Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 ➙ nr. 156 • 15. juli 2007 er beint undir verandi brúgv um Streymin. Alfred beiggi vaknar fyrst og verður varur við, hvat ið er áfatt. Báturin kann ikki sigla, og tað verður neyðugt at flyta kvinnuna í land. Hetta var lættari sagt enn gjørt, tí hon lá á eini børu. Men børan kom í bátin. Hon tók so nógv pláss, at tað var bert pláss hjá tveimum monnum at rógva. Kvinnan kom so inn til okkara, meðan boð vórðu send eftir einum øðrum farti úr Havn eftir henni. Samstundis mátti kvinnan berast suður til Oyrar, har hon kundi koma umborð á bátin, sum kom úr Havn. Men tá var kvinnan so illa sperd, at hon doyði á veg til Havnar við bátinum. Hetta var ein sera syrgilig hending. Meira um sild Í seinasta parti varð nógv greitt frá sild. Tað er altíð okkurt sum kann leggjast afturat. Pápi dugdi so sera væl at finna sild í hesi tíðini, tá ið eingi tól vóru. Eg minnist eina ferð, at vit leitaðu eftir, hvar vit skuldi seta gørnini. So koma vit til eitt stað, har vit síggja sild kasta seg. Her skuldi ligið væl fyri, og fleiri settu eisini. Men pápi segði, at ”her verður sildin ikki í nátt”. Hetta varð eisini so, tí teir sum settu her fingu einki. Pápi metti so um, hvønn veg sildin gekk, so setti hann fyri sildini, har hann metti hana fara at koma, út fyri Oyri. Tað lá væl fyri, og morgunin eftir vóru gørnini full av sild, heili 7.000 pund. Eitt annað snildi við sildarveiðu var at vita, nær tað skuldi setast niðri við botn ella upp í sjónum. Hetta bar væl til at regulera við standarum. Varð regn skuldi gørnini setast niður á botn! Tá klaksvíkingar vóru gentlemen! Eitt stuttlig frásøgn er, tá ið gentur har norðuri í Sundalagnum driftaðu eftir sild sunnari í sundinum, soleiðis sum tær ofta gjørdu. Tá kundu motorbátar úr Klaksvík koma og heinta sildina beinleiðis úr bátinum. Afturfyri sleipaði teir bátarnar norður aftur. Soleiðis bar til at vera gentlemaður tá í tíðini. Arbeiddu saltfisk uppá akkord Umframt sildaarbeiði var eisini nógv saltfiskaarbeiði í Sundalagnum. Her var tað havnarmaðurin Demmus á Jaðri, sum skipaði fyri, soleiðis sum greitt verður frá í serligu frásøgnini hjá Esmar Dahl. Ein partur av hesum virksemi var, at hús átóku sær at turka eitt partí av fiski. Vit plagdu eisini at taka fisk at arbeiða á hendan hátt, og tá var tað uppgávan hjá børnunum at skera burturúr, soleiðis sum tað verður greitt nærri frá á frá­ søgnini hjá Esmari. Tá í tíðina var eingin vegur til Eiðis. Har var tó gøta, og vit gingu ofta til Eiðis. Tað hevur altíð verið nokk so nógv samband millum Eiði og Sundalagið. Har var doktari og prestur, so gangast mátti til Eiðis, tá ørindini vóru til teirra. Pápi var eiðismaður, so vit áttu eisini nógv skyldfólk, og tað var sjálvsagt farið inn á gólvið hjá teimum. Pápi reinsaði motorar við landi Umframt at hann róðu úti í Íslandi róði pápi eisini nógv út í Føroyum. Eg havi hoyrt søguna um, tá ið pápi undir fyrra heimsbardaga nýtti land til at reinsa motorar við. Greitt var frá hesi søgu í FF blaðnum í 2001 og var hon henda: Í vár høvdu vit eina frásøgn frá Símun Johan Wolles av Eiði um ta ungu Lisu úr Lorvík, sum undir fyrra heimsbardaga, tá ið motorarnir nýttu lýsi sum brenni, mælti til at nýta land til at reinsa motorarnar við. Tað vísti seg eisini, at hetta vóru hyggjuráð. Lýsið dálkaði illa, men við landi kundu teir gerast gullreinir. Henda søgan gjørdist aktuell, tá vit rendu okkum í grein í nor­ ska fiskivinnublaðið Fiskaren. Blaðið