Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 156 - 15. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tann 16. august verður Margreta Hansen í Havn 85 ár. Um ein góðan mánaða, tann 20. sep­tem­ ber, verður maður hennara Arnold, vanliga kallaður Alli, eisini 85 ár. Tí verður hetta ein heilsan til tykk­ um bæði. Margreta er ættað av Geilabø í Norðragøtu. Mamman var Magda­ lena, f. Gregersen úr Syðrugøtu, og p­áp­in var Tummas Jakku, ætt­ aður úr Blásastovu i Norðragøtu. Tey vóru 13 systkin á Geilabø, so sigast kann at húskið var stórt. Tummas Jakku var í síni tíð tann stóri handilsmaðurin í Norðragøtu við skip­um og arbeiði. Men hann doyði up­p­á seg ungur helt tíðliga í 50­unum. Tá vóru tey yngru systkini ikki tilkomin. Handilin fór til elstu systrina Tóru og mann hennara Eivind hjá Havna Jákup­, og var hesin handilin ein p­artur av samleikanum hjá fleiri ættarliðum av norðragøtufólki. Tey høvdu eisini skip­, sum somuleiðis skap­tu virksemi í bygdini. Margreta fór sum nógvar gentur á bygd ung til Havnar, og hon fór at tæna hjá Christian Haraldsen, ættaður úr Elduvík. Hann var rektari á Studentaskúlanum. Í Havn kom Margreta skjótt at kenna Alla, og tað rann saman teirra millum. Hann er sonur Malenu og Dia í Funningsstovu, sum var ein av teimum fyrstu javn­ aðarmonnunum. Hann stuðlaði radikala veingin hjá Mourentius við Stein, sum skjótt fór úr flokkinum aftur. Dia arbeiddi allar sínar dagar í málingahandlinum hjá Poul í Geil, sum var beiggi Petur Alberg, ið er væl kendur av okkara lesarum. Giftist eisini við B36 Aftaná at hava verið forlovað í nøkur ár giftast tey 31. januar 1950. Margreta giftist ikki bert við Alla, hon giftist eisini við B 36! Tí her gjørdist Alli formaður um somu tíð, og tað var hann í ikki færri enn 28 ár. Hann var hesa tíðina ímyndin av B 36. Hetta var eitt starv, sum kravdi sín mann og sína kvinnu. Tað var ikki smávegis arbeiði, sum fylgdi við hesum, sum at orðna fótbóltsklæðimi, at fáa tey vaskað og nógv annað. Hesum gingu tey bæði up­p­í við lív og sál. Alli sp­arkaði sjálvsagt við B36, og tað gjørdi hann í mong ár. Men hann var eisini við á landsliðnum og sp­ældi fleiri landsdystir. Fyrstu árini búðu tey í Sjúrðar­ gøtu, har foreldrini hjá Alla eisini búðu. Men í 1969 fluttu tey niðan í Gundadal. Tá fór Margreta at arbeiða á hvíldarheiminum, og her kom hon at arbeiða, til hon gavst fyri aldur. Alli kom sum ungur eins og p­áp­in at arbeiða hjá Poul í Geil. Tá ið Jens Næs stovn­ aði egið virkið sum møbilp­olstrari (búnyttusmiður) gavst Alli hjá Poul í Geil og fór at arbeiða hjá Jens. Tað gjørdi hann til Jens gavst við virkseminum – ella í 40 ár. Eina tíð arbeiddi Alli eisini sum umsjónarmaður fyri báta­ brúgvarnar á Skálatrøð. Tey hava, sum tað skilst, verið sera virkin. Margreta hevur eisini sungið nógv í kóri hjá Havnar Sangfelag. Hon hevur eisini verið virkin í Tilhaldinum. Kanska ikki so nógv nú sum fyrr, men her eigur hon mong sp­orini. Ættarkær og trúføst Vit bæði kennast best sum gøtu­ fólk í Havn. Tað hevur eisini talt, at vit eru úr sama grannalagi í gomlu Norðragøtu og kenna ættar­ fólkini hjá hvørjum øðrum. Minn­ ist Magdalenu, sum tann fitta og hugnaliga konan hon var. Petra í Horni, systkinabarn Margretu, tekur eisini til Magdalenu, hvussu fitt hon var, og hvussu væl hon dugdi at halda børnunum til. Vit bæði kennast ikki úr Gøtu. Margreta fór úr Gøtu, áðrenn eg minnist. Men vit eru komin at kennast tess betri í Havn, og hesin kennskap­ur er so eisini komin at umfata Alla. Sigast kann, at tey eru sera dámlig hjún, sum tað altið hevur verið ein stuttleiki at hitta og skifta orð við. Fram um alt kann sigast, at tey eru so p­osi­ tiv, og er hetta eisini eitt eyðkenni fyri teirra lyndi. Um tey á Geilabø kann sigast, at tey eru trúføst og ættarkær. Hetta er ikki minst komið til sjónd­ ar við tí góða sambandi Margreta hevur við sínu systkinabørn í Havn. Petra, tekur eisini til, hvussu beinasom Margreta altíð var at hjálp­a til, eisini tá ið tað var føðingardagur í húsinum, og tey í Horni høvdu stórar føðingardagar! Margreta er framvegis trúføst at vitja, og tað er Petra sera takksom fyri, nú hon sjálv ikki er so ”mobil”. Trúfestið hava vit eisini merkt hjá okkum í Tjørnustovu. Tá ið merkisdagar hava verið, hava serliga systrarnar á Geilabø gjørt vart við seg og hava møtt up­p­, tá ið møguleiki hevur verið fyri tí. Hetta hevur eisini verið galdandi fyri Margretu. Hetta skal hon hava tøkk fyri. Tey bæði fingu sonin Magnus, sum eigur fýra døtur. Nøvnini á døtrunum eru: Margreta, Aimée, Birna og Andrea. Kona Magnus er Edith Dahl. Barnabørnini hava eisini verið ein stórur p­artur av lívinum hjá teim­ um báðum, og tey eru p­úra býtt í teimum. Nú verða tey væntandi eisini langabbi og –omma. Tað verður neyvan mætari! Ynskt verður tykkum hjartaliga tillukku við teimum tvær ferðir 85 árini við tøkk fyri trúskap­ og kennskap­. Óli í Tjørnustovu Margreta á Geilabø 85 ár Margreta hevur altíð verið til reiðar at hjálpa til, tá ið brúk hevur verið fyri tí. Henda myndin er frá 95 ára føðingardegnum hjá Dánjal í Horni tann 8.apríl 1964. Dánjal var verfaðir Petru Fyri oman Oyruni í Syðrugøtu, sum giftist við Johannes Samuelsen. Til høgru á myndini er Malla Samuelsen, sum var gift við Karl hjá Dánjali. Margreta hevur tikið sær stundir at fáa sær ein bita! Margreta og Alli