitt serligt arbeiðs­ marknaðar politiskt átak fer landsstýrismaðurin í vinumálum at seta eina kommisión at gera uppskot um, hvussu betur javnvág kann fáast millum arbeiðs­ og familjulív, har endamál­ ið við arbeiðinum er at økja um trivnaðin hjá løntakarunum í arbeiðinum og heima soleiðis, at síná­ millum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gerst so positivt sum gjørligt. Vinnumál Vinnulóggáva og vinnupolitkkur Gongdin í skjótt farna valskeiði vísir at vinnu­, skatta­ og búskaparpolitikk­ urin hevur hepnast væl. Virksemið er stórt, arbeiðs­ loysið er metlágt, og út­ byggingarnar av samfelag­ num styrkja alsamt fjøl­ broyttari vinnumøguleik­ um. Yvirhøvur hava fyri­ tøkurnar sunnan rakstur við rímiligum forrentningi av eginpeninginum saman við avmarkaðari skuldarbyrðu. Skulu vit halda fast við positivu búskapargongdini, sleppa undan fløskuhálsum á arbeiðsmarknaðinum og harav vaksandi inflatión, er neyðugt at manna­ gongdirnar viðvíkjandi tilflytan av fremmandari arbeiðsmegi skjótast verða smidligari. Fleiri av grundleggjandi vinnulógunum eru endur­ skoðaðar eftir tí stevnu­ miði, at tær eru á sama støði sum í londunum kring okkum. Hetta merkir, at lógirnar skulu fylgja lóggávuni í ES í so stóran mun, sum til ber. Ætlanin er, at hesar lógir áhaldandi verða dagførdar, soleiðis at tær altíð eru í samsvari við lóggávuna aðrastaðni. Í farnu tingsetu samtykti løgtingið nýggja parta­ felagslóggávu, smáparta­ felagslóggávu, ársroknskap­ arlóggávu, lóg um vinnu­ rekandi grunnar og lóg um ávísar vinnurekandi fyri­ tøkur. Harumframt sam­ tykti løgtingið nýggja kappingarlóg. Allar hesar eru í samsvari við nýggjastu altjóða lóggávur. Ætlanin er nú at leggja uppskot um marknaðar­ føringslóg fyri Løgtingið, við tí endamáli at áseta minstukrøv til marknaðar­ atferðina hjá vinnufyri­ tøkum, tá tað ræður um marknaðarføring við atliti til kappingarneytar og onnur vinnurekandi og við atliti til brúkaran og almenn samfelags­ áhugamál. Landstýrið er samt um at yvirtaka alt vinnulógarøkið frá 1. januar 2008. Í tí sambandi hava landstýris­ maðurin í vinnumálum og danski vinnumálaráðharrin 29. juni 2007 gjørt felags­ yvirlýsing um mannagongd­ irnar í sambandi við yvir­ tøkurnar av málsøkinum. Yvirskipaða endamálið við nútíðar vinnulógum og dagførda vinnupolitikki­ num er at gera føroyska búskapin sjálvberandi, so at vit trygt kunnu leggja støðið undir framhaldandi yvirtøkum eftir yvirtøku­ lógini, har fíggjarligt rásarúm ger tað møguligt at raðfesta samsvarandi politiskum semjum. Aling Dentur fer framvegis at verða lagdur á loypandi ajourføring av reglunum um rakstur, sjúkufyri­ byrging og niðurberjing umframt at dagføra eftir­ litið, tí hóttanin er alla tíðina, at nýggjar sjúkur kunnu stingast upp ella kendar taka seg uppaftur. Farið er undir at endur­ skoða alilógina m.a. við atliti at tey dugnaligastu fara at sita við aliloyvunum í framtíðini, og at aliloyvir ikki skulu liggja ónýtt. Málið í endurskoðanar­ arbeiðinum er eisini at dagføra karmarnar við atliti til vinnuligu og tøkniligu menningina á økinum. Ætlandi verður uppskot til broytingar í alilógini lagdt fyri Løg­ tingið í hesi tingsetuni. Landbúnaður Løgtingið samtykti í maj í ár nýggja lóg um lands­ jørð. Lógin gevur festarum betri rættindi á festunum og miðar eftir at bøta um møguleikarnir hjá bóndum at koma fram at hóskandi dyrkilendi, og betra um menningarmøguleikar ser­ liga hjá mjólkneytahaldu­ num. Vinnuligu viðurskift­ ini hjá einum festara kunnu við nýggju lógini javn­ setast við viðurskiftini hjá øðrum vinnurekandi. Ætlanin er, at Royndar­ støðin kann gerast meira virkin innan tænastur og gransking í sínum sam­ starvi við vinnuna, og somuleiðis eigur í fram­ tíðini størri