kundi úr vísindablaðnum “New Scientist” endurgeva tey kollveltandi tíðindi, at fremsta vísind á økinum nú var komin eftir, at land reinsar dieselmotorar. Komið var fram til hetta á eini hollendskari starvsstovu, og royndirnar vístu, at land kann minka dálkingina á motorum við upp til 80%. Hetta vóru góð tíðindi fyri umhvørvið, har tað verða sett stør­ ri og størri krøv ikki minst frá ES. Oljufelagið Elf umhugsaði longu tá at selja “urea”, sum var gjørt úr landi, frá bensinstøðunum. Men fyri at kunna nýta hetta, var neyðugt við útgerð, sum kostaði um kr. 10.000. Tað stuttliga við hesi søguni var, at hetta var ikki annað enn tað, sum Lisa í Lorvík skjeyt upp fyri einum 85 árum síðani, og sum vísti seg at virka longu tá við hjálp av einum snildum motorpassara sum Andreas á Oyrabakka! So her var als ikki talan um nakra nýggjheit. Hetta kann siga nakað um, at lærdómur kann vera góður, men vanligt skil er nú heldur ikki at forakta! Frásøgnin hjá Símun Johan var henda: ”Hendan søgan er frá fyrra heims­ bardaga. Mamma mín Elsebeth Samuelsen og Lisa Toftegaard, sum tær itu sum gentur, tæntu í Jógvanstovu í Lorvík. Tað var nógvur útróður bæði við árabát­ um og motorbátum. Sámal í Jógvanstovu leigaði motorbátar aðrastaðni frá at rógva út við um várið. Sum tíðin leið bleiv oljutrot, og sum kunnugt er sjómaðurin sjáldan ráðaleysur. Teir fóru at brúka lýsi til motararnar, men hetta var ikki uttan trupulleikar. Tað hevði við sær, at tað sótaði so illa heysin á motorinum, at hann varð forsteinaður innan. Tískil fekst motorurin ikki í gongd aftur uttan at taka hann sundur og reinsa hann. Hetta var vituligt eitt skittligt arbeiði. Andreas Andreasen, seinni kallaður Andrias á Oyrabakka, var ein sum var motorpassari á einum báti, sum Sámal hevði leigað. Eitt kvøldið sum Andrias kom aftur, skitin sum hann altíð var av sót, sigur tann nevnda Lisa: “Tað mátti borið til at vaska motorin við landi”. Tá fekk Andrias eitt hugskot, sum kom honum væl við og hjálpti mongum øðrum eisini. Nú eri eg ikki vísur í, um tað var Dan motorur, sum brendi eitt sindur av vatni, tá ið hann var vorðin heitur. Andrias fann uppá at geva motorinum nakrar innspræningar av landi, áðrenn hann steðgaði honum. Og til bar. Heysurin varð gullreinur, tá ið hann var steð­ gaður við landi. Hetta var teimum eitt hent hugskot, sum royndu at klára seg við lýsi.” Útróður var strævin Útróðurin var jú sera strævið frammanundan. Fyrst at skulu fara til útróðrar, og so at skula reinsa motorin aftaná. Umframt hetta var eisini tað at framleiða livur til lýsi eitt eykaarbeiði. Eg ætlaði altíð at fara at tosa við Lisu, sum var komin við hugskotinum, men tað gjørdist ov seint, men tíbetur er henda frásøgnin komin á prent. Pápi róði nevniliga út í Lorvík. Hann gekk til Lorvíkar, og so var hann har fyri vikuna. Hann gekk heim aftur leygarkvøld. Tað vóru ikki so nógvir motorpassarar tá í tíðini. Pápi hevði einki lært uttan tað, hann hevði lært seg sjálvan. Og hann hevur havt hegnið eins og nógvir aðrir í ættini. Eitt systkinabarn hjá pápa var Ingjald í Fuglafirði, sum eisini var sera snildur til motorar. Hann var annars eisini sera hjálpsamur, tá ið nakað var áfatt, og ikki tók hann nakað fyri tað. Kristian Martin Rubeksen og Demmus á Jaðri vóru góðir vinir Lisa, sum í 1917 kom við hugskotinum at nýta land til at reinsa motorar, og sum Andrias á Oyrabakka setti í verk Yvirskrivt í Fiskaren, sum vísir, at vísindin lítla øld seinni er komin til sama úrslit