mikudagur 15. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Pápi hittu mammu, Tótu, tá ið
hann róði út í Íslandi, soleiðis
sum greitt varð frá í fyrsta parti
av hesi frásøgn. Hon var av
Hafnesstøðni Seyðisfjørðinum,
har teir róðu út. Eg haldi, at
mamma hjálpti teimum við mat
gerðini. Tað rann saman teirra
millum, og tey munnu hava verið
gift umleið 1909. Fyrstu árini
búðu tey á Eiði, áðrenn tey fluttu
til Norðskála.
Vit gjørdust 14
systkin og eru vit:
A Gvøðni Borghild, 191093,
g.v. Óla Rasmussen f. 1912 á
Kirkju, búðu niðri.
B Thordis Adelgunde, 1912
2001, var ógift. Hon var ljósmóðir
og búði niðri.
C Alfred, 191379, var ógiftur
og búði við Norðskála.
D Hjalgrim, 191492, giftist til
Klaksvíkar við Turid Samuelsen f.
á Hellunum, 19192004.
E Svend Thorvald, 191575,
g.v. Petrinu Müller úr Porkeri; tey
búðu í Havn.
F Solveig, 191784, giftist
til Keypmannahavnar við Erik
Meinertz.
G Jonina Rasmina Hansina,
19202004, g.v. Alfred Dam,
19152003, við Norðskála.
H Kaysten, 192176, giftist til
Havnar við Solveig Olsen.
I Wolfang, 192395, g.v. Onnu
Petersen, búðu á Argjum.
J Bergtóra, 1926, g.v Anton
Olsen úr Rituvík. Hann er deyður,
men hon býr á Toftum.
K Tórhallur, 1928, g.v. Rigmor
Dam, f. 1927 við Norðskála; tey
búgva á Argjum.
L Ingolvur, 19292007, g.v.
Siggu Djurhuus f. 1933 við
Norðskála, har tey hava búð.
M Sigtór, 19321943. Var fødd
ur við hjartafeili og doyði av tí.
N Elinborg, f. 1933, giftist til
Danmarkar við Svend Bukhold,
sum er deyður. Tey fluttu í 1960
unum til New Zealands, har
Elinborg býr.
Húsini vóru smá, og tað var
ofta trongt inni, men tað gekk væl
ann. Eg vil siga, at vit høvdu ein
deiligan uppvøkstur.
Mamma hevði nógv at gera,
men systrarnar vóru óførar at
hjálpa henni. Vit hjálptu henni
eisini, tá ið vit kundu. Tað vóru so
nógvir motorpassarar í húsinum
og klæðini vóru so skitin. So
fóru vit suður á Klett við bust
og grønsápu og eini spann við
vatni, so skrubbaðu vit tey rein.
Grønsápa má vera verðins besta
sápa.
Hóast vit vóru so nógv í
húsi minnist eg einki til, at vit
manglaðu nakran mat. Mamma
seymaðu eisini klæðir uppá
okkum. Hetta gekk mest fyri
seg um kvøldini og náttina. Hon
nýtti seymimaskinu sum vanligt
var tá. Eg haldi, at tað vóru so
góðar maskinur. Kvinnurnar
vóru so ótrúliga dyktigar og
raskar tá í tíðini, og hetta kravdu
umstøðurnar eisini.
Sorgarleikur við
Streymin
Eina ferð upplivdu vit ein rættili
gan sorgarleik við Streymin. Ein
kona á Eiði skuldi eiga, men tað
gekk so trupult, at læknabáturin
Reyði Krossur varð sendur norður
eftir henni. Hann sigldi norður
gjøgnum Sundalagið. Hann kom
fram við Streymin og til Eiðis í
øllum góðum. Men á vegnum
suður aftur gekk heilt illa. Tað var
kavarok, og doktarabáturin sigldi
seg beint á skerið, sum var ella
Tórhallur av Oyrabakka:
Pápi reinsaði
motorar við landi
Heima í Norðskála
blivu tey 14 systkin.
Menninir í húsinum
blivu kendir sum
framúr skiparar og
motorpassarar.
Undir fyrra heims
bardaga kom
Andrias, pápi Tórhall,
at seta í verk eitt
hugskot um at reinsa
motorar við landi.
Ein møguleiki sum
vísindin kannaði seg
fram til 85 ár seinni!
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Her síggja vit alt húskið:
Elinborg, Wolfang, Sigtór, Ingolvur, Tórhallur
Solveig, Bergtóra, Andrias og Tóta, Thorvald, Kaysten
Rasmina, Tordis, Borghild, Alfred og Hjalgrim