dentur at vera lagdur á granskingarsam­ starv við innlendskar og útlendskar granskingar­ stovnar, við atliti til menn­ ing av ymsu tættunum innan landbúnaðarøkið. Miðað verður eftir at gera kanningar av, hvussu vit á mest skynsaman hátt gagnnýta okkara tilfeingi og ikki minst hvussu vit verja tilfeingi, og m.a. er hóttandi jarðarslitið ein avgerandi spurningur í so máta. Farnu árini hevur verið arbeitt miðvíst at fáa avtalu við ES um innflutning av rossum úr Íslandi. Hesi viðurskifti eru nú komin undir land, og verður tað gjørligt í heyst at flyta inn ross beinleiðis úr úr Íslandi. Matvørulóggáva Galdandi matvørulóg frá 1985 eigur at verða dag­ førd, og er ætlanin at fara undir at gera nýggja lóg fyri økið, soleiðis at krøv­ ini til føroyskar matvøru­ framleiðarar og matvøru­ trygdina hjá føroyskum brúkarum vera á sama støði sum í ES. Trygging Tryggingarmarknaðurin í Føroyum er ikki frælsur, tí sum meginregla er ikki loyvt føroyingum at tekna tryggingar uttanlands, eins og útlendsk feløg ikki kunnu fáa loyvi at reka tryggingarvirksemi í Føroy­ um. Eisini hava tey føroy­ sku tryggingarfeløgini avmarkaðar møguleikar fyri at fáa atgongd at reka tryggingarvirksemi uttan­ lands, eitt nú í ES/EBS londum. Hesar avmarking­ ar eru tó ikki galdandi í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland. Nærum øll tann føroyska eftirlønaruppsparingin verður sett í útlendsk virðis­ brøv, m.a. orsakað av lógar­ kravinum um, at pensións­ uppsparing skal setast í virðisbrøv, sum eru skrá­ sett á virðisbrævamarkn­ aði, sum er ein forðing fyri, at peningur kann setast í føroysk aktiv. Tær ítøkiligu vinnupoliti­ sku ætlanirnar innan trygg­ ingarøkið fevna um hesi tiltøk: Tryggingarlóggávan skal dagførast og verða í sam­ svari við ES­lóggávu. Útlendsk tryggingarfeløg fara at fáa møguleika at virka í Føroyum, og at bjóða føroyingum tænastur teirra. Samstundis fáa føroysk tryggingarfeløg atgongd til útlendska marknaðin. Føroyingar fáa frælsi at tekna tryggingar uttanlands. Vinnugransking Arbeitt hevur verið staðset­ ing av nýggjari granskara­ park á Nóatúni/Debesar­ trøð. Fyrireikingarnar halda áfram, og verður uppskot lagt fyri Løgtingið um heimild at stovna parta­ felag, sum skal reka granskaraparkina. Ætlanin er at játta pening til 3 professoratir innan ávikavist humana gentøkni, ídnaðarliga biotøkni og djóra gentøkni. Hetta verð­ ur gjørt fyri at tryggja, at gongd kann koma á grans­ kingina, og at hon verður á høgum altjóða støði. Professoratini skulu vera tíðaravmarkaði til 5 ár. Tað yvirskipaða málið fyri granskaraparkina er m.a.: At handilsgera (kommer­ cialisera) granskingar og kanningarúrslit At fremja nýskapan í fyritøkum, menna nýggjar fyritøkur og draga fyritøkur til Føroya At menna sambond og samstarv millum gransking og vinnu Vinnuframi Í vinnupolitikkinum, sum varð lagdur fyri Løgtingið í 2005, varð boðað frá, at ætlanunum At marknaðarføra føroy­ skar vørur og tænastur uttanlands og Føroyar sum eitt land at gera íløgur í At marknaðarføra og menna Føroyar sum ferða­ mannaland At menna ein íverksetara­ hugburð í Føroyum og at skapa karmar hesum við­ víkjandi Eisini varð boðað frá, at arbeitt varð við at sam­ skipa virksemið hjá Menn­ ingarstovuni, Ferðaráðnum og Vinnuframagrunninum. Menningarstovan og Ferða­ ráðið eru nú løgd saman í ein stovn – Samvit. Samvit er nú farin undir at fremja omanfyri umrøddu ætlanir. Eisini er Samvit virkin partin av verkætlanini hjá almennu Føroyum um Kappingarsamleika Føroya, umframt at Samvit samstarvar við íverksetara­ depilin í Klaksvík. Samskifti Samferðsluætlan Samferðslukervið hevur stóra ávirkan á, hvussu samfelagið virkar, og er visjónin fyri samferðslu­ kervið í Føroyum: Góðir ferðamøguleikar