Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 15. august 2007 15 nøvn bilførarum. Arbeiðið at gera eina ferðslutrygdarætlan er sett í gongd í einum felags átaki við aðrar áhugapartar innan ferðslutrygdarøkið. Ætlanin, sum eisini er nevnd í visjón 2015 strate­ giskjalinum fyri infrakerv­ ið, verður ætlandi liðug í heyst og verður eitt týdn­ ingarmikið grundarlag undir førda ferðslutrygdar­ politikkinum framyvir. Flogferðsla Flogvinnan gerst alsamt eitt meira týdningarmikið íkast til føroyska búskapin, eins og flúgving til og úr Føroyum er ein týdningar­ mikil fortreyt fyri samskift­ ismøguleikunum hjá virkj­ um og einstaklingum. Ætlanin er framhaldandi at betra um karmarnar fyri flogferðslu. Menningin av fysisku karmunum koyrir í tveim­ um. Sum nevnt omanfyri er ætlanin at útbyggja Vága Floghavn skjótast gjørligt, og verður farið undir at prosjektera hesar útbyggingar sum skjótast. Harumframt er ætlanin framhaldandi at kanna møguleikarnar fyri einari alternativari floghavn aðrastaðni í Føroyum. Harumframt er ætlanin at dagføra karmarnar í flog­ ferðslulógini, og verður uppskot til ríkislógartil­ mæli væntandi lagt fyri Løgtingið í heyst. Henda dagføring er m.a. ein týð­ andi fortreyt fyri ætlanu­ num hjá landsstýrinum at gerast partur av europeiska flogferðslu marknaðinum. Í august verða samráð­ ingar millum landsstýris­ mannin í vinnumálum og danska samferðsluráð­ harran um mannagongdir í sambandi við yvirtøku av loftferðslumyndugleika­ num. Ætlandi verður úrslitið av samráðingunum, at partarnir semjast um at lýsa økið til fulnar, so tað verður greitt til avgerð um yvirtøkuleist. Loftferðslumyndugleikin er í stóran mun reguleraður eftir altjóða ásetingum. Olja og Orka Aðalorðaskifti hevur verið um uppskot til orkupoli­ tikk, og nýggj elveitingar­ lóg varð samtykt í síðstu tingsetu. Yvirskipaðu mál­ ini fyri nýggja orkupoli­ tikkinum eru, at innan 2015 skulu 20% av orku­ nýtsluni á landi stava frá varandi orku, og at fiski­ flotin skal nýta 15% minni orku í mun til veiðinøgd­ ina. Føroyar eru í stóran mun tengdar at innfluttari olju við tað at umleið 95% av okkara orkutørvi verður nøktaður av olju. Um vit skulu broyta hetta, er neyð­ ugt at vit í nógv størri mun nýta varandi orkukeldur, og at vit gagnnýta okkara orkutilfeingi betri, m.a. við at seta krøv um orkunýtslu í sambandi við bygging og umvæling av bygningum og húsum. Tær kanningar, sum higartil eru gjørdar í sam­ bandi við Nólsoyarverkætl­ anina benda á, at Nólsoygg­ in er sera væl egnað til eina størri royndarverk­ ætlan, sum hevur til enda­ mál at skapa eina burða­ dygga og óhefta orkuskip­ an í Nólsoy, har øll orku­ nýtslan í oynni stavar frá varandi orkukeldum. Hendan verkætlan varð tikin eitt stig víðari í vár, tá útlendsk orkufeløg gjørdu av at gerast partur av ein­ um verkætlanarbólki sam­ an við okkara myndugleik­ um, sum skal gera víðari kanningar av hvussu vind­ orka saman við vetni og nýggjari tøkni kunnu røkka málunum um eitt burðar­ dygt samfelag. Gongur sum ætlað, kunnu fyrstu vindmyllurnar setast upp í Nólsoy í 2009. Onnur stig eru eisini tikin á orkuøkinum; sum dømi kunnu nevnast arb­ eiðsbólkurin við umboðum úr Føroyum og Íslandi, sum skal gera innleiðandi kanningar av møguleiku­ num fyri at leggja kaðal til streymveiting millum Ísland og Føroyar og verk­ ætlanin, sum kannar um alduorka kann gagnnýtast til streymframleiðslu. Seinni í heyst verður farið undir at bora sætta leitibrunnin á landgrunni okkara, umframt at avtala eisini er gjørd um ta sjeyn­ du leitiboringina, ið skal borast innanfyri komandi tvey árini. Fyrireikingarnar til triðja útbjóðingarumfar á føroyska landgrunninum eru byrjaðar, og eftir ætlan verður klárt at bjóða út seinni í heyst. Enn er ov tíðliga at siga nakað um áhugan fyri triðja útbjóð­ ingarumfarinum, men grundað á tað virksemi, sum er avtalað á føroyska økinum og boringunum bretsku megin markið, meta vit, at tað er vaksandi áhugi fyri økinum vestan fyri Hetland og harvið eisini fyri føroyska landgrunnin. Arbeiðsmarknaður Arbeiðsskaðatrygging Nýggj lóg um trygging móti avleiðingunum av arb­ eiðsskaða (arbeiðsskaða­ tryggingarlógin) verður løgd fyri tingið í heyst og kemur staðin fyri vanlukku tryggingarlógina. Við nýgg­ ju lógini verður lóggávan dagførd í samsvari við lóg­ gávuna á hesum økinum í hinum norðurlondunum. Nýggja uppskotið veitir munandi betri sømdir enn higartil, m.a. viðvíkjandi teimum skaðum og sjúk­ um, sum nú verða viður­ kendar sum arbeiðsskaðar, umframt broyttu upphæddu­ num, ið verða veittar í endurgjaldi og samsýning. Arbeiðsmarknaðar­ kommissión Føroyski arbeiðsmarkn­ aðurin broytist alsamt, eins og tað gerst alt meira van­ ligt, at fólk velja sær aðrar livihættir enn teir, vit van­ liga kenna. Hetta hevur