skulu stuðla upp undir og tryggja menning og trivnað í Føroyum. Infrakervið skal vera soleiðis háttað, at lætt, trygt og ódýrt er hjá øllum at ferðast ­ bæði innanoyggja og út í útheimin. Ítøkilig mál eru sett fyri at fáa eitt skjótt, smiðligt og dygdarligt flutnings­ kervi, har nullhugsjónin er grundarlagið undir øllum ferðslutrygdararbeiðinum. Sum nakað nýtt verður dentur eisini lagdur á ferðafólkaleiðir, gongu­ og súkklugøtur. Út á summarið verður tunnilin millum Øravík og Hov tikin í nýtslu. Mest átrokandi tunnlarnir at fara undir er tunnilin Norður um Fjall, til Viðareiðis og nýggjur tunnil til Hvalbiar. Eisini smærri tunlar skulu raðfestast. Landsverk hevur saman við Vinnu­ málaráðnum gjørt gjølliga lýsing av ferðslukervinum, sum er dygt grundarlag fyri komandi politiskum raðfestingum. Av størri ætlanum innan samferðslukervið annars kunnu m.a. nevnast leing­ ing av flogvøllinum, undir­ sjóvartunlar millum Skála­ fjørðin og Tórshavn og millum Streymoy og Sand­ oy, umframt, at arbeitt verð­ ur miðvíst við at finna best hóskandi økið til nýggjan altjóða flogvøll. Væntandi verður kanningarúrslitini viðvíkjandi øðrum fløg­ vølli tøk í 2011/12, og verður tá gjørligt at taka endaliga politiska avgerð í málinum. Fyri at menna flogferðsl­ una til og úr Føroyum verður ferðaavgjaldið avtikið. Nýggj havnalóg Stórur tørvur er á at dag­ føra lógarkarmarnar um havnavirksemi. Verandi reglur á økinum eru bæði ófullfíggjaðar og ótíðar­ hóskandi. Bæði myndug­ leikar og havnaeigarar hava víst á tørvin á einari nýggj­ ari havnalóg, sum greiðari ásetur myndugleikaupp­ gávur og reglur annars, m. a. um havna­ og redmørk, rakstrarformar o.a. Upp­ skot til løgtingslóg um havnir, har nevndi tørvur er týðandi partur av upp­ skotinum, er nú orðað, og verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. KT-nýtsla Visjónin er, at nýtslan av kunningar­ og samskiftis­ tøkni í tí almenna, í skúla­ verkinum og í vinnuni skal vera við til at lyfta tað føroyska samfelagið frá ídnaðarsamfelag til innova­ sjónssamfelag. Hettar vil viðføra, at øll tann føroy­ ska vinnan (eisini KT­ vinnan) kann gera seg galdandi á altjóða palli. Somuleiðis eru mál orð­ aði viðvíkjandi KT­undir­ støðukervinum, KT í skúla­ num, KT í tí almenna og KT í vinnulívinum, og verður áhaldandi arbeitt við at røkka teimum. Fjarskiftis­ og KT­markn­ aðinum er í støðugari menning, og serliga fer fram ein konsolidering av verandi fyritøkum, um­ framt at hesar fyritøkurnar gera og hava ætlanir um stórar íløgur í útlendskt virksemi. Á fjarskiftisøkinum er serliga talan um at leggja nýggjan kaðal millum Føroyar og Skotland via Hetland. Á KT­økinum er talan um keyp av útlend­ skum KT­fyritøkum, m.a. við tí í hyggju at leggja støði undir útflutningi av føroyskum KT­skipanum. Hendan gongdin kann vera við til at menna virksemi hjá føroyskum fyritøkum uttanlands í heila tikið. Vinnumálaráðið er farið at kanna, um útbúnaðurin og lokaliteturin á Sornfelli hevur áhuga til nýtslu at húsa framtíðar back­up skipanir, sum vit kunnu bjóða runt heimin. Við tí vaksandi yvirganginum saman við tørvinum á tryggum housing skipanum world­wide, eru óivað góðir møguleikar at menna skipanir í Føroyum, sum hava altjóða áhuga. Ferðslutrygd Ferðslulógin er broytt tann vegin, at hon nú hevur til endamáls, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutnings­skipanini. Tað er staðfest, at ungir bilførarar hava verið við í meira enn helvtina av teimum ferðsluóhappum, har fólkaskaði hevur verið. Tí eru fleiri ítøkilig tiltøk framd í farnu tingsetu at steðga hesi gongd, m.a. við broytingum í ferðslulógini serliga rættað móti ungum Livistøði hækkast og Føroyar millum fremstu tjóðir landsstýrismaður Bjarni Djurholm