við sær, at fólk seta fram fleiri krøv til arbeiðsmarknaðin, eins og fólk ynskja møgu­ leika at skipa síni viður­ skifti soleiðis, sum tað hóskar teimum best. Hesi ynski, sum m.a. fevna um ein smidligari arbeiðs­ marknað, soleiðis at lættari verður at sameina arbeiðs­ lív og familjulív, seta stór krøv til allar partar av føroyska arbeiðsmarkn­ aðinum. Ávís tiltøk eiga tí at verða sett í verk til tess at brynja føroyska samfelagið til komandi avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tískil avgjørt at seta eina komm­ issión, sum skal viðgera hesi viðurskifti. Kommis­ siónin skal serliga seta fokus á týdningin av javnvág millum arbeiðslív og familjulív. Kommissiónin skal at gera uppskot um, hvussu betur javnvág kann fáast millum arbeiðs­ og familjulív, har endamálið við uppskotu­ num frá kommissiónini er at økja um trivnaðin hjá løntakarunum í arbeiðinum og heima soleiðis, at síná­ millum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gerst so positivt sum gjørligt. Málið er at røkka einum góðum og mennandi fam­ iljulívi, soleiðis at arbeiðs­ marknaðurin sum úrslit av hesum fær væl motiveraðar og innovativar løntakarar. Talan verður um sera umfatandi arbeiðið, og tí er týdningarmikið, at nóg mikið av tíð verður sett av til hetta endamál. Kommis­ siónin skal tískil eftir ætlan verða liðugt 1. januar 2009. Byrjað verður við einum almennum seminari í september. Einskiljingar Fyrireikingarnar til at ein­ skilja 33% av P/f Atlants­ flog eru komnar væl áleið­ is, og byrjar sølan vænt­ andi í september. Fyrireikingar eru eisini gjørdar til at einskilja 50% av LÍV og at avhenda 50% av partapeninginum til ognarfelagið LÌV, ið um­ boðar tryggingartakararnar. Ráðgevarnir leggja í løtuni síðstu hond á virðismeting­ ar av felagnum. Í hesum sambandi hava ráðgevarnir gjørt vart við, at tað er avgerandi fyri virðið á felagnum, at ein partaeig­ arasáttmáli verður gjørdur við Ognarfelagið LÌV, sum m.a. skal tryggja, at felagið ikki endar í atgerðarloysi. Enn er ikki komið á mál við einari slíkari avtalu. Væntandi byrjar sølan stutta tíð eftir, at parta­ eigarasáttmáli er gjørdur við ognarfelagið LÌV. Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy Lógaruppskotið hevur til endamáls at veita lands­ stýrismanninum heimild at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera fast samband millum Sandoy og Strey­ moy og hartil hoyrandi vegagerð og at hava rak­ stur av tunlinum um hendi. Uppskot til løgtingslóg um talgildar undir­ skriftir Lógaruppskotið hevur sum endamál at fremja trygga nýtslu av talgild­ um undirskriftum. Ríkislógartilmæli um broyting í lóg fyri Føroyar um ársroknskap Ríkislógartilmælið hevur til endamáls at seta reglur um at lata ársrokn­ skap eftir altjóða rokn­ skaparstandardum í gildi í Føroyum (IFRS). Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring Lógaruppskotið hevur til endamáls at gera reglur um marknaðarføring og um atferð á marknaði­ num. Uppskot til løgtingslóg um ognartøku heimild til flogferðslu endamál Lógaruppskotið hevur til endamáls at veita lands­ stýrismanninum heimild at ognartaka lendi til flogferðslu endamál. Uppskot til ríkislógar­ tilmæli um at seta í gildi lóg um loftferðslu Lógaruppskotið hevur til endamáls at dagføra karmarnar um flogferðs­ luna til Føroyar og úr Føroyum. Uppskot til løgtingslóg um grannskoðarar Lógaruppskotið, ið fevn­ ir bæði um skrásettar og løggildar grannskoðarar, hevur til endamáls at styrkja sjálvræði grann­ skoðaranna og sam­ stundis økja kappinga­ rføri teirra í mun til serliga útlendskar grann­ skoðarar. Uppskot til løgtingslóg um havnir Lógaruppskotið hevur sum endamál at gera skilhaldsreglur fyri havnir og reglur um havnavirksemi umframt um vernd av havnum. Uppskot til løgtingslóg um trygging Lógaruppskotið hevur sum endamál at frælsis­ gera tryggingarmarkn­ aðin í Føroyum. Uppskot til løgtingslóg um aling av fiski v.m. Lógaruppskotið hevur sum endamál at dagføra og tillaga reglurnar serliga viðvíkjandi veitan av loyvum og um møguligt gjald fyri loyvir. Uppskot til løgtingslóg um at leggja ognir og skyldur hjá Vága Flog­ havn í P/F Vága Floghavn Lógaruppskotið hevur til endamáls at veita lands­ stýrismanninum heimild til at leggja virksemið hjá Vága Floghavn umframt ognir og skuld, rættindi og skyldur í P/F Vága Floghavn. Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða Løgtingslógin hevur til endamáls at dagføra og tillaga reglurnar á øki­ num í samsvari við lóg­ gávuna á hesum økinum í hinum norður­ londunum. Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at byggja og reka granskarapark Løgtingslógin hevur til endamáls at veita heimi­ ld at stovna partafelag, sum skal fyrireika, byggja og reka granskarapark. Mál at leggja fram í 2007